leygardagur 21. juni 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
11
10
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
SØGA
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Agurkan fetti sær á. Plássið var
ikki av tí mesta, men kortini fekk
hon so nøkulunda strekt seg.
Allar hinar agurkurnar lógu so
pinnastillar — eingin gjørdi sum
mikið sum eitt spjálk! Agurkan
hugsaði við sær sjálvari, at um
hetta fór at vera lagið, fór ferðin
at gerast drúgv.
Tankarnir fóru at sveima, og
brátt var hon aftur í vakstrarhús-
inum á Fjóni. Hon sá alt so týði-
liga fyri sær — plantuna, har
hon hevði verið blomstur og
síðani varð búnað og knappliga
var fullvaksin - mintist, at tær
fullvaksnu agurkurnar høvdu
givið henni góð ráð. Tær full-
vaksnu vóru so gløggar og tað,
tær søgdu, var vert at leggja sær
í geyma. Hon mintist serliga, at
tær høvdu tosað um ES og um
allar reglurnar, sum skuldu
haldast, skuldi tú ikki enda í
skeivum kassa! Tað var ikki
lukkuligt, um tú endaði í skeiv-
um kassa. Tá var ov seint at
minnast til at strekkja seg og
leggja sær nakað, tær nevndu
"krumningsskalaen", í geyma.
Hetta var øgiliga umráðandi
hetta við "krumningsskalaen".
Tað var nakað, tey í ES høvdu
álagt øllum ES agurkum. Og hon
visti, at Danmark var limur í ES
og sostatt vóru nakrar fastar
reglur, hon mátti minnast til. Á,
sum tað mangan hevði verið
torført at minst til. Onkuntíð
hevði hon havt bestan hug at
krúlla seg saman á stelkinum,
men so var onkur vaksin agurk,
sum minti hana á, at reglurnar
máttu haldast, vildi hon enda í
góða kassanum. Og so hevði hon
roynt at hugsa um okkurt annað
— ta stóru verð, sum hon vón-
aði, at hon eisini fór at uppliva!
Nei, nú var best ikki at droyma
ov nógv. Nú ráddi um at vera
vakin.
Hon var als ikki fyrireikað, tá
urtagarðskonan kom inn í
vakstrarhúsið og hugdi yvir
ímóti, har hon hekk. Hon hoyrdi
hana
tosa við
hjálparfólkið og hon
fekk ordiliga ilt í búkin av
spenningi — hevði bestan hugin
at gera vart við seg og rópa:"
Hygg henda veg — tak meg
við", men tað tordi hon hóast alt
ikki. Valdi at vera heilt kúrr, tí
um hon nú ikki slapp við hesa-
ferð, so fór hon at hoyra fyri tað
í fleiri dagar. Hinar agurkurnar
fóru at speireka hana og halda, at
hon helt seg vera nakað serligt!
So hon valdi at vera kvirr og
toyggja seg tað, hon var ment,
júst sum hon sá allar hinar
agurkurnar gera, og mín sann,
um hon ikki var vald burturúr!
Og hon varð løgd í góða kassan.
Hurrá! Hondhentað og løgd
undir liðina á øllum hinum fyrsta
floks agurkunum. Hvat meira
kundi ein ynskja sær! Hon hevði
ikki gjørt sær fyri skommum,
heldur tvørturímóti — um hon
toygdi seg tað, hon var ment, var
hon ein av teimum longstu
agurkunum og hon helt eisini
sjálv, at hon hevði tað heilt rætta,
grøna ES-dæmið. Mintist eisini,
at ein eldri, súltað agurk, sum
stóð í einum glasi skamt frá
hennara stelki í
vakstrarhúsinum, hevði
tosað um "teir góðu gomlu
dagarnar", tá ein agurk var ein
agurk, og eingin tók avgerð um,
hvussu hon skuldi síggja út. Tá
kundu tær vaksa sum tær høvdu
hug til — kronglutar og brongl-
utar og snaraðar, um tað var tað,
tær vildu. Ja, hon hevði hoyrt
sum slatur, at onkur hevði havt
skap sum ein húkur! Hon gnisaði
innantanna.
Hon helt ikki, at tað var serliga
spennandi at enda sum ein súr
agurk í glasi. Nei, hon hevði
størri dreymar. Hon vildi antin
vera partur av einum salati, ella
kanska verða skorin í tunnar
flísar, og verða løgd omaná
onkran viðskera. Tað allarkulasta
hevði verið at sloppið í í ein
barnamatpakka. Hugsa sær til at
verða pakkað út saman við
kanska 20 øðrum matpakkum!
Og kanska hevði hon møtt onkr-
ari av vinkonunum. Nei, hon
tordi ikki at hugsa tankan lidnan.
Hon sá øll hesi
ótrúliga fittu barna-
andlitini fyri sær rundan um
borðið í barnagarðinum. Nei,
best var ikki at droyma alt ov
nógv. So var vónbrotið ikki so
heilt ógvusligt, gekk tað ikki
sum væntað.
At endað á onkrum hotelli
hevði eisini verið rættiliga kul.
Tað var næstan ov vilt! Á, at
verða útvald og sleppa í eitt
salatbland á einum hotelli! Kundi
hent seg, at onkur tomat tá hevði
hug til eitt gott prát í salatskálini.
Og nú var hon á veg. Á, sum
hon var spent. Knappliga varð
kassin lyftur upp — sum hon
gjørdist skøkk! Tað var ikki sørt,
at hon bliknaði! Og onkur tosaði
um "flyvefragt"; nú fekk hon
ordiliga ilt í búkin aftur. Hesum
hevði hon ikki roknað við. At
sleppa at flúgva! Hon hevði
hoyrt sum sleyg, at nógvar
agurkur ferðaðust við skipi og
hevði alla tíðina væntað, at hon
eisini skuldi ferðast sjóvegis,
men nú var hon sum steinrunnin.
Agurkan
var als ikki fyri-
reikað, tá urtagarðs-
konan kom inn í
vakstrarhúsið og hugdi
yvir ímóti, har hon hekk.
Hon hoyrdi hana tosa við
hjálparfólkið og hon fekk
ordiliga ilt í búkin av
spenningi — hevði bestan
hugin at gera vart við seg
og rópa:" Hygg henda veg
— tak meg við."
Hon hugdi rundan um
seg — eingin av hinum
agurkunum segði eitt kis — tað
var sum í grøvini. Vorðin sum
skelkur. Bara tað fór at gangast
væl. Hon hevði ikki hóming av,
hvussu hetta fór at spæla av.
Bara hon ikki gjørdist bleyt mitt
í øllum av berari strongd. So var
spælið úti - tað visti hon. Hon
beit á kampi og bíðaði.
Hon mundi hava durvað, tí
knappliga, og áðrenn hon varn-
aðist, var hon úti í frískari luft.
Nei, hatta var ikki nakað serligt.
Hon vendi sær ímóti agurkuni
undir liðini og spurdi, hvussu
hon hevði havt tað undir flúgv-
ingini. Vinkonuagurkan var ikki
nakað serliga prátingarsom, men
hon fekk so sagt, at hon hevði
verið so ring í luftverki allan
vegin Hon helt eisini, at hon var
afturfarin.
Agurkan var glað, at hon hevði
onkra at tosa við — kanska var
tað so forkunnugt, at tær báðar
komu at liggja undir liðini á
hvørjari aðrari, tá tær vóru
komnar vegin fram.
Nú var aftur onkur, sum lyfti
kassan og setti hann í ein vøru-
vogn. Agurkan royndi at lurta,
hvat tosað varð um og hvagar
leiðin gekk, men hon skilti ikki
málið, so hon valdi at fáa sær ein
góðan blund.
Eftir drúgva løtu, tá hon var
raknað við aftur, merkti hon
aftur, at kassin varð lyftur og
settur í ein goymslubygning. Her
vóru nógvir aðrir kassar, sum
hon als ikki hevði vitað um, vóru
til. Í onkrum var nakað, tey róptu
auberginir, hon kendist ikki við
navnið, men har yviri sá hon, at
tomatirnar búðu, so tað mundi
ikki vera so heilt burturvið at
búgva her eina skamma stund.
Nú visti hon, at endastøðin var
ikki langt burturi. Hon var ikki
sørt
spent, tí nú var
hon til reiðar at verða keypt.
Hon visti, at tá hon varð løgd í
ein disk við nógvum ljósi, so var
bara eitt at gera, og tað var at
síggja gott út. Hinvegin, so var
eisini at ansa sær og ikki virka
alt ov innbjóðandi, tí so bleivst
tú handfarin bæði tíðliga og síðla
og tað sást aftur! Tú gjørdist
bleyt og fekst sár. Vandin lúrdi
alla tíðina.
Nú hendi aftur okkurt —nú var
kassin aftur lyftur inn í ein bil,
og nú var túrurin ógvuliga
stuttur. Hvar mundu tær enda?
Hon helt seg hoyra okkurt, sum
ljóðaði sum "keypmaðurin úti í
Grønlandi", men hon skilti bara
danskt og hevði ongan at spyrja.
Á dú, bara hon ikki skuldi upp í
ein flúgvara aftur, tí Grønland,
sum var einasta orðið, hon kend-
ist við, visti hon var fjarskotið,
og hon tordi ikki í ein flúgvara
aftur í bræði. Vinkonan var eisini
øgiliga spent - hon hevði líka-
sum fingið dirvi aftur og
var ikki sørt ernað.
Á hvat var hatta? So
nógv ljós og so nógv sløg av
grønmeti — hon helt seg
hóma persilluna. Hon stóð har
so frísut og helt seg vera. Løgið
at hon ikki hevði hampað seg eitt
sindur um høvdið, nú hon skuldi
standa soleiðis uppá stás. Henni
hevði ongantíð dámað persillu,
hon var so sjálvgóð og stolt.
Men hygg, har vóru tomatirnar
og salathøvdini, so var ikki heilt
eiðasørt. Salathøvdini gjørdu
ikki haltari hønu mein og vóru
so friðarlig, og kom hon at liggja
undir liðini á teimum skamma
stund, var tað í fínasta lagi.
Teimum hevði hon einki ímóti.
Nú varð hon tikin úr kassanan-
um saman við øllum hinum
agurkunum. Gentan, sum hand-
fór tær, legði tær varisliga niður
á agurkuplássið. Til høgru var
bert ein veggur, men til vinstru
helt hon seg hóma cherrytomat-
irnar. Nú var spenningurin
næstan ov nógvur. Hvussu mundi
fara at vera? Kanska var tað at
gerast partur av salatblandi ikki
so galið kortini. Har var so altíð
okkurt grønmeti, tú kundi tosa
við. Og litfagurt fór tað óivað at
gerast. Kanska bleiv tað ov
turrisligt við viðskeranum —
hon visti, at livurpostei var ikki
serliga prátingarsamt — tað lá
bara so grátt og keðiligt á breyð-
inum. Har var lítið at vænta, helt
hon. Nú hoyrdi hon onkran tosa
— ljóðið kom nærri og nærri —
hon helt seg hoyra orðið salat —
bara hon slapp við í innkeyps-
vognin. Hon vendi sær móti
agurkuvinkonuni og segði henni
farvæl, tí hon hevði varhugan av,
at hon fór at blíva vald. Ein hond
tók hana og legði hana í vognin
saman við salathøvdinum,
tomatunum og nøkrum, tey róptu
reyða piparfrukt. Agurkan andaði
djúpt og legði seg so væl til
rættis millum salathøvdið og
tomatirnar. Tær rodnaðu eitt
sindur - vóru heldur shei, men
fingu so aftur vanliga dæmið.
Soleiðis vóru tomatir — tað
hevði hon fingið at vita, tá hon
var lítil smágentuagurk. Á, sum
tað var deiligt, at hon slapp við í
innkeypsvognin. Nú kom henni
til hugs tað, hon hevði hoyrt í
vakstrarhúsinum. Hetta var
hennara lívsleið - tað kendist so
rætt. Nú slepti hon endanum og
lat standa til. Nú var bara at
njóta løtuna! Nú byrjaði rætta
agurkulívið!
Agurkulív!
C
M
Y
K
35
34