Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða6 Nr. 49—11. MARS 1994 Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri um inntókutrygd fiskimanna: Besta loysnin er at løgtingid tekur stødu -Tad besta - sæd frå landsstyrisins sidu - vildi verid, um løg- tingið tók stóðu í málinum um inntøkutrygd fiskimanna og presiseraði ta umrøddu lógargreinina og eisini segði, hvør tulkingarháttur er tann rætti. Tað vildi verið tað ideella loysnin í hesum máli sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri, sum avgjórt vísir aftur atfinningunum um, at landsstýrið tekur mál, sum løgtingid eigur at viðgera, í egnar hendur. -Tvørturimåti hava vit alla tíðina roynt at fasthildid um tað prinsippið, at tað er løgtingid, sum ger lógirnar, og landsstýrið, sum umsitur tær. Kjartan Hoydal viðgongur, at ein partur av orðingini í notatinum til danir um inntøkutrygd- ina varð óheppin, men hetta komst av tíðarneyð og hevur landsstýrið gjórt danir varugar við tað. Nú liggur málið hjá Lønjavningargrunninum, sum fer at svara landsstýrinum í komandi viku. Hesa seinastu dagarnar hevur eitt ávíst mál verið sera frammaliga í almenna tjakinum og hevur tað elvt til ikki so lítlan og hvassan orðadrátt. Orð sum valdsmisnýtsla hava verið brúkt í sambandi við hetta málið, sum snýr seg um ein part av seinastu avtaluni millum føroyingar og danir. Tann parturin, sum hevur við inntøkutrygd fiskimanna at gera. Formenninir f Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava funnist harðliga at manna- gongdini f hesum måli og skýrt landsstýrið at taka mál, sum hoyra heima í tinginum, í egnar hendur. Kjartan og notatið Ein av upphavsmonn- unum til henda orðadrátt er Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri, sum m.a. hev- ur skrivað tað nógv um- rødda notatið, sum løg- maður lat danska forsætis- ráðharranum í spurning- inum um inntgkutrygd fiskimanna. Seinni hevur Kjartan Hoydal í sjónvarpinum gjørt vart við, at onkur orðing í notatinum varð sera óheppin. Hetta tí at hon var gjørd undir tíð- arpressi. Fyri at lýsa gongdina í hesum málinum hevur Sosialurin tosað við Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóra og hava vit eisini sett honum nakrar spurningar. Gongdin í málinum Kjartan Hoydal greiðir frá, at dagstuðulin, sum málið snýr seg um, bleiv lógarfestur í 1990. Um- sitingin í Tinganesi hevur alla tíðina meint, at orðingin, sum var í lógini og sum er endurtikin í lógini í 1992, var alt ov ógreið. Spurningurin var nevniliga , um henda lógin skuldi umsitast á sama hátt sum minstalgnin, tvs. at tú antin tekur við allar inntøkurnar hjá tí, sum hevur verið umborð, ella tú roknar stuðulin út eftir einum fiskiparti! Eingin reglugerð Fram til desember 1992 fasthildu umsitingin og landsstýrið ta tulkingina, at øll inntøkan skuldi líkn- ast við. Av tí at Lønjavn- ingargrunnurin ikki hevdi gjørt eina reglugerð síðani 1976 tekur landsstýrið tann 28. desember 1992 og samtykkir eina kunn- gerð, sum sigur, at skip- anin við dagstudningi skal vera umsitin á sama hátt sum minstalønin. Hóast landsstýrið fleiri ferðir frá 1976 til 1993 hevði biðið Lønjavningar- grunnin gera broytingar í reglugerðini fyri grunnin, so kom einki frá teimum. Okkurt mátti tó gerast, og tí ásetti landsstýrið regl- urnar í kunngerðini frá desember 1992. Politisk semja Tá kom so uppskot til reglugerð frá Lønjavning- argrunninum. Hetta var í januar 1993, tá tað varð rættiliga nógv rok um, at studningarnir vórðu lagðir um. Tá varð ein politisk semja gjørd. Henda segði, at í tí samlaða pakkanum við stuðuli góðtók lands- stýrið ta meira liberalu tulkingina, sum nevndin í Lønjavningargrunninum hevði skotið upp. Tann reglugerðin, sum varð send landsstýrinum, varð síðani góðkend. Hon sigur - og sum grunnurin hevur umsitið tað síðani - at dagstudningur verður roknaður av hvørjum fiskiparti sær. Kjartan Hoydal sigur, at tað einki formelt er í hesum. Tað verður mett sum ein rein politisk av- gerð, at tað verður tulkað til fyrimuns fyri yvir- menninar. Brævið frá 4. februar Nú er málið komið hartil, at stóða skal takast til, hvussu vit skulu liva upp til krøvini frá dønum á hesum gki. Landsstýrið semist tí um at venda aftur til ta gomlu tulkingina. Bræv verður skrivað til Løn- javningargrunnin tann 4. februar í ár, har tað verður sagt frá, at landsstýrið fastheldur nú einaferð aftrat sína upprunaligu tulking og biðjur Lønjavn- ingargrunnin gera við- merkingar til hetta. Kjartan Hoydal heldur tí, at ein á tann hátt kann siga, at landsstýrið hevur boðað Lønjavningargrunn- inum frá, at tann rætti mátin at umsita praksis er tann, sum landsstýrið metti áðrenn januar í 1993. Landsstýrið hevur tó ongantíð fingið nakað svar upp á hetta brævið frá stýrinum fyri Lønjavning- argrunnin. Óheppin orðing Kjartan Hoydal við- gongur, at nakað av rokinum, sum stóðst av nógv umrødda notatinum til danir um inntøkut- rygdina, varð orsakað av eini eitt sindur óhepnari orðing. Hevdi tann orðingin verið heilt røtt og sagt frá tí, sum ætlanin var, so skuldi staðið, at landsstýrið hevur vent sær Lønjavningargrunnin og bidid hann seta f verk aftur gamla praksis og hevur bíðið Lønjavn- ingargrunnin um við- merkingar. Kjartan Hoydal sigur víðari, at tað var serliga orðingin í tí síðsta part- inum av notatinum, sum b Tíðindablaðið Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri: -Hevdi løg- tingid greitt tikið stóðu til tey lógaruppskotini, sum landsstýrið hevur lagt fram um broyti- ngar í inntgkutrygdini, tá hevði landsstýrið vitað, hvat tað skuldi nalda seg til