hósdagur 10. mars 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MR
2
Tað var ikki orð fyri, so
lagaligt tað var at fáa lán til
keyp av sethúsum og so
framvegis. Hevði tú eina
sokallaða lønarkonto,
kundi tú uttan hóvasták
yvirtrekkja hana svarandi til
einar tvær mánaðalgnir.
Teir heldur hóvligu pen-
ingastovnarnir vóru um at
verða sigldir úr eygsjón. Og
makkaðu teir ikki rætt og
vóru >large<, so reiggjaði
kundin hetta hvassa svørd-
ið, »flyting av lønarkonto«,
vid brestin, sum personalu-
sjefurin helst hevði lært tey
»fektikunstin« við.
Tað var skjótt, at virkið,
sum »pløyenisturin« hevdi
fbirt, eisini var hildið at vera
alt ov ótíðarhóskandi. Tað
kundi kanska brúkast í ein-
um meira ella minni antikk-
um gróthúsi, har >der for-
trinsvist ydes lán mod pant í
jordegods«, ella hjá einum
pengastovni, sum mest
hugsaði um tosk. Men í slík-
um pengastovni, sum hesin,
ið virkaði á so víðum inter-
nationalum = grundarlagi,
nei, tá mátti man hava meir
framkomna tænastu. Og so
máttu føroyingar vera før-
oyingar.
Nú var stødid við at ridla
hjá »roknistovninum« her.
Onkur royndi at taka
»afferu«. Kundi HANN
ikki nýta fólk her og her-
verandi virki til sína tæn-
astu, so fóru vit heldur ikki
at lata hann hava okkar
pengar til sítt lukkulottarí.
= Men tað vóru alt ov fáir.
= Alsamtsathetta í fólki, sum
Skjoldborg sigur um hús-
menn og landsarbeiðarar á
Flatlondum, tá teir møttu
— einum stórbónda ella góðs-
eigara — når en fattig hus-
— mand eller landarbejder for
eksempel nærmer sig til en
gárdejer eller storbonde, sá
bliver han sá mild í ansigtet,
at hvis han havde en hale,
ville han dikke med den —.
Og væl mundi henda út-
lendska roknistødin hava
roknað. Ikki vóru tey
mongu árini, so var lens.
Personalusjefurin royndi at
dementera (afturvísa) slík-
um leysatíðindum, sum
einki høpi var í. Men — eing-
in stingur so annans mans
barn í barm, at ikki føturnar
stinga út.
Ætlanin hevði verið, at
hesin fuglurin, sum var her
>uppá trekk<, skuldi skapa
eitt paradís. Ein framkomin
økonomur, sum eg mangan
hitti, helt litid skil vera i, og
— orsaka, eg »siteri«: »Hvat
fatin f heita helviti, Jesus
forlåti tú mær, hvat forstand
hevur ein sovordin dummur
fani uppá vinnulívið her.
Hann hevur jú ongar forút-
setningar fyri tí. Sjálvklók-
ur. Vil ikki lurta eftir«
Skrædlið kom. Tað var
ikki hissini. Satt at síga ein
sannur ruðuleiki. Men nú
stóð stovnurin, sum fyri líti
ari øld síðan fekk sær deild
her, í vanda at fáa mikið tap.
Tí galt um at fara skjótt til
verka.
Døtur Lots, sigur Halga-
bók, vildu hava mannfólk.
Tær funnu uppá ráð. Vón-
andi hevur hesin tapshótti
uttanlandsstovnur ikki
farið fram á slíkan hátt. Men
fæið, ið keypt var, svann
sum blágómi fyri sól.
Sanniliga hevði seljarin
dugað at stungið keyparan-
um blár í eyguni.
Og dýr kom hetta at royn-
ast fólki, men >soleiðis er,
tá undangongan darlar aftur
á halan<.
Tvær strandaðar skútur.
Rovini skulu byggjast um
til nýtt skip. Spádómarnir
eru ófgrir um alt fæið, teir
skulu hava spart saman upp
á null komma nix ár. Storm
P. skal hava sagt, at tað er
altíð torført at spáa — ser-
stakliga um framtíðina. Ja, á
pappírinum letur mangt seg
gera. Eisini við einum
pennastroki at fordobla
Lots skyldur.
Roknistovnurin hjá teim-
um »antikku« pengastovn-
unum hórar enn.
Vit hoyra mikið prát um,
hvør nú skal rokna fyri
?bankan. (Hann hevur ikki
fingið navn enn, men
hvussu hevði verið at skýrt
hann, sum revurin segði seg
hava skýrt børnini í kongs-
garðinum á sinni; >Slokt av
toppi«, »Mitt um helvt« og
»Slokt av botni« — eitt fyri
hvert fallittið).
Er tað ikki líka til. Okkara
land sigst eiga bróðurpartin
av fænum. Og tað fara at
verða fólk hiðani, ið even-
tuelt fara at lata hesum
stovni pening upp í hend-
urnar, (at tey kortini hirða)
so hann kann liva. Út-
lendskt stýrar fyritøkur,
sum starvast her, skulu helst
syrgja fyri, at teirra pening-
ur verður fluttur uttanlands
— til Bermuda ella aðra-
staðni — sum skjótast.
Fara teir ráðandi nú at
vera eins undirbrotligir og
donsku húsmenninir og sita
hendur í favn, meðan uttan-
landsfyritøkan framvegis
fer at hava »roknitænast-
una« hjá umbygdu skútuni
um hendi burturav?
Fara teir at vilja spara eitt
»eingangsgjald«, sum hev-
ur verið heft á fallittbúgvið
sum >straffigjalds, um
personalesjefurin skuldi
fingið kaldar fótur og dró í
land aftur, og harvið virka
fyri, at okkara egni >rokni-
stovnur< skal jarðleggjast,
og tey hálvthundrað húsk-
ini, sum hava sín eksistens-
møguleika av hesum virki
(hugsið tykkum: ein dúglig
føroysk bygd) harvið
skuldu drepast í hungri.
Tit, sum rópa tykkum ráð-
henda.
Stuðlið tí sindri, sum enn
er eftir av virksemi í land-
inum, hvgrjum slagi, tað so
er av.
Eru tit atvoldin til, at hetta
virki nú skal avtoftast eins
og hetta elsta lóggevandi
tingið, tit rósa tykkum at
vera limir av, nú er vorðið
eitt >eiti av einum styri«, (tit
mugu jú í hvørjum føri taka
fyrivarni, um nú útlendsk
ting góðkenna tykkara av-
gerðir) tá mugu vit taka
undir við orðunum hjá
Cromwell, tá hann á sinni
læt rødd sína torna fyri
ensku parlamentslimunum:
>You have sat too here,
for any good you have been
doing. Depart, I say, and let
us have done with you. In
the name of God, go!«. (Iv-
ist, um allir landsmenn
tykkara høvdu biðið tykk-
um farið í hesum navnin-
um). S. Joensen
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Tirsdag den 29. marts 1994, kl. 09.50
tvangsauktion, (AS 846/93) over matr.
nr. 66 m, Froðba tilhørende Mohan
Prasad under konkurs.
Auktionen er begæret af advokat Bjørn
åHeygum, J. Paturssonargøta 3, Tórs-
havn, tlf. 1.1710 (j. nr. 9379) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er en stald på en 2416
kvm. stor grund. Det bebyggede areal
udgør 538 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 07.03 94
Mette Søgaard-Nielsen
dim.
Innlatingarfreist
til uppgerð av
figgjarognaravgjaldi
og
rentuavgjaldi
Sambært løgtingslég nr. 192 frá 10. de-
sember 1993 um rentuavgjald og figgj-
arognaravgjald, eru øll, sum hava fulla
skattskyldu og sum hava skattligan
heimstað i Føroyum, avgjaldsskyldug
av ognarvinningi av ogn innistandandi i
útlendskum peningastovnum og av
virdisbrøvum teirra.
Fyri at kunna gera upp rentuavgjald av
ognarvinningi og figgjarognaravgjald
av virðisbrevum skal Toll- og Skatt-
stovan fråti avg Jjaldsskylduga havaeitt
yvirlit, sum greitt visir inniogn og rentu-
tilskriving i utlendskum peningastovn-
um, og eitt yvirlit, sum visir virdis-
brævaognina.
Til hetta endamål hevur Toll- og Skatt-
stovan gjørt skjøl til uppgerd av ogn
innistandandi i utlendskum peninga-
stovnum og til uppgerð av virdisbrøv-
um.
Skjølini liggja frammi å øllum peninga-
stovnum og å posthusunum. Eisini
kunnu avgjaldsskyldug fåa skjølini vid
at venda sær til Toll- og Skattstovuna i
tí oki, tey hava bústað.
Uppgerðirnar skulu verða Toll- og
Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 15.
mars 1994.
Toll- og Skattstova Foroya
Stýrið
Aflysning af
Tvangsauktion
Tvangsauktion over matr. nr. 202 e,
Tvøroyri, beliggende Tvøroyri (AS 469
/93), j. nr. 312/91 berammet til
torsdag den 10. marts 1994, kl. 09.15
aflyses herved.
Færøernes Fogedret, den 07.03.94
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Meti er hvort leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 eila 031-
578999.
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdøgrid á tif. 18820.
Mikudagar ki. 19.00—21.00 fæst persónlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
CLUB 20
Café
OPIÐ ER:
månad.-mikudag
kl. 19-24
friggja- og leygardag
kl. 17-22
sunnudag
kl. 17-24
NYTT NYTT
| OAllar dagar
Buffar fyri
SERPRIS
EINANS 39,-
Entrecote
v/ Kryddsmøri
Piparbúffur v/
Madagaskarsós
Steak v/
Bearnaise sós
Afturvið:
Salat og
bakað epli
ÚT AV HÚSINUM
45,
CLUB 20
Nightclub
| OPID ER: |
Friggjakvøld
kl. 22-04
Leygarkvøld
Friggjakv. 11/3
REGIN
EGHOLM
Leygarkv. 12/3
PETUR SLYNE
Friggjakv. 18/3
HEDIN A.
JENSEN
Leygarkv. 19/3
BJARNI MOHR
CLUB 20
1.5628
SKRIVST. 1.7646
FAX1.8401