Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 49 — 11. MARS 1994 Síða 11 Kærleikans kostnadur Am. sjónvarpsfilmur frå 89. Tað gongst ikki Patriciu Sparks væl í nýggja starvinum sum borgmeistari. Andstødan er ímóti ætlanum at byggja eina nýggja sélumið- stød, av tí at grundstykkið er í einum fínum gomlum býarparti. Ein kvinna verður funn- in myrd undir løgnum umstødum, og sam- stundis verður Patricia hótt eftir lívinum. Friggiadagin kl. 23.00; Deep Purple Tað kenda rokk-orkestrið Deep Purple hevði í 1993 eina konsert í Keypmanna- havn. Limirnir í orkestrinum vóru teir somu, sum tá orkestrið var í Danmark í 72. Hans Otto Bisgaard tosar við lan Gillan og vísir klipp frá tí ferðini og hesari. Fríggjadagin kl. 0.05; Chippendales Teir amerikansku strippararnir Chippen- dales hava verið á rundferð í Skandinavia. Sendingin í kveld vísir, hvussu gekst teimum, tá teir høvdu framførslu í donskum provinsbýum, og hvat donskum gentum Á ævintýrferð í heimshøvunum Hesa ferð gongur leiðin til The Great Barrier Reef — Tað stóra Koralrivið uttan fyri Australia, har vit fara at síggja tað ríka djóralívið og hvussu m.a. skjaldbøkur, håvar og ymiskir fiskar nørast. Leygardagin kl. 22.55: Å veg heim Am. filmur frå 78. Í 1968 leikar Vietnam- kríggið á upp á tað harðasta. Maður Sally er í Vietnam, og í Los Angeles arbeiðir Sally á einum sjúkrahúsi fyri hermenn, sum eru særdir í Vietnam. Har hittir hon Luke, sum situr í rullistóli, og hon verður góð við hann. Jane Fonda og Jon Voigt fingu hver sína Oscar-heidursløn fyri sínar leiklutir sum Sally og Luke. Sunnudagin kl. 14.40; Eg sá hann fyrs + Am. skemtifilmur frå 47 við Gary Grant, Mymu Loy og Shirley Temple f høvuds- leiklutunum. Richard Nugent er gamal drongur, playboy og sjarmerandi forherð- ingur, sum verður stevndur fyri rættin, tí onkur kemur fram á hann saman við eini heilt ungari gentu í íbúð hansara. Dómarin er systir gentuna, og dómu rhennara er ikki sért sjáldsamur. Sunnudagin kl. 17.25: Placido Domingo Upptøkur úr Ítróttaparkini í Keypmanna- havn í fjør summar, tá Placido Domingo sang saman við danska sopraninum Ingu Nielsen. Vit hoyra eisini Kurt Ravn, Flemming Enevold og Marionnu Morten- sen við brotum úr >Les Miserables< og »Cyrano de Bergerac«. Eugene Kohn stjórnar Radioundirhaldsorkestrinum. Sunnudagin kl. 19.35: Am. westem-rgð um ein kvinnuligan lækna, sum búsetir seg langt úti á preriuni í Colorado Springs, harhon skal vera lækni. Øll halda, tað er ein maður, ið kemur í starvið, so tað fyrsta hon má gera er at fáa tey at góðtaka seg sum kvinnu og lækna. Men hon fær annað at hugsa um, tá hon skal taka sær av trimum børnum, sum hava mist mammuna. Sunnudagin kl. 21.05: Manna millum Náttina millum 26.-27. mars 1930 fór skonnartin >Ernestina< úr Klaksvík á land undir Selvognsbjørgunum í Íslandi. Tá ið lýsti fyri degi vóru 8 av manningini farnir í havið. Teir máttu lúta í tí vónleysa bardag- anum móti kulda, kavaroki og brimbrotum. Bestimaðurin Ziska Jacobsen svam í land og fekk sett línu fasta, sum bjargaði hinum 17 av manningini. Vit hitta Kaj Thomassen úr Svínoy, sum var við hendan túrin. Pápi Kaj var eisini við, men hann hvarv í brim- inum hesa ódnarnátt. Tónleikabólkurin Flúrar hava givið út nýtt band. Í hesum sambandi eru teir gestir í Vit fara eisini at hoyra tjaldurssang og søgu í samband við Grækarismessu. Sunnudagin kl. 23,40: Samrøda vid Gunther Grass Rithøvundurin Gunther Grass gav eina nýggja bók út herfyri. Í sendingini tosar Per Øhrgaard professari við hann um mangt og hvat, eisini um ta nýggju eystur-vestur stóð- una. Lítli lækni á preriuni Tysdagin kl. 21.10: Gull og grønar skógir Norskur stuttfilmur. Svørt komedia um eina eldri kvinnu, sum býr mitt í skóginum. Seint eitt kveldið kemur eitt sjónvarpslið at vitja hana í sambandi við at eitt ommubarn skal vera við í einum stórum ítróttatil-taki. Men — tað er meira ímillum himmal og jørð enn ítróttur í sjónvarpi. Pretty Baby. Í Am. filmur frá 77. Í 1917 býr tann 12 ára gamla Violet saman við mammu síni í ein- um bordelli í New Orleans. Hon er hugtikin av einum av teimum føstu gestunum á bordellinum, men hansara einasti áhugi er at taka myndir av gentunum. Tað er ein verð, har eitt barn veit alt um kynslív, men lítið og einki um kærleika. Filmurin er óhóskandi fyri børn. Mikudagin kl. 22.25: Top Gun Am. filmur frá 86 við Tom Cruise í høvubs- leiklutinum. Hetta er ein action-filmur um lívið á einum elitu-skúla fyri flogskiparar, og tað var í hesum filminum, at Tom Cruise fekk sítt gjøgnumbrot. Filmurin er óhóskandi fyri smærri børn. Hósdagin kl. 21.05: Tey vælsignadu børn — 3:6 Í hesum partinum verður trupulleikin, sum fólk kunnu hava við at fáa børnini at sovna, vidgjørdur. Frede Asgaard, kulturantropo- logur gevur foreldrum við børnum, sum eru náttarravnar, góð ráð. Eisini greiðir familjuterapeuturin Lisbeth Nørop Nielsen frá, hví nógv børn tyrannisera familjuna. Og eisini er eitt brot við foreldrum, sum hava stórar ætlanir við børnum sínum. Hósdagin kl. 22.30: Årsins bestu heilar Sending av slottinum Valdemarsrudde i Stockholmi, sum nú er listasavn, við teim- um vísundafólkum, ið fingu Nobel-heið- urslønina í 1993. Lou Dobbs frá ameri- kansku tíðindarásini CNN er studiovertur, og sendingin er um vísindi, búskap, bók- mentir og intuitión og um tað yvirhøvur gongur framá innan gransking. KS