Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 115 - 21. juni 2003 Nr. 115 - 21. juni 2003 17 Ungmannafelagshúsi ð í Nólsoy skal gerast rúmligari, meira nú- tímans og betur at- komiligt hjá øllum borgarum landsins. Í hesum sambandi skipar Royndin fyri neytamykjukapping, báli, matsølu og dansi í Nólsoy í kvøld. Ritan og Norðlýsið sigla í samband við tiltøkini TILTØK Vilmund Jacobsen Í kvøld og í nátt verður stórt innsavningartiltak í Nólsoy til frama fyri ung- mannafelagið í bygdini, Royndina. Í eina tíð hava nólsoying- ar og fólk við tilknýti til bygdina selt lutaseðlar kring landið, sum eru við í eini neytamykjukapping. Malan Hansen sigur, at lutaseðlarnir kosta 100 kr. hvør, og higartil hevur eydnast at selja einar 600 seðlar. Tá ið vit frættu úr Nólsoy hóskvøldið, vóru einir 80 seðlar eftir av teimum 676, sum felagið læt prenta. Neytamykjukapping Í kvøld verður so eitt rætti- liga stórt tiltak í Nólsoy, og í hesum sambandi siglir Norðlýsið úr Havn kl. 21, og síðan siglir strandfara- skipið, Ritan, úr Nólsoy kl. 04.30. Skráin fyri kvøldið byrjar við neytamykjukappingini, sum verður kl. 19. Tá fara tveir mans, Ivan og Beinir, at leiða ein tarv- kálv eysturi á Mýrum á ein- um øki, sum er 13 ferðir 13 metrar stórt. Tá ið hesin hevur gjørt sína skyldu fýra ferðir, er greitt, hvør eigur vinn- ingarnar á lutaseðlunum. Hetta er tó ikki tarvurin, sum vunnin verður. Vinn- ingurin kemur frá MBM- Kjøti í Hósvík. Tað er ein tarvkálvur, pakkaður í fjórðingar, har bitarnir ella stykkini eru klár at seta í ovnin ella koyra í grítuna. Sostatt verða fýra vinn- ingar at vinna í hesi kapp- ing. Malan sigur, at tað hevur gingið rímiliga væl at selja lutaseðlarnar til neyta- mykjukappingina, og hon vónar, at flestu seðlar eru seldir, tá ið kappingin um fjórðingarnar byrjar í kvøld. Bál og grill Í kvøld kl. 20 verður eisini sólstøðubál á Mýruni ella uppi á Hørgini, og har verð- ur eisini grillveitsla. Eitt nú pylsur, kjøt á spjóti og bakaði epli kunnu keypast, eftir at tarvurin hevur gjørt sína skyldu, og vinnararnir eru funnir. Malan sigur, at kl. 23 byrjar harmonikudansurin, og æltanin er, at hann varar til kl. 04. - Vit hava roynt at fingið onkran tónleikabólk út higar at spæla, men líkt er til, at hesir eru nógv upptiknir í vikuskiftunum. Men vit hava góðar tónleikakreftir her úti í Nólsoy, so tað er eingin trupulleiki. Hilmar Joensen, Charles Gade og Rene Hansen fara at spæla til dans. Teir duga allir síni ting og eru royndir í leikum, so dansurin verður ikki verri fyri tann skuld, at tað eru nólsoyingar og fólk, sum búgva í Nólsoy, sum her taka um endan, sigur Malan. Atgongumerkini til dans- in í kvøld kosta bert 60 krónur, og høvið verður at keypa smurt breyð og okk- urt at skola breyðið niður við. - Fólk kunnu keypa breyð við eitt nú skerpikjøti og rullupylsu, og tvær hálvar breyðflísar fáast fyri bert 10 krónur. Malan sigur, at dansurin verður niðri undir í ung- mannafelagshúsinum, með- an sølan av breyði og lesk- andi verður uppi á. Sum nevnt, siglir Ritan úr Nólsoy aftur kl. 04.30, og tí er einki til hindurs fyri, at onnur enn nólsoy- ingar eisini nýta høvi at uppliva neytamykjukapp- ing, bál, grill og harmon- ikudans í Nólsoy í kvøld. Tosað hevur verið um at fáa Norðlýsið, sum siglir út til Nólsoyar kl. 21, eisini at gera ein túr kl. 23, men í skrivandi stund er ikki greitt, hvussu verður við hesum. Royndin útbyggjast Malan sigur, at endamálið við tiltøkunum í Nólsoy í kvøld og lutaseðlasøluni, sum verið hevur, er, at savna inn pening til út- bygging og umbygging av ungamannafelagshúsinum, Royndini. - Ætlanini er at byggja einar 10 metrar uppí húsið eystureftir, og somuleiðis er ætlanin at nútímansgera felagshølini, soleiðis at tey nøkta tann tørv, sum neyð- ugur er við eitt nú umstøð- um fyri brekað, brúsurúm- um og øðrum fasilitetum. Malan Hansen sigur, at kommunan hevur latið grundøkið til uppíbygging- ina, og ætlanin er, at bygg- ingin skal byrja, áðrenn langt um líður. - Royndin eigur nakað av peningi, men neyðugt verð- ur at taka upp lán, skal uppíbyggingin og umbygg- ingin fremjast undir einum, sigur hon. Brian Hansen er for- maður í ungmannafelagn- um, Royndini, og Torbjørg Jacobsen er næstformaður. Neytamykjukapping, bál, grill og dansur Tað verður neyvan sum á ovastevnu í Nólsoy i kvøld, har tilsamans 800 fólk vóru í dansi fríggjakvøld og leygar- kvøld. Nólsoyingar vænta tó, at tey tiltøk, sum verða í kvøld við neytamykjukapp- ing, báli, grill og harmoniku- dansi fara at "lokka" nøkur fólk út í oynna, nú ferða- sambandið verður so gott. Mynd: Eirikur Lindenskov Í sambandi við innsavning- artiltakið í Nólsoy í kvøld, siglir Norðlýsið til Nólsoyar kl. 21 og møguliga aftur kl. 23. Klokkan 04.30 sleppa fólk úr aftur Nólsoy við stand- faraskipinum, Rytinu. Mynd: Eirikur Lindenskov - Fyri mær er eingin ivi um, at skulu munagóð úrslit náast, er neyðugt, at felagið hevur fíggjarliga orku, soleiðis at pro- fessionelt fólk kann manna eina útoyggja- skrivstovu. Her verð- ur neyðugt at arbeiða fyri teimum mongu og góðu hugskotun- um til menning, framburð og trivna á útoyggjunum, segði Óla Jákup úr Dímun á ársfundinum hjá Útoyggjafelagnum í Mikladali seinasta leygardag ÚTOYGGJAFUNDUR Vilmund Jacobsen Útoyggjafelagið, sum sein- asta leygardag helt ársfund í Mikladali, varð formelt stovnað í Skúvoy fyri ein- um ári síðan. Við hetta høvi, skipaðu skúvoyingar fyri megnar stevnutiltaki, sum var væl umtókt millum tey, sum vitjaðu í oynni hendan dagin. Tiltakið í Kalsoynni, har næsti ársfundurin hjá Út- oyggjafelagnum varð hildin seinasta leygardag, var eis- ini við stevnu, sum feløgini í oynni, skipaðu fyri. Skráin byrjaði leygardag- in kl. 9.00, tá ið fólk fingu morgundrekka á Syðradali. Kl. 10-10.30 sama morgun greiddi Asbjørn Lómaklett frá minnisvarðanum. Útoyggjafelagið helt árs- fund í Avhaldshúsinum í Mikladali frá kl. 11-13, og síðan var døgurði fyri teim- um, sum knýtt eru at felagsvirkseminum. Klokkan 14 setti Finn- bogi Ísakson, útoyggja- stevnuna á Trøllanesi, og síðan var felagssangur. Eftir setanina, var kon- sert á Trøllanesi við Frænd- um og Brandi Enni. Seinnapartin varð skipað fyri gongutúri norður á Kallin, eins og tiltøk vóru fyri børn. Seinni um dagin og út á kvøldið vóru øll tiltøkini, ið eftir vóru, á Húsum. Andras Joensen greiddi frá kirkjuni á Húsum, og eftir nátturða var tombola, skjótibreyt og søla av smyrlubreyði í Bygdarhús- inum. Klokkan 20 var eggjakast og togtogan, og um somu tíð høvdu fólk eisini høvið at vitja skúlan, har fram- sýning var av list og søla av ymiskum hondgjørdum lut- um. Í Bakka-handlinum á Húsum var eisini framsýn- ing av ymiskum gomlum og áhugaverdum lutum. Ritan sigldi eykatúr í Kalsoynna kl. 23, og væl áðrenn hon kom út í oynna, var longu føroyskur dansur beint niðanfyri bygdarhúsið á Húsum. Lagið var gott, og fólk hugnaðu sær. Nøkur fóru avstað aftur fyrr um kvøld- ið; onnur fóru til Klaksvík- ar við Alfa Pilot hjá Tór- leifi Sigurðssyni, og upp- aftur nøkur fóru við Rytuni. Men tað var ikki soleiðis, at allir gestirnir fóru heim- aftur hetta kvøldið. Tað vóru eisini tey, sum eftir vóru og hugnaðu sær alla náttina saman við kalsoy- ingum. Útoyggjaskrivstova Á ársfundinum hjá Út- oyggjafelagnum, helt formaðurin, Óla Jákup úr Dímun, at kansoyingar høvdu lagt nógv fyri til tess at skipa fyri eini góðari stevnu. - Stóra tøkk havi tit øll her á staðnum fyri hetta stóra tiltak, ið heilt vist hevur stóran týdning fyri samanhaldið oyggjana millum. Formaðurin leit annars aftur um bak, nú fyrsta árið er liðið, síðan felagið for- melt varð stovnað. - Vit kunnu spyrja, um tey mál, sum rokkin eru, eru nøktandi. Sjálvur vildi eg fegin kunna víst á fleiri og størri úrslit av arbeiðin- um hjá felagnum. Hann vísti á, at sum tað allar fyrsta, setti felagið sær sum mál at stovna eina útoyggjaskrivstovu. - Fyri mær er eingin ivi um, at skulu munagóð úr- slit náast, er neyðugt, at fel- agið hevur fíggjarliga orku, soleiðis at professionelt fólk kann manna eina slíka skrivstovu. Her verður neyðugt at arbeiða fyri teimum mongu og góðu hugskotunum til menning, framburð og trivna á út- oyggjunum. Hann helt, at avvarðandi myndugleikar helst partvís skilja tørvin til ábøtur og nógvum økjum. - Men skulu vit náa úr- slitunum, krevjast stórar fyrireikingar, og somuleiðis er avgjørt neyðugt at finna røttu leiðirnar og manna- gongdirnar. Óla Jákup helt, at hesar uppgávur eru so mikið tíð- arkrevjandi, at eingin kann vænta, at arbeiðið verður nóg munagott í longdini bara við sjálvbodnari ar- beiðsmegi. - Her haldi eg tað vera passandi at takka Olgu Biskopstø fyri tað arbeiði, hon hevur gjørt og fram- vegis ger. Hann segði, at eftir at hava fundast nógv, havt samrøður og skrivað um- sóknir til Oljumálaráðið, hevur felagið nú eina til- søgn uppá 100.000 kr. í ár til rakstur av eini skriv- stovu. - Hetta gevur møguleikar til eitt hálvtíðarstarv tað, ið eftir er av hesum árinum, segði Óla Jákup. Hann kunngjørdi á fund- inum, at Olga er sinnað at átaka sær hesa . Uppgávu, og viðmælti hann staðiliga, at hon verð- ur sett í hetta starvið. - Eg vil siga, at hetta kann vera ein byrjan. Vit mugu tó arbeiða av øllum alvi fyri, at felagið kom- andi fíggjarár kemur á løgtingsins fíggjarlóg við eini helst trífdaldaðari upp- hædd. Útoyggjar og SL Óla Jákup í Dímun fegn- aðist eisini um, at Strand- faraskip Landsins hevur víst viljan til at hoyra sjón- armiðini hjá Útoyggjafel- agnum á samferðslu- økinum. - Eftir at hava hoyrt okk- ara sjónarmið, vórðu stig tikin til at betra um tænast- una. Tó tykist, sum polit- iski myndugleikin ikki vil ella hættar sær at gera broy- tingar og skerja, har ferða- samband er fleiri ferðir dagliga - til fyrimuns fyri útoyggjarnar. Formaðurin segði, at Vinnumálastýrið - sum svar uppá skriv hjá felagnum - júst hevur sagt, at vilji er til staðar at bøta um tænastu- støðið við tyrluflúgvingini. Kortini vil ráðið bíða, til nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Atlantic Airwais og Strandfaraskip Landsins, væntandi einaferð til heystar. - Vit hava í nevndini sett okkum fyri at koma eitt sit víðari við ætlanini um vinnuhúsini ella fram- leiðsluhúsini. Best hevði verið, um vit fingu gjørt eitt so at siga liðugt projekt, sum vit kundu lagt fyri myndugleikarnar, segði hann. Av øðrum málum, sum felagið hevur arbeitt við, nevndi Óla Jákup úr Dím- un, at felagið hevur fylgt við arbeiðinum hjá skúvoy- ingum og fólki í Fugloy at finna eina loysn í málinum um oljutunnurnar. - Vit eru eisini á veg inn í málið við trupulleikanum á gsm-samskiftinum ymsa- staðni í oyggjunum. Óla Jákup segði, at fel- agið eisini hevur gjørt eina roynd at kunna seg um møguleikarnar fyri vinnu- ligum tiltøkum á út- oyggjum. - Vit vóru og tosaðu við Rasmussen & Weihe, men eru ikki komin víðari við hesum enn, segði hann. Formaðurin segði, at fel- agið eisini arbeiðir við at fyrireika eina verkætlan um mentanarlig landsløg, sum tíðarritið, Glóðin, hevur skrivaðu um. - Vit meta annars, at Glóðin livir upp til sítt navn. Hetta er eitt blað, sum kann halda lív í kjak- inum um útoyggjarnar, og tað fegnast vit um, segði Óla Jákup úr Dímun, for- maður í starvsnevndini í Útoyggjafelagnum. Ein útoyggjaskrivstova er altavgerandi Útoyggjafelagið varð formelt stovnað í Skúvoy í fjør. Seinasta leygardag helt felagið ársfund í Mikladali, og komandi ár verður ársfundurin í Hesti Mynd: Guttormur Sørensen Børnini hugnaðu sær óført á útoyggjastevnuni í Kalsoynni, sum feløgini í Kalsoynni skipaðu fyri í sambandi við ársfundin hjá Útoyggjafelagnum Mynd: Guttormur Sørensen C M Y K 17 16