Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juni 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 115 - 21. juni 2003 eyðkennir gerandisdagin, er ikki longur á sama stað ella í somu tíð. Fyrr var heimið og bygdin eitt miðsavnandi sentrum, nú er t.d. øll familjan spjadd í tíð og rúmi. Pápin arbeiðir í granna- býnum, har hann selur billutir til Póllands gjøgnum internet og faks. Mamman arbeiðir sum sjúkrasystir, og serliga um nátt- ina koyrir hon til gomul og sjúk, meðan hon gjøgnum fartele- fonina hevur samband við leið- aran av sjúkrarøktini. Sonurin gongur í 6. flokki. Í landalæru er hann inni á heimasíðuni hjá stjórnini í Ghana, har hann kann lesa um vegakervið í landinum. Bæði foreldrini kunnu ringja til sonin á fartelefonini, og fáa at vita júst hvat hann ger. Dótturin gongur í 2 g., men er á lestrar- ferð í London. Elsti sonurin lesur medisin í USA, men er javnan í sambandi við familjuna gjøgnum teldupost, ofta sendir hann digitalar myndir tiknar sama dag, ella videofílir tiknar við sama upptøkutóli. Í USA sær hann Dag og viku, hoyrir Útvarp Føroya og lesir føroysku bløðini á netinum. Ein slík føroysk familja er ikki óvanlig í dag, men hetta var óhugsandi fyri einans tíggju árum síðani. Tíðin og rúmið eru broytt, tí gjørligt er í dag at koma í samband við øll, nærum altíð. Tað hevur einki at siga um tey koyra bil, eru á matstovu, til arbeiðis ganga uppi um náttina ella búgva á Stóru Dímun. Samstundis sum tíðar- hugtøk okkara broytast, fær sjálvt rúmið sjálvandi ein annan týdning. Soleiðis kunnu vit binda tað lokala, bygdina saman við útheimin, og útheimurin sleppur inn á føroyskar teldur, fartelefon- ir, stovur og barnakømur. Fyrr vóru øll tiltøk í til dømis eini bygd, tengd at hesum, at tey fóru fram í bygdini. Í dag eru fólk "lift" út um henda felagsskap. Gjørligt er at knýta bond á ein heilt annan hátt enn fyrr, við ymisk fólk, aðrar bygdir, oyggjar og bólkar um allan heim. Í dag kunnu vit gjøgnum abstraktar skipanir endurskapa okkara til- veru og samleika við ymiskum symbolum. Tey ungu eru helst tað besta dømið her. Tey kenna seg meiri skyldan við ung kring heimin, enn við grannakonuna. Tey liva við einum samskifti, ið tey brúka sum ein natúrligan part av lívinum, har tey refleksivt kunnu tengja teirra samleika at alheimsins nýggjastu rákum, subbólkamentan og vita alt um eina urbana ungdómsmentan í stórbýum tey enn ikki hava sæð. Kanska tey vita minni um føroyskar bókmentir, Nólsoyar Páll ella føroyska málstríðið. Nakað um modernaða sam- felagið Í refleksiva modernaða sam- felagnum broytast sosialar skipanir í samsvari við rørsluna í alheimssamfelaginum. Henda gongd er aftur tengd at tíðar- og rúmbroytingini. Vit verða ávirk- að av alheimsrákum altsamt skjótari. Vit kunnu síggja live- myndir av kríggi og flogførum, ið sorla World Trade Center. Alt kann ávirka okkum í dag. Sjúkur, fíggjarstøðan í Japan, bumbuálop ella ein harður vetur í USA kunnu fáa oljuna at gerast dýrari og seta framleiðsluna og forbrúk niður í Føroyum. Soleiðis eru globalir og lokalir aktørar tengdir saman í dag, eins og gerandisdagurin er óendaliga opin. Vørur í handlum í dag eru úrslitið av, at framleiðslan og útbreiðslan eru global. Vit keypa olivenolju úr Grikkalandi, lambakjøt úr New Zealandi, vín úr Chile, bløð úr New York, the frá Sri Lanka og tubbak frá Antiqua meðan vit tosa í eini finskari fartelefon, áðrenn vit halda leiðin heim í einum bili úr Japan, ið er framleiddur í Týsk- landi av pólskum arbeiðarum. Globaliseringin er ikki ein óndur dreymur, men hon er her og nú, og í øllum — vit kunnu býta í hana, drekka hana, roykja hana og koyra í henni. Vit liva í einum heim, ið er bundin saman av fíggjarligum netverkum, har nationalstaturin bert er ein aktørur í einum kapitalistiskum heimsbúskapi, ið leiðir til eitt heilt annað og nýtt arbeiðsbýti, sum eisini aftur hevur álvarsligar avleiðingar fyri einstaka menn- iskjað í Føroyum, serliga fyri samleika og møguleikan at skapa og endurskapa henda samleika. Venda vit okkum til føroyskar tankar um samleika og um nakað er ‘typiskt føroykst’, so er tað helst, at vit alsamt eru áhugað í hvørji vit eru sum fólk. Tað er nærum ein ítrott at leita eftir hesum serføroyska samleika, ið mangan endar sum ein vónleys leitan eftir hvørji vit ‘veruliga’ eru einaferð med alla. Vanligt er at leita alt tað gamla fram, ið so skal skapa samleika. Í einum modernaðum samfelag er ein slík leitan og ein slikur retorikkur helst innantómur og meinings- leysur. Hetta merkir ikki, at øll føroysk felagsmentan skal kastast fyri bakka, men at sjálvt hugtakið um ein tjóðskaparligan samleika ikki kann fasthaldast, uttan at hetta meiri kemur at forða eini menning. Føroyska tjóðskaparrørslan hevur ikki havt nóg intellektuellar ráðgevar, ið hava sæð at vit kunnu seta á stovn ein føroyskan stat, uttan at leggja dent á tað mentunarliga savnandi — men á tað strukturelt fjølbroytta. Jú minni savnað eitt land, jú meiri umráðandi gerst tað fyri tjóðarbyggjarar at fremja ta tankagongd, at fjøldin hevur almikið til felags. Soleiðis gerast tjóðarsymbol, tjóðarhetjur sera umráðandi, tá ið tjóðskaparliga eindin er hótt, t.d. av spjaðing ella av mentanarligari fjøltáttan. Tað er sum eg havi skrivað fyrr, torført at tosa um eina semju um spurningin: hvat er ein tjóð? Tað einasta ´objektiva´ svarið er helst, at tankin um tjóðina gong- ur aftur til týska romantiska heimspekingin Johann Gottfried von Herder (1744-1803). Herdarsa tankar um tjóðina sum eina mentunarliga tjóðskaparliga eind av máli, søgu og fólki, er hon ið liggur undir modernaðum tonkum um tjóðskaparligar samleikar í 19. og 20. øld. Henda herderska avmarking byggir á svikaligar tankar um ein samanhang ímillum mál, rasu og politiskar meiningar, ið vit ikki longur kunnu byggja á. Soleiðis er skrivingin í Føroyum um hin "sonevnda føroyska lívsformurmin" ov snævurt framsett. Tað finnast fleiri enn ein máti at síggja júst hetta at vera føroyingur í Føroyum í dag. At vit kunnu liva uttan tjóðarpatos og nationalromantik, tí modern- aða samfelagið vit liva í krevur eina betri leiðlsu enn national- ismu. Hin berandi konstruktiónin í føroysku tjóðini er ikki tjóð- skaparligar glansmyndir, men ein gerandisdagur fyltur við broyt- ingum, moderniteti, dynamikki. Í samsvari við modernaða sosio- logi og heimspeki er tað bæði gjørligt og neyðugt at menna føroysku tjóðina, har vit fara ein annan og triðja veg, millum konservatismu og nationalismu — ið eg vil taka upp í næsta parti. ESSAY Kim Simonsen Tað at vera tjóðskaparligur í Føroyum er jaligt. Alt annað hevur nærum vakt illgruna um afturhald, mentunarloysi og svart samband. Hin størsta sambæris- avlaganin (proportionsforvræng- ning) í nýggjari tilvitanarsøgu í Føroyum er, at alt hevur snúð seg um at vera ella ikki at vera tjóð- skaparligur. Tað at vera tjóð- skaparligur er mangan endað sum samheiti fyri at vera ment- aður í Føroyum, og at vera ein meiri "rættur" føroyingur. Tjóðskaparrørslan hevur hildið seg hava fremsta rættin at siga, hvat er føroysk mentan, nú sum fyrr. Hetta hevur eina søguliga orsøk, har júst føroyskir nationalistar vóru teir, ið settu týðandi mál fram, mentu stovnar og tókust við at skapa ræsur fyri føroyskum máli, mentan og at skapa sjálvt "tað føroyska". Før- oysk tjóðskaparmentan er sjálv- andi skapt av hesum fólkum, serliga frá 1870unum til 1940. Men í dag er tað sum um vit ikki kunnu endunýggja henda siða- og mentanararv, ella kjakast um hetta at vera føroyskur, uttan at leggja á ein annan bógv. Hetta kjak er í hesum døgum nærum støðgað. Nú í skjótt fimm ár hevur hetta nærum skuggað fyri øllum øðrum. Henda tilgongd hevur mangan gjørt inniluftina, mental viðurskifti og huglagið í Føroyum kvælandi og fylt við tjóðarpatos. Eg tori at tvíhalda um, at júst hetta, saman við einum føroyskari homofobi ov nógvum religiøsum ørskapi, hevur rent mangan føroyingin í útlegd. Er tjóðskapur ein lívsformur? Spurningurin er, um vit kunnu t.d samanbera tjóðskaparrørslur í dag við t.d. Frelsens Her á Vaglinum á ólavssøku, Hip hopparar í sjónvarpinum, loss- ingarmenn í Havn ella Hare- kristna á Strøgnum í Keyp- mannahavn — um vit síggja hesi sum ein lívsform, og ein ávísan felagsskap. Hinvegin kundu vit eisini sæð, tað at vera ein før- oyskur nationalistur í dag, sum eina ráðaríka og áleypandi ser- mentan, ella ein sub-mentan, ið hesi royna at fremja. Hugsa vit um tjóðskaparliga mentan sum ein skaptan felags- skap, skaptan við ávísun enda- máli at fremja ta tjóðskaparligu mentanina og evt. fullveldi, so er ein felagsskapur bert natúrligur og livandi, um vit ikki tosa um hann, syngja um hann, skriva um hann ella halda røður um hann. Gera vit tað, endar hann júst sum uppfunnin ella enduruppfunnin og tí mangan uttan megi og sál. Hetta sjónarmiðið er tað hjá polska sosiologinum Zygmundt Baumann. Felags, men um hvat? Allir felagsskapir og lívsformar eru felags um at vilja vera í felag, mangan fyri at heiðra egnum hugsjónum, men hinvegin loka teir eisini øðrum úti. Mang- ur felagsskapur og lívsformur hongur tí saman av negativari megi, har drívmegin er agg, ótti, ein særdur leiklutur og søguligar ivasamar tulkingum av nútíð og fortíð. Tá ið eg hoyri um Free Føroyar konsertir, bólkin 200 spæla tjóðveldis "indignatións- punk", Týr og onnur royna at busta okkurt gamalt undan væð- ingini, fái eg hug at siga, at hetta er kanska ikki neyðugt í dag. Okkum vantar ikki slíkan felags- skap, ella eina slíka samleika- mobilisering. Vit kunnu væl fremja eina loysing og stovnsseta fullveldi uttan agg, indignatión og nýfólksliga mobilisering av minnilutakenslum, særdari søgu- skriving og ósemju. Neyðugt er bert at byggja á skinsemi, tol- semi og verulig radikal og modernað hugskot, ið tola alla modernaða mentan. Samfelagið verður sterkari um vit hava eitt fjølbroytt samfelag, og um ment- an okkara torir at møta moderni- sering, globalisering og bjóðar ta leið, ið sosiologar kalla moderni- teti at endurskapa okkara ment- an, so hvørt brúk er fyri tí. Júst hendan dynamik vantar nationalistiskur retorikkur mang- an, har hesi vilja fremja ein serligan mangan hálvnational- romantiskan diskurs av mál- nationalismu og innibrendum upprunalongsli. Tey nationalu symbolini skulu ikki takast niður ella hvørva, men hesi skulu sum øll onnur kensluborin skapt kognitiv mynstur, verjast móti at enda sum innantóm tekin. Bardagin um kenslurnar og andaligar grímur Mangan havi eg kent, at júst tjóðskaparrørslan hevur viljað kolonialiserað og hertikið kenslur okkara. Allar sterkar rørslur vilja royna at fremja egin virði. Tey vilja hava, at vit skulu síggja við teirra eygum, føla við teirra hjarta, hvussu man skal vera føroyingur í heiminum í dag. Eg síggi virðini hjá tjóð- skaparrørsluni mangan sum eina fólksliga uniformering, sum búnar og sum andaligar grímur, heldur enn veruligt nýskapandi stavnshald í einum framtíðar Føroyum. Eg eri ikki móti tí føroyska, føroyskari mentan ella vil afturhald. Mínar atfinningar og indignatión er bert framkomin av vónbroti, at ungir tjóðveldis- menn og onnur loysingarfólk í dag ikki kunnu royna at fremja eina loysing og at stovnseta full- veldi, uttan at royna at sameina mentan og politik, almenn virði og tjóðskaparlig virði. Men størsta ákæran er, at royndin at skapa ein modernaðan føroyskan nationalstat ikki hevur tolað veruligar atfinningar ella kjak. Tað er lættari at skriva eina grundlóg, enn at kjakast um trupulleikan at skapa og menna innihaldið í einum nýggjum nationalstati í dag, har modernað samfeløg broytast alt skjótari. Ein familja í modernitetinum Heldur enn at leita fram veru- ligan dynamik, ið vit finna í modernitetinum, legði fullveldis- rørslan á at skava samleika sam- an, úr toftinum av eini hugmynd um premodernaða bóndasam- felagi. Rørslan í modernitetinum, er m.a. skapt av at viðurskifti millum tíðina og rúmið er broytt í dag. Okkara sosiala samvera, ið Hin berandi konstruktiónin í Føroysku tjóðini - Eitt essay um ein møguligan triðja veg. Næsti partur Tá eg hoyri um Free Føroyar konsertir, bólkin 200 spæla tjóðveldis "indignatiónspunk", Týr og onnur royna at busta okkurt gamalt undan væðingini, fái eg hug at siga, at hetta er kanska ikki neyðugt í dag. Okkum vantar ikki slíkan felagsskap, ella eina slíka samleikamobilisering. Vit kunnu væl fremja eina loysing og stovnsseta fullveldi uttan agg, indignatión og nýfólksliga mobilisering av minnilutakenslum, særdari søguskriving og ósemju Lat okkum taka ein harðan róður koma okkum um tangan Her er ikki liggandi Steinbjørn B. Jacobsen: "Einki í at velja" frá Karr 2002. C M Y K 32 Nr. 115 - 21. juni 2003 33 33