Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 11 Føroyingar hava nú í eina tíð verið í serstøkum fótbólts- hýri. Seinastu dystirnir móti Íslandi og Týsklandi í fótbólti hava av álvara sett fótbólt og Føroyar á dagsskránna. Ikki minst hevur hetta økt um áhugan heima fyri hesum edla spæli. Neyvan nakrantíð hevur tað eydnast at savna so nógvar føroyingar um eina felags søk sum tá vit stríðast á vølli móti mætum fótbóltstjóðum. Hóast smærri tap so kenna vit tað kortini sum um at vit hava vunnið nakað, eitt nú gott umdømi og áhuga í útlandinum. Vit vóna, at úr- slitini kunnu vera við til at lata upp vindeygu fyri okkum í umheiminum. Og bert fáar dagar eftir hesi frægu úrslit, skapar felagið hjá einum av okkara bestu fótbóltsspælarum nakrantíð, Toda Jonsson eina støðu, sum eisini – óbeinleiðis í fyrstu atløgu - kann koma at gagna føroyskum fótbólti og okkara umdømi úti í heimi. Ein sigur komandi sunnudag til FCK kann nevniliga gerast atgonguseðilin hjá hesum eina av okkara frægu spælarum til altjóða fótbóltsverðina. Tað er tó eingin loyna, at fólk eru ymisk á máli um leiklutin ella manglandi leiklutin hjá okkara fræga Toda Jonsson. Vit hava sæð greinar og úttalilsi frá fólki, sum hava verið sera ónøgd við, at hesin spælarin ikki vildi vera við á okkara tjóðarliði, landsliðnum. Tað eru so tey, sum halda, at hann eigur sjálvur at gera av, um hann skal spæla fyri okkara landslið. At vit sum samfelag kunnu ikki krevja av einum spælara sum Toda, at hann skal kenna seg tvungnan at spæla fyri Føroyar. Sannleikar eru helst at finna í báðum hesum sjónar- miðum. Hvat kann ein so brúka tey til kann verða spurt! At venda okkara fræga spælara Toda Jonsson bakið og ynskja hann at piparið grør, tí hann ikki hevur viljað spælt fyri tjóðarlandsliðið í seinastu er lítið uppbyggjandi. Hví ikki heldur lata farið vera farið og heldur hyggja frameftir. Leggja gamalt agg aftur um okkum. Hvar tað so enn finst. Og ístaðin royna at síggja nýggjar møguleikar í framtíðini. Tað skal vera okkara vón, at FCK vinnur donsku kapping- ina og harvið tryggjar føroyska spælaranum møguleikan at royna seg millum heimsins frægastu – við tí hjáúrsliti, at hann á henda hátt eisini kann vera við til at skapa áhuga fyri føroyskum fótbólti sum heild. Í slíkari støðu kann hann so fáa ta so týðandi altjóða rutinuna og avbjóðingina, sum allir góðir spælarar hava brúk fyri. Og eyndast tað, kann hann so gerast ein sera góður ambassadørur fyri okkum øll – og hvør veit – tað kann so kanska eisini vera lykilin til ta hurðina, sum kanska longur stendur á glopp – fyri Toda at koma á aftur landsliðið. Og kundi slík gongd latið dyrnar upp fyri einum nýggjum og bjørtum samstarvi millum okkara landslið og føroyska spælaran í Danmark, tá kundi hent, at vit aftur sóu hann á landsliðnum. Koyr á Todi. Koyr á landsliðið. Farið er farið. Vit mugu byggja brýr og hyggja frameftir. Tað er at geva tí einstaka møguleikar, og tað er at sameina allar góðar kreftir. Góðan dyst Todi og góða kapping víðari á leikvøllunum í Evropa og vónandi eisini á framtíðar føroyskum landsliðum, sum fara at hava brúk fyri øllum góðum kreftum. DAGSINS MEINING Sosialurin Todi og landsliðið – vit mugu hyggja frameftir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Rúni Hentze Undir kreppuni var ein sokallaður skipanarbólkur settur, sum skuldi finna útav, hvussu ein hóskandi floti skuldi síggja út. Hesin bólkur vildi kortini ongan- tíð loysa henda setning. Men tað sum hesin skipan- arbólkur ikki setti seg føran fyri at loysa, tað loysti kreppan. Eftir at skip vóru farin á heysin, og konkurs- lógin aftur var sett í gildi, vóru Føroyar eftir kreppuna í teirrri hepnu støðu, at vit høvdu ein flota, sum hósk- aði til grunnar okkara. Samansetingin var eisini sera hóskandi, og økisfrið- ingarnar, sum settar vóru í verk gjørdu, at fiskiskapur- in hevur farið fram undir ógvuliga vælskipaðum viðurskiftum. Teir ymsu veiðihættirnir hava kunnað roynt uttan at órógva hvør annan, og úrslitið hjá øllum bólkum hevur verið gott. Í seinastuni er tó komið undan kavi, at henda skipan hevur verið undirgrivin á ymsan hátt við sera tilvild- arligari og óseriøsari um- siting. Tveir fyrispurningar í tinginum viðv. saman- legging av fiskiloyvum, annar frá undirritaða viðv. samanlegging tvørturum høvuðsbólkaranar partrol- arar/lemmatrolarar og hin frá Torbirni Jacobsen viðv. samanlegging tvørturum høvuðsbólkarnar útróðrar- bátar/línuskip, hava prógv- að hetta. Í lógini stendur, at kunngerð skal gerast sum sigur hvussu mannagongd- in skal vera, tá veiðiloyvir verða samanløgd. Henda kunngerð verður kortini ongantíð gjørd. Ístaðin verða loyvir løgd saman sum best ber til, og eftir reglum, sum nú einaferð hóska best til givna førið. Tað grovasta dømið hes- um viðv. er málið um Jógv- an S, har ein frymil verður brúktur, sum far rokni- stykkið at ganga upp, hóast tað veruliga veiðitrýstið verður fleirfaldað. Hetta verður gjørt við at kvadrat- rótin verður tikin av rúmd- ini á Ågot. Soleiðis verður samsvar millum rúmdina sum fer út og rúmdina sum kemur inn í flotan. Fiski- málastýrið hevur skyldu at greiða alment frá grundar- lagnum fyri hesi útrokning. Ein annar spurningur sum kundi verið áhugaverdur at fingið svaraðan er, um fiskimálastýrið hevur loyvi til at gera sínar egnu mannagongdir, tá lógin sigur, at hetta skal gerast við kunngerð.Enn er ongin frágreiðing komin frá fiskimálastýrinum um, hví kvdratrótin er nýtt. Og til henda frágreiðing fyriligg- ur, má ein ganga út frá, at einasta grundin til henda roknihátt er, at fáa rokni- stykkið at ganga upp. Fyri- spurningarnir viðv. Ågot og Skorðabergi hava fingið fiskimálastýrið upp úr stólinum, so teir endiliga hava gjørt kunngerðina um mannagongdir, tá veiði- loyvir verða løgd saman. Verður henda kunngerð brúkt í Ågotmálinum, hevði veiðitrýstið verið fleirfaldað.. Tað er heldur ongin meining í, at onki skott er millum bólk 3 og 4. Her má broyting gerast í lógina, sum ger greitt, at bólkur 4 umfatar bátar upp til 110 tons, ella er ætlanion at beina fyri útróðrarflot- anum? Greiðar reglur mugu ger- ast, sum forða fyri, at skip verða løgd saman millum høvuðsbólkarnar, tí annars fer javnvágin í fiskidaga- skipanini av lagi,og tað má fyribyrgjast, tí veruleikin er tann, at %-býtið, sum ásett er í lógini hevur passað ótrúliga væl til tað veruliga fiskaríið, og henda javnvág er heilt vist ein av orsøkun- um til, at fiskiskapurin hev- ur hepnast hjá øllum bólk- um, uttan at skaða fiska- stovnarnar. Tí er umráðandi, at skip- anin ikki verður undirgrivin við, at javnvágin í teimum ymsu bólkunum verður órógvað, soleiðis sum vit hava sæð í seinastuni. Heldur hetta lagið fram gongur ikki long tíð, til vit ikki longur kunnu reypa av heimsins bestu fiski-veiði- skipan. Tí styrkin í skipan- ini er, at veiðiorkan er fast- løst og skipað í høvuðs- bólkar. Hetta, saman við økisfriðingunum, hevur stabiliserað fiskiskapin. Ásetingin av fiskidøgum hevur ikki tann avgerandi týdningin, so sum mong tykjast at halda, tí veruleik- in er tann, at fiskiskapurin hesi árini er farin fram so at siga ótarnaður av fiskidøg- um. Tað er bert bólkur 5 b, sum hevur merkt nakað serligt til, at fiskidagarnir eru avmarkaðir. Heimsins besta fiskiveiðiskipan? Stjórin, sum sjálvur noyddist at bryggja fyri at halda lív í gerini sigur, at bryggjaríið í Klaksvík kortini klárar at halda tænastustøðið BRYGGJARÍ Tíðindaskriv Verkfallið rakti eisini Før- oya Bjór meint. Sjálvt um roynt var at leggja uppfyri, og fylla allar goymslur, so var næstan onki eftir ta síðstu vikuna. – Ongin hevði roknað við, at tað fór at taka 4 vikur. Hetta er nokk fyrstu ferð, at fólk ringdu og klagaðu um at ongin Veðrur var eftir í Rúsuni í Havn. Sodavatnið var skjótt uppi, og flestu handilshillar og køliskáp blivu tóm, siugr Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór. Maskinurnar stóðu sjálv- andi stillar í 4 vikur. Onkur var tó noyddur til at ar- beiða, t.d. mátti stjórin fara at bryggja fyri at halda lív í gerini. Frá fyrsta arbeiðsdegi eftir verkfallið hevur verðið arbeitt í tveimum vaktum á Føroya Bjór, nú sæst ljós fyri framman, og í komandi viku rokna tey við at hava allar vørur á goymslu aftur. – Hetta kom ógvuliga illa við í hásesong og inn í feriutíðina, men við einum eyka innsatsi sær tað út til at fara at ganga, so Føroya Bjór klárar at halda sítt høga tænaststøði eisini hetta summarið, sigur Einar Waag. Verkfallið rakti Føroya Bjór meint Nýggj kloakkskipan ávegis Tórshavnar Býráð hevur fingið trý til- boð um kloakkar- beiðið frá úti á Bakka og inn í Vágsbotn. Lægsta boðið liggur beint undir 1,4 milli- ón krónur. Væntandi verður farið undir arbeiðið 11.august KLOAKKSKIPAN Páll Holm Johannesen Bæði lands- og kommun- alir myndugleikar í um- hvørvismálum hava rætti- liga verið í andglettinum seinasta árið. Síðan um- hvørviskanningin av dálkingarnøgdini av vakstr- arhúsgassum staðfesti, at føroyska umhvørvið ikki er av teimum reinastu, hava fleiri tilburðir á umhvørvis- økinum verið í ljósmála í føroysku fjølmiðlunum. Í miðstaðarøkinum hevur serliga verið varpað ljós á teir mongu oljulekarnar seinastu tíðina, sum hava dálkað Havnarvág illa. Ein høvuðskloakk Feskasta dømi um um- hvørvisdálking í miðstaðar- økinum var hósmorgunin, tá gongubreytini við Vágs- botni fleyt í óhumsku. Helst var orsøkin ein feilur í einari av kloakkskipanun- um frá úti Bakka og inn í Vágsbotn. Kloakkskipanin við húsini á Vestaruvág er gomul, og sambært Tekn- isku deild hjá Tórshavnar Býráð kunnu lætt trupul- leikar standast av skipanini. Kloakkirnar eru nakrar av teimum elstu í Havnini, og skipanin er ótíðarhósk- andi. Húsini liggja tøtt, og tískil er sera torført at umvæla, um trupulleikar íkoma. Kloakkskipanin er býtt í átta frárensl, sum øll renna út í Vágsbotn. Á Tórshavnar Býráð hava tey leingi verið varug við støð- una á Vestaruvág, og eftir summarfrítíðina verður farið undir at gera nýggja kloakkskipan. Fyrsta stigið er á leiðini frá úti á Bakka og inn á Vágsbotn. Tað skal gravast ein stór nýggj kloakkleið millum húsini og keiina, sum skal savna øll átta frárenslini í eina høvuðskloakk. Klo- akkskipanin verður útgjørd við einari pumpu, sum skal pumpa mannatrekkin í eina nýggja leið, sum skal niðan í Havnará, og ætlandi endar yviri við Strond við Ser- geant víkina. Við Sergeant víkina er streymhart økið, og tískil verður manna- trekkurin førdur til havs. Stóri trupulleikin í Vágs- botni hevur verið, at har er eingin streymur, og tískil fer mannatrekkurin ikki úr økinum, men verður ver- andi við bryggjukantin. Hesin trupulleiki verður loystur við nýggju kloakk- skipanin. Nýggja kloakkleiðin frá úti á Bakka og inn á Vágs- botn er liður í einari størri ætlan at betra um kloakk- viðurskiftini í høvuðsstaðn- um Næsta stigið verður grava eina stóra kloakkleið frá Bøkjarabrekku og nið- aneftir Jóanesar Paturs- sonargøtu. Trý tilboð Tað eru í løtuni trý feløg um boðið til at gera kloakk- arbeiðið við Vestaruvág fyri Tórshavnar Býrað. Bý- ráðið vil ikki upplýsa, hvørji feløg talan er um, men einans, at lægsta til- boðið liggur beint niðanfyri 1,4 millión krónur Tórshavnar Býráð hevur sett tvær milliónir av til kloakkarbeiði á fíggjar- lógini í ár, og á Teknisku deild vænta tey, at allur peningurin verður nýttur. Umframt byggikostnaðin, fer peningur eisini til proj- ekt, eftirlit og ókendar or- søkir, sigur Tekniska deild á Býráðnum. Við nýggju klo- akkskipanini er sostatt líkt til, at broddurin verður tik- in av harðrenda kjakinum um tey bleytu virðini í sam- gonguni í Tórshavnar Bý- ráð... Enn hevur løgreglan ikki staðfest orsøk- ina til ferðsluvan- lukkuna hóskvøldið, men nakað bendir á, at talan var um nógva ferð. FERÐSLUVANLUKKA Páll Holm Johannesen Seint hóskvøldið hendi ein álvarsom ferðsluvan- lukka í Gøtu. Ein bilur við tveimum ferðandi var á veg úr Fuglafirði til Runavíkar, og við svingið á landsvegnum við Gøtu- kirkju misti førarin tamar- haldið á bilinum. Bilurin rendi frontalt á ein annan bil, ið kom koyrandi frá Syðrugøtu. Bilurin, ið kom úr Syðru- gøtu endaðu í niðanfyri vegin við parkerings- plássið uttanfyri Losjuna. Báðir bilarnir gjørdust vrak. Tey trý fólkini, ið vóru í bilinum úr Syðru- gøtu sluppu við smærri snuddum, meðan verri stendur hjá 0teimum báð- um, ið vóru úr bilinum í Fuglafirði. Hjá øðrum stendur um lív, meðan hin breyt bæði bein og arm. Av løgreglustøðini í Runavík verður sagt, at tey vita ikki, hvat orsøkin var til ferðsluvanlukkuna, men helst var talan um ov nógva ferð. Landsvegurin í Gøtu er slitin, og vegurin var vátur, og tískil vóru ikki bestu koyrilíkindi hóskvøldið. Ferðsluvanlukka í Gøtu: Stendur um lív Hóskvøldið var ein álvarsom ferðsluvanlukka í Gøtu. Tveir bilar rendu á hvønn annan, og annar endaði á niðanfyri landsvegin. Mynd: Jonhard Hammer Ætlanin er byrja arbeiðið við nýggju høvuðskloakkini við Vágsbotn 11.august. Hon verður løgd millum húsini og bryggjukantin. Mynd: Jens Kristian Vang Her er nýggja høvuðskloakkin frá úti á Bakka og inn í Vágsbotn avmyndað. Á kortinum sæst, at kloakk leiðin fer at ganga frá Havnará heilt út á Bakka. Við hjálp av pumpum fer mannatrekkurin frá húsunum á Vestaruvág verða førdur niðan í Havnará, og víðari út í Sergeant víkina. Á myndini eru pumpurnar merktar P1 og P2 C M Y K 11 10