leygardagur 21. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 115 - 21. juni 2003
Nr. 115 - 21. juni 2003
5
Drive-IN bingo á
Flúgvarabedingini
BINGO
Tíðindaskriv
Í morgin, sunnudagin 22.
juni, hava FSV-Stuðlar
Drive-In bingo á Flúgvara-
bedingini. Skipað verður
fyri á tann hátt, at tølini
verða lisin gjøgnum send-
ara, soleiðis at bingospæl-
ararnir fáa tølini gjøgnum
bilradiotólið.
Byrjað verður so smátt kl
18 við at selja blokkar o.a.
og ímeðan riggað verður
til, verður tónleikur úr
Vágum at hoyra.
Sjálvt bingospælið byrjar
kl. 17.00 og fer fram sum
vanligt. Bert er tann munur,
at ístaðin fyri at rópa
"BINGO", so verður trýst á
bilfloytuna, og »útrykn-
ingsljósini« verða nýtt fyri
at gera vart við seg.
Í steðginum fer Sámal
Ravnsfjall at undirhalda við
sangi og tónleiki. Møgu-
leiki verður fyri at keypa
sær eina sodavatn ella ein
kaffimunn við vaflum og
skuffukøku afturvið. Luta-
seðlar verða eisini seldir
við góðum vinningum, har
høvuðsvinningurin er ein
flogferð fyri tvey við At-
lantic Airways.
Nú er so ómakaleyst at
koma vestur í Vágarnar, so
hví ikki gera eina útferð
vestureftir sunnudagin og
enda túrin við bingospæli í
sera nátturuvøkrum og frið-
sælum
umhvørvi,
siga
FSV-stuðlar, sum heilsa
øllum hjartaliga vælkomn-
um.
Fróðskaparsetrið fær
rúm á Sjómansskúl-
anum
SKÚLI
Tíðindaskriv
Mentamálaráðið
hevur
funnið nýggja fyribilsloysn
á stóru hølistrupulleikun-
um hjá Fróðskaparsetrin-
um. Mentamálaráðið hevur
gjørt tvey ára leiguavtalu
við Føroya Sjómansskúla
um at leiga trý undirvísing-
arhøli á Sjómansskúlanum.
Hølini skulu umbyggjast
áðrenn tey kunnu takast í
nýtslu.
Fróðskaparsetrið
skal gjalda fyri umbygg-
ingina, sum er sett í verk og
skal vera liðug til lestrar-
byrjanina eftir summar-
frítíðina.
Hetta er ein fyribils loysn
á hølistrupulleikunum til
ein varandi loysn er funnin.
Tórshavnar
Kommuna
handaði í 1990 eitt 50.000
fermetra stórt grundøkið í
Marknagili sum gávu í
sambandi við 25 ára føð-
ingardagin hjá Fróðskapar-
setrinum.
Upptøkur á Fróðskap-
arsetrinum 2003
Í summar taka tvær deildir
upp til lestur at byrja eftir
summarfrítíðina.
Søgu- og samfelagsdeild-
in tekur upp til 3 ára lestur
(B.S.Sc) í stjórnmálafrøði
og til 3 ára lestur (BA) í
søgu- og mentanarfrøði.
Fyrsta árið er felags fyri
báðar
útbúgvingarnar.
Upptøkutreytin er mið-
námsskúlaprógv.
Náttúruvísindadeildin
tekur upp til 2 ára støðis-
útbúgving í lív-/evnafrøði.
Eisini verður tikið upp til
framhaldslestur
BSc
í
lívfrøði. Upptøkutreytin til
støðisútbúgving í lív-/evna-
frøði er B-stig í evna-, alis
og støddfrøði frá miðnáms-
skúla. Upptøkutreytin til
BSc-framhaldslesturin er
staðin støðisútbúgving.
Stakgreinalestur
Umframt hesi trý tilboðini
ber eisini til at tekna seg
sum stakgreinalesandi til
ávísar lærugreinir. Hetta
kann vera góður eftirút-
búgvingarmøguleiki
hjá
fólki, sum eru í starvi og
annaðhvørt mangla ser-
stakan førleika ella vilja
taka afturíaftur okkurt, sum
kanska hevur ligið nakað
leingi.
Lesturin á Søgu- og sam-
felagsdeildini byrjar mána-
dagin 1. september og á
Náttúruvísindadeildini
mánadagin 25. august.
Seinasta freist at søkja
um upptøku er 1. juli. Um-
sóknarbløð og kunningar-
tilfar fæst við at venda sær
til
Fróðskaparsetrið
á
352500 ella á heimasíðuni
hjá Setrinum: www.setur.fo
KIA SEPHIA 1.5 LSI
Árg juli 2001, Km 24.000.
Sentrallás, elrútar, elspegl,
fløguspælari við radio o.a..
Nýprísur kr. 159.800
– Nú Kr. 89.000.
TLF. 225966
Enn ein fyribilsloysn til
Setrið
Leitað verður
uttanlands eftir
einum góðum
áleypara at styrkja
liðið, men
formaðurin í VB
viðgongur, at tað er
lættari sagt enn gjørt
FÓTBÓLTUR
Áki Bertholdsen
VB skal nú hava ein nýggj-
an áleypara. Tað er tann
greiði málsetningurin hjá
leiðsluni í Vágs Bóltfelag.
Málsetningurin er eisini,
at nýggi áleyparin skal
koma til Vágs í summar-
steðgin um og verða klárur
at tørna til fyri VB, tá ið
landskappingin byrjar aftur
eftir feriuna.
John Henrik Holm sigur,
at leiðslan í VB hevur fing-
ið undirtøku frá bæði leik-
arum og stuðlum til at finna
ein áleypara afturat og tað
arbeiða vit við nú.
Men hann sigur, at skal
íløga gerast í ein fremm-
andan spælara afturat, skal
tað vera ein, sum veruliga
ger mun á liðnum.
– Og tað er lættari sagt
enn gjørt, tí góðir áleyparir
eru eisini dýrir. Har, vit
hava spurt okkum fyri, eru
áleypararnir
í
einum
príslegu, sum onki føroyskt
lið kann seta seg fyri.
– Men vit hava ein lista
við nøvnum, sum vit ar-
beiða okkum ígjøgnum og
hóast onki ítøkiligt er á
pappírinum, hevur hann
góðar vónir um, at tað fer at
eydnast.
Ikki gingið eftir vild
Tað hevur milt sagt ikki
gingið eftir vild hjá VB
higartil í landskappingini.
Eftir fimm dystum, er VB
næstniðast
við
einans
tveimum stigum.
Enn eigur felagið fyrsta
sigurin til góðar og tey
bæði stigini eru fingin til
vega eftir javnleik ímóti B
36 í Vági og í ímóti KÍ í
Klaksvík. Annars hevur VB
tapt ímóti FS Vágum í Vági
og ímóti NSÍ og GÍ í
Eysturoynni.
Fýra mál hevur VB skot-
ið og av teimum hevur Bir-
gir Jørgensen skotið tey trý.
Ein stinn verja hevur í
fleiri ár verið eitt vøru-
merki hjá VB, men í ár hev-
ur tann parturin haltað. So-
statt eru heili 12 mál farin
ígjøgnum hjá VB higartil í
Landskappingini, so tað
stendur minus átta á mál-
kontuni.
Hóast spælandi venjarin,
Pedrag Zivkovic, hesi sein-
astu árini hevur verið stinn-
asti verjuleikari í føroysku
kappingini, haðani hann
eisini onkuntíð er komin
framvið og hevur skorað,
hevur hann í ár sett seg sjál-
van fram í álopið, har hann
spældi á yngri árum í Jugo-
slavia.
Men í dystinum ímóti GÍ,
fór hann aftur í verjuna í
eini roynd at tætta betur har
afturi.
Óhepnir
John Henrik Holm heldur
kortini ikki, at tað vanaliga
úrslitið gevur eina rættvísa
mynd av spælinum hjá VB,
tí hann heldur, at orsøkin til
at VB liggur so illa fyri, er
at teir hava verið ótrúliga
óhepnir.
– Í dystinum ímóti KÍ í
Klaksvík, mistu vit sigurin,
tá ið vit fingu brotsspark
ímóti okkum í 92. minutti
og fingu tí bert javnleik. Í
dystinum ímóti FS Vágum
svumu vit í møguleikum,
men mistu kortini javnleik-
in, tá ið vit einaferð enn
fingu brotsspark ímóti okk-
um í 92. minutti og taptu
sostatt dystin.
Harafturat fingu vit seks
kort í yvirtíðini í Klaksvík
og tilsamans hava fýra ella
fimm av teimum royndu
spælarunum longu havt
reytt kort og omaná alt hev-
ur nógvir spælarar verið
meiðslaðir.
– Alt hetta hevur gjørt, at
enn hava somu 11 ikki
spælt tveir dystir saman
enn, tí vit hava verið
noyddir at broyta liðið til
hvønn einasta dyst og tað
hevur ikki givið tað neyð-
uga støðufesti, sigur hann.
Samstundis eru fimm
leikarar frá í fjør givnir og
teir, sum eru settir við, eru
ungir. Sostatt hevur VB ein
16 ára gamlan á liðnum,
tveir eru 18 ára gamlar og
fleiri spælarar eru 19, 20 og
21 ára gamlir.
– Teir eru allir við, tí teir
eru nóg góðir, men tað
tekur tíð at spæla eitt ungt
lið, saman.
–Men tað skerst ikki bur-
tur, at vit hava verið óhepn-
ir og kortini til royndar
spælarar og skaðarnar hava
gjørt, at sera stór ábyrgd
hevur hvílt á teimum ungu.
Gongdin vendast nú
Formaðurin í VB sigur, at
øll í felagnum, bæði leiðsla,
venjari og spælarar eru full
samd um, at vánaliga
gongdin hjá VB í ár, skal
vendast - og tað skal vera
nú.
– Vit hava tríggjar heima-
dystir á rað og spælararnir
hava gjørt sær fult greitt, at
teir skulu hava nógv burtur-
úr teimum dystunum, tí nú
skulu vit loysast frá botnin-
um.
– Tað, sum hevur størstan
týdningin nú, er at koma
uppundan aftur og tað
skulu hesir tríggir heima-
dystirnir brúkast til.
Fyrst kemur HB suður í
morgin og teir skulu gera
sær greitt, at tað verður eitt
VB lið, sum er gorhungrað
eftir stigum, sum teir skulu
møta vesturi á Eiðinum.
VB hevur allar mans tøkar
til dystin í morgin og teir
ætla sær at leggja hart út.
Men enn størri týdning
hava helst teir báðir næstu
dystirnir, tí teir eru báðir
ímóti øðrum botnliðum:
Næsta vikuskiftið kemur
Skála suður og annað viku-
skiftið eigur EB-Streymur
tørn.
Leita eftir nýggjum áleypara til VB
– Gongdin hjá VB skal vendast og tað skal vera nú. Teir næstu
tríggir dystirnir skulu brúkast til at loysa felagið frá botninu.
Samstundis leitar VB uttanlands eftir einum áleypara, sum
veruliga kann styrkja liðið, sigur John Henrik Holm, formaður
C
M
Y
K
5
4