Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 48 — 10. MARS 1994 Aftan á teimum Tað munnu vera runnin rúmliga hundrað og seksti ár, síðan stovnur kom her á landi, har fólk kundu lata avlopspening sín í varð- veitslu, og so vistu tey, at hann lá væl goymdur, um tjóvar skuldu komið og brotið inn. Og aftur at hes- um fingu tey nøkur oyru í rentu. Tað vóru helst ikki tær stóru peningaupphæddir- nar, ið inni stóðu, men so mikið kortini, at 3/4 øld eftir hetta kom annar penga- stovnur higar sum deild av útlendskum stovni. Hesir hava helst aftrað seg við at seta pening í virki, sum skuldu virka — sum kendur danskur bókmenta- frødingur seinni skrivaði — »uden for kulturens lov og ret«. Seiggi var kortini i teim- um gomlu. Tann krónan, ið spard var, var vunnin. Leiðslan fyri henda — ið hvussu er eftir tátíðarmeti — stóra útlendska pengastovn man alt í einum vera komin til tað úrslit, at nú mundi loysa seg at seta deild á stovn her. Menn her vóru tá farnir at fiska av álvara við stórri skipum, og sjálvandi ráddi um at fáa fatur á teimum fáu oyrunum, sum fåast kundu hjá hesum pengastovni at spæla við í teirra lukku- lottaríi. Men líka so grammir teir vóru at kradda sær innskot, líka so varnir vóru teir, tá um galt at læna ungum, framfýsnum monnum ngk- ur oyru, eitt nú til skipa- keyp. Haldi meg í hesum sam- bandi ørminnast samrødu, sum útvarpið hevði vid ein av góðu vinnulívsmonnum okkara í sambandi við, at: hesin fylti okkurt runt. Hann greiddi frá, tá hann skuldi gera fyrstu royndina at koma sær upp í part í før- oyskum vinnulívi, og tað galt sjálvandi fiskivinnu. Nøkur oyru mundi hann eiga, men ikki nóg mikið at keypa fisk fyri, tó at væl var gongd til henda útlendska peningastovnin at læna sær pengar, men tað var eitt tvørt nei við tað sama. Helst hava teir hildið, at trygdin at læna einum slíkum >upp- komlingi< pengar var alt ov vánalig. Á veg frá hesum út- lendska pengastovni, nið- urboygdur av tí negativa svari, hann hevði fingið, metir hann kenningi, ið hevði drúgvar royndir í liv- inum, eisini á tí øki, hesin ungi ætlaði sær at royna. — Hvat tað var, ið nívdi hann. So fek hann søguna. — Hvussu i Guds gardi vit skuldu koma burtur úr hesi molbigvastødu, tá teir, sum pengunum ráddu fyri, skuldu seta so harðar treytir og hava so lítið álit á okkara unga, framfýsnu monnum, at teir ikki vildu veita teim- um nakrar krónur í láni. Hvussu kann nakað gott spyrjast burturúr? Hvussu kann menning skapast her? Men hesin umrøddi mað- ur vann sær dyggiliga fram. Gjørdist seinni ein av teim- um, sum sjålvt bankastjórar nigu og bukkadu fyri, og um teir høvdu havt hala, høvdu teir strokið honum um snýðið fyri harvið at sýnt virðing fyri honum og sloppið at havt pengaav- greiðslu hansara um hendi. Men at koma inn í hetta palassi: Tú stóð vid húgvuni íhondini og kendi teg lítlan, so fínt var. Innan fyri skiv- una sótu >gammeljomfrýr< á himmalhøgum krakkum og skrivaðu upp í hesar stóru démadagsbøkurnar. Skeittu onkuntíð upp á stóru klokkuna, á bróstinum hekk. Eina ferð var hon steðgað. Glómumar í einari av hesum gomlu. Heldur lágvaksin, og mundi helst nýta stiga at koma sær upp á krakkin. Sligin í herðunum eftir at hava sitið framyvir og skrivað alt lívið. Og sum hon deildi hetta ólukkudýr- ið av einum lærlingi, ið sat har undir liðini á henni, tí tað var helst hann, ið hevdi ábyrgdina av at trekkja klokkuna, men nú var hon steðgað. — Dett var eitt skil! Og í einum banka! Hvat fólk mumdu halda. Démadagsbøkurnar, ja. Bókhald tá í tíðini, tað var nakað >hondgrípuligt<. Men tíðir broytast. Mótar broytast. Siðir skifta. Du spejder ømt efter arme Straa, du traadte med Barnets Fod, men andre Græsser paa Marken staa, end der i din Barndom stod (Thøger Larsen). Konufólkini fóru fyrst at nýta >knækort< og síðan »lærkort«, og um teir ikki vóru teir fyrstu, so tóku pengastovnarnir alspentir undir við at nýta holkort, nú teir sóu, hvussu ómetaliga stór hjálp í hesum var, og hvussu ómakaleyst tað var. Misskilji nú ikki. Holkort var nakað, sum var nýtt í datamaskinum. Távardyggur Føroya vin- ur leiðari av útlendska pengastovninum. Hann gekk í fótasporum Pløyens. Sjálvandi skuldupenga- stovnarnir hava slíkt virði. Eisini holkortini hvurvu, om syndaflóðin Ág og meira framkomin tól komu. Dómadagsbókurnar hvurvu eisini, og fólk, sum í fleiri ár hava arbeitt við bók- haldi nú á døgum, vita valla, hvat ein folierað kassa- joumal er. Hetta samognarvirkið hjá pengastovnunum tóktist røkja sína uppgåvu væl og virðiliga. Aðrir stovnar fingu sína rgkt hiðani, og væl bar til. >Plgyenisturin< kundi glaður siga farvæl, og mong minnast hann við takksemi fyri hansara væl- viljaða virki fyri menning millum landsmenn okkara, ta tíð, hann var her. Aðrir komu higar eftir hann. Summir at >tæna sína vernaplikt< nakað sum ný- klaktir bretskir yvirmenn, sum í Victoriu-tíðini fóru til Indialands at royna seg. Summir gingu kanska í anda Pløyens, men ikki allir. Frá at hava starvast kanska sum personalusjefar skuldu teir nú vera leiðarar av einum pengastovni, har pengarnir nærum rapaðu út á geilar. Og meira fløddi inn. Ikki forvunnin peningur, nei. Tað vóru mangir, ið vildu læna okkum til >vinnulív- ið<. Utlendsk kredittfeløg og hvørt av sinum. Hevdi tå ein gamlan primus f kjall- aranum, og onkuntíð bakaði eina køku fyri eina åttatiåra gamla konu, ja, so var tað industriur, og so fekst tú uttanlandslán til vinnulívs- fyritøku tína. Ikki einans sjálvstýris- Tíðindablaðið menn og sosialistar, men eisini sambandsmenn. >Fri- hed for Loke såvel som for Thor«. Er tað ikki so tey siga um satt demokrati? Gomul kona, fødd væl undan aldarskiftinum, upp- vaksin á moldgólvi í royk- stovuni, segði mær onkun- tíð frá, hvørjum tey plagdu at stuttleika sær við sum 6- vitar. Til dømis at kasta kongar. Tey settu allan her- in upp í tættari fylking — man helst hava mint um herfylkingar gomlu grikka, Alexander Mikla og adrar kappar. Purkurnar fremstar. Tey plagdu at trútta tær nið- ur í moldgólvið, so stóðu tær fastari. Tað loysti seg at taka lán uttanlands og seta inn her, um tú hevði ikki brúkt tað sum »forventet fangst< longu frammanundan. Rentulógin (nú mundi eg skrivað jantelógin) var so lagalig. Men allur hesin peningur — kastið, sum mót- parturin sendi eftir tær, skuldi um fylkingina. Nú vóru eingi moldgólv, so purkurnar stóðu fastar, men fínpolerað parkettgólv, og purkurnar, tó at tær eru lág- ar og ikki skuldu havt yvir- balansa, so tóku tær at ridla og fóru av fótum, jallarnir fóru og kongarnir fingu so dygg høgg, at teir vórðu ikki aftur at fólki, huku á høkj- um, sum gamla Birita hjá Hans Andriasi, og pening- urin í landinum vaks á ein sera kunstigan hátt. Nú galt um í fyrstu atløgu at hava personale at umsita peningin á nýmótans hátt, og tað skuldi ein personalu- sjefur havt bestu royndir at útvega. Eins og tær stóru dóma- dagsbøkurnar vórðu burt- urbeindar, tå peningastovn- amir fóru at nýta holkort soleiðis vórðu eisini fólk við sjálvútvegaðum kunn- leika og lívsroyndum eftir longum virki >arkiverað<, stúgvað út undir onkra væð- ing. Og — alt gott at siga um tað — lærdir menn, akadem- ikarar komu f stadin. S6tu so tættir, sum starar å tele- =>