leygardagur 21. juni 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2003
23
HB hevur ikki
vunnið í Vági síðani
1991, men vónin er,
at hesi hagtøl verða
broytt sunnudagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað hevur ikki gingið
nakað serligt hjá VB
hetta kappingarárið. Hig-
artil eru bert tvey stig
fingin á kontina, og skal
niðurflytingarspøkilsið
ikki av álvara gera um
seg, er kravið, at nøkur
stig fáast til høldar heilt
skjótt.
Og útlitini fyri hesum
tykjast góð sunnudagin.
Gaman í er HB oddalið í
landskappingini,
men
júst í Vági hevur HB
seinastu nógvu árini tað
so trupult, sum onga
aðrastaðni. Ikki síðani
1991 hevur HB fingið alt
við sær úr Vági, og tó at
dystirnir mangan hava
verið tættir, so hevur
eydnan ikki verið við
havnarmonnunum.
Og í Vági kunnu tey
eisini fegnast um, at
besta VB-liðið loksins
kann fara fullmannað á
vøllin. Mest sum allar
hinar dystirnar hevur
okkurt leikbannið gjørt
um seg, og tá hetta ikki
var støðan seinasta viku-
skifti, var Eyðun Joensen
burturstaddur. Hesa ferð
tykjast tó allir mans at
vera tøkir, og so er
spurningurin bara, hvørt
tað eydnast at halda fast í
góðu hagtølunum.
Tað vóna vágbingar
sjálvandi fer at bera til,
men hjá HB er støaðn eitt
sindur øðrvísi. Liðið er
aftur í ár at finna har
frammi, sum tað er stutt-
ligt at vera, og tí vildu trý
stig í Vági verið sera
kærkomin. Ikki minst nú
talan er um eina hampu-
liga trupla dystarskrá við
útidystum í Vági og á
Toftum, áðrenn granna-
uppgerðin verður í Havn.
At HB yvirhøvur er so
væl fyri nú, kann tykjast
eitt sindur óvæntað. Í
fyrsta lagi tí fleiri av
teimum, sum í fjør vunnu
FM, ikki eru á liðnum
longur, og harnæst tí HB
higartil
hevur
verið
rættiliga meint rakt av
skaðum.
Seinast var tað Rúni
Nolsøe, sum mátti geva
skarvin yvir, og hós-
kvøldið var framvegis
ivasamt, um hann fekk
verið við í Vági. Jan
Dam, Nico Dugaru og
Kári Nielsen eru fram-
vegis úti við skaða, og á
miðvøllinum er Martin
Christiansen
eisini
skaddur í lærkrikanum,
men roknað verður tó
við, at hann bítur pínuna
í seg nøkur umfør afturat.
Eisini hin danin á lið-
num,
Karsten
From,
hevur onkran smáskaða,
men tó at hann ikki hevur
vant við fullari ferð alla
vikuna, so varð tó roknað
við, at hann fór við
Smyrli til Vágs.
Við einum sigri
sunnudagin kann B68
lyfta seg heilt fram í
oddin, og tað var so
ikki tað, sum tókist
mest nærliggjandi
undan kappingar-
árinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Undan kappingini varð sagt
av Toftum, at nú skuldi eitt
nýtt lið byggjast upp við
lokalum kreftum, og tað tí
ikki varð hugsað so nógv
um støðuna á talvuni í ár,
sum tað annars hevur verið
gjørt seinnu árini.
Eftir fimm umfør er boð-
skapurin kanska hin sami,
men tað skerst ikki burtur,
at spenningurin á Toftum er
nakað vaksin, so hvørt sum
stigini er komin inn á kont-
ina.
Sunnudagin fær B68
vitjan av FS Vágum, og um
øll stigini fáast frá upp-
flytarunum, er B68 av álv-
ara at rokna millum odda-
liðini, tá fyrsti triðingurin
av kappingini er farin aftur
um bak.
Viðvíkjandi fólki veðrur
sagt av Toftum, at har er
einasti
ivamálið
Øssur
Jacobsen sum hevur trupul-
leikar við knænum. Leik-
bann hava teir ikki kent
sviðan av enn, so tað er
neyvan hugsandi, at talan
verður um tær heilt stóru
broytingarnar á liðnum.
Hjá FS Vágum verður
kanska heldur ikki talan um
nakra
kollvelting
eftir
greiða tapið seinasta viku-
skiftið, men har eru leik-
bann so smátt við at gera
um seg.
Seinasta vikuskifti fekk
Ruslan Scrilea ikki verið
við, tí hann hevði sæð
ostaskorpuna hjá dómaran-
um. Hann er nú tøkur aftur,
men Bjarni Prior hevur trý
gul kort á kontini og fær tí
ikki verið við.
Ari Thomassen hevur
verið burturstaddur hesa
vikuna og hevur tískil ikki
fingið vant, men hann
skuldi koma aftur til landið
leygardagin, so roknað
verður við, at hann verður
tøkur hjá venjaranum. Tað
verður Rói Árting helst
eisini, eftir at hann var úti
við skaða seinast.
Og so eru kanska útlit
fyri, at vágamenn fáa styrkt
hópin nakað í næstum.
Jógvan Hendrik Samuel-
sen, sum annars hevur verið
búsitandi í Danmark seinnu
árini, flytir nú heim aftur,
og spurningurin er so, hvørt
hann longu nú verður part-
ur av liðnum, ella um hetta
má bíða nakrar vikur.
Týdningurin av dystinum
er í øllum førum stórur, tí
við einum sigri her kunnu
vágamenn førka seg væl
burtur frá niðurflytingar-
strikuni, soleiðis sum málið
varð sagt at vera undan
kappingarárinum.
VB-HB:
HB vil broyta
hagtølini
HB hevur aloftast havt tað sera strævið í Vági, har
seinasti sigurin í landskappingini er 12 ára gamal
Hjá Runavíkingum
ræður um at hanga í
oddinum, meðan
EB/Streymur hin-
vegin helst vil sleppa
púra leyst av botn-
inum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er ikki sørt, at seinsti
sunnudagur mundi kennast
heldur tungur hjá EB/
Streymi. Í hálvan tíma
høvdu teir meistararnar úr
HB væl og virðiliga á knø-
unum, men tað endaði
meira ella minni við sorli,
tá HB brádliga koppaði
øllum.
Tí ræður kanska fyrst og
fremst um at reisa seg
sálarliga hetta vikuskiftið,
tá NSÍ kemur á vitjan, men
nøkur løtt uppgáva verður
tað so ikki.
Runavíkingar hava í ár
hildið fram har, sum teir
sleptu í fjør, og ábendingar
hava til tíðir verið um, at
silvurið frá í fjør helst skal
betrast, og tí er ein sigur
nærum eitt krav hjá teim-
um, nú teir vitja á Eiði.
Heimaliðið hevur mest
sum allar leikarar tøkar.
Einasta
undantakið
er
Andrzej Pacek, sum neyvan
verður tøkur hesumegin
summarsteðgin,
men
í
aðrar mátar tykjast allir
mans tøkir.
Júst saknurin í Pacek
hevur annars verið stórur,
nú ein nýggj miðverja skal
spælast saman, men í Egil á
Bø hevur EB/Streymur í
øllum førum leikaran, sum
kann binda hesa saman.
Júst ein sterk miðverja
má sigast at vera ein
fortreyt móti runavíking-
um, sum fyri tað mesta
hava ført álopini oman eftir
kantunum, fyri síðani at
senda innfyri, men hetta
vápnið verður tó nakað
skert sunnudagin.
Kviki vongurin, Jónstein
Petersen, er nevnliga leik-
bannaður, nú hann longu
hevur fingið trý gul kort, og
tí mugu runavíkingar finna
onkran annan leikara at
taka djúpu renningarnar í
borðinum.
Í aðrar mátar tykjast allir
leikarar tøkir til vikuskiftið.
Christian Høgni Jacobsen
fór út við skaða seinast,
men hesin var helst ikki
álvarsamur,
sum
vandi
tóktist vera fyri, og eisini
Kári Hansen hevur vant við
fullari ferð alla vikuna, eftir
at hann mest sum ikki
hevur verið við í ár vegna
trupulleikar við rygginum.
So er bert eftir hjá Jógv-
an Martin Olsen at finna
røttu
samansetingina
á
liðnum til sunnudagin, men
bara hetta kann í sjálvum
sær gerast torført, tá úrvalið
av møguligum leikarum er
somikið stórt, sum tað í
løtuni tykist vera hjá NSÍ.
B68-FS Vágar:
Nú er aftur stuttligt á Toftum
Toftamenn hava higartil í ár tikið nógv á bóli, og við einum sigri sunnudagin kann liðið førka
seg upp í avgjørda oddin
EB/Streymur-NSÍ:
Heimaliðið skal reisa seg
Runavíkingar hava havt nógv at fegnast um higartil í ár, og á
Eiði verður farið eftir øllum stigunum
23
22
Nr. 115 - 21. juni 2003
B36 hevur ikki ráð at
missa nakað móti KÍ,
sum við einum sigri
veruliga kann skapa
sjógv niður til miðj-
una
UPPTAKT
Jákup Mørk
Seinasta vikuskifti fekk
B36 gongd á tað, sum frá
flestum síðum hevur verið
roknað av liðnum í ár. Leik-
luturin sum favorittur tykist
annars at hava hóvað árs-
talsfelagnum sera illa, og í
nógvum førum hava teir
havt ilt við at skapa neyð-
ugu møguleikarnar, men
tað var so ikki nakar trupul-
leiki í Miðvági.
Spurningurin er so, hvørt
stjørnurnar á liðnum kunnu
halda somu taktina kom-
andi dystirnar. Nakað sum
teir meira ella minni eru
noyddir til, nú teir longu
eru fýra stig aftan fyri
oddaliðini. Ikki minst nú
eitt av hesum vitjar í
Gundadali, har talan sostatt
tykist vera um ein seks-
stiga dyst.
Broytingar hjá KÍ
Og í mun til liðið í Miðvági
verður talan helst bara um
smávegis broytingar hjá
B36. Fróði Clementsen,
sum higartil hevur verið í
miðverjuni, noyddist tá
skaddur av vøllinum, og
hann stóð ikki royndina, tá
venjing var á skránni hós-
kvøldið, og tí má nýggjur
maður setast í hansara stað.
Í aðrar mátar tykist talan
ikki vera um stórvegis
broytingar. Heini í Skorini
er nú av álvara við at koma
í venjing aftur skaðan, sum
hann fekk í steypakapping-
ini, og hann verður vænt-
andi við í hópinum, men
tað verður ikki lætt hjá hon-
um at troka nakran av ver-
andi miðvallarunum burtur
eftir avrikið seinast.
Hjá KÍ tykist eitt sindur
verri statt, tá talan er um
broytingar. Onkur vildi
kanska sagt, at hesar vóru
neyðugar, tí spælið ikki
hevur koyrt so væl, men
hetta munnu venjari og
leikarar tó leggja vertin á,
so leingi sum stigini koma
inn á kontina.
Tað er tó einki at ivast í,
at tað er stórur missur, at
Alexander Djordjevic nú
aftur er skaddur. Talan er
um sama liðbandsskaða,
sum hann fekk móti B36 í
steypakappingini, og sum
tá noyddi hann at ganga á
høkjum eina tíð. Týskvøld-
ið beklaði hann undir venj-
ing, og útlitini benda tann
vegin, at talan er um júst
sama skaða, og so verður
hann ikki tøkur sunnudag-
in.
Tað verður Allan Joensen
kanska heldur ikki, eftir at
hann noyddist av vøllinum
á Skála seinasta sunndag.
Allan hevur tó vant nakað í
vikuni, og tað verður í øll-
um førum roknað við, at
hann verður við í hópinum,
sum fer til Havnar.
Tað vera Jan Andreasen
og Fríðin Ziskason eisini,
eftir at báðir hava verið
burturstaddir, so Jan Joen-
sen hevur í øllum førum
onkur nýggj alternativ at
seta á vøllin, umframt at
hann helst eisini sjálvur fer
at lata seg í gaggurnar. So
er spurningurin bara, hvørt
hann verður millum teir
fyrstu ellivu ella ikki.
Tølini
tala
Tað er sjálvandi einki
avgjørt, fyrr enn dómarin
hevur bríkslað fyri seinastu
ferð í teimum fýra lands-
kappingardystunum, sum
verða leiktir um viku-
skiftið. Men tað skerst ikki
burtur, at tað ofta verður
tikið til, hvussu tað plagar
at hilnast, tá ymsu liðini
vitjað hjá øðrum feløgum.
Eitt nú kann staðfestast,
at HB hevur havt tað sera
trupult í Vági, har tað
ongan tíð er eydnast at fáa
fult seinastu tíggju árini.
Hinvegin kann B68 styðja
seg til, at tað hvørja ferð
hevur eydnast teimum at
halda alt heima, tá FS
Vágar hava vitjað, og í
fleiri førum hevur talan
verið um sera sannførandi
sigrar.
Talvan her á síðuni sýnir,
hvussu tað hevur tørnað út,
tá mótstøðuliðini sunnu-
dagin hava hitst í tilsvar-
andi dystunum í lands-
kappingini seinastu tíggju
árini.
- jm
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
22.06 VB-HB
Suni Johansen
22.06 EB/S-KÍ
Jens Petur Brattalíð
22.06 B36-KÍ
Oddmar Andreasen
22.06 B68-FSV
Dagfinn Olsen
2. deild menn
21.06 B71-Sumba Tummas Pauli Olsen
21.06 B36-AB
Jákup M. Kjeld
21.06 ÍF-TB
Georg N. Rasmussen
21.06 VB-KÍ
Hans F. Hansen
21.06 B68-LÍF
Jón Kári Frederiksen
3. deild menn
22.06 GÍ-Skála
Ove Heinesen
22.06 ÍF-FSV
Jan Gardar
22.06 B36-TB
Andrew Christiansen
22.06 EB/S-NSÍ
Eyðun Kjærbo
22.06 Royn-HB
Poul Erik Jacobsen
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 HB
5
3 - 2 - 0
15
5
10 11
2 GÍ
6
3 - 2 - 1
10
6
4 11
3 KÍ
5
3 - 2 - 0
6
2
4 11
4 NSÍ
5
2 - 3 - 0
10
4
6
9
5 B68
5
2 - 3 - 0
5
3
2
9
6 B36
5
2 - 1 - 2
6
5
1
7
7 EB/
Streymur 5
1 - 2 - 2
6
10
-4
5
8 FS V
5
1 - 1 - 3
7
12
-5
4
9 VB
5
0 - 2 - 3
4
12
-8
2
10Skála
6
0 - 0 - 6
1
11
-10
0
Støðan, 2. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 ÍF
5
5 - 0 - 0
11
2
9 15
2 Sumba
5
3 - 1 - 1
13
3
10 10
3 AB
5
3 - 1 - 1
12
5
7 10
4 TB
5
3 - 1 - 1
12
6
6 10
5 VB
5
2 - 1 - 2
6
5
1
7
6 LÍF
5
2 - 0 - 3
5
13
-8
6
7 KÍ
5
2 - 0 - 3
9
19
-10
6
8 B36
5
1 - 1 - 3
7
9
-2
4
9 B71
5
1 - 0 - 4
2
7
-5
3
10B68
5
0 - 1 - 4
4
12
-8
1
*) dysturin millum GÍ og Skála varð framskundaður, og vann GÍ ta ferðina við somu tølum, sum í 2002.
B36-KÍ:
Alexander aftur úti
Símun Joensen og Klæmint Matras fáa hvør í sínum lagi helst týðandi uppgávur í dystinum sunnudagin
C
M
Y
K
22