mikudagur 9. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 47 — 9. MARS 1994 Sida 11
Vårframsyningin 1994:
Fleiri av »tungu dreingjunum«
mangla — men ger tað nakað?
Várframsýningin 1994 læt
upp fríggjadagin í Lista-
skálanum. Hetta er árliga
afturvendandi sensureraða
framsýningin, ið felagið
Føroysk Myndlistafólk
hava skipað fyri síðani
1990. Á víst kjak hevur ver-
ið um tað rætta í úrvals-
framsýningum. Sjálvur
dugi eg ikki at síggja nakað
galið í tí, einasta, ið tá má
væntast er, at tann framsýn-
ing, ið kemur burturúr, er
dygdargóð.
Framsýningin, ið nú er
fram til 20. mars í Lista-
skálanum, er, ikki stór í vavi,
fyllir ein part av tí, ið áðrenn
stóra tilbygningin var allur
Listaskálin. Av teimum 35
listafólkunum, ið sendu inn
listaverk, eru 19 sloppin
upp í part. Skilji, at úrvals-
nevndin, heldur enn at fylla
fleiri høli í Listaskålanum,
tók tað burturúr, sum hon
metti vera dygdargott nokk
og heldur tók við avmark-
aðum plássi enn at fylla
upp.
Fyrsta tú leggur til merkis
er, at fleiri listafólk av teim-
um »gomlu« vanta og at
berteitter vid, sum ikki fyrr
hevur verið á Várframsýn-
ingini, nevniliga Turið
Nolsøe Mohr. Millum
teirra, sum ikki eru vid, eru
so kend fólk sum Ingålvur
av Reyni, Tréndur Paturs-
son, Zacharias Heinesen og
Eydun av Reyni. Skilji at
ein orsøk er, at so nógv før-
oysk myndlistafólk eru á
framsýningarferð í Dan-
mark, her tykist okkurt at
hava vantað í við koordi-
neringini millum framsýn-
ingarnar, tí framsýningina í
Danmark hava tey mongu
listafólkini, ið luttaka har,
vitað um í tvey ár.
Góðir grafikarar
Annar spurningur er so, um
tað bilar so nógv, at fleiri av
teimum listafólkum, vit eru
»von« við. ikki luttaka. Tí
tað ger, at heildarfatanin og
samansetingin av Várfram-
syningini er ødrvisi. Olju-
målningurin er ikki so vid
yvirlutan, sum hann oftani
hevur verid. Meira plåss er
blivið til aðrar hættir, ikki
minst síggja vit, at vit hava
fleiri góðar grafikarar.
Nevnast kunnu Marius Ol-
sen, Bárður Jákupsson,
Astri Luihn og Jóna Ras-
mussen. Tað eru ymisk sløg
av teknikki, hesi brúka.
Marius Olsen, ið er ein av
bestu grafikarum okkara, er
ógvuliga vissur tekniskt í
sínum linoleumsprentum.
Hansara vitan og trygd í
samansetingini av myndini
ger, at hann sjáldan fer
skeivur. Flestu myndir
hansara eru eisini frálíkar.
Men eina mynd hevur hann
við, ið mær ikki líkar, tað er
mynd av Havnini við einum
døkkum óveðursskýggi, ið
kemur úr landssynningi.
Uttan um myndina eru ym-
isk fløgg, danska, ís-
lendska, nasimerkið 0.s.fr.
So kanst tú sjálvur velja at
seta flaggið á tóma flagg-
stong í sjálvari myndini.
Súmbolikkurin tykist mær
tungur og pátikin. Umframt
at myndin sjálv eisini verð-
ur tung.
Bárður Jákupsson hevur
seinastu fimm árini arbeitt
við líkasum kalligrafiskt at
seta kláru linjurnar í lands-
lagnum upp móti teknum og
bókstavum í landslagnum,
inspirasjónin tykist vera
eysturlendsk, kansk Jja-
pansk. Hesar myndir hans-
ara eru vorðnar einfaldari
og einfaldari. Á hesi fram-
sýning hevur hann fimm
frálík steinprent við, ið øll
bera heitið Atlantis, har
hann enn einaferð vísir okk-
um hvussu væl hann dugir
at handfara henda kalligraf-
iska mátan at gera myndir.
Onkuntíð havi eg hildið,
at menniskju og andlit eru
sum lundi á jólanátt i før-
oyskari myndlist. Er mynd-
in ikki abstrakt, so eru bygd-
ir, fjøll og bátar mesta ser-
eyðkenni fyri motivini, tó
við undantøkum. Men á hesi
framsýning bragdar í. Astri
Luihn hevur við tvey lino-
prent, ið bert bera heitið:
Andlit. Astri Luihn arbeiðir
nógv við samspælinum
millum tilfar, prentteknikk
og mynd. Í teimum báðum
andlitsmyndunum er tað
tann spennandi kontrast-
virkningurin í samspæli við
tilfarið, ið gevur andlits-
myndunum eitt livandi yvir-
brá. Samspælið við tilfarid
ger, at tú fært hug til at nema
við myndimar, tú undrast á
hvussu tilfarið, ið er partur
av myndunum, kenst mill-
um fingrarnar. Heilt ødrvisi
eru myndirnar hjá Jónu Ras-
mussen. Tær eru dekora-
tivar, sterkir litir og súmbo-
likkurin er so einfaldur, at
ikki krevst stórvegis tolking
at skilja tær — teknikkurin er
monotypi.
Oljumålninga
eru eisini vid
Nú helt eg fyrr í hesi umtalu,
at tað kanska var fyrimunur,
at oljumálningarnir ikki
vóru so dominerandi á fram-
sýningini. Men har eru eis-
ini oljumálningar, ið verdir
eru at hyggja nærri at. Nú
eftirlýsti eg, menniskjuni í
føroyskari list. Sigrun
Gunnarsdóttir Niclasen
hevur málað frálíka mynd
við tí einfalda heitinum 13
ár. Hetta er vælskipadur
málningur av ungari gentu.
Gentan kemur líkasum út
ímóti tær í myndini, hon er
við at koma til vaksna-
mannaaldur. Aftan fyri hana
er spegilsmynd, ið gevur
mynd av tí bleyta, mótvegis
teimum heldur hørdu kon-
turunum á sjálvari gentuni,
tað er nakað robust yvir
henni. Í spegilsmyndini
kemur hon at venda sær
aftureftir til bamdåmin,
men spegilin er eisini i-
myndaður sum múrur, múr-
urin, ið forðar henni í at
venda aftur til barndómin,
men eisini múrurin, ið
stendur fyri framman inn í
vaksnamannalívið.
Amariel Norðoy hevur
fýra málningar, ið bera heit-
ið Vestaravág, allir eru teir
av skipasmiðjuni. Tveir av
hesum málningum sýnast
komplimenterir, men í hvør
sinari litsamanseting. Litir-
nir eru sterkir, åleypandi
primerlitir. Hjå ti, sum hev-
ur fylgt Amariel, kann tað
ikki undra, at baksýnið er
myrkablátt. Hesir sterku lit-
irnir gera tað, at tað er líka-
sum alt virksemið á skipa-
smiðjuni gongur aftur í
myndini.
Spennandi
debutantur
Heilt ødrvisi eru myndirnar
hjá debutantinum Turið
Nolsøe Mohr: Litirnir eru
ikki so áleypandi. Í teimum
sjey acryl myndunum, ið
hon nevnir, >Improvisa-
tión<, eru teir veiku gulu og
gráu litirnir eins virknir í
hennara samspæli, sum teir
hjá Amariel. Myndirnar fara
frá heilt gulum spakuliga
yvir í meira og meira grátt.
At tað gráa kann tolkast sum
komandi inn í teg sjálvan,
innanlív = einstaklingsins
ella heimalívið hjá tær, sæst
av, at á eini av myndini er
tað grátt tok, ið kemur koyr-
andi inn í stovuna, ið er ber-
ari av ti gráa, tað er sum um
nakað, ið ikki kann sleppast
undan. Tað er nakað lyriskt
yvir hesum myndum, ið
kunnu lýsa innanhýsis
kenslur, men eisini sinnis-
skifti í tær sjálvum ella
náttúru, kanska skifti í veð-
urlagi.
Fasinasjón, litspæl
og yndi
Aggi Ásgeirsdóttir arbeiðir
við olju á pappír * træ. Hon
leggur lag oman á lag av lit-
um, soleiðis at dýpd kemur
í, ein fasinasjón, ið ger, at
tað ber til at fara inn í mynd-
ina, lag aftan á lag at síggja
nakað nýtt, tað er ikki nakað
áleypandi í litunum, teir
hóska til hvgnn annan, tað
er sum at fara inn í eitt
loynikamar.
Eg skal ikki dylja fyri, at
mær altíð hevur dámt væl
myndirnar hjá Torbjørn
Olsen. Hann svíkur heldur
ikki hesa ferð. Yndisligu
akvarellir hansara við tí
lætta litspælinum og spenn-
andi samspælinum millum
lilla og gult, ið gevur dýpi,
eru sera væl frágingnar.
Umframt myndlist, so er
eisini Vígdis Petersen við á
framsýningini við stein-
toyi. Hetta eru føt og ein
einstakur vasi, ið bera dám
av nøkrum løttum og av
yndi, ið fer yvir í tað ele-
ganta. Tað er nakað ógvu-
liga lætt í forminum í sam-
spæli við glasurin, ið vøkr-
um litspæli, ið gevur tyngd-
ina, glasururin minnir teg á
yvirflatuna á stórum stein-
um í haganum, mosagrógv-
in. Tað er stuttligt at síggja,
at hetta kynstur eisini er við
at taka seg fram á í føroysk-
ari list.
Var so saknur?
Nú setti eg spurningin, um
so stórur saknur var í ollum
teimum listafólkunum, ið
ikki vóru við. Jú, saknur er
kortini í teimum, men fyri-
munurin við, at allir hesir
»tungu« dreingimir ikki eru
LÅ
a