Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 9 Hóast Lærarafelagið hevur mótmælt, hevur Høgni Hoydal sett eina skipan við ársverkum í verk fyri fólkaskúlan frá komandi skúlaári. Tað er ein liður í at menna tann føroyska skúlan, sigur hann. Skipanin verður liðilig við einum árstímatali, sum ikki er býtt upp í serstakar partar FÓLKASKÚLIN Ingi Rasmussen Frá 1. august verður ein nýggj skipan við arbeiðs- tíðini hjá fólkaskúlalærar- um sett í verk. Farið verður frá skipanini við skema- legging sum høvuðsamboð til eina skipan við eini virksemisætlan fyri árið. – Endamálið er at fáa eina liðiligari skipan, har ábyrgdin verður flutt út á skúlarnar. Skúlastjórin og einstaki lærarin leggja eina ætlan í felag fyri komandi árið. Farið verður frá einari sentralstýrdari skipan til eina skipan, har skúlin leggur alt til rættis innan fyri nakrar ásettar karmar, sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður við mentamál- um. Broytingin kemur ítøki- liga til sjóndar við, at farið verður yvir til ársverk fyri lærarar, har hvør lærari fær eitt árstímatal at arbeiða eftir. Egintíð og skúlatíð Ársverkið hjá einum lær- ara, sum arbeiðir fulla tíð, er gjørt upp til 1.800 tímar, tá frítíð og annað er trekt frá. Arbeiðstíðin verður býtt upp í tveir partar: Egintíð og arbeiðstíð. Egintíðin er gjørd upp til 540 tímar, og hesari tíðini ræður lærarin yvir sjálvur. Hesa tíðina kann lærarin brúka til at ráðleggja, fyri- reika og eftirmeta sína undirvísing, gera ársætlanir og samskifta við foreldur uttan fyri skúlatíðina. Skúlatíðin fatar um allar uppgávur lærarans, sum ikki eru partur av egintíð- ini. Partur av skúlatíðini eru eitt nú felags ráðlegg- ing, floksundirvísing, bólka- og valbólkaundirvís- ing, steðgir og fríkorter, lærarasamstarv og annað. Skúlastjórin og lærarin leggja virksemisætlanina í felag, og lærarin fær eitt uppskot minst fýra vikur áðrenn skúlaárið byrjar, so hann fær rættað møgulig mistøk. Lærarar mótmæla Høgni Hoydal hevur tikið avgerðina um, at farast skal yvir til ársverk frá komandi skúlaári. Tað hevur ikki verið uttan svørðslag, tí Føroya lærarafelag sigur seg ikki taka undir við tí leisti, sum er skorin. Uppskotið hevur verið til frumatkvøðu í Føroya lær- arafelag, og limirnir vrak- aðu ætlanina, hóast umboð fyri felagið sótu í nevndini, sum gjørdi uppskotið. At- kvøðugreiðslan førdi til, at felagið ikki kundi taka undir við ætlanini kortini. Alt byrjaði í grundini longu í 1997, tá ein semja varð gjørd um, at arbeiðs- tíðin skuldi skipast sum ársverk, tí verandi skipan er ov stirvin til nýggju fólka- skúlalógina. Aftur í 2000 varð ein semja gjørd, har ein arbeiðsbólkur varð sett- ur. Í tí semjuni varð sam- stundis staðfest, at lands- stýrismaðurin kann áseta arbeiðstíðina, um partarnir ikki semjast. – Eg havi tikið avgerð um at seta skipanina í verk, tí hetta er eitt ótrúliga neyð- ugt amboð til gagns fyri all- ar skúlar og lærarar. Eg skilji ikki rættiliga, hví tað var sent út til frumatkvøðu, tí vit hava ikki fingið roynt hana enn, og um vit onki gera nú, so kunnu vit halda fram at brúka næstu árini at berjast um smálutir. Hetta er ein roynd, har tvey tey fyrstu árini vera royndarár. Arbeiðsbólkurin fylgir við gongdini og kann gera neyðugar tillagingar, um tað verður neyðugt, sigur Høgni Hoydal. Til fjals og í fjøru Broytingin er ein liður í at menna tann góða skúlan, sigur Høgni Hoydal. Ein- staki skúlin skal kunna skipa sítt virksemi uttan at vera ov fast bundin at staklutum. Lærarin skal fáa høvi at átaka sær skiftandi uppgávur sum ein sjálv- sagdan part av arbeiðnum í skúlanum. Skipanin hevur verið nýtt í Danmark í nøkur ár, og hóast tað ikki hevur verið upp á tal at venda aftur til gomlu skipanina, so hava atfinningar verið frammi. Eitt nú at hon leggur lærar- ar í eina spennitroyggju. Men sambært Høgna Hoy- dal hendir júst tað øvugta við føroysku skipanini. – Hetta er eitt plagg til fólkaskúlan. Hvør einstak- ur skúli kann sjálvur binda og laga tað eftir egnum ynski. Vit fara burtur frá miðstýringini. Eftir hesum er líka mikið, um undirvís- ingin fer fram í fjørðuni, í skúlastovuni ella í hagan- um. Lærarin fær betri tíð at vera saman við næmingin- um og taka sær av serligum tørvi, sigur Høgni Hoydal. National trygd og ein roynd at varðveita lóggávuvald eru grundgevingar hjá Høgni Hoydal fyri, at hann gjørdi eina kunngerð, sum helst stegðar nýggju Gjaldskipanini hjá peningastovnunum. Skuldu peningastovn- arnir stevnt lands- stýrinum, so tekur hann tað við sálarró, tí hann heldur seg hava rættin á sínari síðu PERSÓNSUPPLÝSING Ingi Rasmussen Tað brýtir í bæði borð hjá Høgna Hoydal, landsstýris- manni við lógarmálum. Øðrumegin undrast ting- menn á, at Høgni Hoydal tók málið um vernd av per- sónsupplýsingum úr teirra hondum. Og hinumegin hótta peningastovnarnir við at leggja sak ímóti lands- stýrinum, tí ein kunngerð frá 16. juni steðgar teirra nýggju Gjaldskipan. Høgni Hoydal sigur sjálvur, at hann fekk ikki handlað øðr- vísi. – Eg noyddist at binda um heilan fingur. Tá tingið ikki vildi taka støðu, so mátti eg lýsa eina kunn- gerð, sum útgreinar lógina. Lógin sigur púra greitt, at landsstýrismaðurin skal orða eina kunngerð, sum skal forða fyri, at persóns- upplýsingar fara av landin- um, og tí noyddist eg rætt og slætt at gera soleiðis, sigur Høgni Hoydal. Nóg góða tíð Løgtingið hevði annars málið um hendi, men tað strandaði í Rættarnevndini, sum ikki kláraði at taka støðu. Nú gjørdist málið akutt, sigur Høgni Hoydal, tí Gjaldstovan og onnur skuldu taka støðu til, hvørja skipan, tey skuldu hava, og tí noyddist hann at skera ígjøgnum, sigur hann. Í blaðnum í gjár segði Jógvan á Lakjuni, formaður í Rættarnevndini, at nevnd- ini tørvaði betri stundir at viðgera prinsipiella málið til lítar, men tað er møsn, heldur landsstýrismaðurin. – Tingið hevur sjáldan fingið betri stundir til eitt mál. Um tríggir mánaðir ikki eru nóg mikið, so hev- ur løgtingið ongantíð nóg góða tíð at viðgera eitt mál. Tað hevur eydnast peninga- stovnunum at gera eitt so mikið gott lobbyarbeiði, at tingmen føldu seg kroystar, men vit mugu halda okkum til lógina, sigur Høgni Hoy- dal, sum leggur dent á, at bæði løgmaður og lands- stýri vóru kunnað um, at kunngerðin fór at koma. Klárur til rættin Peningastovnarnir hava hótt við rættarmáli og endur- gjaldskravi, um Gjaldskip- anin, sum teir hava brúkt nógva orku og pengar uppá, nú verður steðgað. – Eg eri til reiðar at fara í rættin, um tað verður neyð- ugt. Eg ivist ikki í, at vit hava rættin á okkara síðu, tí eg havi bara gjørt, sum lógin áleggur mær. Orða- rætt! Eg hevði onki annað val, um vit skuldu varðveita lóggávumyndugleikan á økinum, tí lógin sigur, at tað er ikki loyvt at flyta heilar edv-skipanir av land- inum, sigur Høgni Hoydal. Nationalur tryggleiki Fyri hansara viðkomandi snýr tað seg um nationalan tryggleika. – Tann føroyski lóggávu- myndugleikin á økinum má tryggja, at lóggávan verður hildin. Hetta snýr seg um at varðveita lóggávuvald í Føroyum. Gongur hetta, so gongur alt, sigur Høgni Hoydal. Ført hevur verið fram, at mest sum allir stovnar og fyritøkur, sum hava umrøtt kunngerðina, tá hon var til hoyringar, mæltu frá at seta hana í gildi. Høgni Hoydal sigur, at hædd varð tikin fyri mest sum øllum teim- um viðmerkingum, sum komu inn, og at lógin í grundini er linkað við kunngerðini. Eitt nú eru FR- og VISA kort undan- tikin. – Tað snýr seg rætt og slætt um, at flytingar, sum fara fram í Føroyum, frá mær til tín ella millum stovnar og fyritøkur her heima, skulu viðgerast í skipanum í Føroyum. Er tað flutningur uttanlands, so er støðan ein onnur, sig- ur Høgni Hoydal. Tvær umsóknir um eykajáttan 8,3 milliónir eyka mugu játtast á kontuni til almannamál. Aðru eykajáttanina kann Løgtingið takka sær sjálvum fyri, tí tað noktaði at seta lógina um uppihaldspening úr gildi LØGTINGIÐ Ingi Ramsussen Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið tvær umsóknir til eykajáttan. Báðar koma frá landsstýris- manninum við al- mannamálum, Páll á Reynatúgvu. Ta einu eykajáttanini kann Løgtingið takka sær sjálvum fyri. Løg- tingið sýtti nevniliga fyri at seta úr gildi lógina um uppihalds- pening. Tað vísti seg at vera trupult at fáa undirtøku í sjálvari samgonguni, og tí tók Páll á Reynatúgvu uppskotið aftur. Nú noyðist hann aftur fyri at biða um 7,8 milliónir krónur. Málið hevur skund, tí avgerð um stuðul til uppihaldspening, tað er stuðul til teirra, ið gjalda barnapening, verður tikin í juni mánað, og eingin peningur er settur av til endamálið. Hin eykajáttanin snýr seg um at veita pening til børn við atferðartrupulleikum. Biðið verður um 500.000 krónur til Rókina á Argjum, tí ein royndarskipan við einum bútilboði til ung millum 14 og 18 ár byrjaði fyrst í árinum. Bútilboðið er skipað sum ein sam- døgurstovnur, sum umsitingarliga liggur undir Rókini. Rókin er samdøgurstovnur fyri børn við atferðartrup- ulleikum. Rókin hevur seinastu árini havt eitt avlop, men grundað á nýggjan leigusáttmála og krøv frá Arbeiðseftirlitinum verður onki avlop til nýggju verkætlanina. Tann góði skúlin byrjar við ársverki Høgni Hoydal ræðist ikki rættarmál Einstaki skúlin skal kunna skipan sítt virksemi uttan at vera ov fast bundin at staklutum, segði Høgni Hoydal á tíðindafundi fríggjamorgunin, tá hann greiddi frá skipanini við ársverkum í fólkaskúlanum Mynd: Jens K. Vang – Tað er umráðandi fyri meg at knýta vinabond og fáa nýggjar vinir, har eg ferðist, og ikki bara fylgja við einum ferðaleiðara alla- tíðina, sigur 22 ára gamli amerikanarin Nathaniel Reinartz, sum í hesum døgum arbeiðir umborð á sluppini Norðlýsinum FERÐING Stefan í Skorini – Fyri tveimum árum síðani sá eg Hetland á land- kortinum, og so tók eg bara avgerð um at fara hagar, sigur Nathaniel, sum situr í morreyðari troyggju og gummistivlum umborð á Norðlýsinum. Hann hevur sítt hár við einari ella tveimum flættum. Hann líkist einum náttúrumenniskja í orðsins rætta týdningi. Hann er nú endaður í Føroyum og arbeiðir um- borð á Norðlýsinum. Hvønn morgun fer hann út saman við Birgiri Enni og restini av manningini við útlendskum ferðafólki og føroyingum, sum við slupp vilja at skoða Føroya land frá einum øðrum sjónar- horni enn vanligt. Nathaniel Reinartz er ein ævintýrhugaður unglingi úr býnum Milwaukee í statin- um Michigan norðanfyri í USA. Honum dámar væl at ferðast á ein øðrvísi hátt enn tey flestu, og hetta er aðru ferð, at hann ferðast á hesum leiðunum. – Mær tørvar náttúruna í mínum lívi, og tí velji eg at ferðast á henda hátt. Tá eg eri úti við Norðlýsinum og komi til eitt nýtt stað, kenn- ist tað sum um at eg sjálvur havi funnið júst hendan blettin á jørðini, hóast fleiri túsund menniskju longu hava verið her, greiðir Nat- haniel frá. Dámar hendan partin av heiminum Fyrru ferð, Nathaniel var á hesum leiðum, fór hann til Skotlands, haðani hann tumlaði norðureftir til Orknoyggjar og Hetland, har hann steðgaði í tveir mánaðir. Eisini vitjaði hann fleiri av teimum skotsku oyggjunum á tí ferðini. – Eg havi nógvar vinir í Hetlandi og tað kennist í veruleikanum sum eitt heim hjá mær, sigur Nat- haniel um tíðina í Hetlandi, har hann arbeiddi sum smiður eina tíð. Síðani fór hann heimaftur at læra til smið, men honum longdist aftur hendavegin. – Mær dámar væl at hetta hornið av heiminum, og tí gjørdi eg av at fara enn ein túr, sigur hann. Á næstu ferðini arbeiddi hann á einum bóndagarði á oynni Foula (Fugloy) í Hetlandi. Har búgva 28 fólk. Ein dagin sá Nathaniel ein fremmandan bát liggja við bryggju, og hann fór at fregnast, hvagar hesin bátur var á veg. Tað vísti seg, at hetta var ein belgi, sum var á ávegis til Føroyar. Natha- niel ivaðist ikki, men spurdi um hann ikki kundi sleppa við, og tað var gamaní. Verkfallið órógvaði Hann royndi at fáa arbeiði her, men hetta vísti seg at vera torført, tí verkfall var. Men síðani møtti hann Birgiri Enni ígjøgnum Wer- ner Hentze úr Vestmanna. Hann slapp so umborð á Norðlýsið at arbeiða, har hann eisini búleikast. Hesuferð ferðast Natha- niel einsamallur, men hann kennir seg ikki einsamallan umborð á Norðlýsinum. – Her er alt annað enn einsligt umborð. Her hendir allatíðina okkurt, og fólk eru næstan altíð umborð, sigur Nathaniel, sum er sera takksamur fyri at hava fingið hendan møguleikan. – Birgir plagar at koma trampandi niður í lugarið klokkan átta um morgunin, og hann rópar »get up you crazy american«, sigur Nathaniel flennandi. Hóast Nathaniel líkist einum garvaðum sjómanni, so er hann als ikki vanur at ferðast á sjónum. – Mær dámar væl at sigla, hóast eg als ikki eri vanur við slíkt. Hetta er ein góður máti at ferðast, sigur hann. Øðrvísi ferðamaður – Mær dámar ikki at standa uttanfyri og hyggja inn. Eg vil koma í samband við fólk og knýta vinabond við fólkið. Eg havi longu fing- ið fleiri vinir her í Føroy- um, sum eg kann tosa við um lívsins viðurskifti og ikki bara um munin millum USA og Føroyar. Eg sigi ikki, at hesin mátin er betri enn nakar annar máti at ferðast, men hetta dámar mær best, sigur Nathaniel. Hann hevur ætlanir um at fara víðari til Íslands, men honum dámar so væl í Føroyum, at henn steðgar helst nakrar dagar afturat. Hann ætlar sær at fáa fart við onkrum báti, sum fer víðari til Íslands. Nathaniel hevur longu fingið okkurt tilboð um at koma við til Íslands við onkrum lítlum báti, men hevur ikki tikið av enn. Hann fer heimaftur til Milwaukee í oktober, men fer møguliga ein túr til Noregs áðrenn. Nathaniel hevur annars ferðast nógv hesi seinastu árini. Hann hevur tumlað nógv runt í USA og Kan- ada, og var eisini ein súkklutúr framvið Missis- sippi ánni. Eisini arbeiddi hann saman við eini vin- konu í einari plantasju í Trinidad í Karibiska havin- um. – Tá eg ferðist skrivi eg nógv brøv, sum eg sendi heim til vinir og familju. Eisini skrivi eg onkuntíð dagbók. Soleiðis viðgeri eg allar upplivingarnar gjøgn- um dagin, sigur Nathaniel at enda. FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Føroyska meistaraliðið HB skal spæla ímóti lit- aviska liðnum FBK Kau- nas í undanumfarinum til Champions League. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli tann mikudag- in 16. juli, og seinni dyst- urin í Litava tann 23. juli. Lutakastið var fríggja- dagin á middegi. Um HB vinnur á Kau- nas, skal føroyska liðið møta skotska liðnum Celtic, sum var í UEFA Cup finaluni fyrr í ár. Eisini varð gjørt av fríggjadagin, hvørjum NSÍ og KÍ skuldu spæla ímóti í UEFA Cup, men hetta lutakastið var eftir evstamark hjá blaðnum. Uppdagarin úr Amerika HB skal til Litava Nathaniel Reinartz úr USA arbeiðir í hesum døgum umborð á Norðlýsinum. Hóast hann ongantíð hevur siglt nakað serliga í lívinum, dámar honum væl at sigla Mynd: Jens Kr. Vang – Tá eg eri úti við Norðlýsinum og komi til eitt nýtt stað, kennist tað sum um at eg sjálvur havi funnið júst hendan blettin á jørðini, hóast fleiri túsund menniskju longu hava verið her, sigur Nathaniel MYND: Jan Müller C M Y K 9 8