Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 7 Tær avreiddu hósdagin og á Tvøroyri loysa ikki aftur. Roynt verður nú at selja tær og onkur fyrispurningur er uttanlands SKIPASØGA Áki Bertholdsen Nú er tynnist í tí gamla fiskiflotanum og nú syngja aftur tvey fiskiskip sín svanasong. Tað hendi mikukvøldið, tá ið partrolararnir báðir, Akraborg og Varðborg, komu á Tvøroyri at avreiða. Tí nú verða tær báðar lagdar og loysa ikki aftur. Samstundis er manningin søgd upp. Bátarnir verða nú riggað- ir av og síðani verða teir lagdir við bryggju norðan- fyri. Tummas Justinussen í Leirvík, sum er í felagnum ið eigur bátarnar, sigur, at ætlanin var ongantíð, at skipini skuldi verða verandi í flotanum. – Tey skuldu úr flotanum undir øllum umstøðum næsta ár, tá ið nýggja Stjørnan og nýggja Polar- hav koma. Men nú er ymiskt at gera við Akraborg og Varðborg, eitt nú eftir kravi frá Skipa- sýninum. – Harafturat er upsaprís- urin farin í botn. Og tá ið vit hava hava roknað fyri og ímóti er úrslitið, at loysti seg heilt einfalt ikki at gera neyðugu ábøtur á tey fyri at hava tey siglandi í nakrar fáar mánaðir afturat. Tummas Justinussen sig- ur, at roynt verður nú at selja Akraborg og Varð- borg. Onkrir fyrispurningar eru uttanlands, men onki ítøki- ligt. Vágbingar áttu bátarnar, men seldu teir til Rávuna í Sørvági fyri nøkrum fáum árum síðani við fiskiloyv- um og øllum. Men so keyptu Rávan gomlu Stjørnuna og Polar- hav úr Lorvík og lorvíking- ar fingu Akraborg og Varð- borg í býti og soleiðis end- aðu teir í Lorvík. Men ætlanin var alla tíð- ina, at teir skuldu úr flotan- um, tá ið nýggja Polarhav og stjørnan koma til landið næsta ár. Eitt triðja skip, Brilliant, er longu farin úr flotanum fyri nýggju Polarhav og Stjørnuna og sostatt eru tríggir bátar farnir úr flot- anum fyri teir nýggju bát- arnar. Manningin fylgdi við Akraborg og Varðborg all- an vegin, men tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at teir, sum hava verið við Stjørnuni og Polarhav øll árini, skulu eisini umborð á teir nýggju bátarnar og tí er manningin á Akraborg og Varðborg søgd upp. Sostatt er aftur eitt kapitt- ul í føroyskari skipasøgu endað. Men hetta var eitt av teimum drúgvaru. Bæði skipini eru farin um tey 40 árini. Akraborg er bygt í Bratt- våg í Noregi í 1961, men hon varð umbygd á Skála í 1969 og longd í Skagen í 1982. Varðborg er bygd í Tórs- havn í 1963, men hon varð longd á somu skipasmiðju í 1968 og umbygd í Skagen í 1981. Hon nevndist fyrr Porkerisnes og Tummas T. Hesin siðsti túrurin hjá parinum var vánaligur, teir høvdu ikki meiri enn 700- 800 kassar, nú teir avreiddu á Tvøroyri. Vágs Býráð ætlar at kanna málið nærri, áðrenn støða verður tikin til ein fyrispurning frá Tvøroyrar Kommunu um meiri kommunalt samstarv KOMMUNALT SAMSTARV Áki Bertholdsen Suðuroy: Roynt verður nú at fáa størri kommunalt samstarv í lag í Suðuroy. Tað er Tvøroyrar Býráð, sum hevur tikið stig til at endurstovna felagskomm- ununa, sum varð í Suðuroy fyri nøkrum árum síðani. Tvøroyrar Kommuna hevur tískil sent øllum kommununum fyrispurning um tær eru sinnaðar at taka samstarv upp aftur í eini felags kommunu fyri oynna. Felagskommuna varð skipað í Suðuroy fyrst í nítiárunum og hon hevði eisini nakrar fundir tá. Men tað gingu bara nøkur heilt fá ár, so datt felagsskapurin niðurfyri aftur longu mið- skeiðis í nítiárunum. Eftir reglugerðini fyri felagskommununa í Suð- uroy, er tað størsta komm- unan, sum tekur stig til fundirnar eftir hvørt kommunuval og tí hevur Tvøroyrar Kommuna sent hinum kommununum fyri- spurning um áhugi er fyri at taka samstarvið upp aftur. Er áhugi fyri tí hjá hinum kommununum, er Tvøroyr- ar Býráð sinnað at kalla saman til fundar at endur- stovna felagskommununa. Tvøroyrar Kommuna heldur, at ein felagskomm- una kundi verðið ein styrki fyri Suðuroynna, tí so kundi oyggin staðið sum ein maður, tá ið mál av felags áhuga vóru uppi. Málið var til viðgerðar í Vágs býráð mikukvøldið, men tá varð greitt, at vágbingar ætla ikki at taka av uttan víðari. Býráðið í Vági samtykti at kanna eftir, hvat lá í fyrispurninginum um meiri samstarv, hvussu hetta sam- starvið skuldi skipast og, hvat samstarvast skal um. Tí vildi býráðið ikki taka støðu til fyrispurningin, men fer at taka tað upp aftur eftir summarfrítíðina. Annars hevði Hvalbiar Kommuna fyrispurningin til viðgerðar fyri stuttum og har samtykti bygdaráðið, at tað var sinnað at vera við í einum slíkum samstarvi, verður tað skipað. Akraborg og Varðborg lagdar Her kemur Akraborg at bryggju at avreiða fyri seinastu ferð. Mikukvøldið kom hon á Tvøroyri at avreiða og nú er hon løgd. Varðborg er úti í fjørðinum á veg at bryggju og hon er eisini løgd. Sostatt er eitt langt kapittul í føroyskari skipasøgu endað Leypa ikki á leistum Vágs Býráð ætlar sær nú fara undir arbeiðið at vetrarfriða Vág VETRARFRIÐING Áki Bertholdsen Vágur: Nú er ætlanin at vetrarfriðað Vág fyri seyð. Tað ætlar Vágs Býráð nú. Tekniska deild hjá Vágs Býráð hevur nú fingið heimild at taka upp samráðingar við hagarnar, sum hoyra til Vág um at fáa býin vetrarfriðaðan fyri seyð. Hetta er eitt gamalt mál í Býráðnum, men tað er ongantíð komið víðari, men tað er so ætlanin at gera nú. Jógvan Krossá, borgar- stjóri, sigur, at ætlanin er nú at taka málið upp frá botni av og at fáa tað gjøgnumført, men tað tekur tíð. Verður Vágur vetrar- friðaður, kemur komm- unan undir endugjald til hagarnarfyri mist vetrar- bit. Og tað kostar ikki lítið, tí kommunan er so víðfør. Taka stig til at friða Vág fyri seyð Vágbingar ætla at kanna málið nærri, áðrenn tað vilja teir hvørki svara ja ella nei upp á fyrispurning frá Tvøroyrar Býráð Hugnalig vitjan Túrurin hjá ráðgev- andi Føroya nevndini á Fólkatingi í Føroy- um eydnaðist til fuln- ar. Nú er vitanin og samskiftið vorðið nógv betur, sigur for- maðurin í nevndini VITJAN Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Tað var ein avslappað for- kvinna í serligu Føroya nevndini á Fólkatingi, sum kom at hitta føroysku fjøl- miðlarnar hósdagin. Fólkatingslimurin fyri Venstre Pia Larsen er for- maður fyri 21-mands-ud- valget vedrørende Færø- erne. Ein nevnd, sum hon sjálv á heimasíðu sínari sig- ur hava til uppgávu at við- gera spurningar viðvíkjandi einari møguligari føroysk- ari loysing. Nevndin er ikki meira enn trý ára gomul. Tað var táverandi forsætis- ráðharrin, Poul Nyrup Ras- mussen, sum setti nevndina á stovn fyri at fylgja sam- ráðingunum og geva ráð til stjórnina. Nú er so sum so við samráðingum, men nevndin livir enn, hóast for- maðurin ásannar, at nakað er tikið av ferðini. Í gulari polotroyggju og einari føroyskari troyggju afturat kom hon, eftir fund við Løgtingið, at hitta um- boð fyri føroysku fjølmiðl- arnar. Við sær hevði hon Ed- mund Joensen, løgtingsfor- mann, sum tó hevði funnið klædningin úr skápinum. Vitjanin hjá serligu Før- oya nevndini er av kunn- andi slagnum. Vitjað hevur verið á ymsum virkjum, m.a. Havsbrún í Fuglafirði. So vóru fundir við Lands- stýrið, Vinnumálaráðið og formenninar fyri politisku flokkarnar. Vitjanin hevur riggað ótrúliga væl. Vit hava fing- ið alt tað burturúr, sum vit kundu ynskt okkum, sigur Pia Larsen. Tað vóru kortini ikki allir 21 limir við í Føroyum. Ellivu íroknað Lisbeth L. Petersen komu til Føroya – umvegis ein lítlan mjørka- túr til Bergen. Umboð fyri seks av átta flokkum á Fólkatingi vóru við. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit eru væl inni í føroyskum viðurskift- um. Og tá fleiri av limunum ongantíð áður hava verið í Føroyum, so er tað upplagt at koma á vitjan. Hesin túrurin hevur eisini betra vitanina hjá limunum nógv og ikki minst samskiftið við føroyskar politikarar, sigur Pia Larsen. Tørvur Á fundunum við floksfor- menninar og landsstýrið hava ymisk mál verið uppi og vent. Men farið varð ikki í dýpdina við nøkrum einstøkum máli. Og avrátt varð bert, at hetta sam- skiftið var til gagn fyri allar partur, og ynskiligt er, at hetta heldur fram. Flogvøllurin, skuldin hjá Føroyum, vinnulívið og onnur mál vóru fyri á fundunum. Tá spurt varð, um nevndin sum so hevði nakað enda- mál, helt Pia Larsen, at tað hevði nevndin so avgjørt. Nevndin hevur ein stóran leiklut, tí talan verður um persónligt samskifti millum politikarar, og sleppast kann undan óneyðugum misskilj- ingum, helt hon. Eisini Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard taka undir við, at tað hevur stór- an týdning, at parlament- arikarnir sleppa at skifta orð, soleiðis alt samskiftið ikki fer fram umvegis stjórnina og landsstýrið. Í komandi viku kemur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, á almenna vitjan í Føroyum. Teir ellivu limirnir í Føroya nevndini sluppu eisini at síggja eitt sindur av Føroy- um. Her hyggja tey seg kring úti á Reyni Pia Larsen úr Venstre er formaður fyri serligu Føroya nevndina á Fólkatingi Donsku fólkatings- limirnir Aage Frand- sen og Søren Sønder- gaard meta, at danir mugu gera íløgur í flogvøllin í Vágum, áðrenn hann verður yvirtikin FØROYA PRÁT Heri á Rógvi Á gongugøtuni í Havn finna vit teir báðar fólkatingslim- irnar og limir í Føroya nevndini á Fólkatingi, Aage Frandsen frá SF (Socialist- iskt Folkeparti) og Søren Søndergaard, Enhedslisten. Við posunum fullum av ulla- vørum spáka teir sær ein túr í føroyska høvuðsstaðnum. Teir eru skjótir at yvirtala til eitt prát. Júst Enhedslisten og SF eru kendir fyri teirra vinar- liga politikk í málum, ið víkja Føroyum. Báðir flokkar atkvøddu fyri uppskotinum hjá Tór- birni Jacbosen um at av- taka herðanarligu revsilóg- irnar í Føroyum. – Vit hava fingið váttað, at tað er ótrúliga týdningar- mikið, at vit frá danskari síðu virða tey ynskju, sum eru í Føroyum um at fáa meira at siga í egnum húsi, sigur Søren Søndergaard. Vit spyrja eisini, um hendan góða 21 manna nevndini hevur nakað enda- mál longur. Er tað pengar- nar og stríðið vert? Um nevndin hevur nakra meining longur, kann mann gott seta spurnartekin við. Vit eru í øllum vorðin klók- ari av hesari vitjanini, men tað kundu vit eisini verið á annan hátt. Upprunaliga tankagongdin við hesari nevndini var at sleppa undan ov nógvum sjálvstýri í Før- oyum, tá føroyingar fóru ígongd við at samráðast um hetta. Men vit kunnu so brúka tað til nakað annaðí dag og fáa betri kunning, sigur Aage Frandsen. Flogvøllurin Eitt mál, sum hevur verið uppi og vent á fundunum hjá Føroya nevndini við bæði landsstýrið og floks- fermenninar eru flog- vøllurin í Vágum. Tann framferðarhátt, stjórnin nýtir í sambandi við føroysk ynski um størri sjálvstýri er ikki tann rætti. Serliga tá hugsað verður, at tað, sum danskari staturin eigur í Føroyum, má vera í lagi. Og her hugsi eg serliga um flogvøllin, sum bíðar eftir einari iløgu, ið danski staturin skyldar fyri einar 200 milliónir. Og hin fólkatingslimurin er heldur ikki ósamdur. – Vit skulu sjálvsagt lata flogvøllin verða yvirtiknar í einari støðu, har hann kann virka uttan undaksloyvi. Tað má vera púra klárt, at flog- vøllurin eins og alt annað, tú letur frá tær, eigur at virka uttan undantak, sum talan er um nú. So mugu pengar til knýtast aftur, sigur Søren Søndergaard. Er tað ikki lættari hjá tykkum at koma við tí- líkum, tá tit sita í andstøðu? Tað er klárt, at tað er altíð lættari sum andstøðu, men vit koma væl einaferð at sita í stjórn ella vera partur av grundarlagnum fyri ein- ari stjórn, og tá verða vit noyddir at halda hesi lyfti, sigur Søren Søndergaard. Straffilógirnar Hetta við herðanarligu revsilógini, har Fólkatingið tvingar nakað útyvir før- oyskar myndugleikar. Hetta kann ikki góðtakast, sigur Søren Søndergaard, uttan at vit noyðast at biðja hann koma inn á hetta. Sum nevnt atkvøddu bæði SF og Enhedslisten fyri uppskotinum um at av- taka herðnaðarligu revsi- lógirnar. Og báðir eru teir púra samdir um, at hetta ikki eigur at koma fyri. Málið varð eisini reist á fundunum í Føroyum. Aage Frandsen, Søren Søndergaard og hini limir- nir í Føroya nevndini á Fólkatingi fóru aftur til Danmarkar fríggjadagin. Søren Søndergaard og Aage Frandsen, fólkatingslimir: Danmark skyldar íløgur til flogvøllin Aage Frandsen og Søren Søndergaard, báðir fólkatingslimir, eru báðir av teirri greiðu fatan, at danir mugu gera íløgur í flogvøllin, áðrenn hann verður yvirtikin, um hetta er neyðugt Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 7 6