Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 = Nr. 49 — 11. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin | MBF spyr politikararnar: HVUSSU virka undirskriftirnar i verki -sum formenninir i flokkunum settu undir yvirlysingina handikappdagin 3. desember. MBEF skipar fyri pallborðsfundi leygardagin Sjálvan alheims handi- kappdagin 3. desember í fjør, heitti Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum á løg- tingið og teir flokkar, sum har eru umboðaðir, um at taka undir við eini áheitan, soleiðis at stóða teirra brek- aðu var tikin upp til orða- skifti fyri at tryggja hesum samfelagsborgarunum mannarættindi og javnrætt- Og hesi áheitan tóku allir flokkar undir við, og for- menninir settu sína undir- skrift undir yvirlýsingina. Nú vil MBF fegið hava at vita hvussu politisku flokk- arnir hava í hyggju at fremja hesi góðu orð í verki. Tað, løgtingsformadurin og formenninir fyri teir sjey flokkarnir skrivaðu undir var, at brekað fólk verða hoyrd og hava høvi til at taka lut í orðaskifti av mál- um, sum er avgerandi fyri lív teirra. -At brekað fólk hava sama rætt til samfelagslig tilboð, sum øll onnur, og at samfelagsligar forðingar ikki verða til hindurs fyri hesum. -At hugsað verður um tørvin hjá brekaðum fólki í gllum almennum ætlanum. -At fyribyrgja og minka um árinini av menningar-, sálar-, likams- og sansabre- kum, eins og av viðkvæmis- og heilivágskrevjandi brek- um, og at veittur verður stuðul og mótvirði vegna brek. -Atmanglandi reglugerð- ir og lógir verða fyrireik- aðar, so sum lóg um al- menna bygging til øØll, nýggj sinnissjúkralóg og lóg um vørumerking. -Og at upplýsing um møguleikar og rættindi kemur út til brekað, av- varðandi, fakfólk og sam- felagið, og at neyðug ráð- geving stendur øllum í boði. x Allir flokkar við Tey, ið fara at sita við pall- borðið á fundinum hjá MBF í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan tíggju, verða Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin, Hildur Patursson fyri Tjóðveldisflokkin, Lisbeth L. Petersen fyri Sambands- flokkin, Svend Aage Ellef- sen fyri Fólkaflokkin, Tord- ur Niclasen fyri Miðflokkin Alheims Handikappdagin 3. desember, gjørdi Meginfelag teirra Brekaðu vart við seg í løgtinginum. Mynd: Kalmar og Niels Pauli Danielsen fyri Kristiliga Fólkaflokk- in. tór.- Barnasangleikur Í Norðstreymoy Komandi vikuskifti framførir Musikskúlin í Norð- streymoy barnasangleikin »Tao«. Framførslurnar vera i Glæmuni i Kvikvik leygar- dagin 12. mars kl. 19.00 og í Vestmanna skúla sunnu- dagin 13. mars kl. 17.00. Leikurin snýr seg um krákuna Tao, ið finnur eitt gullstykki í skóginum. Hon ansar so væl eftir gull- stykkinum, at hon verður fyriløgst, og missir allar sínar fjaðrar. Hon fær tó hjálp frá mariuhønuni og ugluni, og fær at enda allar fjaðrar sínar aftur. Men hvat við gullstykkinum? Uppsetingin er gjørd eftir myndabók, ið Else Schwenk-Anger hevur skrivað. Tónleikin hava Annette Nielsen og J. Thull gjørt. Týtt til føroyskt hevur Raymund Nielsen. Tónleikarar og leikarar eru børn í aldrinum 4 til 16 ár — 32 í tali. Uppsetingini hava Annette Nielsen og Sharon Weiss staðið fyri. Musikskúlin í Norðurstreymoy Sinnisbati VALUTAKURSIR 10.03.94 síðsta mán USA Dollari 662,45 671,70 Bretland Pund 992,81 997, 94 Tyskland Markur > 390,64 391, 89 Svøriki Kréna 83, 33 83, 78 Noreg Króna 90, 01 90, 37 Frakland Frankur 114,76 115, 30 Belgia Frankur — 18,952 19, 045 Sveits Frankur 463,84 469, 88 Holland Gyllin 347,72 349, 01 Halia Liri 0,3942 0, 3971 Finnland Markur 119,77 120, 86 Ísland Króna 9,19 9,26 Eysturriki Skillingur 55, 537 55, 729 Spania Pesetas 4,731 4,812 Portugal | Escudos 3,784 3, 851 Kanada Dollari 488,64 498, 11 Japan Yen 6,2602 6, 4327 Írland Pund 953,07 — 959,12 Grikkaland Drakmur > 2,687 2, 705 Kelda: Føroya Sparikassi Frítíðarholið í Krossgotu 15 er opið månakvøld kl. 19—22. Nýggjasta fartelefon-skipanin Utbyggjast -men enn eru ikki fleiri enn umleið 200 fólk sum hava NMT-900 telefonina, og tí verður markað Snild er hon. Ikki stórri enn ein hampuligur sigarettpakki, og so kanst tú nýta hana at tosa úr einum enda av landinum í annan, og væl longri enn so. Talan er um nýggjastu so- kallaðu NMT-900 tele- fonina. Men heilt líta- leys er skipanin kortini Ein lesari ger vart við, at áður hevði hann ongar trupulleikar at nýta tele- fonini alla staðni í mið- býnum í Havn, men knappliga bilaði onku- staðni. Hetta var eftir at Telefonverkið hevði flutt støðina av Tinghús- vegnum og niðan á Húsareyn. Vit hava spurt Magnus Danielsen, tekniska leidara å Telefonverkin- um, hvi. Magnus Danielsen sigur, at eftir at stødin vard flutt, virkar skipan- in betri sum heild, men í onkrum føri tó verri, men trupulleikin er, at ein stórri útbygging av skipanini kostar nógv í mun til ta enn avmark- aðu nýtsluna av hesi nýggj telefonini. løtuni eru sjey stødir kring landið. Í Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, á Tvøroyri, flogvøllinum og tvær í Havn. Ætlanin er fyribils at seta eina upp aftrat. Tað verður í Vestmanna. útbyggingin av- 200 telefonir Magnus Danielsen sig- ur, at væl ber til at útbyggja skipanina enn meira, men hesar fløgur mugu eisini geva nakað av sær, og tað gera tær ikki so leingi so fáar tílíkar telefonir eru. Tær eru enn nakað dýrar og tilgongdin hevur verið lítil í seinastuni. Men eitt nú í Dan- Mark er telefonin um at vera hvgns mans ogn, tí har er kostnaðurin ein heilt annar. Hetta kemur av, at donsku telestødir- nar hava latið eitt stórt ískoyti til telefonimar í teirri vón, at flest møgu- lig fóru at keypa, og at televerkini á hendan hátt fingu pengarnar inn aftur í samtalugjaldi. Tað eydnaðist, sigur Magnus Danielsen, men hann heldur ikki, at hetta fer at bera til her hjá okkum. -Men sjálvandi fara vit atbyggja út eftir tørvi og í mun til hvussu fløgur- nar kunnu loysa seg, sigur tekniski leiðarin á Telefonstødini. tór.- SKRIVSTOVUHØLIR bíliga til leigu | Í bygninginum FØROYA KONTÓRSENTIR á Argjum (fyrrv. Albert Hall) eru hølir við nytimans hentleikum bi- liga til leigu. Vendið tykkum eftir vanliga arbeiðstíð til Ottar Olsen á tlf. 14756