leygardagur 21. juni 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bergur Rasmussen skrivar:
Lønarsamráðingar, kappingar-
føri, prístal, hamstringar,
streykubrótarar, blokadur, verk-
bann ... ahr! — Hví skal tað vera
so kompliserað!?
Suverenitetur, ríkisfelagsskap-
ur, sjálvberandi búskapur, blokk-
ur, loysing, ábyrgdarkensla ...
ahr! — Hví skal tað vera so
kompliserað!?
Barnadópur, vaksnadópur,
samkynd, kvinnuligir prestar, sex
áðrenn hjúnalag, herligheits-
teologi, skriftstøð ... ahr! — Hví
skal tað vera so kompliserað!?
Altíð eru so nógv ting, man
skal taka støðu til. So nógv, man
skal læra. Og so skal man minn-
ast, hvør segði hvat, hvør gjørdi
einki, og nær ov nógv kom av
skafti.
Og tað ringasta av tí heila er,
at man risikerar at blíva rúkandi
ósamdur við sínar góðu vinir. —
Vandin er ið hvussu er stórur fyri
tí, tá ið hesi stóru evnini koma
upp.
Nei, takk og lov fyri fótbóltin
B36, B68, EB/Streymur, FS
Vágar, GÍ, HB, KÍ, NSÍ, Skála
og VB!
So deiliga nemt. So einfalt og
lætt skiljandi. 18 umfør. Heima
og úti. — 3 stig fyri sigur, 1 fyri
ein javnleik, tap gevur einki! —
Og tá ið árið er liðugt, er tann
besti meistari, og tann ringasti
flytir niður í aðru deild, haðani
onkur nýggjur kemur upp.
Ja, takk og lov fyri fótbóltin.
Har sleppa vit at útliva tær
stóru kenslurnar.
Dreymarnar, vónirnar, gleðir-
nar, sorgirnar, vreiðuna, skuffils-
ini.
Og so hava vit okkurt at práta
um, sum ikki krevur djúpari
grundgevingar og útgreiningar.
Ikki sum hasin innviklaði tón-
leikurin, ið man skal vita nakað
um, áðrenn man kann hava eina
meining um hann. Ikki sum
bókmentir, ið krevja av tær, at tú
skalt seta teg niður og konsen-
trera teg leingi, áðrenn tú fært
nakað burturúr. Fyri ikki at
snakka um list!
Uhadada!
Nei, fótbólturin er næstan sum
endaleysu sjónvarpsrøðirnar. —
Hvør dystur er nýggjur, leik-
mynstrið gongur aftur frá ferð til
ferð, og tað ber til at heinta
episodur fram úr minninum, ið
líkjast. Og tað allarbesta er, at
leikur er greitt defineraður, hvat
longd og symbolikki viðvíkjur.
— Og tá er eitt mál tað absalutt
størsta, ikki sannheit?
Tað er eitt satt vælsignilsi aftur
at sleppa at kjakast um gongd-
ina. Aftur at sleppa at umrøða
dómaravillur, lekrar avleveringar,
flott mál og miniskar, trælør,
forstrekningar og landsliðsút-
tøkur av sjálvsagdum evnum,
hopileysum tilfeldum, ella
kanska gongur onkur sonn
stjørna eftir, ið landsliðsvenjarin
og hjálparmaður hansara
simpulthen ikki finna útav at
seta inn á liðið? — Hvat ólukkan
fáa teir sína løn fyri?
Johannus Páll Pávi Annar
hevur sku fatur í nøkrum av tí
rætta, tá ið hann sigur, at ‘Av
øllum týdningarleysum tingum
her í lívinum, hevur fótbólturin
nógv tann størsta týdningin!’
Bert spell, at tey týdningar-
miklu tingini eru so kompli-
serað!
2
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Takk og lov fyri fótbóltin ...
heldur Helga Gerðalíð.
Tørvurin á strúkarum er
stórur. Og arbeitt hevur eisini
verið við at fingið fleiri, men í
Klaksvík hevur tað ikki eydnast
so væl.
- Bíðilistarnir eru langir. Men
tað er næstan bara klaver, sum
hevur bíðilista. Til strúkarar eru
altíð pláss, og oftast eisini til
messing. Tað vísir seg, at klaver
og floytur er tað, sum er best
umtókt.
Tað er ongin trupulleiki við
lærarum á Musikkskúlanum. Í
Klaksvík eru tað fýra lærarar,
sum búgva í Klaksvík, og gittar-
lærarin og cellolærarin ferðast úr
Havn.
- Í vetur hava vit fingið Høgna
Klakstein at undirvísa í slagverki
eisini, so tað er ikki nakar
trupulleiki við lærarum. Vit fáa
eisini nýggjan messing-lærara
nú. Spurningurin er meira um,
hvussu nógvir pengar verða
okkum játtaðir, sigur leiðarin á
Musikkskúlanum.
Hølisviðurskifti
Musikkskúlin í Klaksvík er í
Gamla Skúla í Gerðagøtu. Og
viðurskiftini har eru ikki av tí
besta.
- Okkara størsti trupulleiki er
hølisviðurskiftini. Vit eru í roynd
og veru heppin at hava okkara
egnu høli, tí vit eru tann einasti
skúlin saman við Havnini, sum
hevur egin høli. Hinir musikk-
skúlarnir halda til í fólkaskúl-
unum. Men skúlin her er gamal
og illa isoleraður, og rúmini eru
bæði ov smá og ov fá, sigur
Helga.
- Tað er týdningarmikið, at
lærararnir fáa undirvíst sam-
stundis, og ikki alla tíðina
noyðast at passa seg eftir hvør
øðrum. Undirvísingin byrjar ikki
fyrr enn aftaná skúlatíð, so vit
hava ógvuliga avmarkaða tíð at
undirvísa í, so vit eru minni
heppin við arbeiðstímunum.
Ætlanir hava ligið frammi á
borðinum um útbygging ella við
at flyta í onnur høli, men tað
hongur alt í leysari luft enn.
Serskúlin er hinumegin veggin,
og teirra umstøður eru heldur
ikki ov góðar.
- Umstøðurnar fyri tónleiki í
Klaksvík eru sum heild vána-
ligar. Vit hava onki konserthøli
og fyri skúlan her, eru umstøð-
urnar langt frá nøktandi, heldur
Helga, sum tó ikki vil geva
nøkrum einstøkum skyldina fyri
hetta.
- Kommunan hevur ábyrgd av,
at skúlin fær høli, so tað er teirra
borð, men viðvíkjandi konsert-
sali, so eru tað nógv sum kundu
tikið ábyrgdina av tí.
Meira klassiskt
Helga Gerðalíð metir tað verða
ógvuliga týdningarmikið at
leggja tónleik í børnini frá
ungum árum av.
- Ja, hetta kundu vit tosað
leingi um, sigur hon og flennir. -
Tey flestu byrja á musikkskúl-
anum um sjey-átta ára aldur.
Men um tey skuldu byrjað fyrr,
so hevði hetta kravt eitt nógv
størri samstarv millum nógv lið.
Foreldur, lærarar, skúla, og so
framvegis.
Eitt sindur fílist Helga tó inn á
útvarpið.
- Útvarpið kundi væl gjørt
meira við klassiskan tónleik.
Bæði lættan og tyngri. Tey spæla
mest undirhaldstónleik, og
børnini vaksa upp við poppi og
rocki. Vit undirvísa í klassiskum,
og okkum vantar eina brúgv
ímillum. Musikklærarafelagið
hevur víst á hetta, og teir eru eitt
sindur argir inn á útvarpið, tí tað
sum almennur stovnur átti
kanska at verið meira upplýs-
andi.
Kanningar vísa eisini, at børn
sum læra at spæla eitthvørt
ljóðføri hava lættari við at læra í
skúlanum. Tey klára betri at
savna seg, og eisini børn, sum
hava havt trupulleikar, og síðani
byrja at spæla, eru sloppin av við
trupulleikarnar.
- Í hesum tíðum við teldu-
spølum og øllum hesum, so eru
børn nógv einsamøll. Á Musikk-
skúlanum spæla tey saman, tá
tey venja messing og strúkarar,
og soleiðis fáa tey gleði av
hvørjum øðrum, og tað er
ógvuliga týdningarmikið. Tey
mennast bæði sosialt og persón-
liga í hesum umhvørvinum,
heldur Helga Gerðalíð.
- Og tó. Tey sum spæla
messing, spæla kanska meira fyri
nøkrum, tí tey kunnu fara í
hornorkestrið, tá tey eru liðug
her. Men vit eru farin undir eitt
barnasymfoniorkestur, har
Klaksvík, Havn, Runavík og
Vestmanna savnast fýra ferðir
um árið, sum eitt slag av fyri-
reiking til symfoniorkestrið. Vit
vóna, at hetta fer at vera byrjanin
til eitt fast orkestur.
Tað ganga 120 næmingar á
Musikkskúlanum í dag. Høvdu
øll sloppið inn, sum søktu, hevði
talið ligið um 150-60 ella meira.
- Vit gera onki fyri at fáa
nýggjar næmingar, tí tá verður
tilgongdin so stór, at vit noyðast
bara at siga nei, sigur Helga
Gerðalíð at enda, sum droymir
um ein konsertsal og ein skúla
sum eru í sama bygningi.
Børn á Musikkskúlanum spæla á eini konsert
Framhald av forsíðuni
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
3
KANNING
Annika B. Mortensen
Bretar hava aldrin verið meira
illgrunasamir móti hvør øðrum
enn í hesum døgum. Álit millum
fólk í Bretlandi er farið í helvt
seinastu 40 árini. Tað vísir ein
kanning, gjørd av akademikaran-
um David Halpern frá Cam-
bridge Universitetinum. David
Halpern er samstundis ráðgevi í
strategisku deildini á Downing
Street - ein av heilunum sum
Tony Blair nýtir sum stuðul og
ábending um, hvussu støðan í
ríkinum er. Orsøkin til illtrún-
aðin stavar sambært kanningini
frá vaksandi syndring í
samfelagnum: hjúnaskilnaði og
upploysing í samfelag samlag-
num. Kanningin er ikki einans
gjørd í Bretlandi, men kring
allan heimin.
Kanningin kann grundast á
bretsku stjórnina, sum roynir at
staðfesta, hvat ið ger fólk glað
og hvussu ymiskar brotsgerðir,
so sum vandalisma og onnur
lógarbrot, sum hava upprunað í
trivnað, kunnu beinast burtur ella
minkast.
Kanningin vísir, at í 1960-
unum hildu 60% av bretum, at
onnur fólk sum heild vóru
álítandi. Í byrjanini av 1980-
unum var talið fallið til 44% og í
dag er talið einans 29% og óivað
fallandi. Serfrøðingar halda
orsøkin til broytingarnar stava
frá: meiri sosialari flyting
(mobilitet), vaksandi tali av
hjúnaskilnaðum, meira innflyting
av fólki og ein meiri ágangandi
trúgv uppá individualitet sum er
vorðin ein nútíðar siðalæra.
Serfrøðingar halda, at útvikling-
urin hevur borið við sær: minni
frælsi, verri heilsu og sum heild
minni gleði millum fólk.
Bretland er ikki einasta landið
í hesi støðu. Í Amerika, Australia
og Írlandi er støðið av misáliti
eisini vaksið seinastu 20 árini.
Øvut hesum enskttalandi lond-
unum vísir kanningin, at Norður-
lond hava tað hægsta støðið av
áliti. Í Danmark og Svøríki, sum
hava hægsta støðið í Europa, siga
heili 70% av íbúgvinum, at tey
hava álit á fólki. Frankaríki
hevur lægsta støðið av áliti í
Europa. Einans fimti hvør frak-
lendingur sigur seg hava álit á
onnur fólk. Serfrøðingar halda,
at ein orsøk til støðuna í Franka-
ríki kann vera nýliga stríðið um
innflyting av fólki til landið.
Sambært David Halpern er tað
tann vaksandi vælstandurin sum
hevur misálit við sær. Við ríki-
dømi er einstaklingurin ikki
longur bundin at øðrum fólki.
Halpern vísir millum annað á, at
nú á døgum nýtist familjan ikki
so frægt sum at hyggja í sjónvarp
saman tí hvørt húski aloftast
hevur fleiri sjónvørp. Framburð-
ur í vælstandi hevur við sær, at
einstaklingar hava hug til at burt-
urgoyma seg frá umheiminum.
Serfrøðingar í almannamálum
siga, at orsøkin til minkandi
álitið millum fólk er fjøltáttað.
Fólk eru meir upptikin í dag enn
fyri 20 árum síðani, meginpart-
urin av fólki eru einsamøll,
búgva langt burtur frá familju og
kenna ikki longur grannan. Nú á
døgum ræðast fólk harafturat
alsamt meira brotsgerðir. Vanlig
fólk, sum eru lutfallsliga trygg,
hoyra á hvørjum degi um brots-
verk ígjøgnum fjølmiðlarnir og
hetta veksur um óttan. Tað eru fá
støð í Bretlandi, har børn verða
loyvd út einsamøll. Nútíðarinnar
arbeiðsumhvørvi førir harafturat
við sær, at vit síggja fremm-
andafólk sum ein hóttan og ikki
sum vinfólk - handilsumhvørvið
í øllum heiminum er vorðið
meiri glúpskt og í Bretlandi eru
arbeiðssáttmálar í nógvum førum
stuttfreistaðir. Mangar bretskar
fyritøkur eru eisini givnar við at
hava sosial tiltøk, so sum jóla-
borðhald og ítróttartiltøk. Fólk
hava ikki longur eina persónliga
ábyrgd yvir fyri arbeiðsplássin-
um og eru aloftast eisini sæð
sum óneyðug. Tað er altíð onkur
annar sum kann gera arbeiðið -
maður kemur í mans stað.
Ymiskar hendingar tvey tey
seinastu áratíggjuni í Bretlandi
hava óivað gjørt sítt til, at álitið
millum fólk er horvið. Nevnast
kunnu verkføllini hjá náms-
arbeiðarum, meðan Margaret
Thatcher var forsætisráðharri,
sum styrkti sosialu stættirnir og
kleyv tær enn longri frá hvør
aðrari. Og fyri nøkrum árum
síðani var komið fram á, at
bóndur høvdu givið neytum
fóður, har heilin av deyðum
neytum var blandað uppí. Hetta
førdi til neytaøði, og mong fólk
mistu álitið á matídnaðin.
Robert Putnam, sum er pro-
fessari á Harvard Universitetin-
um, heldur, sambært The Sunday
Times, at fólk høvdu meiri álit í
1950-unum, tí at annar veraldar-
bardagi var ein felags uppliving
fyri fólk. Hann heldur, at tað
serliga eru ættarliðini eftir annan
veraldarbardaga, sum hava tor-
ført við at líta á onnur. Putnam
hevur skrivað bókina "Bowling
Alone", sum er um vaksandi
støðið av avbyrging millum fólk
í Amerika 25 tey seinastu árini.
Sambært Putnam eru fólk, sum
hava álit á onnur, heilsusterkari.
Tey liva longri, hava færri hjarta-
tilburðir og eru í minni vanda
fyri at líða av tunglyndi.
Vanliga fólkið í Bretlandi
hevur ikki einans minni álit á
onnur fólk í gerandisdegnum,
men eisini á politikarar og
stovnar. Sambært bretsku avísini
The Guardian er álitið millum
læknar og sjúklingar eisini
minkað. Tí er avgjørt, at ein
kanning skal setast í verk, sum
skal hyggja at, hvussu álitið kann
endurskapast. Møguliga skal
læknaútbúgvingin broytast so at
læknar kunnu læra at ganga um
sjúklingar sum javnlík menniskju
- hierarkiska hugsanin millum
læknar og sjúklingar skal burtur.
Hugsað verður eisini um at
broyta lógina fyri at fyribyrgja
sjúklingum at stevna hvørja ferð
læknar gera mistøk.
Nakrir serfrøðingar tosa um, at
vit hava meiri álit á fólki, sum
eru sum vit sjálvi. Her verður
hugsað um etniskan ymisleika og
hvussu stór tann sosiala flytingin
í einum landi er. Hendan hugs-
anin kann verða ein frágreiðing
fyri, at álitið í Skandinavia er
størri enn millum annað í USA
og Englandi. Menniskju í Norð-
urlondum eru meir einsháttað.
Londini í Skandinavia eru á
mongum økjum eisini betur fyri-
reikað vælferðarsamfeløg, og
tískil er stættamunurin ikki eins
stórur sum í mongum øðrum
londum. Minni stættamunur
hevur samstundis við sær, at tað
ikki finnast stórir bólkar av fólki,
sum eru ónøgd við stýrið í
landinum. Hugsanin her er, at
felagsskapur og ein felags kensla
mótvegis eini tjóð skapar
samábyrgd og minkar um talið
av summum brotsverkum, so
sum vandalismu. Sambært álitis-
kanningini er Danmark tann
glaðasta tjóðin í Europa. Einki
verður nevnt um Føroyar, men
man tað ikki vera á sama støði
sum Danmark ella kanska eru vit
enn glaðari í Føroyum.
Vit liva í nýggjum tíðum og
tað er ikki einans møguleikin
fyri flyting av fólki um landa-
mørk, sum broytir lyndið hjá
fólki. Tøkni hevur eisini ein
stóran leiklut. Tað er tøknin, sum
á hvørjum degi ber søgur um
ræðuligar brotsgerðir inn í stovur
okkara. Mong sita avbyrgd frá
umheiminum og hava samskifti
við onnur um alnetið, og alnetið
kann eisini vera ein av orsøkun-
um til, at álitið millum læknar og
sjúklingar er broytt. Við alnetin-
um hevur almenningurin atgongd
til at finna kunning um alt
hugsandi. Um ein lækni gevur
einum sjúklingi heilivág, sum
ikki er tann heilivágurin sum
sjúklingurin væntar at fáa, kann
sjúklingurin sjálvur kanna málið
á alnetinum, so kann hetta skapa
misálit.
Um hetta illgrunasama tíðar-
innar rák fer at broytast til tað
betra ella tað verra, er torført at
meta um. Vit kunnu bert sum
rættir sjálvsnøktandi einstakling-
ar fegnast um enn ein ágóða við
okkara norðurlendsku vælferðar-
klettum.
Fólk trívast best í Norðurlondum
Álit er versnað millum fólk. Illa stendur til í Bretlandi, í
Norðurlondum er tó enn hampuligt statt í so máta, vísir
bretsk gransking
C
M
Y
K
27
26