Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 5. juni fingu Bergfríð, 12 ár, og Natalia, 1 ár, ein lítlan beiggja. Hann var 54 cm langur og vigaði 3525 gr. For- eldur teirra eru Maja og Leif Joensen, Viðareiði. 10. juni fingu Lív, 3 ár, og Vár, 2 ár, ein beiggja. Hann vigaði 4100 g og var 55 cm til longdar. Foreldrini eru Anna og Erling Eidesgaard í Havn. 7. juni fingu Beinta og Regin Hammer, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4350 gr. 11. juni fingu Kristina Hoydal og Dess Thomsen, Stavanger, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3640 gr. 11. juni fingu Maureen Augustinussen og Just Hjelm, Vági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3200 gr. 12. juni fingu Tordis og Jacob Højgaard, Kambsdali, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4040 gr. 12. juni fingu Malene og Símun Jacobsen, Århus, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3670 gr. Hann eitur Markus. 12. juni fingu Jensa Heinesen og Jógvan Berthelsen, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr. 13. juni fingu Evida Jane Brole og Jóhan Hansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2570 gr. 13. juni fingu Fríða J. og Jógvan Højbro, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4375 gr. 13. juni fingu Marjun Joensen og Azzam Malhas, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3500 gr. 13. juni fingu Malan Mikkelsen og Jørgen Christiansen, Keypamannahavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3200 gr. 14. juni fingu Jana Jacobsen, Miðvági, og Róin Petersen, Bø, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr. 14. juni fingu Jórun Udbø Nielsen og Trúgvi Johansen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr. 14. juni fingu Maibritt og Bárður Johannesen, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3900 gr. 14. juni fingu Joan Agnarsdóttir Rasmussen og Eiler Rasmussen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750 gr. 14. juni fingu Ann Heðinsdóttir Mortensen og Dagfinn Joensen, Ålborg, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3700 gr. 14. juni fingu Eygló Bjørg Jóhannsdóttir og Dánjal Salberg Thomsen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2700 gr. 15. juni fingu Barbara á Plógv og Hugin Skaalum, Sørvági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3685 gr. 16. juni fingu Malena Klemmentsen og Osvald Schiller Johansson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3410 gr. 16. juni fingu Hildur og Kristian Davidsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4300 gr. 16. juni fingu Eirikka og Elian Elttør, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3100 gr. 16. juni fingu Stella og Petur Zachariassen, Argjum, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 3400 gr. 16. juni fingu Jenny Petersen og Magnus Samuelsen, Aalborg, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3180 gr. 17. juni fingu Arndis Poulsen og Hans Haraldsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3950 gr. 17. juni fingu Jon Olaf Michelsen og Joan við Neyst, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2435 gr. Andlát 11. juni Amanda Konoy, Skipanes, 89 ár 14. juni Maria Olsen, Maria á gamla reinsarí, ættað úr Innarastovu í Vestmanna, 84 ár 16. juni Dánjal H. Davidsen, fyrrv. málarameistari, ættaður av Skála, bús. í Havn, 79 ár 18. juni Kristianna Margretha Sørensen, fødd Joensen, ættað av Skarvanesi, bús. í Keypmannahavn, 88 ár Rosa Winther, Skopun, bús. í Tórshavn, 87 ár 17. juni Petrina Olsen, Leirvík, 87 ár Tøkk Hjartans tøkk fyri sýndan heiður á 90 ára føðingardegi mínum. Kærar vinarheilsanir, Ólafur Guðmundsson Føðingar Gulli Skovsgaard sjeyti Í dag er Gulli Schiller Skovsgaard, Rosenalle 7a, Hareskoven, 3500 Værløse, 70 ár. Gulli var yngsta av børnunum hjá Andreu og Osvald Schiller Johans- son í Sjúrðargøtu í Havn. Bróðirin, Gunder, skradd- arameistari, var elstur av systkinunum, hann hevði skraddaravirki í Tvørgøtu og seinni klædnahandil í Niels Finsensgøtu. Gunder doyði í 1986. Systirin, Lussi, var mong ár á Dampvaskarí- num í Tórsgøtu. Lussi og Harry búgva í barnaheim- inum í Sjúrðargøtu 11. Gulli giftist Peter Skovsgaard, verkfrøðingi. Børn teirra eru Jens Osvald og Ann-Mari. Peter doyði í 1976. Tá Gulli hevði fingið realprógv í 1950 fór hon á skrivstovu. Fyrst hjá Knud Lambaa, sum hevði heilsølu í Nólsoyarstovu í Gongini og síðani á Føroya Sildasølu, har hon var, til tey fluttu niður í 1963. Tey búsettust í Haruskógini, har Gulli síðani hevur havt bústað. Seinni tók Gulli upp starv sum hjálparfólk í vøggustovu í grannalagnum. So væl treivst hon í starvinum, og so væl var hon umtókt – bæði av starvsfeløgunum, børnum og avvarðandi teirra, at hon varð verðandi har øll árini til pensjónsárini. Gulli hevur altíð dugað væl við fólki. Í Haruskógini fekk hon skjótt stóran vinarskara í grannalagnum, eisini skal verða nevnt, at hon javnan kom á gátt hjá eldri havnarkonu, har búði. Fría sinnalag hennara hevði alstóran týdningin – eisini í víða vinarskaranum, sum eisini taldi arbeiðsplássið. Heimkær hevur Gulli altíð verið, og hevur hon tíðan vitjað heim á klettarnar – langur er listin altíð við nøvnum og adressum, hon má røkka, eingin gloymdur – og vit ynskja henni av hjarta framvegis at vitja heima. Føðingardagsbarnið er ikki við hús sjálvan dagin, tá er hon saman við vinfólki á Skagenleiðini. jl NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 80 ár 25. juni verður Ragnar Sigtryggsson Klaksvík 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum frá kl. 16.00 til kl. 21.00. 70 ár Sunnudagin 22. juni verður Markus J. Sørensen, Viðareiði, 70 ár. Hann er burturstaddur. Brúdleyp Í dag, 21. juni, kl. 14.00 verða vígd í Ebeltoft kirkju Sólmai Johansen av Strondum, og Lars Stig Bredst- rup, Ebeltoft. Brúdleypsadr.: Kolonien Ahl. Hage, Egernstien 2A, 8400 Ebeltoft. Í dag, 21. juni, kl. 15.00 giftast í Saksunar kirkju Mildrid Einarsdóttir úr Klaksvík, og Hanus Hansen úr Saksun. Brúdleypsadr.: Hotel Føroyar, Tórshavn. Dagurin 21. juni. Longsti dagur. Sólstøður, tá ið sólin stendur hægst á lutfini um miðdagin. Kann vera 21. ella 22. juni. Dagurin eitur eisini Albanus. Hann var úr Onglandi, og gjørdist biskupur í Mainz, har hann varð hálshøgdur, tá ið vandalar um ár 400 søktu at býnum. 22. juni. 10.000 blóðvitnismenn. Allir í einari herdeild hjá keisaranum Hadriani gjørdust kristnir. Eftir miklar pínslur vórðu teir krossfestir á einum fjalli, summi siga á Ararat. 23. juni. Paulinus. deyður í 431. Franskur munkur, sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti við 80 ára gamal. Markus Sørensen 70 ár Sunnudagin 22 juni fyllir Markus J. Sørensen á Við- areiði 70 ár Hann er yngstur av 9 systkjum. Mamma hansara var Elsebeth Sofie Marie Lind - kalla Elsuba - ættað úr Svínoy. Pápin var Søren Sørensen á Grømma, ætt- aður av Viðareiði. Markus giftist í 1957 við Turid Helenu, f. Fuglø, ættað av Viðareiði. Tey eiga 5 børn og 14 ommu- og abbabørn Markus hevur altíð havt tætt tilknýti til náttúruna og notið nógv av tí tilfongi, íð hon hevur at bjóða. Hann hevur, fra tí hann var heilt ungur, havt arbeiði íð hevur við sjógvin at gera, verið sjómaður. Hesi seinastu árini hevur hann róð út saman við einum av synin- um. Markus hevur stóran týdning fyri samkomuna í bygdini, bæði tá tað kemur til at leiða møti, og sum for- angari er hann mestsum óundveriligur við síni kraftigu songrødd Tá summarið aftur fer at halla, og ferian er av, sær hann fram til at koma uppá land og vera meira saman við familjuni. Djórini fara nok eisini at nýta tað, at hava hann rund- an um seg. Markus er burturstaddur føðingardagin. Leiðaraskifti í Hoyvíkar Skúla Í sambandi við at Petur Dahl, skúlastjóri í Hoyvík- ar Skúla, leggur frá sær, og Birgit Arge, sum hevur verið varaskúlastjóri sein- astu 6 árini, tekur við sum stjóri, varð móttøka í Hoy- víkar Skúla í gjár. Petur Dahl byrjaði sum lærari í Hoyvíkar Skúla í 1977. Hann hevur verið fyrstilærari síðan 1978 og skúlastjóri síðan 1994. Petur er føddur í Funningi 3. juli 1937. Hann tók lær- araprógv á N. Zahles Seminarium í 1967 og var lærari á Egelundskolen í Albertlund frá 1967-69 og á N. Zahles Seminarium frá 1969-74, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroya. Birgit Arge er úr Havn, hon er 51 ára gomul, tók læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1978. Síðan 1982 hevur hon verið lærari við Hoyvíkar Skúla, har hon bleiv varaskúlastjóri í 1997. Hon tekur við sum skúlastjóri 1. august 2003. Hoyvíkar Skúli, sum hevur næmingar úr 1. til 7. flokki, varð bygdur í 1977. Tá gingu 77 næmingar í skúlanum. Síðan er fólka- talið í Hoyvík vaksið nógv og næmingatalið somu- leiðis. Skúlin er bygdur út tvær ferðir, fyrstu ferð í 1991 og seinnu ferð í 2002. Nú eru 17 skúlastovur um- framt aðrar serstovur, bókasavn og fimleikarhøll. Fyri stuttum kom so eisini Hoyvíkshøllin. Núverandi næmingatalið er 440 í 19 flokkum. Tryggvi Johansen fingið riddara- krossin 28. mai 2003 bleiv stjórin á Sendistovu Føroya í Keyp- mannahavn, Tryggvi Jo- hansen, útnevndur til at fáa "Ridderkorset af Danne- brogsordenen". Hann fær hendan heiðurin, fyri tað arbeiði hann hevur gjørt sum millumlið millum før- oysk og donsk áhugamál. Tryggvi roknar við at skula møta hjá drotningini 28. juli. Tryggvi Johansen er klaksvíkingur, føddur 16. desember 1937, sonur Louisu, f. Joensen, og Meinhard Johansen í Klaksvík. Hann er útbúgv- in bankamaður og tók HH prógv á Niels Brocks Handelsskole í 1959 og HD prógv á Handelshøjskolen í Keypmannahavn í 1962. Tíðarskeiðið frá 1963-69 arbeiddi hann í ymiskum fyritøkum í Føroyum og undirvísti á Føroya Hand- ilsskúla. Tryggvi var før- oyskur umboðsmaður á donsku ambassaduni í Róm frá 1969-73. 1.august 1973 bleiv hann settur av Føroya Landsstýri sum føroyskur ráðgevi í marknaðar og vinnuspurningum í Keyp- mannahavn. Síðan 1. au- gust 1979 hevur hann verið stjóri á Føroysku Viðskifta- stovuni í Keypmannahavn, sum nú eitur Sendistova Føroya. Hann var formaður fyri Færøsk Kvindeforen- ings Fond frá 1978-94 og limur í stýrinum fyri Dansk Turistråd frá 1981-94. Hann hevur arbeitt í Føroy- um ymisk styttri tíðarskeið, eitt nú var hann stjóri í Norðoya Sparikassa í 1977. Tryggvi er giftur Margit, dóttir Ebbu, f. Hansen, og Niels Mortensen, keyp- mann, í Havn, tey eiga 4 børn. Einar, sum býr í Føroyum, hini trý, Beinta, Elsuba og Heðin búgva í Danmark. Úteftir Trongisvágsfirði ferðin gekk hvørt eitt fótaspor har inni enn hekk frá Trongisvági út í Froðba hann hevði gingið í barna- og ungdómsál so nógv har hevði fingið á Brúgv og Sevmýru har honum alt var so kært givið lærdóm so ríkan og um lívið har lært. Bert sjey ára gamal tú mammuna misti so unga og lívsins byrðu kann gera so ómetaliga tunga tá neyðin er størst er ofta vónin næst at finna soleiðis var aftur ein fosturmamma at finna tá Harrans vegir vit søkja og álít seta til ugga og linna Hann veita oss vil Kolanámið í Rangábotni tú eisini so víst var har í ódnarveðrið niðan gekk at hjálpa tá spreinging har var á nítjan ára degnum tað var, tit stríddist niðan har børu oman til eingilsmenn bóru, sum á sjúkrahús síðan fóru Lutur tykkara, ei nevndur ella skrivaður var meðan aðrir fingu allan skrivaðan heiður har. Í Trøðum á Sandi okkara mamma kom frá til Tvøroyri hon kom at seyma tá funnu tit saman tú hennar hjartað at fá í Sands kirkju tit hjúnarvígd vóru tá Fluttu til Havnar at seta tykkum búgv Lívið bygdu á sterka trúgv. Tann fyrsti var føddur við Trongisvág og skjótt sóu hini fimm dagsins ljós við Havnarvág kærleiki tín til mammu og okkum øll hjartað bankandi í heimahøll umsorgan og tryggleika okkum gav lívsins sælu føldu og har eg svav. Handilslívið varð tín lutur í hesi verð í heilsølu ymsum - grundin løgd varð her Fór so vestur til Føringahavn Grønlandsfelagið legði til sítt navn Síðani fór undir sjálvstøðugt yrki kent var víða um títt virkið Barnaverndin sum stóð tær so nær í fjórðingsøld tú henni tænti har stundir gav at hjálpa øðrum í neyð friðsælan valdar millum tey Trygt tey sóu bjarta ljósið fyri framman børnini øll, faðirin og mamman. Í ættargransking tú so stinnur var visti um familiuna alla víða hvar veitti ráð og hjálp, vit minnast tað væl trúgv tín sterka fram okkum bera skal dagurin er liðin, síðsta sjón nú tú fór um sýn takka fyri minnir mong, nú sveipaður í hvíta lín. Lívið tú og mamma okkum góvu so trygt lívsleið okkara tit altíð hava fylgt Søgdu okkum frá tí, sum var rætt tá skal lívið falla øllum so lætt Fylg mær Jesus henda dag og nátt Faðir Vár at biðja, nú eg sigi góða nátt. Takk fyri alt og hvíl í friði okkara elskaði pápi. Børnini Minni um pápa okkara Georg J. F. Thorsteinsson f. 19.02.1926 - d. 12.02.2003 Komandi og farandi skúlastjórar í Hoyvíkar Skúla, Birgit Arge og Petur Dahl Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12