leygardagur 21. juni 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2003
37
PORNOGRAFI
Annika B. Mortensen
Fyri nøkrum tveimum vikum
síðani misti Pete Townshend,
sum er kendur frá víðagitna
bretska tónleikabólkinum The
Who, sítt góða umdømi, tá ið
hann fekk ein treytaðan dóm um
kynsligt lógarbrot. Næstu fimm
árini verður navn hansara at
finna á bretska listanum yvir
kynsligir lógbrótarar. Townshend
hevði keypt sær atgongd til eina
barnapornosíðu á alnetin-um.
Orsøkin til, at Pete Townshend,
saman við mongum øðrum, er
komin í trupulleika byrjaði í
einum lítlum reyðum
múrsteinshúsum á horninum á
Main Street í býnum Fort Worth
í Texas. Tað var har, at Thomas
Reedy á fyrsta sinni byrjaði sína
fyritøku, sum var pornografi fyri
vaksin á alnetinum. Virksemi
hansara vaks, spjaddi seg og
bleiv til nakað ræð-andi. Reedy
var somikið pengagrammur, at
hann byrjaði at eggja ólógliga
hugin til barnaporno.
Barnapornografi er eitt støðugt
vaksandi virksemi á alnetinum.
Tá ið Thomas Reedy hevði
havt sína fyritøku, Landslide
Productions, í gott tvey ár,
skrásettu hard driveni á teldum
hansara 250.000 gjaldskort frá
viðskiftafólki kring allan heimin.
Barnaporno-kundar frá 60
ymiskum londum vóru nøktaðir
av virkseminum hjá Reedy. Ein
av teimum var Pete Townshead
frá The Who. Í februar mánað
skuldi bygningurin hjá Reedy
takast niður, tí at eitt parkerings-
pláss skuldi byggjast. Soleiðis
varð virksemi hansara uppdagað.
Ein heimsumfatandi miðdepil
fyri barnaporno varð tískil rivin
niður saman við bygninginum,
og karrieran hjá Pete Townshend
eftir øllum at døma eisini.
Reedy situr nú í fongsli í
Texas við heimsins longstu
revsing fyri barnaporno - 1.335
ár. Hann fekk 15 ára revsing fyri
hvørja ákæru og tað vóru 89
ákærur. Kona hansara, Janice,
sum arbeiddi í fyritøkuni, skal
sita inni í 14 ár. Tað er ásannað,
at Reedy ikki var beinleiðis við
til at meiðsla nakran. Hann var
ikki á myndum saman við
børnum og tað var heldur ikki
hann sum framkallaði myndirnar,
men virksemið hjá Reedy hevur
elvt til alt tað fyrrnevnda.
Virksemi hansara hevur elvt til
neyðtøku av børnum og tískil er
revsingin hørð.
Reedy vaks upp í Brownwood,
sum er ein lítil býur miðskeiðis í
Texas. Hann hevur ein yngri
beiggja. Pápi hansara var
sølumaður á einum
loppumarknaða og gav
brøðrunum ein haldgóðan
uppvøkstur. Tá ið Reedy var
tannáringur, droymdi hann um at
gerast rokkstjørna. Á gomlum
familjumyndum er Reedy
svartklæddur og hevur
høkuskegg. Hann líkist einum
heavy metal fjeppara, men í
veruleikanum dámdi honum
betur country og western tónleik
- eins og mong onnur í Texas.
Hann bleiv tó aldrin rokkstjørna,
men las ístaðin til
sjúkrarøktarfrøðing. Ein mynd,
sum varð tikin av honum, tá ið
hann fekk prógv sítt, vísir ein
vanligan trivaligan mann. Reedy
arbeiddi á mongum ymiskum
røktarheimum, men bleiv alsamt
meira áhugaður í teldum og
alnetinum. Hann hevur skrásett
54 ymiskar heimasíður og
summar av heimasíðunum eru
sakleysar, so sum harley
lovers.com, payhere.net og
geekpay.com. Aðrar heimasíður,
sum hann skrásetti, vóru
net.sex.magazine og pussies4u,
men hesar vóru aldrin virknar, tí
Reedy var varin. Tá ið hann so
av álvara byrjaði sítt óhugnaliga
virksemi nýtti hann meinleysu
heitini landslide.com og
quayz.com.
Stóra handilshugskotið hjá
Reedy var, at hann skuldi vera
millumliður hjá kundum og
barnaporno-portalum, sum longu
vóru stovnaðir - sokallaðum
webmasters. Portalurin hjá
Reedy skuldi hava 5.700 slóðir,
har webmastarir lýsti við teirra
portalum og hvørja ferð onkur
vildi vitja eina av slóðinum fekk
Reedy 33% av kostnaðinum.
Kundar skuldu gjalda $30 fyri
hvørja vitjan, og summir vitjaðu
hvønn dag.
Reedy var ikki tann fyrsti,
sum fekst við tílíkt tilfar á
alnetinum, pedofilir hava nýtt
alnetið til at skifta tilfar um við
hvønn annan í fleiri ár. Áðrenn
alnetið kom, var sambandið
millum pedofilar nógv minni. Tá
máttu teir senda tilfar við
postinum ella hittast í sulkaðum
krambúðum í bakgøtum. Men
Reedy varð tann fyrsti, sum tók
pengar fyri barnaporno á
alnetinum (pay per view) og sum
hetta eydnaðist hjá. Virksemið
hjá Reedy er vorðið ein fyrimynd
fyri onnur, og í dag er alnetið á
tremur við eftirhermarum.
Sambært John Carr frá The
Internet Watch Foundation, fær
stovnur hansara millum 80-85
áheitanir hvørja viku um "pay
per view" barnapornosíður á
alnetinum. Næstan allir
portalarnir eru í eystur Europa,
Russlandi, Ukraina og í land-
synningspartinum av Asia. John
Carr heldur, at grundin til, at
talið av tílíkum síðum á
alnetinum er vaksið, er tí, at
avdúkanin av Landslide
Production hevur givið
brotsmonnum kring allan heim
eina ábending um, hvussu
nógvur peningur er at vinna á
hesum øki. Sambært bretsku
avísini The Independant plagdi
barnaporno-tilfar at verða
endurnýtt, men nú á døgum er
hetta broytt tí, at so nógvur
peningur kemur inn í ídnaðin um
alnetið. Fleiri og fleiri børn
verða regluliga neyðtikin fyri at
websíðurnar kunnu fáa nýtt tilfar.
Frá 1996 til 1999 var ágóðin
hjá Lanslide $10 milliónir. 85 %
av peninginum stavaði frá
barnaporno. Thomas, konan
Janice og dóttir Janice fluttu til
eini glæsilig hús á preriuni
uttanfyri Fort Worth, og Thomas
og Janice koyrdu nú bæði í
Mercedes bilum. Av og á helt
Reedy veitslur við svimjihylin í
teimum hábærsligu húsunum
(pool parties) og tá plagdi hann
at spæla klassiskan tónleik hart,
men annars gjørdi hann ikki
nógv um seg.
Á alnetinum var hann harímóti
skammleysur, og tað er ótrúligt,
at hann hevði sítt virksemi
ótarnað so leingi. Á eini síðu hjá
Landslide, sum myndugleikar
komu fram á, varð reypað av, at
alt innihaldið var ólógligt, sjúkt
og til sex galin. Forsíðurnar hjá
Landslide - har ein sleppur
framat uttan at gjalda, vóru ofta
vitjaðar av løgregluni, men
annað varð aldrin kannað - óivað
tí, at Reedy hevði lovað
løgregluni, at um hann nakrantíð
kom fram á ólógligt barnaporno,
so skuldi hann siga frá. Eftir
øllum at døma var Reedy errin
av at kunna snúgva seg undan
myndugleikunum. Heitið á
teldupost adressu hansara var
Houdini.
Tær 89 ákærurnar avdúka
ræðuleikan, sum var á
myndunum. Fyrsta ákæran er um
vaksin, sum bersýnt hava
kynsligt samband við ómyndig.
Onnur ákæran er um eggjandi
framsýning av kynsgøgnum hjá
ómyndigum í einum lítlum
svimjuhyli og summar av
ákærunum eru um misnýtslu av
pinkubørnum. Nevningarnir í
sakarmálinum ógvaðist við. Tað
tók teimum einans nakrar tímar
at døma hann sekan. Tann
einasti, sum varð bilsin av
dóminum, var Reedy sjálvur.
Hann sigur seg vera ósekan, og
sigur tað vera webmastararnir, og
ikki hann, sum hava givið út
ólógliga tilfarið.
Myndugleikarnir vilja fegin
fanga webmastararnar, men
trupulleikin er, at mangir av
teimum eru uttanlands í Pólandi,
Russlandi og Indonesia, goymdir
aftan fyri torgreidda alnets tøkni.
Myndugleikarnir í Texas hava
funnið fram til nakrar fáar
anekdotir við kynslívinum hjá
Reedy, men hildið verður ikki, at
hann er pedofilur. Niðurstøðan
hjá myndugleikunum er, at
Reedy er pengagrammur og
spiltur av at hava verið ein
fátækur sjúkarrøktarfrøðingur,
sum bleiv millióningur. Óttin er,
at tað verða fleiri sum hann.
Talið av barnaporno-portalum á
alnetinum er óyvirlítandi fyri
myndugleikarnar. Fyri fýra árum
síðani varð hildið, at 20
barnaporno-portalar var nógv. Í
dag hevur bretska løgreglan ein
databasa við 5 milliónum
skrásetttum barnaporno-
portalum.
12
Sosialurin Nr. 115 -21. juni 2003
1.335 ár fyri barnapornografi
Barnapornografi er eitt støðugt vaksandi virksemi á alnetinum. Thomas
Reedy situr í fongsli í Texas við heimsins longstu revsing fyri barnaporno
- 1.335 ár
Pete Townshend, sum er
kendur frá víðagitna
bretska tónleika-
bólkinum The Who,
misti sítt góða umdømi,
tá ið hann fekk ein
treytaðan dóm um
kynsligt lógarbrot
Hús til sølu á
Tvøroyri
Hús 55 m2 í trimum hæddum.
Grundøki 355 m2.
Privat parkeringspláss.
Áhugað kunnu ringja 371980
Hús í Runavík til
sølu
Um hóskandi
boð fæst, eru
o m a n f y r i
nevndu hús í
Runavík
til
sølu.
Husini
eru í trimum hæddum, harav kjallarahæddin og
miðhæddin eru 130 m2 hvør, meðan loftshæddin
er 80 m2. Grundøkið er stórt 701 m2, harav umleið
300 m2 er urtagarður.
Húsini eru bygd í 1970. Tey eru gjørt úr betongi,
klødd við plastvinyl og hava træskjøldur. Húsini eru
isoleraði og hava jarntak.
Í kjallarahæddini er bilhús, vaskikjallari, gongd,
hobbyrúm og kjallararúm. Í miðhæddini er inn-
gongd, hjallur, 4 sovikømur, køkur, stova, gongd og
wc v/bað. Á loftshæddini er gongd, 2 sovikømur,
sjónvarpsstova, klædnarúm og wc v/brúsu.
Áhugaði kunnu venda sær til:
Advokatfelagið við Strond 4
Advokatfelagið
Yviri við Strond 4 · Boks 359
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311260 · Fax 311261
Telefontíð: 930-1200 og 1300-1600
Tórmó›ur Djurhuus, adv.
Ingi Højgaard, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
Sunda kommuna
søkir
2 dagrøktarar at byrja 11. august.
Dagrøktarheimið skal vera innrætta barnavinarligt,
har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi trygt
spæliøki uttanfyri.
Skipanin er nýggj, og er hetta bert ein fyribilsloysn
til tann nýggji stovnurin verður klárur um umleið 2
ár.
Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommunala
arbeiðsgevarafelag.
Bygdaráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum
umsóknirnar og ella ongan at seta.
Til Dagstovnin á
Oyri
1 pedagog 30 tímar um vikuna, at byrja 11. august
2003. Starvið er í vøggustovu við 15 børnum 0-3 ár.
1 pedagog 35 tímar um vikuna, í eitt barnsburðar-
avloysarastarv, at byrja 1. september 2003. Starvið
er í Stórustovu við 18 børnum í aldrinum 5-7 ár.
1 hjálparfólk 20 tímar um vikuna, frá 11. august
2003 og til 15. februar 2004. Starvið er í Stórustovu
við 18 børnum í aldrinum 5-7 ár.
Dagstovnurin er normeraður til 42 børn, sum er
uppdeild í 3 bólkar, við 1 vøggustovu og 2 barna-
garðsstovur.
Vit liggja í náttúruvinarligum umhvørvi við haga og
fjøru og leggja stóran dent á at nýta hetta í gerand-
isdegnum.
Vit ynskja, at tú saman við okkum kann skapa ein
ríkan og mennandi gerandisdag,við virðing og um-
sorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og
starvsfeløgum
Um ongin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett
fyribils.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill-
um kommunalu arbeiðsgevarafeløgini og Føroya
Pedagogfelag.
Nærri upplýsingar um størvini, fáast við at venda
sær til leiðaran Rosu Prestá á tlf. 422552, lokal 10
ella varaleiðaran Sólrún Dam á tlf. 422552, lokal 11.
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skulu verða stovninum í hendi í seinasta
lagi 3. juli 2003.
Dagstovnurin á Oyri
450 Oyri
tlf. 422552 - Fax. 422632
Edv-starvsfólk
Søkt verður eftir einum starvsfólki til edv-deildina
hjá politinum at arbeiða fulla tíð (38 tíma viku) frá 1.
juli 2003 at rokna ella skjótast tilber eftir henda
dato.
Vanliga arbeiðsstaðið er politistøðin í Havn, men
roknast kann við uppgávum á hinum tænastustøð-
unum eftir tørvi. Umframt Havnina er talan um
politistøðina í Klaksvík, Runavík, Vestmanna, Mið-
vági, Sandi og á Tvøroyri – ella 11 ymisk støð við
samanlagt gott 100 starvsfólkum.
Førleikakrav: Tú skalt vera við til at umsita edv-
útgerðina, fremja brúkaraadministratión, system-
administratión, umsita e-post, røkja Meridian-
telefonskipan v.m. Forritini Windows 98, -2000, -NT,
MS Office og Exchange verða brúkt. Nakað av før-
leika til UNIX minidatamat er ein fyrimunur, men
ikki nakað krav.
Tú skalt bæði kunna arbeiða saman við øðrum og
sjálvstøðugt.
Hevur tú áhuga í hesum arbeiði, góð samstarvs-
evni, neyðuga útbúgving og/ella verkligan førleika
vænta vit at hoyra frá tær.
Øll eru vælkomin at søkja, uttan mun til kyn, átrúna
ella etniska støðu.
Lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi avtalu
millum danska fíggjarmálaráðið og viðkomandi
fakfelag.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til
Sóley í Selvindi, tlf. 35 14 48 lok 5555.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,viðmælum –
og har tú setur fram tíni lønarkrøv – verður at senda
til: Føroya Landfúti, Postboks 3018, FO-110 Tórs-
havn, innan 24. juni 2003.
Føroya Landfúti
Gøtu Skúli søkir
eftir lærara
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv til
skúlaárið 2003/2004.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi 25. juni kl. 14.00.
Um nærri upplýsingar ber til at venda sær til fyrsta-
læraran á tlf.441059 ella formannin í skúlastýrinum
tlf. 441614.
Gøtu Skúlastýri
v/ Maria Gregersen
510 Gøta
Gras, gras, gras …
Gras fast við at koma eftir tí.
Tlf. 312355
C
M
Y
K
37
36