Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 47 — 9. MARS 1994 Í sannleikans tíma er loysing loysnin! Sambært útvarpinum kalla danskir politikarar gongdina í Føroyum i løtuni fyri sannleikans tima«. Eru vit komin í sann- leikans tíma, so er tó lít- ið, ið bendir á at allur sannleikin í fløktu stóðu okkara er komin fram enn. Vit hoyra hvgnn dag um hvussu Føroyar og føroyingar verða viðfarn- ir í donsku fjølmidlun- um. Vit hoyra, at danir, fyri at kroysta sín vilja í- gjøgnum, nýta eins harð- an politikk og ímóti krígsbrotstjóðum. Og ikki at gloyma, vit síggja úrslit av hesum politikki í ólukkumát hvønn dag. Heimsmet Vit hava sett hópin av heimsmetum. Tíverri eru tey flestu døpur: Heimsmet i fólkafráflyt- ing. I skattatrýsti. I rús- drekkanýtslu. Í undir- brotligheit. Og í at vera ósamdir. Lukkutíð fyri danir, og okkara egnu danastrá- menn, so eru vit eisini av heimsins tolnastu fólk- um. Ella er tað tað at øll vón og lívsmót okkara er misiarin í hjålandaveld- inum? Hetta, og mangt annad, hava vit uppnátt higartil sum eitt danskt »om- råde«. Nakrir sannleikar! Danmark hevur stolið Føroyar. Sambært Berg- enssáttmálanum, og tí fram er farið síðani, so er Ongin ivi um at vit eru stolin. Allur altjóða viðurkendur fólkarættur er traðkaður undir fót. 14. September í 1946 fingu føroyingar høvi at velja ímillum loysing og amtsstødu. Øll her kenna úrslitið. Síðani søgdu teir, við góðari hjálp frá nøkrum »landsmonnum« okkara, at fólkaatkvgðan einans var vegleiðandi, og harafturat var meiri- lutin fyri loysing ikki ser- liga stórur. Síðani varð løgtingid sent heim. Og hugsið tykkum, teir akt- aðu sum fittir, vælvandir lærshvølpar. Allir uttan ein. Tað var táverandi javnaðarmaðurin Jákup í Jákupsstovu, sáli. Ein orsøk til at loyðing- in vann er helst at vit árini 40 til 45 onki sam- band høvdu við danir, og tå gekst sera væl í Føroy- um, vit skyldadu ikki eitt oyra, og áttu nógvan pen- ing á. Helst fleiri miljard- ir í nútíðarvirði. Nú í tíðini siga bæði | Dimmalætting og Sosial- urin, at ongin meiriluti er ella hevur verið fyri loys- ing síðani 1946. Tað søgdu teir eisini í 46, og síðani hevur ikki verið valt um tað. Val okkara hava heldur snúð seg um longdina á vegastubbum, upphæddina til trolara- studning, ella hvussu tætt tað kann gerast ímillum bátahyljarnar á Skála- fjórðinum og gørum deyðavatni. Men ongin nevndi nakað um at vit komu at gjalda alt aftur sjålvi, við rentum og tunga endanum niðureft- ir. Ein ryggbrotin tjóð er endaúrslitið. Í dag verður tosað um at Løgtingid verður skúgvað til viks. Hvat hendi í hernaðarmálin- um? Danmark er so >pro- gressivt< í S.T. og tá tað snýr seg um Baltisku londini osfr. Alt gott um tað. Men. Danmark hevur sjálv- | andi samtykt S.T. sam- | tyktina um at øll hjálond skulu hjålpast til frælsi og sjålvbjargni. Hvat er tad so teir gera i Føroy- um og Grønlandi? Einaferd tå Per Hække- rup var uttanríkisráðharri, og sostatt umboðsmaður í S.T., talaði hann harðliga ímóti portugálska hjá- landaveldinum í Afrika. Portugálski uttanríkisráð- harrin viðurkendi, at har ruggaði ikki alt rætt, men segði hann, higartil høvdu teir ikki innlimað síni Afrikahjálond í Portugál, eins og Dan- mark hevði gjørt við Før- oyar og Grønland. Rætt er gitt, sidani hava danir varad sin munn i S.T. Gróðrarbotnurin Aftan á fólkaatkvgðuna lá ikki so væl fyri at gera okkum til eitt amt aftur, sjálvt um fleiri >lands- menn« okkara ynsktu tað. Ímóti fólkaviljanum gjørdust vit síðani hvørki fuglur ella fiskur. Vit fingu sonevndu heima- stýrislógina. Sjálvt um gll í dag kenna á egnum kroppi hvussu hetta høpisloysi tørnadi út, verður trivid eitt vet í okkurt av tí, ið hent er hesi ár. Danmark hevur tann ivasama heiður at vera faðir at higartil framkom- nasta hjálandapolitikkin- um. Hesin politikkur er nevndur gularóta hjå- landapolitikkur. Tað gekst hampuliga væl til umleid 1980. Tá vóru framkomnar sera sterkar ábendingar um at Føroyar flutu á ein- um veldigum oljuhavi. A. P. Møller, Den Danske Bank og stjórnin stinga so nýggja kós út. Eitt nú segði Anker Jørg- ensen, at teir ikki fóru at gera somu feilir við før- oysku oljuni, og teir høvdu gjørt í Norðsjó- num. Um somu tíð fingu vit nýggjar politiskar kannu- stoyparar. Aftan á kann sigast, at hesir gjørdu eitt vala ar- beiði fyri sínar arbeiðs- gevarar. Supersambands- leiðin gjørdist veruleiki. Drepandi låntøka. Ut- byggingar og rakstrar- kostnad, sum høvdu hóskað betur til eitt miljónasamfelag við fleirtáttaðum vinnulívi. Nú eru somu kreftir komnar til seinasta leikin í verkætlanini >NED- LÆG FÆRØERNE«. Tikið saman um so hevur gongdin prógvað, at við at læna nøkrum av teimum »innføddu« nóg mikið av peningi, og síð- ani at krevja sama pening aftur nakrar ferðir frá øll- um teimum óseku, so gerst møguleiki fyri at vola so fullkomuliga. Po- litiska skipanin hevur samstndis framalt polit- ikarar við grundfestum á- byrgdaroysi og ódámlig- um sjålvsøkni. Var tað ikki hent, høvdu vit verid væl betri fyri nú. Úrslit Í hesi søguliga stuttu heimastýristíð hava vit fingið oyðilagt so nógv. Tað, ið nítur fastast er fólkafráflytingin. Hon má steðgast, ella býðst ikki bøtur. Her steðgar alt upp og tey dugnaligu fólk, ið kundu bygt hetta samfe- lagið uppaftur, leggja sína orku í at skapa nakað fyri Danmark og onnur lond. Fyri føroysku tjóðina er skjótt talan um prógvað og miðvíst langtíðarætlað fólka- og mentanarmorð, sum ein skilakona segði mær nú ein dagin. Vinningurin Hvat fær Danmark so burturúr? Afturfyri at lata ein blokkstuðul á 800 fáa teir eina góða miljard í rent- um og avdrátti í løtuni. Fyri at troka herstødir á okkum hava teir fingid miljardir burturúr. Fyri at hava loftrúm okkara undir hond eru miljardir goldnar. Av at sita á øllum hand- ilsskapi okkara fáa teir miljardir. Stérur fongur er fyri Danmark at fáa øll flótta- fólkini år Føroyum. Tey sleppa at skapa nakað har, eisini danskar sam- felagságóðar. Í fóroysku undirgrund- ini eru virðir fyri kanska nakrar túsund miljardir. Føroyar eru einar tríggjar ferðir so stórar sum Danmark á landkort- inum, tá havið er roknað við. Vit hava fongríkar, men misrøktar fiskastovnar. Ovanliga góða strateg- iska stóða okkara ímillum tvey meginlond, Grøn- land, Island og Bretsku oyggjarnar. Liggja væl fyri til tran- sit- og lossingarhavnir. Eisini å peningahvarvin- um liggja vit væl fyri vid nyggja kadalinum. Seinasta útpurring Støda okkara kann alt í einum gerast munandi betri í einum taki. Um vit fyrst av øllum slgkkja allar teldur, ið rokna og gjalda skuld. Um vit síðani seta fótur undir egið borð. Gerast eitt frælst land, so lættir beinanvegin. Sjálvandi fer Danmark eins og onnur lond at hjálpa okkum at fóta okk- um. Tað er vanlig gongd allastaðni. Bæði í Brasil- T ia, Polandi, fyri ikki at tala um hinar banan- republikkimar. Danmark hjålpir nógv- um londum. I år nyta teir næstan tiggju miljardir til U-landahjålp. Og sam- stundis eru teir vid at gera eitt spildurnýtt U- land her, »indenfor Rig- ets grænser«. Tå vit eru vordin ein fræls tjóð er sjálvsagt, at vit fara at arbeida tætt saman vid Islandi, Grøn- landi og gðrum londum við líknandi møguleik- um. Smátjóðir noyðast at halda saman um síni rætt- indi. Seinasta útpurring er nú. Higartil hevur onki íðindablaðið (SK | land á kngttinum klárað | seg undir einum gðrum | landi. Nú er at vakna. Annars er framtíðin sera døpur fyri komandi ættarlið, og døpur framtíð er fyri okk- ara kæru oyggjum við teimum ljósu sumrunum. Vit mugu semjast og taka okkum um reiggj. Gera vit tað, so lýsir í beinanvegin. Ein nýggj framtíð. Hanus Vang ES. »Teir, ið leiða hetta fólk. villa tað av leið, og tey, ið lata seg leiða, fara til grundar<. Jesaja 9,16 | Vax; 99 > Tr amt på apoteker. R-TESTAM ENTER: fås GRATIS hos … ÁMDSFÓRÉ NE FOR NY RIBYGF I DANMANK seg 20 „í blodhanherne m.v