leygardagur 21. juni 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 115 - 21. juni 2003
Nr. 115 - 21. juni 2003
19
UTTAN ÚR HEIMI
Noregi nýtist ikki ES ella
EBS
Ein kanning, sum uttanríkispolitiski stovnurin í Oslo
hevur gjørt, kemur til ta niðurstøðu, at tað fær ikki
stórvegis ávirkan, hvørt Noreg fer upp í ES, varðveitir
verandi EBS-skipan ella fær eina skipan sum ta
sveitsisku, sum ber í sær, at landið skal gera semju við
ES um hvørt málsøki sær.
Fer Noreg upp í ES, fer tað serliga at ávirka landbún-
aðin og fiskivinnuna. Granskararnir siga, at ES-lima-
skapur fer at gera, at norsku bøndurnir fara at fáa minni
stuðul, enn teir fáa í dag, men nakað annað er, at teir
kortini fara at missa ein part av stuðlinum orsakað av
komandi broytingum hjá heimshandilsfelagsskapinum.
Skal Noreg hava eina skipan sum ta sveitsisku, er
fiskurin góður at hava sum býtisvøra, siga granskar-
arnir, men samstundis siga teir, at fer Noreg upp í ES,
kann roknast við, at ES fer at broyta sín fiskivinnu-
politikk, sum hann fer at líkjast meiri tí norska.
Potter í rættin
JK Rowling, sum hevur skrivað tær væl umtóktu bøk-
urnar um Harry Potter, hevur stevnt amerikanska
blaðnum New York Daily News, tí blaðið hevur prenta
brot úr teirri fimtu Harry Potter-bókini, sum kemur út
í dag.
Blaðið prentaði mikudagin brotúr nýggju bókini og
avdúkaði samstundis fleiri av teimum mest spennandi
táttunum í bókini. Tí vilja RK Rowling og útgevarafel-
agið í USA hava endurgjald, og tey hava nú stevnt
blaðnum eftir fleiri milliónum dollarum, sum tey halda
seg hava mist.
Kortini er áhugin fyri Harry Potter framvegis líka
stórur í USA. Amerikanarar hava bílagt meiri enn eina
millión eintøk av nýggju bókini, og forlagið hevur
prentað átta milliónir eintøk til tann amerikanska
marknaðin.
Umstrídd lóg samtykt
Hóast fleiri av teimum stóru fronsku fakfeløgunum
hava mótmælt uppskotinum, hevur undirhúsið í tjóðar-
tinginum í París samtykt eina lóg, sum ger, at frans-
menn skulu verða longri á arbeiðsmarknaðinum fyri at
fáa pensjón.
87 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum og 20 ímóti.
Serliga sosialistarnir hava mótmælt uppskotinum, sum
teir siga vera tað grovasta álopið á franska vælferðar-
samfelagið í mong ár.
Sum er gevast flestu fransmenn at arbeiða, tá teir eru
um 60 ára aldur, men nýggja lógin krevur, at teir skulu
verða longri á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa somu
pensjón sum nú. Stjórnin sigur, at broytingin er neyðug
fyri at fíggja tær altsamt veksandi pensjónsútreiðslur-
nar. Somu tankar eru frammi í Týsklandi og Italia.
Tystur norðmaður
Løgreglan á markinum millum Danmark og Týskland
tók í vikuni ein norðmann, sum hevði 3.333 kassar av
øli ella 80.000 ølfløskur, sum hann hevði stúgvað
saman í einum viðfestivogni.
Løgreglan sigur, at maðurin skuldi koyra ølið til eitt
ávíst stað í Danmark, haðani tað so skuldi sendast til
Noregs í smærri nøgdum. Vanliga fáa tey, sum smugla
ov nógv øl um danska markið, bót, men í hesum førin-
um var nøgdin so stór, at norðmaðurin kann vænta at
enda í fongsli, sigur løgreglan.
Danska stjórnin hevur seinastu árini roynt fleiri stig
fyri at tálma tí stóra ølkeypinum sunnan fyri markið,
men uttan stórvegis úrslit. Tað er heldur ikki so løgið,
at fólk fara um týska markið at keypa øl. Í vikuni kost-
aðu fimm kassar av øli 200 krónur har.
Amerikansku her-
menninir skutu sivil-
fólk í krígnum í Irak.
Teir drupu eisini
særdar irakskar her-
menn og lótu aðrar
liggja á vígvøllinum.
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
Ein av amerikansku her-
monnunum, tann 22 ára
gamli Michael Richardson,
sigur við enska blaðið Ev-
ening Standard, at hann
hevði ongar trupulleikar av
at skjóta fólk, sjálvt um tey
vóru í sivilum klæðum.
Vóru tey har, vóru tey fígg-
indar, sama um tey vóru í
hermannabúna ella ikki,
sigur hann við blaðið.
Ein
annar
hermaður,
Anthony Castillo, sigur tað
sama.
- Komu vit fram á sivil-
fólk, gjørdu vit tað, sum vit
skuldu gera, sigur hann.
Teir báðir amerikansku
hermenninir leggja afturat,
at irakar brutu eisini tær
lógir, sum eru galdandi í
kríggi, tí nógvir irakar, sum
bardust ímóti amerikanar-
unum, vóru í sivilum klæð-
um. Teir nevna millum ann-
að, at í einum bardaga vest-
an fyri Bagdad, bardust teir
við 400 irakar, og at 70 pro-
sent av irakunum vóru í
vanligum klæðum.
- Tað ringasta, sum ein
kundi gera, var at hjálpa
einum særdum iraka. Vit
vildu ikki hava nakrar
krígsfangar. Tá ein berjist
ímóti øðrum, er ein so
ræddur og hatar fíggindan
so nógv, at tað kann ikki
sigast við orðum. Men fyri
at siga tað stut: Vit vildu
ikki, at teir skuldu yvirliva,
sigur amerikanski hermað-
urin John Meadows við Ev-
ening Standard.
Teir tríggir hermenninir
greiða eisini frá, at sivil-
klæddir irakar vórðu tiknir
upp í amerikansk hernaðar-
akfør og síðani skotnir. Tað
ráddi um at fjala drápini, so
eingin tók mynd ella film-
aði tað, sum hendi, siga
teir.
Hermenninir halda kort-
ini ikki, at tað ber til at
kalla teir sivilklæddu irak-
arnar ósekar, tí fleiri teirra,
eisini kvinnur og børn,
royndu at renna á amerik-
ansku hermenninar við
bilum sínum, siga teir.
Drupu sivilfólk og lótu særdar
hermenn liggja
Ein lastbilaførari hev-
ur viðgingið, at hann
skuldi kvetta veirar-
nar, sum halda stóru
brúnni Brooklyn
Bridge í New York.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tann 34 ára gamli lastbila-
førarin Iyman Faris hevðåi
fingið boð frá felagsskap-
inum al-Qaeda um at oyði-
leggja veirarnar, sum halda
Brooklyn-brúnni
uppi.
Løgmálaráðið í Washing-
ton sigur seg hava prógv
fyri, at ætlanin var klár, og
lastbilaførarin skal hava
játtað, at hann var við til at
leggja ætlanina til rættis.
Sjálvur skal tann 34 ára
gamli maðurin hava sagt
løgregluni, at hann gjørdi
av at sleppa ætlanini, tí
brúgvin er ov væl vard.
Hann hevði tí sent sínum
yvirmonnum boðini "Tað
er ov heitt", og tey merktu
sambært løgregluni, at tað
bar ikki til at fremja at-
sóknina.
Iyman Faris er føddur í
Kashmir. Hann kom til
USA í 1994 og hevur verið
amerikanskur ríkisborgari
síðani 1999.
Amerikanski
løgmála-
ráðharrin, John Aschroft,
sigur, at í gerandisdegnum
var maðurin raskur og álít-
andi, men samstundis var
hann
yvirgangsmaður.
Hevði hann fullført ætlan
sína, hevði tað kostað
nógvum amerikanarum lív-
ið, tí ferðslan um Brooklyn
Bridge er ovurstór.
Skuldi kvetta Brooklyn Bridge
Al-Qaeda ætlaði at kvetta veirarnar, sum halda Brooklyn-brúnni uppi, men umfatandi vaktarhald fekk yvirgangsmannin at
sleppa ætlanini
Kríggj gerast alt meiri
og meiri ræðulig, og
einki mark er fyri,
hvat verður gjørt fyri
at raka fíggindan.
Nógvastaðni eru tað
kvinnurnar, sum líða
undir hesum, sigur
finska Elisabeth
Rehn, sum hevur
vitjað 14 krígsøki.
KRÍGSRÆÐULEIKAR
Árni Joensen
Saman við liberisku kvinn-
uni Ellen Johnson Sirleaf
hevur Elisabeth Rehn ferð-
ast úr Eysturtimor til Kam-
bodja, úr Miðeystri til
Balkan, í Kolombia og hað-
ani til tey ófriðarligu økini í
Somalia, Sierra Leone,
Liberia og Guinea.
- Nógvar av hesum
ósemjunum
hava
ein
felagsnevnara. Tað snýr seg
um ræðið á landsins nátt-
úrutilfeingi so sum dia-
mantum, kokaini og olju,
og tað er í hesum ósemjum,
at vit síggja ta mest harð-
rendu framferðina, sigur
Elisabeth Rehn. Sjálv hev-
ur hon verið finskur verju-
málaráðharri, men seinastu
tíðina hevur hon arbeitt
sum óheftur ST-serfrøðing-
ur, og uppgáva hennara
hevur verið at skriva eina
frágreiðing um lutin hjá
teimum báðum kynunum í
sambandi við kríggj eins
væl og frið.
Hon fekk eitt ár til upp-
gávuna, og hetta árið skuldi
hon vitja tey ringast raktu
krígsøkini. Serliga skuldi
hon halda eyga við, hvussu
kvinnurnar hava havt og
hava tað, hvussu kríggj
ávirkar teirra uppfatan av
monnum og valdi, og
hvørjir møguleikar eru fyri
menning í økjunum.
Skelkandi veruleiki
Elisabeth Rehn og Ellen
Johnson Sirleaf tóku av
avbjóðingini, og á teirri
longu ferðini hava tær tosað
við nógvar kvinnur, felags-
skapir, politikarar og ríkis-
leiðarar í fjúrtan londum.
Mikudagin kunngjørdu tær
báðar
frágreiðingina
"Kvinnur, kríggj og friður"
á einari ráðstevnu í Oslo.
Veruleikin er skelkandi,
sigur Elisabeth Rehn.
- Eg visti ikki, at neyð-
tøka er eitt so vanligt vápn í
slíkum ósemjum. At kalla
allar genturnar, sum vit
hittu í Kongo, og sum vóru
eldri enn tíggju ár, høvdu
verið fyri neyðtøku, og
meiri enn 90 prosent av øll-
um húskjunum har hava
mist eitt ella fleiri, sum
hava verið neyðtikin. Í
Rwanda fingu allir HIV-
smittaðir menn beinleiðis
boð um at neyðtaka so
nógvar kvinnur hjá fíggind-
anum, sum til bar.
- Aftaná høggja menninir
aðra hondina av teimum
neyðtiknu kvinnunum, ot
vit sóu nógvar gentur og
kvinnur, sum høvdu verið
fyri hesari vanlagnu. Í øðr-
um førum løsta neyðtøku-
menninir kynslutirnar hjá
kvinnunum, so tær kunnu
ikki fáa børn. Vit frættu
eisini um menn, sum høvdu
neyðtikið smábørn. Eg fati
ikki, hvat tað eru fyri
ómenni, sum kunnu gera
slíkt. Tað ber ikki til at sam-
meta teir við djór, tí djórini
bera seg ikki soleiðis at,
sigur Elisabeth Rehn.
Bæði í Afrika og Asia er
tað rættiliga vanligt, at
krígsmenn fáa sær eina so-
kallaða "bush wife". Ofta
eru hetta gentur niður í tólv
ára aldur, sum verða noydd-
ar at fylgja við krígsmonn-
unum. Tær kunnu flýggja,
men tora ikki, og tær søgdu
okkum, at tær kendu ein
ávísan tryggleika at vera
saman við hesum monnun-
um. Teir góvu teimum mat
og ta neyðugu trygdina,
men tá tær koma heimaftur,
enda flestu teirra sum
skøkjur, sigur Elisabeth
Rehn.
Eisini í Evropa
Á ferðini hava tær báðar
kvinnurnar eisini verið á
Balkan, har tær skuldu
kanna, hvussu tað stendur
til við mannarættindunum
aftan á kríggini har. Elisa-
beth Rehn sigur, at heldur
ikki har sleppa gentur og
kvinnur undan ágangi, og
hon leggur dent á, at tað eru
ikki einans teir lokalu
menninir, sum standa fyri
áganginum. Síðani kríggini
á Balkan er ein altjóða
hjávera komin hagar, og í
kjalarvørrinum á tí kom ein
veksandi handil við kvinn-
um, sum verða seldar til eitt
lív sum skøkjur.
- Eg havi tosað við fleiri
hundrað av hesum gentun-
um, og tær søgdu mær, at
millum teirra viðsakiftafólk
eru bæði diplomatar, al-
tjóða hjálpararbeiðsmenn
og átrúnaðarligir leiðarar,
sigur Elisabeth Rehn.
Hon greiðir eisini frá, í
høvuðsstaðnum í Make-
donia, Skopje, er eitt
marknaðartorg, har naknar
gentur verða sýndar fram.
Keypararnir eru menn, sum
so eiga genturnar. Kanska
gevur eigarin einum vin-
manni gentuna, ella hann
selir hana fyri hægsta boð.
Hvagar hon fer, og hvat hon
skal gera, viðkemur ikki
eigaranum. Tær
make-
donsku genturnar greiddu
teimum báðum ST-kvinn-
unum frá, at tær verða betri
løntar, um tær játta at hava
samlegu við monnum, utt-
an at teir nýta hít. Hava vit
vandan fyri HIV-smittu í
huganum, er hetta at spæla
við lívið. Og hetta hendir í
Evropa í 2003, sigur Elisa-
beth Rehn.
Eisini sterkar kvinnur
Men tað eru ikki allar
kvinnur, sum gerast offur.
Tað finnast eisini nógvar
sterkar og vitandi kvinnur í
fleiri av hesum londunum. Í
Somalia hittu tær kvinnur,
sum vóru vorðnar leiddar
av at taka ímóti altjóða
hjálp, sum ofta bert er ein
viðfáningur til gerandis-
dagin. Tær vildu heldur
hava teldur og pening, og
tær vóru til reiðar at taka lut
í friðarsamráðingum og at
taka politiska ábyrgd.
Eisini í Kongo hittu tær
eisini kvinnur, sum ikki
vildu lata seg kúga. Har
høvdu kvinnufelagsskapir
savnað pengar, so tær
kundu senda umboð til
friðarsamráðingarnar. Tað
sama er í Irak, sigur Elisa-
beth Rehn. Hon veit um
nógvar irakskar kvinnur,
sum hava góða útbúgving,
og sum eru til reiðar at taka
lut í arbeiðinum at endur-
reisa landið. Men ofta
renna kvinnurnar seg ímóti
tí, sum verður rópt siður
ella átrúnaður, sigur hon.
Fýlist á ST
Hóast hon hevur verið í ar-
beiðsørindum fyri altjóða
samfelagið, aftrar Elisabeth
Rehn seg ikki við at finnast
at júst ST. Hon heldur, at
heimsfelagsskapurin nýtir
ov mong orð, men ger ov
lítið í verki, tá tað snýr seg
um rættindini hjá kvinnum.
Eitt nú vísir hon á, at tað er
sjáldan, at nøkur kvinna
fær leiðandi starv í ST, og
tá samráðingar eru um frið
ymsastaðni, skalt tú vera
heppin
at
síggja
eina
kvinnu við borðið.
- At senda nakrar ST-
menn at áleggja øðrum
monnum at virða rættindini
hjá kvinnum gevur ikki
nakað tað neyðuga trúvirð-
ið, sigur Elisabeth Rehn og
leggur afturat, at tað er
neyðugt at herða trýstið -
ikki bert á felagsskapir,
men á hvørja einastu landa-
stjórn.
Hon heldur ikki, at tað er
rætt at geva Kofi Annan,
aðalskrivara skyldina av, at
ST hevur ikki fylgt sínum
egnu lyftum. Tað eru stjórn-
irnar, sum skulu gera tað
neyðuga arbeiðið. Allar
stjórnir.
(Kelda: Aftenposten)
UTTAN ÚR HEIMI
Neyðtøka vanligt vápn í kríggi
C
M
Y
K
19
18