Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2003 15 - Eg vil loysa málini heldur enn at grenja um tey. Tað ræður um at broyta tingini og hyggja frameftir, sigur nýggi aðal- stjórin í almanna- ráðnum, Sólja í Ólavsstovu. Sólja, sum er 43 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur, og 1. mars varð hon sett í starv sum aðalstjóri FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen Eftir at hava búð 15 ár í Grønlandi, er Sólja í Ólavs- stovu, saman við familju sínari, flutt heimaftur til Føroya. Sólja og Niels eiga 17 ára gomlu, Ivalu og Janus, sum er 12 ára gamal. Tey eru øll glað um at vera aftur í Før- oyum. Hóast teimum dámdi væl í Grønlandi, gjørdu tey av at flyta heim, tá dóttirin skuldi byrja á studentaskúl- anum. - Tað er so stuttligt at síggja smálombini, sóljur- nar og alt tað, sum hoyrir summarinum til, sigur Sólja glað og hyggur út gjøgnum vindeyga á skriv- stovu síni í Almannaráð- num. Hon sigur, at í Grønlandi er so lítil munur á summari og vetri; tað er nærum bara hitin og kuldin, sum skilja. Har er veðrið ikki so skift- andi sum hjá okkum, og veturin kemur eftir einum degi. Árini í Grønlandi starv- aðist Sólja á lógardeildini og innanríkisdeildini hjá heimastýrinum. Mosfeldt røddi fyri vaksikonu Í løtuni er stemningurin í Grønlandi keðiligur. Grøn- lendingar vilja aftur til røturnar, og tað merkja út- lendingar væl. Nýggi Siumut við Hans Enoksen á odda, vil hava grønlendsku sálina við inn í alt, sum hevur við samfe- lagið at gera. Hetta er ein neyðug gongd fyri grøn- lendingar, men tað kann ikki umgangast, at útlend- ingar, ið búgva har yviri, merkja eitt sindur til tað. - Men eg føldi meg altíð vælkomnan millum grøn- lendarar. Tey eru so øðrvísi enn vit, og har er eingin stætta- munur, greiðir Sólja frá. Tað er henda fitta søga eitt gott dømi um: Tá Mosfeldt ein dagin fekk at vita, at ein av vaski- konunum hevði føðingar- dag, rópti hann hana inn á skrivstovuna, har hann helt eina talu fyri henni, sum rørdi konuna til tárini. Fyri henda høga harra, var líka mikið, hvør konan var. Hon hevði føðingar- dag, og eina føðingardags- heilsan skuldi hon hava. Har yviri er alt so nógv øðrvísi enn hjá okkum. Eitt nú hevur ein veiðimaður nógv hægri status enn ein fiskiskipari. Grønlendingar hava størri virðing fyri einum fangara enn einum presti ella lærara. Skúlarnir hava lítið og einki frálærutilfar á grøn- lendskum; tað sum finst er um, hvussu tú veiðir kóp. Kynið eingin forðing Sólja er fødd og uppvaksin í Havn. Hon og tær fýra systrar hennara gingu allar í Nonnuskúlanum. Foreldur teirra starvaðust bæði í Kommunuskúlanum og hildu ikki, at genturnar skuldu ganga í skúla á teirra arbeiðsplássi. - Í barnaheimi okkara varð nógv tosað um sam- felagsviðurskifti, sigur Sólja. Og ikki er tað so undar- ligt, tí hon er dóttir Katrin og Ólav Michelsen. Ólavur var eitt skifti býráðslimur, og í nøkur ár var hann blaðstjóri á 14. September. Í samband við kvinnu- spurningin hevur Sólja ein sinniligan hugburð. Hon heldur ikki, at sjálvt kynið er nøkur forðing í ar- beiðnum, men møguliga noyðast kvinnur at markera seg betur fyri at verða hoyrdar, heldur hon. Hon sigur, at í Grønlandi er fatanin tann, at konufólk tosa nógv. Men tað er stórur munur á okkum og dønum - føroyingar tosa ikki so nógv. Galdandi lógir skulu virka - Høvuðsuppgáva mín í nýggja starvinum verður at fáa galdandi lógir at virka, sigur Sólja. Men arbeiði hennara er nógv annað enn tað. Eitt nú skal hon hyggja eftir, hvørj- ar lógarbroytingar eru neyðugar. Størsta og mest spenn- andi avbjóðingin verður helst at gera eina nýggja forsorgarlóg, sum skal koma ístaðin fyri verandi lóg, sum er ótíðarhóskandi. Hon skal royna at gera eitt uppskot til eina lóg, sum verður løtt at umsita. Meðan hon smíðjar lógina, má hon allatíðina minnast til, at tað sita nakrir politik- arar, sum eisini skulu góð- taka tað, hon ger, tí annars verður hennar arbeiði til fánýtis. Men lurta vit eftir skoðs- málinum, sum landsstýris- maðurin, Páll á Reyna- túgvu, gevur henni, so verður tað helst eingin trupulleiki. Sólja dugir væl at skilja ímillum politiska viljan og fyrisitingina, sigur hann. Tað er lítið at ivast í, at starvið sum aðalstjóri í al- mannamálum er eitt krevj- andi arbeiði, men Sólja raðfestir tíðina saman við familjuni høgt, og hon roynir eisini at finna tíð til at íðka ítrótt. Sólja gleðist um sóljur Størsta og mest spennandi avbjóðingin hjá nýggja aðalstjóranum í almannamálum, Sólju í Ólavsstovu, verður at gera eina nýggja forsorgarlóg, sum skal koma ístaðin fyri verandi lóg, sum er ótíðarhóskandi. Men høvuðsuppgáva hennara í nýggja starvinum verður at fáa galdandi lógir at virka Páll á Reynatúgvu um Sólju í Ólavsstovu: Sólja er serstakliga fyrikomandi og løtt at samstarva við. Hon er arbeiðssom, greið og dugir væl at skilja millum politikk og fyrisiting. Enn er tíðin stutt, vit hava samstarva, men eg havi longu nógv gott at bera Sólju. 15 14 Nr. 115 - 21. juni 2003 Skúlabørnini á Eiði hava seinastu vikuna saman við lærarum og foreldrum broytt skúlagarðin full- komuliga. Talan er um lið í ætlan skúlans at skapa trivna á øki- num, sigur fyrsti- lærarin SKÚLAGARÐURIN Orð og myndir Edvard Joensen Eiði: Skúlagarðurin á Eiði er gjørdur til fótbóltsvallir, spælipláss og grillstað. Eis- ini eru kendir teknirøðs- figurar málaðir á veggirnar. Alt úrslit av næmingaar- beiði seinastu vikuna. Útnyrðingurin liggur tráur um enn ikki so hvass- ur inn gjøgnum Flógvan. Úti fyri Fløtti liggur ein bátur og andøvir og veit ikki rættiliga, um hann skal halda á Flóríðuna, ella hann bara skal venda og leggja suður aftur eftir Sunda- lagnum. Eitt æl stendur hóttandi yvir Kambinum og fer at leggja seg niður yvir Tjørnuvíkina hvørja løtu, og kanska fer eisini ein farri at merkjast her úti á Horni, her eiðisbørn stríð- ast við at leggja seinastu hond á stórverkið, tey hava verið í holt við seinastu vikuna. Tey umbyggja og prýða skúlagarðin, so hann verður sum ein annar garður at koma í. Tey mála undir hálvtak- inum uttan fyri fimleikar- høllina. Har eru allir teir kendur teknirøðspersónar- nir, umframt kenningar frá bæði Astrid Lindgren og Torbirni Egner. Pippi stendur við ross- inum yvir høvd, og Emil, kúllurin úr Lønnebergi, hevur tikið sína elskaðu húgvu í hondina og kemur stórleypandi at heilsa so blídliga tí fremmanda, sum kemur framvið. Karius og Baktus mugu síggjast í sjóneyku. Men dólgarnir úr Kardo- mummubýi eru meira sjón- ligir. Men eisini teir meira heimligu sagnarpersónarnir sleppa við. Risin og Kell- ingin eru sjálvandi eisini við í roðandi sólsetri eitt vakurt summarkvøld. Vagn Foldbo er fyrsti- lærari við Eiðis skúla. Hann greiðir frá, at hetta, sum gjørt verður, er liður í ætlan skúlans, sum er at fremja trivna, samanhald og eind í skúlanum. Trivnaður er altavgerandi fyri innlæringina, sigur hann. Trívast næmingarnir ikki, læra teir heldur einki. Tí er hetta ein góður háttur at fáa teir at kenna seg væl í skúlanum. At hava brúkt eina viku til hetta arbeiði nú so stutt eftir, at skúlin hevur ligið stillur í tríggjar vikur, held- ur hann ikki vera spilta tíð. – Men setursskúlarnir eru útsettir í summar. Teir verða í heyst í staðin. So ta tíðina hava vit so tikið innaftur, sigur fyrstilærarin á Eiði. Hann greiðir frá, at um- framt at hava málað vegg- irnar, eru eisini gjørd nøkur torn á skúlaplássinum, sum børnini kunnu brúka at klúgva í. Reiggjur eru gjørdar, tveir fótbóltsvallir og fleiri spøl eru málað niður á sjálvt plássið. Uttan fyri eru settir blómukassar upp, sum børnini hava gjørt í smíðstovuni. Og norðan fyri skúlan er gjørt eitt grillpláss, har næmingarnir - og onnur við - kunnu sita og hugna sær í góðum veðri og hava tað sum í útlond- um, sigur fyrstilærarin. Men øll skulu hava at eta, og hesum hevur so eitt lið av næmingum við vaksnum hjálparfólki syrgt fyri hvønn dag, greiðir fyrsti- lærarin á Eiði frá. Vit fara inn aftur at fáa okkum ein kopp av kaffi. Ælið er farið suður um, og tað sama hevur maðurin í bátinum, sum ætlaði sær til útróðrar, gjørt av at gera. Men børnini eru ágrýtin og sansa ikki útnyrðingin, sum ikki skal sleppa at órógva teirra arbeiði. Tey vilja samanhald og trivna Risin og Kellingin hava, sum vera man, fingið heiðurspláss á myndavegginum Terr kendu teknirøðsfigurarnir eru flestir at síggja Teir grava so hugagóður fyri nýggja grillplásisnum Tað krevur sín mann at standa fyri matgerðini, tá eini 20-25 foreldur umframt lærarar eisini skulu hava burturav Tiltakið er liður í at skapa trivna í skúlanum, sigur Vagn Foldbo, fyrstilærari við Eiðis skúla. Tað er fyrstilærarin uttast høgrumegin C M Y K 14