Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 3 KONSERTFERÐ Tíðindaskriv Nú mánakvøldið 23. juni kl. 19.30 verður onnur ír- landskonsertin hjá Vest- manna Sangkóri. Hendan verður í auluni í Vestmanna skúla. Hetta er seinasti táttur í fyrireikingunum til kórferðina til Írlands, har Vestmanna Sangkór skal luttaka í Killarney Summ- erfestival við kórsangi og føroyskum dansi. Tvær framførslur verða í Killar- ney, og tvær í grannabýun- um Anascaul og Kenmare. Eisini verður ein framførsla á heimleiðini í teirri gitnu St. Annes’s Church of Ire- land í Dublin. Gamalt og nýtt, romantiskt og okkurt útlendskt Skráin fyri konsertina í Vestmanna verður eini 12 av teimum 17 kórverkun- um, sum farið verður við til Írlands at umboða føroysk- an kórtónleik, og tað snýr seg bæði um gomul føroysk sálmaløg í nýggjari sniði, føroyskan romantiskan kórtónleik og fosturlands- sangir, nýggjari føroyskan kórtónleik umframt okkurt útlendskt á latíni. Fara at takka fíggjar- ligu stuðlunum Til konsertina í Vestmanna hevur Vestmanna Sangkór eisini bjóðað øllum teim- um, sum hava stuðlað kór- ferðini fíggjarliga. Slík ferð er kostnaðarmikil og gerst ikki uttan munandi stuðul, sum kórið eisini hesaferð hevur fingið frá grunnum, stovnum og privatum feløg- um. Hava prentað vakra konsertskrá Til írlandsferðina er prent- að ein serstøk skrá - sera vøkur - á enskum sjálvsagt, sum greiðir frá, hvagani vit koma, um bygdina, um kórið og leiðaran, um før- oyskan kórtónleik, um før- oyska dansin, og - sjálvsagt - eisini um hvat vit ætla okkum at syngja. Vit fara at brúka hesa skránna fyrstu ferð á konsertini í Vest- manna, har øll eru hjarta- liga vælkomin. Øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu okkum á silvurbrúdleypsdegnum 12. mai 2003, takka vit hjartaliga. Jesus signi tykkum. Lív og Dánial Dul Jacobsen Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum vaktu okkum við vøkrum og góðum sangi. Takk fyri gávur, blómur, telegramm og sangir. Og ikki minst til tykkum, sum komu og gleddust sama við okkum og gjørdu tykkara til at alt bleiv so hugnaligt á gullbrúdleypsdegnum. Takk til øll, sum góvu eina hjálpandi hond. Gud signi tykkum øll. Oda og Joen Elias Jakobsen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góða kona, mamma, systir, vermóðir og omma okkara Doris Bærentsen doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina, og sum fylgdu henni til gravar. Hjartans tøkk øll somul. Poul, Kári og Berit við familju Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra kona mín og góða mamma okkara Masa Samuelsen doyði og varð jarðað. Hans, Manne og Kenn Írlandskonsert í Vestmanna mánakvøldið Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma, langomma og systir Hanna í Horni Sandavágur doyði og varð jarðað. Tøkk til prestin, kirkjutænarar og sangarar. Takk øll sum hjálptu til við jarðarferðina. Ein serlig tøkk til heimahjálpir, heimasjúkrasystrar og starvsfólkið á H-deildini á Ellisheiminum fyri tykkara umsorgan. Fyri tey avvarðandi Bróðir og børnini við familju C M Y K 3 2