leygardagur 21. juni 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
4
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
LIST
Øssur Johannesen
Fyrstu ferð, eg hoyrdi um
Svend Wiig Hansen, var
tá ið Ingálvur av Reyni
vitjaði eina av mínum
framsýningum fyrst í 90-
árunum. Hann keypti
eina pastellmynd frá mær
av tveimum heimleysum
fólkum úr Póllandi. Hann
helt, at tær mintu um
Svend Wiig Hansen. Eg
kendi hann ikki tá, men
eg fekk eina bók frá
Ingálvi um Svend Wiig
Hansen, og eg varð alt
fyri eitt hugtikin av
hesum stóra listamanni.
Svend Wiig Hansen
hevði sterkan áhuga fyri
menniskjanum, fyri teimum
skapandi og oyðandi kreftunum,
sum búgva í menniskjanum. Tað
finst ein øgiliga sterk
upprunamegi í listini hjá Svend
Wiig Hansen, ein urkraft, ið
hevur øgiliga sterka ávirkan á
meg og mong onnur menniskju,
sum hava upplivað hansara list.
Svend Wiig Hansen var manio
depressivur og tað merkir man
týðiliga. Tann maniska orkan og
villskapurin, og tann svarta
depressjónin, tað kraftfulla
sálarliga myrkrið, ið man týði-
liga merkir í hansara list. Myrkr-
ið hevur ongan enda, ljósið
hevur ongan enda, tað eru ljósins
og myrkursins kreftir, sum
mynda heimin. Ljósins kreftir
verða umboðaðar av kærleikan-
um, kristindóminum, budd-
ismuni, hinduismuni, bahai og
øðrum religiónum. Og sjálvandi
eisini sosialismuni. Myrkursins
kreftir eru umboðaðar av hatri,
líkasælu, grádigheit eftir pengum
og makt-kapitalismuni og
facismuni.
Svend Wiig Hansen var í ætt
við og ávirkaður av listamonnum
sum t.d. Goya, Michelangelo,
Rodin, Edward Munch, Francis
Bacon, Henry Moore, Hill Joa-
kim Skovgaard og Willumsen.
Svend Wiig Hansen fekst bæði
við skulptur, tekning, máling og
grafikk. Ein
kraftfullur
skulpturur eitur
Móður Jørð. Vit
síggja eina
kraftfulla
kvinnu sita í
føðistøðu.
Henda kvinnan
skal súmboli-
sera natúr og
skapanarkraft-
ina. Tað er
kvinnan, sum
føðir nýggj lív
til okkara stóru
verð. Hesin
skulpturur vakti
skandalu í
Århus, har hann
varð framsýndur
í 1953. Ein
annar skulpturur
frá 1951 eitur
Torso. Manna-
kroppurin er eitt
vakurt landslag,
skaptur av Guds
hond og nógvir
listamenn hava
gjøgnum
tíðirnar granskað, dyrkað og
endurgivið mannakroppin, eisini
Svend Wiig Hansen og í hesum
skulpturinum síggja vit ein
kraftigan og vælbygdan kvinnu-
kropp. Formarnir eru væl gjørdir
og skaptir, og
tað er ein styrki
og eymleiki
yvir hesum
skulpturi. Ein
annar skulp-
turur eitur
Sitandi kvinna
frá 1957.
Formarnir á
hesi naknu
kvinnuni eru
vanskeplaðir og
yvirdramati-
seraðir fyri at
fáa eina størri
kraft og styrki
fram. Andlits-
bráið á hesi
kvinnu er bæði
dapurt og
kraftfult, líðing
og sorg hava alt
valdið á hesum
andliti, men
kortini hevur
henda kvinnan
eina sovorðna
sterka innaru
kraft og megi,
at hon yvirlivur
hesar líðingarnar, sum
geva djúpt innlit,
sálarliga kreft og
substans.
Ein onnur sjáldsama
sterk portrettmynd eitur
Tann Næsaleysi. Ein
ræðulig sjúka hevur etið
nøsina burtur. Hetta var
nakað Svend Wiig
Hansen sá og upplivdi á
ferð í Athen. Hetta
menniskjað píndist illa.
Tað eru følsamu og mest
kenslubornu menniskj-
uni, sum uppliva tær
sterkastu líðingarnar, og
eg kenni meg sannførdan
um, at tað eru tey
menniskjuni, sum pínast
mest í hesum lívi, sum
fyrst og fremst fara til
himmals aftan á deyðan.
Ein onnur portrettbusta eitur
Emilie frá 1957. Ein óhugnaligur
og beiskur stemningur er yvir
hesum máttmikla og tignaðarliga
andliti. Henda kvinnan hevur
uttan iva upplivað beiska traged-
iu, sum hevur myrkað hennara
sál, men kortini hevur hon eina
innari styrki fyri at yvirliva, men
hon er langt frá kærleikanum og
ljósinum. Ein onnur kraftfull og
døpur portrettbusta er
Siciliarindan frá 1958, har form-
arnir á andlitinum eru rundir og
yvirdramatiseraðir og sera ein-
faldir. Svend Wiig Hansen hevur
eisini gjørt ein sterkan málning
av Emiliu frá 1955. Andlitið er
hvítt, reytt og svart. Eyguni eru
djúp og full av álvarsligum lívs-
vísdómi. Hon er einsamøll og
hevur framvegis ikki funnið
kærleikan, men sálin á heinni er
rík og djúp og hevur innihald.
Tann djúpi og klangfulli blái
liturin í bakgrundini undirstrikar
tann melankolska stemningin í
hesi einføldu myndini.
Eitt høvuðsverk í málningar-
listini hjá Svend Wiig Hansen er
málningurin Tey søkjandi frá
1955, sum hongur á Statens
Museum for Kunst í Keyp-
Orkan úr urkraftini og
Svend Wiig Hansen
Ein tann størsti listamaðurin í danskari list, ja, norðurlendskari list
var uttan iva Svend Wiig Hansen. Hann var í heimsklassa, og hevði
sterkan áhuga fyri menniskjanum, fyri teimum skapandi og oyðandi
kreftunum, sum búgva í menniskjanum
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
5
mannahavn. Angistin og ræðslan
frá tí kalda krígnum merkist
týðiliga. Atombumban er fallin
og túsundvís av fólki eru deyð,
men kortini ikki øll. Vit síggja
fimm fólk í vónloysi og døpur-
huga. Krígsins ræðuleikar hava
sløkt teirra vón og lívsneista, og
aftanfyri er eitt oyðið landslag,
tó ljós hómast í luftini. Tann
lívgevandi sólin er á lívi enn.
Litirnir eru fáir, svart, brúnt,
grátt og hvítt, variasjónirnar og
klangirnir í litunum eru kraft-
fulla flottir. Hetta er ein sera
døpur mynd, um søguna um allar
tær líðingar og depressjónir, ið
menniskjað upplivir, tá tað
verður konfronterað við tað
ónda. Tey glataðu eitur eitt
grafiskt verk frá 1957. Vit síggja
fimm menniskju, sum
fullkomiliga hava mist fótafestið
í tilveruni. Innaru líðingar og
sálarliga myrkrið eru somikið
sterk, at tey megna ikki at standa
ímóti. Tann máttmikla myrka
flatan í bakgrundini undirstrikar
tann vónleysa og oyðandi stemn-
ingin í hesi myndini. Tað eru
nógv djúpt ólukkulig menniskju
til í verðini, og eisini í Føroyum.
Inni í Tórshøll, Mimir, Café
natúr og ikki minst á Statshospi-
talinum, har ið eg havi verið ikki
minni enn sjey ferðir tey seinastu
árini.
Ein sjálvsmynd frá 1957 er ein
sterk mynd. Eygnabráið er
myrkt, óhugnaligt og sera
kensluborið og árvakið. Tað er
heilt týðuligt, at hesin listamað-
urin er upptikin av teimum
myrku demonisku kreftunum,
sum eru í menniskjasálini.
Dynamikkurin millum tað ljósa
og tað myrka í myndini er
einastandandi.
Tey søkjandi frá 1957 er eisini
ein sterk mynd av menniskjum,
sum eru í myrkrinum. Tey eru
følsom og hava sterkar líðingar,
vónloysi og depressjónir at
dragast við. Tey leita eftir vónini,
kærleikanum og sólini, men
finna tað ikki. Hetta er ein sera
einføld og dynamisk mynd.
Klangurin og variasjónirnar
millum tað myrka og ljósa eru
einastandandi flott. Tey síðstu frá
1957 síggja vit tey glataðu søkka
niður í eitt svart, oyðandi hav.
Tey rópa eftir hjálpt, men til
fánýtis.
Niðureftir eitur ein sera
óhugnalig radering frá 1958. Tey
trý menniskjuni vit síggja søkka
niður í eitt ónt og svart myrkur
har ið tey helst vera verandi.
Tíverri, tey sum velja tað ónda
koma at gjalda fyri á Dómadegi.
Menniskjaritt frá 1959 er ein
stórur oljumálningur. Vit síggja
seks figurar. Vit síggja ein reyð-
an figur kúga og standa á einum
neyðarsligum hjálparleysum
grønum grulvandi figuri. Reyði
figururin heldur tí grøna í einum
bandi, akkurát sum á einum
hundi. Tað sama ger ein annar
grønur og reyður figurur
aðrastaðni í myndini, men mitt í
síggja vit tann grøna figurin,
sum er um at reisa seg og tann
kúgandi reyði figururin er um at
missa tamarhaldið. Henda mynd-
in súmboliserar ta kúganina, sum
tann djevulska kapitalisman og
facisman fremja um allan heim,
har ið menniskju eiga milliónir
meðan fleiri milliónir svølta um
allan heim. Um tað er nakar, sum
fer til helvitis á Dómadegi, so
eru tað kapitalistarnir og facist-
arnir, men eg skal ikki vera
dómari tíbetur, og eg ynski ikki
eitt ævigt helviti fyri nakran.
Aftanfyri figurarnar á hesi
myndini síggja vit eitt svart hav
og svørt skýggj, sum undirstrika
óndskapin, sum henda myndin
lýsir.
Svend Wiig Hansen málaði
risastórar myndir, jú størri jú
betri og tað geldur innan øll øki
segði qvennsangarin Freddie
Mercury eina ferð.
Vit síggja tveir reyðgular
kraftigar figurar, sum rætta
hondina ímóti einari guddómi-
ligari andaligari kraftkeldu. Tað
er ikki nóg mikið at hava eina
kraftigan væl bygdan kropp.
Sálin skal eisini hava sítt,
kærleika, vísdóm, vitan og
innihald, og tað er tað henda
dynamiska myndin vil fortelja.
Offrini fyri angistini eitur ein
annar stórur málningur. Ræðsla
og angist merkjast týðiliga á
teimum ljósu figurunum meðan
ein frítt sveimandi svartur
demoniskur figurur er mitt í
myndini. Tað eru nógvir illir
andar til í verðini. Tað veit eg av
egnum royndum. Um henda
myndin fortelur okkum um alla
ta angist og ræðslu, sum stendst
av øllum óndskapinum, sum er
til í verðini.
Litkomposisjónin í hesi mynd-
ini er bæði kraftfull og intens.
Vit síggja havið og tí reyðu
luftina, sum helst súmboliserar
blóð og kríggj. Óndskapur,
oyðing og ræðuleikar herska enn
á jørðini tíverri.
Tilstandur eitur ein sera døpur
tekning frá 1977. Sum eitt svart
og máttmikið fjall reisir figurur-
in seg á pappírinum. Myrkrið
hevur alt valdið á hesum demon-
iska andliti.
Drongurin og Djevulin eitur
ein sera óhugnalig og kraftfull
mynd. Djevulin er ein reyður
figurur. Andlitið er hóttandi og
hatursfult við spískum tungum.
Djevulin er skuggin á Gudi. Eg
sá í trý ár djevlar hvønn dag
fleiri tímar í senn orsakað av ov
nógvum hassji. Eg røri aldri
hassj ella rúsevni aftur. Jesus
hjálpti mær úr hesum stóra
helviti.
Vandring uttan mál eitur ein
stórur avlangur málningur frá
1980. Hetta er søkjandi og
leitandi og gangandi menniskju,
ið leita eftir nýggjum uppliv-
ingum, ja leita eftir tí ókenda
frælsi við at improvisera seg
fram ígjøgnum lívið. Hetta eru
fræls menniskju, sum ikki vilja
hava eitt fastlæst planlagt lív.
Hetta er ein koloristisk sera sterk
og rík mynd og eitt sindur
kaotisk komposisjón.
Jørðin grætur er um, at menn-
iskjað ikki livur í samljóð við
náttúruna. Teir gomlu indiánarnir
í Amerika livdu í harmony við
náttúruna. Teir blivu næstan allir
dripnir. Teir gomlu føroyingarnir
livdu eisini í harmony við
náttúruna, men ikki longur, nú
SEV sleppur at oyðileggja
okkara áir og vøtn. Tíverri, tað
líkist svartast ongum. Kapital-
isman dálkar og oyðileggur
náttúruna og somuleiðis gjørdi
tann fyrrverandi facistiska
kommunisman eystanfyri. Tað
var ikki verulig sosialisma. Hon
fer at koma aftur. Menniskjan
megnar ikki at oyða náttúruna,
men bert seg sjálva. Náttúran
skal nokk yvirliva, tí hon er sum
Bjørk einaferð segði: 5000 ferðir
sterkari enn vit.
Eg havi ein dreym eitur eitt
vakurt glasmálarí. Hetta er um
vakra dreymin, ið manna-
rættindastríðsmaðurin Martin
Luther King prátaði um, har ið
svørt og hvít skuldu liva væl og
harmoniskt saman. Hann varð
sjálvandi skotin. Vit síggja ein
hvítan persón sita í fanginum á
einum svørtum persóni. Tað finst
enn andstyggilig rasisma um
allan heim, ikki minst í Amerika.
Svend Wiig Hansen málaði
nógv portrett. Persónligheitin
situr í andlitinum, serliga
eygunum. Man kann lesa
menniskju við at hyggja eftir
andlitinum, serliga eygunum.
Eyguni eru sálarinnar spegil.
Eyguni fortelja um kenslur, sál,
tankar, lagnu og upplivingar.
Svend Wiig Hansen var ógvuliga
virkin. Hann gjørdi nógv býtt,
men eisini nógv gott, og nøkur
meistaraverk. Hann doyði sum
eldri maður fyrst í 90-árunum av
krabbameini.
C
M
Y
K
28