leygardagur 21. juni 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
C
M
Y
K
30
6
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
FERÐAFRÁSØGN
Tóra Effersøe Mortensen
Vit liva í dag, í størri mun enn
fyrr, í eini tíð har ferðing er ein
týdningarmikil partur av okkara
gerandisdegi. Í okkara samfelag
verður ferðing sædd sum eitt mál
í sjálvum sær, og tað at vera á
ferð, vera burturi frá tí heimliga
gevur lívinum innihald.
Fyrr var tað oftast av búskap-
arligum ella lívfrøðiligum orsøk-
um, at fólk vóru noydd at fjakka.
Tey vóru á ferð við tí hyggju at
finna eitthvørt, ið var teimum at
størri gagni. T.d vóru nomadarnir
á ferð orsakað av klimatiskum og
geografiskum áðum. Handils-
menn eru millum teirra - um ikki
teir fyrstu - ið fjakkaðu víða um
fyri at nøkta sín sølutørv.
Tá tær sonevndu menningar-
ferðirnar (dannelsesrejserne) sóu
dagsins ljós, kom tann hugurin
vit í dag hava til at ferðast helst
eisini upp í myndina. Endamálið
við ferðini gjørdist nú tvífalt;
bæði at uppliva tann ytra heimin
søguliga og mentanarliga, men
samstundis var ein persónlig
ferð eisini gjørd, ein ferð, har
endamálið var at gera sær egnar
royndir, og sostatt økja um egnu
persónsmensku. Hetta er óivað
ein av høvuðsorsøkunum til, at
nútíðarmenniskja altíð er á ferð
og roynir ótroyttar leiðir . Í
hvussu so er vóru tað júst hesar
áður nevndu orsøkir, ið lógu sum
grund fyri mínum vali at gerast
ferðandi ella fjakkandi, sum tey
nevna tað, tá tú tekur ryggsekkin
á bakið og leiðin gongur út í
víðu verð.
Evropa gjørdist ferðamálið.
Helst hin heimsparturin, har tú
ikki ert so langt burtur frá tí
heimliga, hugsaði eg, men eg fór
skeiv. Sum dagarnir gingu gjørd-
ist tað mær týðiligari og týði-
ligari, at lond, ja nærum hvør
býur, hevur ávísa mentan, sam-
leika o.s.fr. Júst hetta gjørdi
ferðina ógloymandi og spenn-
andi.
Fyrst í septembur mánaða
løgdu eg og vinkona mín leiðina
út í stóru verð. Eftir at hava verið
í Danmørk í nakrar dagar fóru
vit við bussi til París. Ein drúgv
ferð, ið vardi 21 tímar, men hetta
var bíligasti ferðahátturin, og
sum fjakkandi verður ein noydd-
ur at spara har til ber.
Í Fraklandi skuldu vit heinta
víndrúur í "Beajoulais" økinum í
eini lítlari bygd at navni
"Leynes". Nýggja starv okkara
var heilt serstakt, við sólini
bakandi niður í nakkan lógu vit á
knæ, sótu á spannum, ja og tá
liðið var út á seinnapartin, vóru
summi, ið lógu á øllum fýra,
hetta tí at tað var sera hart
arbeiði og næstan ógjørligt at
standa uppi dagin á tamb. Hvar
tú hugdi, so sást tú vínmarkir og
aftur vínmarkir, vit vóru jú
endaðar í einum tí kendasta vín-
økinum í Fraklandi, so nú var
bara um at heinta og heinta so
vínið kundi blíva bryggjað skjót-
ast gjørligt.
Eftir sjey strævnar men øðrvísi
og stuttligar dagar sum víndrúu-
heintarar, vóru vit lidnar, og ferð
okkara kundi nú halda á fram.
Vit vóru samdar um at steðga í
Fraklandi í nakrar dagar, og tað
sjálvandi í París, einum býi, sum
hevði serstakliga nógv at bjóða.
Upplivilsini trutu ikki hesar
dagarnar í París. Eiffeltornið var
heilt avgjørt eitt satt upplivilsi,
tað er ikki dagligt, at tú hevur
møguleikan at standa og skoða út
yvir París frá 270 metra hædd -
ein vøkur sjón.
Í París keyptu vit eitt sokallað
Interailpass, ið skuldi føra okk-
um kring um í Evropu. Inter-
railpassið er ein øðrvísi háttur at
ferðast uppá enn vit eru von við
her heima, tú ferðast bert við
toki. Hetta er munandi bíligari
enn at flúgva, og samstundis fært
tú betri møguleika at fylgja við,
hvar tú ferðast. Tó skal verða
sagt, at ferðast við toki, kann
vera sera møtimikið til tíðir, og
tíðin stendur ofta í stað og næsta
mál tykist sera fjart, men har
aftur ímóti eru eisini ríkar løtur,
har tíðin einki hevur at siga.
Nú vóru vit veruliga til reiðar
at fáa ein leskibita av tí Evropa
hevur at borðreiða við. Fyrsta
ferðamál okkara var griska
At ferðast er at liva
- Endamálið við ferðini var tvífalt; bæði at uppliva tann ytra heimin søguliga og
mentanarliga, men samstundis ein persónlig ferð, har endamálið var at gera egnar
royndir, og sostatt økja um egnu persónsmensku. Í hvussu so er vóru tað hesar
orsøkir, ið lógu sum grund fyri mínum vali at gerast fjakkandi út í víðu verð.
Evropa gjørdist ferðamálið
At Prag tíðum verður kallaður "býurin við teim hundraðtals spírunum" kemur ikki av ongum
Tóra og vinkonan til fótbóltsdyst í Hannover
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
7
oyggin Korfu, men áðrenn vit
náddu fram vóru vit noyddar at
gista nátt í Milano, so vit fingu
eina lítla kenslu av tí italienska
gerandisdegnum. Endamálið við
at fara til Korfu var fyrst og
fremst ein tráan eftir sól, summ-
ari og strandalívi, og ikki kann
sigast annað enn at hetta
hilnaðist avbera væl.
Vit ferðaðust víða um og
upplivdu mangt og hvat, men
sjálvandi vóru øll støðini vit
vitjaðu ikki eins áhugaverd.
Serliga vóru Kekkia, Sveis og
Holland sera áhugaverd, helst tí
at her sást týðiligur munur á
mentan, búskapi og umhvørvi.
Áðrenn farið verður undir at
siga nærri frá hesum, kann
nevnast, at okkara næsti steðgur
eftir Korfu var søguligu býurin
Athen. Har sóu vit millum annað
"Acropolis" og Panathenaic
Stadion har fyrstu modernaðu
Olympisku leikirnir vóru hildnir
í 1896. Frá Grikkalandi gekk
leiðin til Budapest høvuðsstaðin
í Ungarn, eisini ein býur við
ríkari søgu. Seinni á ferðini vóru
vit eisini í Týsklandi, har vit sóu
føroyska fótbóltslandsliðið leika
ein branddyst móti týskarum í
Hannover. Úrslitið gjørdist øllum
kunnugt 2-1
Kekkia, ja rættari er óivað at
siga Prag, tí tað var har, vit hildu
til teir dagarnar, vit vóru í
Kekkia. Prag ein hugtakandi
býur, ið tíðum verður nevndur -
býurin við teim hundratals
spírunum - hetta kemst av at
tann gotiska byggilistin er eitt
sereykenni fyri býin. Prag var
ein av teim fáu býunum í
miðevropu, ið at kalla slapp
óskalaður undan seinna
heimsbardaga. Hetta leggur tú til
merkis, tá gingið verður
gjøgnum gamla býarpartin. Tað
tykist sum okkurt ævigt er við
hesum býi, tí brádliga kemur ein
kensla av, at tú ert í gamla
Evropa, tí umhvørvið, og
lukturin flyta teg fleiri ár aftur í
tíðina. Søgan hjá hesum býi er
ómetalig, eitt nú kann "Prauge
Castle" verða nevnt - eitt slott -
ið er bygt gjøgnum fleiri øldir.
Keldur siga, at byggingin av
hesum slotti byrjaði í 880
árunum, og síðan hevur hvør øld
sett sítt merki. Serliga var tað í
14. øld, at byggingin var av
stórum týdningi. Hetta var tá
Charles IV sat á krónuni. Eitt
skifti var slottið heimstaður hjá
kekkisku krónuni. Í dag er slottið
helst eitt av teimum støðum, ið
dregur flest ferðafólk til sín í
øllum Evropa.
Ja, søgan hjá hesum býi kann
sigast verða rík, tað sóu vit, men
vit sóu eisini at hetta var ein
býur við stórum fátækaradømi.
Líkamikið, hvar tú vendi tær á
høvuðstokstøðini í býnum, ja so
lógu heimleys og svóvu í
onkrum horni, og í søguliga
gamla býarpartinum sótu tey á
rað og biddaðu, ein syrgilig sjón,
men hin beiski veruleiki..
Tað var næstan sum at koma í
annan heim, tá vit komu inn um
markið til Sveis. Beinanvegin
legði tú til merkis, at hetta var
eitt av teimum fáu londunum, ið
ikki tóktust tørva nakað. Sveis
er sum kunnugt eitt ríkt land, og
var hetta sera sjónligt fyri okkum
ferðandi. Í hvussu so er frá
norður til suður sást tú t.d. ein
sera skipaðan infrastruktur, og at
tað er so satt sum ofta verður
sagt, at í Sveis "ganga" bussar og
tok sum vælkendu Swiss urini.
Vit gistu í býnum Montreux.
Ein býur sum óivað er einamest
kendur fyri tónleikin. T.d. verður
ein heimsumfevnandi
jazzfestivalur hildin í býnum
árliga. Kendi tónleikabólkurin
"Queen" hevði eisini
innspælingarhøli har og helt
nógv til í býnum. Miðskeiðis í
býnum, beint við kenda Geneve
sjógvin, er ein standmynd
Freddie Mercury til heiðurs.
Freddie Mercury er einaferð
endurgivin fyri at hava sagt:
"søkir tú sálarfrið, kom til
Montreux." Jú, sigast kann, at í
hesum býi fært tú frið, um tað er
tað tú leitar eftir. Vit vóru har um
heystið, tá Alpurnar vóru hvítar
og sólin speglaðist í sjónum,
bløðini fullu av trøunum í alskins
litum og tú vart mitt í náttúrunar
ríkidømi - sannur vakurleiki.
Frá Sveis til Holland, jú har
skuldi helst verði stór broyting,
og tað serstakliga tá leiðin
gongur til hin nógv umtalaða
býin Amsterdam. Jú, sjónligur
munur var. Í Amsterdam vórðu
vit móttiknar á tokstøðini av
einum manni, ið talaði fyri
einum ávísum gistingarhúsi í
býnum. Vit fylgdu við hesum
manni, fyri at hyggja um hetta
gistingarhús var nakað fyri
okkum, jú tað var fínasta slag, so
her valdu vit at búgva.
Vit vóru ikki meir enn komnar
uppá pláss, so var onkur, ið
spurdi um vit vildu keypa
marihuana. Vit gjørdust heldur
kløkkar, tí hetta vóru vit ikki
vanar við, men soleiðis vísti
Amsterdam seg at vera. Her var
at kalla lógloysi á fleiri økjum,
eitt nú er skøkjulevnaður og
veikari rúsevni ikki lóglig men
góðtikin, so hesi eru náttúrligur
partur av teirra gerandis degi.
Gistingarhúsið, sum vit búðu
á, lá beint við eina politistøð,
men samstundis lá tað eisini
beint við síðuna av fleiri
sokallaðum "coffeshops", har
fólk sita og roykja joints. Í
námind lá eisini ein stór vøkur
kirkja, men handan kirkjuna lá
nakað, sum fleiri vóru meira
hugtikin av, tað sokallaða "Red
Light District" har
skøkjulevnaður er sera
umfatandi.
Hetta var tann umvenda verð,
vit vóru í hvussu so er ikki vanar
við hetta umhvørvið, vit nú
brádliga búðu í, men heilt vist er,
at hetta var ein samansettur býur,
har fólk liva eftir sjálvgjørdum
normum, eitt multietniskt
samfelag, har øll kendu seg væl.
At hetta var eitt multietniskt
samfelag sóu vit, tá vit fóru at
leita eftir fløggum at seyma á
ryggsekk okkara. Ikki gekk long
tíð, so høvdu vit øll fløggini vit
annars høvdu leitað leingi eftir í
fleiri øðrum londum, og mitt í
øllum hurluvasanum funnu vit
okkara egna "Merki", og tá
vunnu kenslurnar á okkum.
Hesin býur hevði eisini nógv
annað at bjóða, eitt nú vóru fleiri
sera stórir marknaðir, nógvir
vakrir bygningar og ikki at
gloyma allar trætufflurnar, ið eru
eitt av teirra sereyðkennum.
Nú var tíðin runnin og leiðin
skuldi aftur leggjast norður eftir,
frá einum flatlandi fóru vit til
annað, og at enda gekk leiðin
heimaftur til heimsins nalva.
Ein ferð, sum gav mær eina
øðrvísi mynd av Evropu, og sum
samstundis var eitt livandi prógv
um, at H.C Andersen ikki fór
skeivur, tá hann á sinni segði "at
ferðast er at liva"!
Eiffeltornið á kvøldi
Vakra náttúran í Sveis
Ein av mongu vínmarkunum