fríggjadagur 11. mars 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 49—11. MARS 1994 Tíðindablaðið { sostalurin }
Fríggjadagin kl. 19.00:
Barnaløtan
Í kvøld vitja vit barnagarðin við Velbastað-
vegin. Har vísa bømini okkum, hvat tey
duga og hvat tey ikki duga. Men eitt duga
tey øll. Tey duga at syngja.
Søgan í kvøld er um indiånaradrongin
Lítla Íkorn. Hann er ikki ófgrur at beistast
og at skjóta við boga og píli eins og hini,
men hann dugir nakað, sum tey ikki duga.
Frísi er farin at vitja fólk. Konan í húsin-
um veit bara ikki av tí, so hon skilir einki av
øllum tí, sum hendir.
Og hvør er tað, sum kemur til Føroya at
vitja júst nú???
riggi ink
Børnini i Dundurdali
— 4:7
Tá vit fanga vatnkrabbar er summarfrítíðin
at enda komin. Tá summarfrítíðin er um at
vera liðug, fara børnini saman vid påpum
sínum til Nokken at fanga vatnkrabbar. So
kemur heystið, og tey skulu hugsa um at
skaffa sær til vegurin. Men knappliga
kemur kavin, og hvussu sleppa børnini í
Dundurdali heim úr skúla, tá kavaódn er?
Leygardagin kl. 17.30:
Dinosaurarnir
Charlene fær eitt hugskot, sum gongur
im6ti øllum teorium um, hvussu verdin er
innrættað, og prisurin fyri øOrvisi hugsan-
um er altid høgur.
Disney teknifilmur
Hesaferð skulu vit siggja nýggjar og gamlar
teknifilmar í ein heilan tíma. Vit skulu
síggja: Plúss Pætur í >Ein nýggjur asni< og
>Privatdetektivur Tigaradjór<, Mikkjal
Mús í >Í hålku« og Per, Pól og Palla í >Fá-
tæki Júki Gubbi< og Pluto í >Pluto Sinatra<.
Sunnudagin kl. 18.20;
Sára úr Avonlea
— 13:13 (ft)
Janet skal føda. Men eingin er at fara eftir
hjálp, tí Alec hevur fingið skaða í ryggin, so
hann fær ikki flutt seg, og øll hini eruútiog 2
spæla.
Týsdagin kl. 19.15;
Barnasendingin
Tsarurin í tí stóra, russiska ríkinum sendir út
eina yvirlýsing um, at tann, ið byggir eitt
skip, sum kann flúgva, skal fáa dóttur hans-
ara til konu og hálvt kongsríkið. Ivan, tann
yngsti og býttasti av trimum brødrum, fer at
royna seg...
Mikudagin kl. 19.00:
Heidi og fjallaabbin
Semjan — 19:26 (ft)
litla smågentan og hon leidir abba sin.
aftur til hansara at biigva, at nakad hendir,
sum eingin i bygdini vildi trúð. Ein sunnu-
dag gongur kirkjuhurdin, og inn trinur tann
Big Business
Am. filmur frå 88 við Bette Midler og Lily
Tomlin í høvudsleiklutunum. Tað er ein
serligur dagur í býnum Jupiter Hollow.
Tvey tviburdapør verða fødd á sjúkrahús-
inum í býnum, og tey líkjast ómetaliga
nógv. Hjúnini Shelton úr New York fáa
tvær døtur og hjånini Ratliff úr Jupiter
Hollow fáa tvær døgur. Genturnar fáa eisini
eins nøvn, Rose og Sadie, og ein sjúkra-
systir býtir tær av Óvart um, so at annar av
báðum tvíburðapgrunum fær skeiv for-
eldur. Nógv ár seinni er Sadie Shelton
vorðin ein dugnalig handilskvinna í New
York. Tíðindi frættast um, at Sadie Shelton
skal keypa fyritøkuna Hollowmade, og tå
fer fyristødukvinnan í fyritøkuni, Rose
Ratliff, til New York saman við systrini
Sadie at steðga ætlanum hennara...
Crockett roynir, alt hann er mentur, at
prógva at morðið á ein heimskendan sjón-
leikara undir filmsupptøkuni í veruleikan-
um varð framt.
Leygardagin kl. 16.00;
Follow me, boys
Am. familjufilmur frá 66 um ein fátækan
mann, sum búsetist í einum lítlum býi í
triatiårunum og byrjar ein skótabólk fyri
dreingir.
in kl
Tora! Tora! Tora!
Am. filmur frá 70. Í sept. 1939 flytur
Isoroku Yamamoto admiralur yvir á
hangarskipið Akagi at taka yvir leiðsluna
av japanska flotanum. Yamamoto er
útbúgvin á Harvard, og hann er skyldugur at
kríggjast fyri USA, men dreymur hansara
er ein annar. At forða USA at koma sær |
uppí, kemur hugskotið at sigra á ameriku-
monnum á Pearl Harbor...
Sunnudagin kl. 20.00:
Batman
Am. filmur frá 89. Níggju ára gamli Bruce
Wayne verður skelkaður vitni til morðið á
ríku foreldur síni. Eftir hetta setir hann sær
fyri at berjast móti óndskapi, tá ið hann
verður stórur. Arvurin, hann fær, ger tað
møguligt hjá honum at menna kropp og
tankar á bestan hátt. Men hin, Jokarin, hevur
ræðuligar ætlanir fyri íbúgvarnar í býnum
Gotham. Og lagið gerst ikki betur av at
Batman alla tíðina forðar honum. Men so
kemur tíðindakvinnan Vicki Vale upp í
leikin og verður skotin í Wayne. Og sjálv-
andi, tá ið sólin fer niður og brotsmenninir í
Gotham koma fram, broytir Bruce Vayne
seg til... Batman...
Leikarar: Jack Nicholson, Michael
Keaton, Kim Basinger 0.0.
Månadagin kl. 17.00;
Big Brother Jake
Nýggj sendirød. Jake hevur átikið sær eina
ábyrgd. Hann er hildin uppat sum stunt-
maður í Hollywood og er komin aftur til
Brooklyn at hjálpa fosturmammu síni at
uppala fimm fosturbørn. Hann veit ikki
nógv um børn, og hvat bórnum tørvar, men
hetta kennir hann skjótt...
Týsdagin kl. 22.10:
Married with children
Al sær alla tíðina grónar verur fyri sær.
Eingin trýr honum, tá ið hann sigur hinum
frá hesum, og hann setir sær fyri at prógva
tað, hann hevur sæð.
Mikudagin kl. 11.30;
Secret Places
Bretskur filmur frá 84. Í byrjanini av seinna
heimsbardaga verður ein bretsk skúlagenta
væl við ein týskara, sum er flóttafólk.
In the heat of the night
Virgil og Gillespie loysa eina morðgátu,
sum avdúkar tað veruliga sambandið mill-
um tvær systrar.
Hósdagin kl. 22.35:
Black Adder
Søgan fer fram í Onglandi 1664. Edmund
hevur trupulleikar í handlinum, tá ið vikar-
urin óvæntað kemur...