Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 47 — 9. MARS 1994 Sida9 Lønjavningargrunnurin: Færri ferðafólk við skipi Í fjør í mun til árið fyri. Mynd: Kalmar Færri Sjóvegis Talið á ferðafólki til Føroya minkaði í fjør í mun til árið fyri. Sambært Smyril Line komu 5.000 ferðafólk færri sjó- vegis í fjør. Kunningarstovan í Havn sigur, at eisini teirra hagtøl visa, at færri vitjaðu Føroyar í fjør, serliga danir. Í 1992 hevði Kunn- ingarstovsan 7006 út- lendskar avgreiðslur, og í fjør vóru tilsamans 6862. Av teimum vóru 2822 danskar. Kunn- ingarstovan sigur, at talið á avgreiðslum av ødrum útlendingum vaks við sløkum 28 prosentum. tór.- Viðgera dag- studningin I næsta viku -um til ber at manna nevndina Tað er lítið hugsandi, at Lønjavningargrunnurin fer at broyta mannagongd við- víkjandi útrokning av dag- studninginum uttan so, at løgtingid broytir lógina. Tað er ikki nóg mikið við at tulka hana ødrvisi, og so arbeiða eftir tí. Tað fer grunnurin ikki at gera, um tað stendur til formannin í stýrinum, Henrik Old. Henrik Old sigur, at 4. februar fekk Lønjavningar- grunnurin skriv frå lands- styrinum sum spurdi hvørja åskodan grunnurin hevdi f samband við at broyta mannagongd viðvíkjandi dagstudninginum. Lands- styrid spurdi hvat grunnurin segði til at broyta útrokn- ingina frá at rokna av einum fiskiparti, sum nú verður gjørt, og til at rokna av øllum vinninginum. Eisini spurdi landsstýrið, hvat grunnurin hevði spart um mannagongdin varð broytt. Fær svar Síðsta mikudag svaraði grunnurin landsstýrinum spurningin um hvat spart verður. Talan er um sjey milliónir, men landsstýrið hevur enn ikki fingið svar upp á hvat grunnurin sigur til at broyta útrokningina. -Sjálvandi skulu vit hava fund um hetta mál. Fundur- in verður helst í næsta viku tá roknast kann við, at nevndin er fullmannað, men stendur tað upp til mín, verður eingin mannagongd broytt uttan so, at løgtingid broytir lógina, sigur Henrik Old. Hann leggur aftrat, at tá ein ávís managongd er fylgd nøkur år, ber ikki til at broyta hana uttan víðari. Henrik Old sigur, at í grunninum hevur als íkki verið tosað um at broyta mannagongd í samband við sjálva minstulgnina, men broytir løgtingi& lógina, fer -Sjálvandi skal landsstýrið fáa svar, men lítið hugsandi er, at grunnurin fer at broyta mannagongd uttan so, at lógin verður broytt, sigur formaðurin í Lønjavningargrunninum, Henrik Old. Mynd: Kalmar grunnurin sjálvandi at fylgja tí hon ásetur. Men sjálvur haldi eg tað vera skeivtatbroyta hesa skipan Serliga nú, prísurin er so lágur, sigur Henrik Old. tór.- Toll- og Skattstovan hevur nú gjørt upp hvussu mikið 1993 gav í meirvirðisgjaldi. Seinasti ársfjórðingur, sum fall til gjaldingar fyrst í februar, var ikki verri enn hinir undanfarnu. Hesin seinasti ársfjóðringurin gav 148 milliónir tá alt er roknað frá. Samanlagt gav meirvirð- isgjaldið landinum 530 milliónir í mun til tær 563 milliónirnar, sum roknað varð við á fíggjarlógini. Men í ár verður sum skilst ikki roknað við so nógvum sum í fjør. Sambært fíggj- arlógini í ár roknar lands- stýrið við at fáa 440 milliónir inn í meirvis- gjaldi. tór.- BERGMENN dansitónleikur id dugir Áhugi fyri marknaði á £ Tis Eftir øllum at døma verður í summar skipað fyri føstum marknaðar- døgum hvønn leygardag á gongugøtuni í miðbý- num í Havn. Ingegerð á Trødni, leiðari á Kunningar- stovuni, nam við spur- ningin í ársfrágreiðing- ini í felagnum Tórshavn. Hon segði, at í fjør var ikki nógv lív í gongu- gøtuni, men í ár verður so roynt við føstum marknadardøgum. Ahugin er stórur, og w | i i Er Á ; Nú vil leiðarin á Kunningarstovuni hava meira lív í zongugøtuna. Mynd: Kalmar mangan spyrja fólk hvussu tey skulu bera seg at um tey vilja selja eitt og annað á eitt nú gongugøtuni. Arbeitt verður við at skipa fyri føstum marknadardegi hvønn leygardag i juni, * juli og august. tór.- Tjaldingarplássið Yviri við Strond Nógv flest Nógv flestu ferðafól- kini, sum í fjør búðu á tjaldingarplássinum Yviri við Strond, koma úr Týsklandi, sum í tali av gistingum vóru sløk 1400 av tilsamans stív- liga 3000 gistingum. Sambært hagtølum frå Kunningarstovuni eru danir nummar tvey við 351 — gistingum og Benelux-londini = vid týskarar 280 gistingum. Tað eru ikki nógvir føroyingar, sum gista á tjaldingarplássinum Yviri við Strond. Í fjør vóru 35 føroyskar gist- ingar. Tað er Kunningar- stovan, sum stendur fyri tjaldingarplássinum í Havn. tór.-