fríggjadagur 11. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 49 — 11. MARS 1994 Sida 13
Góðan morgun
av Muntra
Í dag sendir Útvarpið meira
enn tríggjar tímar úr Fugla-
firði.
Í dag verður Muntra í Fuglafirði meira enn
bara ein matstova. Muntra verður karmur
um fleiri sendingar hjá Utvarpinum, sum í
dag fer at gera serliga burtur úr nýggjasta
býnum í Føroyum.
Tá >Góðan morgun Føroyar« kemur
fimm minuttir yvir hålvgum átta í morgun,
verður tað úr Fuglafirði og tað verða
burturav mál í Fuglafirði, sum verða tíkin
upp til umrødu í sendingini. Gestir koma á
Muntra og vitjað verður við mikrofonini
ymsa staðni í býnum.
Livandi tónleikur er eisini á skránni.
Fuglafjørdur er kendur fyri sítt ríka tón-
listarliga lív og tað nýggjasta er titt mans-
kór, har bæði eldri og yngri sangglaðir fugl-
firðingar eru við.
Suni Merkisstein, Elis Poulsen og Tórður
Mikkelsen fara at tosa við fuglfirðingar og
fyri teknikkinum standa Milson Zacharias-
sen, Pauli Magnussen og Bjarni Johansen.
Fuglafjørdur og fuglfirðingar aðrastaðni
eiga eisini Máltráðin í dag millum kl. 10 og
11. Elis Poulsen verður á Muntra og fugl-
firðingar kunnu ringja til Måltrådin kl. 9.30
og ynskja sær eitt lag. Sendingin verður
eisini kryddað við stuttum samrødum ymsa
staðni í býnum.
>Vikuskiftið< verður somuleiðis úr
Fuglafirði. Har verður m.a. trivið í ítrótt og
annað frítíðarvirksemi í býnum, og aftur
her verður li vandi tónleikur á Muntra. Suni
Merkistein hevur ábyrgdina av sendingini.
Grækarismessumorgun kl. 10.10:
>Hey, Føroya børn«
— Måltrådur fyri børn
Grækarismessumorgun verdur aftur høvi
hjá bømum at ringja til »Måltrådin fyri
Børn«.
Telefonimar hjá Máltráðnum svara longu
kl. 9.30, og tá kunnu børn ringja til Barna-
útvarpið og ynskja sær eitt lag. Ringt verður
aftur til børnini, tá sendingin byrjar kl.
10.10.
Sunnudagin kl. 14.15:
Fyri og eftir gosið
Tíðarrokningin í Vestmannaoyggjunum er
merkt av eldgosinum í 1973. Tað eru fólkið
og oyggjarnar eisini. 1000 teirra fluttu
ongantíð aftur. Onnur vildu ikki sleppa
oyggjunum.
Føroyingar, sum upplivdu eldgosið,
greiða í sendingini frá, hví tey fluttu aftur til
oyggjarnar. Onnur siga frá, hví tey ikki
leitaðu heimaftur.
Karolina Hansen leggur til rættis.
Mánadagin kl. 9.30 og
týsdagin kl. 20.30:
Gølan í Eplalandi
— úr bók »Ein tidarmynd« eftir
Valdemar Poulsen
Politikarin flenti, tí at vit fóru so fáir. Men
tað er so mangt, sum er broytt síðani tá. Og
har atkvødur eru, vil ein politikari altíð vera
tøkur.
Sami politikari var hjá mær í summar. Tá
flenti hann ikki. Hann beyð sær til at stovna
ein nýggjan flokk við honum og mær á
odda. — Flokk teirra eplaleysu.
Sverri Egholm lesur.
Mánadagin kl. 17.05:
Tvey ættarlid
spæla tónleik
— Gestir ur Vestmanna
Ann Margreta og Jógvan Páll Johannesen
fara at velja tónleikin mánadagin í send-
ingini >Tvey ættarlið spæla tónleik<. Ann
Margreta er húsmóðir, men hevur frá ung-
um árum dámað væl tónleik. Sum ung
byrjaði Ann Margreta at spæla á klaver, og
hon hevur eisini sjálv skrivað løg.
Í Mm mn á
Blaðungur í 60'árnum hugtók Jógvan Páll
tann føroyska ungdómin við bólkinum
>Thunderbirds<. Nú starvast Jógvan Páll í
Sjónvarpi Føroya sum teknikari, men hann
hevur meira enn so stundir til at trína á pallin
aftur saman við sínum gomlu spælifeløg-
um.
Elis Poulsen leggur til rættis.
Mánadagin kl. 18.00:
Norðurlendskur
tónleikur
SM
Svante Thuresson er gamal og kendur
sangari i Svøriki. Flestu munnu minnast
hann frå Kvgðuljómunum í gomlum døg-
um, tå hann sang »Noahs Ark«.
Herfyri savnadi Svante Thuresson fleiri
svenskar yrkjarar, sangarar og tónleikarar
kring seg og burtur úr hesi stevnu spurdist
plåtan: »En salig man«. Vit hoyra brot úr
hesum upptøkum.
Birgir Kruse stílar fyri.
Mánadagin kl. 20.00:
Tilvera
Við ti nýggju tøknifrødini í dag kann
læknavísindin gera nógv. Men tað, sum
menniskjan kann gera við sjálvt lívið, hevur
stórar moralskar og etiskar avleiðingar.
Vit fara í dag at hoyra um tær sonevndu
ommumammurnar. Tað eru kvinnur, sum
eru kunstiga gitnar. Hesar eru í fimti og
sekstiårunum.
f Englandi vilja visindamenn fåa loyvi at
taka egg frå aborteradum gentufostrum og
seta hesi í livssørar kvinnur.
Á ymiskum bilverksmiðjum verða lík
brúkt, tå tær sokallaðu crash tests verða
gjørdar.
Armgarð Arge stilar fyri.
Tisdoginkl 11.095 kl. 17.20:
Heilsa og heilsurøkt
Gestir í útvarpsstovuni hesaferð eru eini
hjún. Kvinnan fekk staðfest blóðkrabba fyri
nøkrum árum síðan, men í dag er hon frísk.
Armgarð Arge leggur til rættis.
Mikudagin kl. 19.30:
Kuffertid
Frå Dover til Føroya
In the stormy seas and the living gales
Just to earn your daily bread
you're daring
from the Dover Straits
to the Faroe Islands
while you're following
the shoals of herring
Soleidis yrkir Ewan McColl i sanginum
um sildamannin år Norfolk — »The Shoals
of Herring«. Ewan McColl taldist millum
virknastu og kendastu bretsku visusang-
arar. Oftast vóru sangirnir úr gerandisdeg-
num. Men eisini hevði hann viðmerkingar
til støðuna úti í heimi. Eitt nú støðuna í
Suðurafrika í 1963 og seinni í Vietnam.
Millum best kendu sangir hansara munnu
tó teljast >Dirty old town< og >The first
time ever Í saw your face«. Ewan McColl,
sum var giftur vid Peggy Seeger, doydi i
1989. Mikukvøldid gloppa vit Kuffertinum
og fáa innlit í ríku sangir McColls.
Hósdagin kl. 9.30 og.
friggjadagin kl. 20.30:
Sporini i kavanum
— Aktuellar hugleidingar eftir
Gunnar Hoydal
At ferdast gjøgnum alheims fjølmidlar er at
síggja samlag og samhuga verða piðað av
øllum beinum og koyrt í tann stóra pottin,
har einki uttan vinningur kókar og sendir
brestandi bløðrur upp í nasarnar á fólki.
Tá er gott at koma heimaftur til alt, sum
smátt er, og vita sær, at tað, sum sæst og
hoyrist mest, er bara tað uttasta, skræðan og
skreytið.
Sverri Egholm lesur.