leygardagur 21. juni 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 • leygardagur • 21. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Møguleikin fyri at ein
føroyskur spælari fyri
triðju ferð nakrantíð
skal vinna danska
meistaraskapin í fót-
bólti verður mettur at
vera rættuliga stórur
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
SOSIALURIN-KEYP-
MANNAHAVN: Á mid-
degi í gjár vóru umleið
tredivu túsund atgongu-
merki seld til uppgerðina í
Parkini í morgin, tá ið FCK
skal taka seinasta stigið á
leiðini ímóti danska meist-
araskapinum í fótbólti.
Hesa ferð er pláss fyri 36
túsund og ikki 41 túsund.
Tað kemst av, at teir í FCK
undan mikudegnum høvdu
selt atgongumerki uttan
neyva stólamerking.
Í DBU rokna teir við, at
tað verður FCK og ikki
Brøndby, sum fer at vinna
DM. DBU hevur gjørt av, at
steypið og gullkrónurnar
skulu vera í Parkini. Um
tað verður Brøndby, sum
verður meistari, og ikki
FCK, so fáa teir í Brøndby
gullið, tá ið teir koma aftur
úr Silkeborg. Men tað
verður altso roknað við, at
FCK fer at vinna á AGF, og
at DBU harvið fer at sleppa
av við viðførið í Parkini.
Einki annað hevur verið
at hoyrt, enn at Todi Jóns-
son verður millum teir
fyrstu ellivu. Tað er rættu-
liga ivasamt, um Jørgen
Pettersson verður tøkur, og
Morten
Bisgaard,
sum
mikukvøldið var á mið-
vøllinum í høgru, er orsaka
av skaða rættuliga ivasam-
ur. Um hann ikki verður
tøkur, so fer málskjúttin
mikukvøldið, Hjalte Nørre-
gaard, sjálvandi at spæla í
miðvallarplássinum
í
høgru.
Tvær ferðir áður
At ein føroyingur skal vera
á danska fótbóltsliðnum,
sum undan síðsta umfarin-
um liggur best fyri at gerast
meistari, er framúr. Um tað
fer at eydnast hjá Toda
Jónsson og liðfeløgunum at
vinna DM, so verður tað
kortini ikki fyrstu ferð, at
ein føroyingur gerst dansk-
ur meistari í fótbólti. Veru-
leikin er tann, at tað í
nýggja túsund árinum er
vorðið regulin heldur enn
undantakið, at føroyingar
eiga lut í danska meistara-
skapinum.
Í 2000 var Jákup Mikkel-
sen málverji hjá Herfølge,
sum púra óvæntað vann
DM. Málverjin varð mettur
at eiga stóran lut í góða
Herfølge avrikinum.
Í 2001 var Todi Jónsson á
liðnum hjá FCK, sum vann
DM. Hann var so mikið
eyðsýndur,
at
Michael
Laudrup, sum tá var hjálp-
arvenjari hjá Morten Olsen
á danska landsliðnum, stað-
festi, at um Todi hevði ver-
ið danskari og ikki føroy-
ingur, so hevði hann verið
evni til álopspláss á danska
landsliðnum.
Í fjør vann Brøndby DM.
Tað gjørdu teir, tí teir í
avgerandi uppgerðini ímóti
FCK í Parkini í síðstu løtu
javnaðu til 1-1. Tað var
stórt vónbrot fyri FCK.
Aftaná snúði mesta um-
røðan í donsku pressuni seg
um, at dómarin, Kim Milt-
on Nielsen, ikki hevði
bríkslað í tveimum støðum,
tá ið Brøndby menninir
heilt greitt høvdu gjørt
brotsspark ímóti Toda Jóns-
son. Um FCK hevði havt
fingið brotsspørkini og
høvdu skorað, so høvdu tað
verið teir og ikki Brøndby,
sum høvdu vunnið DM. Í
morgin hava Todi og lið-
felagarnir nýggjan møgu-
leika.
Møguleikin hjá
Jákupi Mikkelsen at
flyta til felagið norð-
an fyri Keypmanna-
havn hvarv hósdagin
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
SOSIALURIN-KEYP-
MANNAHAVN:
Jákup
Mikkelsen spøkir í Farum.
Tað var ein av yvirskrift-
unum í blaðnum fyrr í vik-
uni. Tíðindini vóru um-
vegis bold.dk komin úr
Noregi, har eitt av bløð-
unum í Molde økinum
segði seg vita hetta fyri
vist.
Hósdagin bórust onnur
fótbóltstíðindi í danska
høvuðsstaðnum, sum rættu-
liga sannlíkt hava við sær,
at Jákup Mikkelsen ikki
verður nýggjur málverji í
Farum.
DR1 visti hóskvøldið at
siga, at Farum hevur skriv-
að sáttmála við Jan Hoff-
mann, sum er 32 ára gamal
og harvið javngamal við
Jákup Mikkelsen. Hesin
Jan Hoffmann hevur higar-
til verið málverji í AB.
Inntil fyri einum stórum ári
síðani var hann sjálvsagdur
millum stólparnar hvørja
ferð, og møguleikin varð
mettur at vera stórur fyri, at
hann fór at fáa møguleikan
sum triði danski málverjin -
aftaná Thomas Sørensen og
Peter Kjær - í HM enda-
spælinum,
sum
síðsta
summar var í Japan og
Suðurkorea.
Men so varð Jan Hoff-
mann eitt sindur skaddur,
og AB keypti liðfelagan hjá
Óla Johannesen í Hvidovre.
Hann eitur Stephan Ander-
sen, sum var málverji á U-
21 landsliðnum. Jan Hoff-
mann vann ongantíð pláss-
ið millum AB stólparnar
aftur, og nú hevur hann
funnið sær annað arbeiðs-
pláss, har sannlíkið verður
mett stórt fyri, at hann fer
at spæla hvørja ferð. Tað
verður tað, tí hvørgin av
teimum báðum, sum sein-
asta kappingarárið hava
kappast um plássið í Farum
málinum, fara at halda fram
í felagnum.
At Farum valdi sær Jan
Hoffmann framum kanska
Jákup Mikkelsen og aðrar
kemst fyrst og fremst av
venjaranum.
Christian
Andersen,
sum
nú
er
venjari í Farum, hevur verið
venjari í AB. Hann helt
nógv av Jan Hoffmann,
sum undir hansara leiðslu
átti fast pláss millum stólp-
arnar hvørja ferð.
Tvey mál framvegis
tóm
Pláss millum stólparnar í
stórum feløgum hanga ikki
á trøunum, um tað ber til at
brúka ta vendingina. Eitt nú
í FCK og Brøndby hava teir
fleiri dýrar málverjar. Tað
er ikki so langt síðani, at
OB málverjin, Karim Zasa,
varð mettur sum ein tann
besti í Danmark. Eftir
summarfrítíðina skal hann
spæla við Brøndby. Spurn-
ingurin er kortini, um hann
fer at megna at sleppa upp í
part ímillum teir bestu.
Síðani Mogens Krogh gavst
á nýggjárinum, hevur Claus
Ankergreen, sum teir ikki
rættuliga roknaðu við í
Brøndby, havt møguleikan
at vísa, hvør dugur er í hon-
um, og hann hevur tikið av.
Í FCK var svenski lands-
liðsmálverjin
Magnus
Kihlsted fyrsti málverji í
fjør. Tað gekk eitt sindur
upp og niður hjá honum, og
tí fekk Rune Pedersen
møguleikan. Saman við
Toda Jónsson var hann ein
av teimum, sum ikki vildi
skriva undir nýggjan sátt-
mála við FCK. Hann flutti
til Italia, men har hevur tað
ikki hilnast væl, og fyrr í
hesi vikuni varð Rune
Pedersen
nevndur
sum
møguligur nýggjur málverji
í Farum. Nú er tann møgu-
leikin burtur, og tí má Rune
Pedersen
roknast
sum
møguligt málmansevni í
feløgunum, sum framvegis
ikki hava gjørt av, hvør skal
hava ta uppgávuna hjá
teimum.
FCK keypti í fjør ung-
verska málverjan Rabo-
czki, og hann hevur staðið í
málinum, meðan Kihlsted
hevur sitið á beinkinum.
Soleiðis var uppgávubýtið
teirra
millum
eisini
í
Brøndby mikukvøldið.
Føroyskir fótbóltsfjepp-
arar vóna, at Jákup Mikk-
elsen fer at fáa møguleikan
at verja málið í onkrum
felag á høgum støði. Sam-
bært Rudi Voller, týska
landsliðsvenjaranum, so er
Jákup Mikkelsen nóg góður
at vera málverji í týsku
bundesliguni og alla aðra
staðni, sum hann málbar
seg á tíðindafundinum aft-
aná landsdystin næstsíðsta
mikukvøld.
Jákup Mikkelsen hevur
sjálvur sagt, at hann avgjørt
einki hevði havt ímóti at
spælt í donskum felag. Tí er
upplagt at skatta dýpið,
hvussu tað stendur til við
málverjum í superliguni.
Har er skjótt at staðfesta, at
tvey mál standa tóm. Talan
er um málið hjá AGF, har
40 ára gamli fyrsti málverj-
in, Erik Bøje, hevur lagt
handskarnar á hillina, og í
FCM, har Peter Skov
Jensen, sum nú er annar
málverji á danska landslið-
num, ikki hevur viljað
skrivað undir nýggjan sátt-
mála. Hann droymir um at
spæla aðra staðni enn í
Danmark.
Donsku feløgini hava
ikki viljað skrivað nýggjar
sáttmálar, áðrenn kapp-
ingarárið hevur verið av, og
tað hevur verið greitt, um
tey fóru at varðveita plássið
í bestu deildini ella ikki. Nú
er greitt, hvør skal spæla
hvar eftir stutta summar-
steðgin. Tí kann roknast
við, at tað heilt skjótt verð-
ur greitt, um dreymurin hjá
Jákupi Mikkelsen aftur at
spæla í Danmark, verður
veruleiki ella ikki.
Í morgin verður føroyadagur í Parkini
Farum hevur fingið nýggjan málverja
Onki er at ivast í, at fleiri
føroysk fløgg verða at síggja í
Parkini í morgin
21
20
Nr. 115 - 21. juni 2003
Fyri fullum sali
mikukvøldið helt
danin Arne Nielsson
ein avbera lívligan og
læruríkan fyrilestur
fyri ítróttarfólkum,
venjarum og felags-
leiðslum. Øll fóru
avstað aftur eitt
sindur ríkari, enn tá
tey komu, men
spurningurin er,
hvussu mong tóku
hansara orð veruliga
til eftirtektar og fara
at royna at liva eftir
teimum
FYRILESTUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Til vanliga før-
oyska tíð, tað vil siga fimt-
an minuttir ov seint kundi
stjórin í Norðoya Spari-
kassa, Eyðfinn Reyðberg
bjóða vælkomin til tey
mongu, sum vóru komin til
fyrilestur
hjá
Arne
Nielsson.
Mong mundu tey verða,
sum hugsaðu sítt, tá stjórin
segði, at fyrilesturin kom at
vara í tríggjar tímar, men
um nakar hugsaði nakað ilt
ella ikki, so vórðu allir
tankar gjørdir til skammar,
tá danin fór í gongd.
Lívliga og vælformuler-
aður fangaði hann hvørt eitt
oyra í salinum og greiddi
við ítøkiligum dømum frá,
hvussu ein kann gera fyri at
økja um møguleikarnar at
náa sínum máli. Ella gerast
ein vinnari – tað veri seg
ítróttarliga, arbeiðsliga ella
heima. Arne leggur stóran
dent á, at størsti parturin av
einum avriki liggur í høvd-
inum á tí einstaka ella liðin-
um. Um ein ikki hevur
rætta hugburðin, so er ikki
so nógv at gera, heldur
hann. Men tað ber til
sambært honum at læra seg
at hugsa rættari.
Hann legði út við at biðja
øll gera eina lítla roynd.
Tað var nakað so einfalt
sum at leggja saman hendur
mótsattan veg, sum tey eru
von. Og hetta vakti eitt
sindur av látri, tí sum vera
man, so var tað ikki so lætt.
Tað kravdi at ein hugsaði
seg um áðrenn. Og upp-
aftur verri bleiv tað so, tá
hann bað øll gera tað í eini
knappari handavending.
Á henda hátt megnaði
hann longu frá byrjan at
gera øllum greitt, at ein
vanabroyting er ikki bara
sum at siga tað.
Arne tosaði millum ann-
að um danska orðatakið:
Tab og vind med samme
sind.
– Tað ber ikki til, stað-
festi hann.
– Um ein hevur vunnið,
so fær ein eyka orku við
fagnaðinum, og tá ein hev-
ur tapt, so er ongin fagnað-
ur og sostatt heldur ongin
orka. Ein er keddur av, at
tað gekk, sum tað gekk, so
tað ber ikki til at siga so-
leiðis og liva eftir tí, segði
Arne Nielsson og var skjót-
ur at leggja afturat, at tað
helst hevur verið ein tapari,
sum er komin við hasum
orðatakinum. Arne tosaði
um at finna tann rætta
hugsunarháttin.
Hann
segði, at fyrst og fremst
hevur fagnaður nógv at
siga. Tað at kunna vísa, at
ein er glaður og somuleiðis
rósa og fagna øðrum, tá tað
gongur væl. At vera líka
skjótur at rósa sum at gera
vart við mistøk.
YES!
Slagorðið fyri kvøldið bleiv
eitt hart YES róp, sum tað
eydnaðist honum at fáa øll,
sum tilstaðar vóru at rópa.
Og her eiga áhoyrararnir
rós. Føroyingar bera orð
fyri at vera heldur torførir
at hava við at gera, tá tað
kemur til teirra egnu lut-
tøku í tílíkum, men hetta
kvøldið lá teirra partur so
sanniliga ikki eftir.
Men um tað vóru áhoyr-
ararnir sum vóru lættir at
hava við at gera ella bara
tað, at tey vóru sum voks í
hondunum á Arne, skal her
vera ósagt. Men sannleikin
er, at tá 20 minuttir vóru
farnir
av
fyrilestrinum
stóðu øll uppi og róptu sítt
fyrsta sannførandi YES,
meðan tey kreptu armin og
hálaðu hann av øllum alvi
til sín og annað beinið var
uppifrá. Og soleiðis helt
hann fram fleiri ferðir við
at fáa áhoyrararnar við.
Hugsa málrættað
Arne vísti ferð eftir ferð
gjøgnum fyrilesturin á, at
tað sum vit eru bangin fyri
sum oftast hendir. Hann
greiddi frá, at um ein,
óansæð hvat ein skal gera,
hugsar
frammanundan:
Bara tað nú ikki miseydn-
ast. Bara eg ikki skjóti við
síðuna av ella okkurt
líknandi, so hendir tað ofta.
– Heilin tekur ikki dagar í
millum hatta ikki, sum vit
ofta hava lyndi til at seta
inn í okkara tankar, og júst
tí hendir tað, sum vit ikki
vilja hava at henda, segði
hann og legði afturat, at ein
skal hugsa um tað, sum ein
vil hava henda ístaðin fyri
tað, sum ein er bangin fyri
fer at henda. Og tað er
lættari sagt enn gjørt, tað
vísti royndin við at leggja
saman hendur øllum.
Hann hevði eina talvu,
har ein strika var beint
tvørtur um miðjuna. Og
hesa strikuna nýtti hann til
at vísa, at um ein er oman
fyri hana, so er ein væl fyri.
Tað er teir góðu dagarnir,
har ein hevur viðvind og
hugsar positivt. Men er ein
hinvegin undir strikuni, so
er talan um tað mótsatta.
– Vit koma øll fyrr ella
seinni undir strikuna, tað
slepst ikki undan, men so
ræður tað um at arbeiða seg
skjótt upp aftur.
Arne Nielsson nýtti ítøki-
lig dømi í sínum fyrilestri
út frá egnum royndum sum
kano-rógvari. Men hann
segði fleiri ferðir, at av
teimum umleið 60 fólkun-
um, sum vóru tilstaðar, so
kundi tað væntast, at bert
eini 15 fóru at broytast eftir
fyrilesturin. Sum also fóru
at fara heim og framyvir
leggja hendur saman mót-
sattan veg.
Arne Nielsson er olymp-
iskur vinnari í at rógva
kano, hevur vunnið tíggju
HM gullheiðursmerki um-
framt 70 DM heiti og má
við sínum einans 60 kg sig-
ast at vera ein avbera lítil
kanorógvari. Í dag rør hann
ikki longur, men ferðast
hann runt og heldur fyri-
lestur út frá egnu royndum
sínum. Fyri stuttum gav
hann út bók í Danmark, og
henda er sera vælmóttikin.
Arne skal halda fyrilestur
sín aftur hóskvøldið og
fríggjakvøldið. Og sunnu-
dagin gongur leiðin heim-
aftur til Danmarkar.
Høvdið kann skapa ein vinnara
Arne Nielsson og Guttormur Sørensen. Nógv ítróttarfólk nýttu høvi til at lurta eftir tí lívliga og serstakliga dugnaliga
fyrilestrarhaldaranum. Øll lótu væl at aftaná
Mynd: Gunnar Nolsøe
Fótbóltsleikarar, rennarar, eldri sum ung, sjálvur stjórin í
sparikassanum…øll reistust upp og róptu so hart YES, at tað
dundraði eftirí. Stemningurin var sera góður millum
áhoyrararnar, og nógvur látur var at hoyra
Mynd: Gunnar Nolsøe
C
M
Y
K
20