Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 115 - 21. juni 2003 Seinastu fyrireiking- arnar undan Oyggja- leikunum skulu nú fáast frá hondini FLOGBÓLTUR tíðindaskriv Føroyska manslandsliðið fer um vikuskifti á venjing- arlegu í Danmark, har liðið millum annað skal leika ímóti donskum divisións- liðum og Grønlendska landsliðnum, sum eisini er á venjingarlegu í Danmark. Farið verður fríggjadagin 20. juni, og liðið leikar tveir dystir leygardagin og ein sunnudagin. Dysturin ímóti Grønlendska landsliðnum verður seinnapartin leygar- dagin. Føroyar eru í bólki saman við Grønlandi, so dysturin fer at geva eina meting av leikligu dygdini hjá før- oyska liðnum. Føroyska manslandsliðið var ikki millum heiðurs- merkjavinnararnar seinastu Oyggjaleikirnar, sum vóru á Man, men endaði sum nr. fýra. Men venjarin Jesper Brix og hjálparvenjarin Sune Hansen hava í ár sett sær hægri mál, og ætla at koma upp á heiðurmerkja- pallin á Guernsey í ár. Liðið hevur vant nógv saman seinastu tíðina, men stóri trupulleikin hevur verið, at tað er trupult at fáa dystarvenjing í Føroyum, og tí verður farið á hesa venjingarleguna í Dan- mark. Føroyska flogbóltslands- liðið kemur aftur til Før- oyar sunnukvøldið. Íalt 12 leikarar verða við á túrinum. Fyrsta Tórshavn Marathon Stóra Marathon-kapp- ingin hjá Bragdinum nærkast alsamt, og eru fyrireikingarnar so smátt um at vera av MARATHON tíðindaskriv Bragdið bjóðar rennarum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon leygardagin 19. juli 2003. Hetta er fyrsta marathon- renningin nakrantíð í Havn, men aðru ferð at hesin tein- urin verður runnin í Føroy- um. Fyrstu ferð, marathon varð runnið í Føroyum, var í samband við Oyggja- leikirnar í 1989. Eisini _ marathon og stuttleikarenning Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon (21,1 km) og stuttleika- renning fyri vaksin og børn. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km. Við stuttleikarenningini er ætlanin at fáa flest møgulig út at røra seg hendan dagin uttan at seta serlig krøv til skjótleika ella tíðir. Endamálið er at hava tað stuttligt og at seta ein serliga dám á miðbýin henda dagin. Marathon-tiltakið í ár er fyrsta roynd av sínum slag hjá Bragdinum, og ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Nakrir útlend- ingar koma at luttaka í ár, men komandi árini rokna vit við lutfalsliga stórari luttøku úr útlondum. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, setur mara- thon-tiltakið og letur start- skotið ganga. FM-kapping Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Startur og mál Marathon og hálvmarathon byrja kl. 14.00 í miðbýnum og enda sama stað í mið- býnum. Stuttleikarenningin fyri vaksin byrjar sam- stundis sum marathon. Stuttleikarenningin fyri børn byrjar ein hálvan tíma seinni. Rutan Allar kappingarnar byrja og enda í miðbýnum. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar, fram við Strond. 1/2 marathon-renn- arar venda áðrenn Sunds- verkið. Marathon-rennarar venda í Kaldbak. Allar rut- ur eru uppmáldar sambært AIMS reglur. Kort yvir allar ruturnar síggjast á heimasíðuni, www.athletics.fo Luttøkutreytir Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár, samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein fortreyt. Stuttleikarenningin er fyri øll og er býtt sundur í tveir bólkar. Upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5,8 km. Luttøkugjøld Marathon luttøkugjaldið er 250 kr., 1/2 marathon 200 kr., stuttleikarenning 5,8 km 100 kr. og stuttleika- renning 3 km fyri børn 50 kr. T-shirt Íroknað luttøkugjaldið í øllum bólkum er ein marathon-T-shirt og ymiskt at drekka og eta á rutuni og í máløkinum. Tilmelding og gjald Tilmelding kann gerast beinleiðis á heimasíðuni www.athletics.fo ella um- vegis Kunningarstovuna í Havn. Luttøkugjaldið skal flytast á kontu í Føroya Banka 6460-166.239.4. Gjaldast má beinanvegin í sambandi við tilmelding. Tilmeldingarfreistin er 14. juli, og vit heita á allar luttakarar um at melda til í góðari tíð, soleiðis at fyrireikararnir betri kunnu fyrireika tiltakið. Heintan av startnr. Allir rennarar mugu heinta startnr., T-shirt o.a. í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið tann 18. juli millum kl. 19-22. Eisini verður møguligt at heinta startnr. í miðbýnum leygardag fyrrapart. Pastaparty Fríggjakvøldið millum kl. 19-22 er pastaparty fyri marathonluttakarum í kan- tinuni á Hálsi í sambandi við útflýggjan av start- nummari. Heiðran Allir luttakarnir, sum koma á mál, fáa marathon heið- ursmerki. Vinningar verða flogseðlar frá Atlantsflog til nr. 1, 2 og 3 hjá kvinnum og monnum í marathon. Luta- kast verður millum allar luttakarar um flogseðlar frá Atlantsflog o.a. Heiðurs- merki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum. Nærri verður lýst um vinning- arnar á heimasíðuni. Drykkjuvørur og fyrstahjálp Á rutuni ber til at fáa vatn og saft fyri hvørjar 5 km. Eisini verða fyrstahjálparar til reiðar á rutuni. Í mál- økinum verða eisini drykkjuvørur og annað gott at fáa. Marathon-veitsla Allir luttakarar í marathon og 1/2 marathon kunnu melda seg til sigursdøg- urða, sum verður leygar- kvøld kl. 21.00. Makar eru vælkomnir við. Nærri verður lýst um hetta seinni. Sundalagsstevna 47 bátsmanningar eru teknaðar til kappróðurin á sundalagsstevnuni, sum í ár verður í Kollafirði. Grundað á úrslitini á fjarðastevnu eru bátarnir lagdir í hesa startrøð 5-mannafør, dreingir 1 Junkarin 2 Fípan Fagra 3 Blikur 4 Havfrúgvin 5 Sílið 6 Tjaldrið 7 Royndin Fríða 8 Kollur 6-mannafør, kvinnur 1 Fuglfirðingur 2 Smyril 3 Páll Fangi 4 Gongurólvur 5 Lómur 6 Fortuna 7 Jarnbardur 5-mannafør, gentur 1 Kollur 2 Fípan Fagra 3 Firvaldur 4 Drekin 5 Blikur 6 Sílið 7 Havfúgvin 8 Ørnin 9 Junkarin 10 Hulda 11 Tjaldrið 6-mannafør, menn 1 Fortuna 2 Gongurólvur 3 Sundabáturin 4 Strálan 5 Smyril 6 Páll Fangi 7 Jarnbardur 8 Lómur 9 Sølmundur 10 Kollfirðingur 11 Riddarin 8-mannafør 1 Toftabaturin 2 Knørrur 3 Argjabáturin 4 Ørvur 5 Kvívíkingur 6 Teistin 10-mannafør 1 Vestmenningur 2 Nólsoyingurin 3 Eysturoyingur 4 Havnarbáturin Manslandsliðið til Danmarkar Føroyska flogbóltslandsliðið skal um vikuskiftið finna Oyl formin, tá teir eru á venjingarlegu í Danmark C M Y K 24 Nr. 115 • leygardagur • 21. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Fólk trívast best í Norðurlondum Álit er versnað millum fólk. Rinast stendur til í Bretlandi Lesið síðu 3 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Klaksvík: Leiðarin á Musikk- skúlanum í Klaksvík, Helga Gerðalíð, er íslendsk av uppruna. Men seinastu 22 árini hevur hon búð í Føroyum og seks av teimum hevur verið leiðari á Musikkskúlanum. Ætlanin hjá henni var av fyrstan tíð at søkja inn og vera í Føroyum í eitt ár. Men nú eru 22 ár liðin, og Helga er framvegis í Føroyum. - Mær dámar væl arbeiðið her. Tað er altíð stuttligt at arbeiða við børnum. Orsøkin til, at eg kom til Føroya er, at familjan hjá mær hevði samband við føroy- ingar í samkomuni Betesda, og har høvdu vit nógv samarbeiði, og tí gjørdi eg av at søkja sum leiðari og verða her í eitt ár, sigur Helga Gerðalíð, leiðari á Musikkskúlanum í Klaksvík. Gravgangur Helga ásannar, at gravgangurin at sleppa inn á Musikkskúlan, er framvegis stórur. Serliga er tað klaverspæl, sum stórur áhugi er fyri, men tað er tað allastaðni í landinum. - Vit fáa ikki tikið øll inn, sum vilja spæla klaver. Tað ber ikki til bara at hava klaver. Vit hava nógv samstarv við Musikk- skúlan í Odense, og har hava tey sett eina kvotu á klaver, soleiðis, at tað verður ikki meira enn 25% av næmingunum, sum eru klaverspælarar, og tað royna vit eisini her. Men hóast tað, so eru tað millum 30 og 40% sum spæla klaver, og tað er í so nógv, Musikkskúlin: Børnini læra og mennast Helga Gerðalíð er leiðari á Musikkskúlanum í Klaksvík, og tað hevur hon verið í seks ár nú. Henni dámar stak væl hetta arbeiðið. - Tað er altíð stuttligt at arbeiða við børnum. Men tann størsti trupulleikin hjá okkum eru hølisviðurskiftini, sigur Helga Gerðalíð Framhald á næstu síðu Á Musikkskúlanum er serligur gravgangur eftir at læra at spæla klaver. – Vit fáa ikki øll inn, sum vilja spæla klaver, sigur Helga Gerðalíð, leiðari á Musikkskúlanum í Klaksvík 25