leygardagur 12. mars 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 50 — 12. MARS 1994 Síða3
fíggingarstovnarnir fara
at leggjast á skipini, nú
tey liggja við bryggju og
at tey bestu skipini fara at
verða seld av landinum!
-Hatta er “svart" tos.
Fíggingarstovnarnir mugu
sjálvandi eisini rætta seg
eftir teimum fyritreytum,
sum alt samfelagið koyrir
eftir í løtuni. Teir eru
heldur ikki nógv gðrvísi
fyri í dag, enn teir vóru í
gjár.
Annars dylur Tummas
Arabo ikki fyri, at hann
hevur borið ótta fyri, at vit
skuldu missa tey bestu
skipini, um umsetiligheit-
in í lógini ikki gjørdist
nóg stór. Og hetta var m.a.
tað, sum hendi, tá
landsstýrisuppskotið varð
broytt. -Nú kann eg so
bert staðfesta, at
fíggingarstovnarnir hava
júst hesa áskoðan leggur
hann aftrat.
Billgur fiskur
Tummas Arabo skilir ann-
ars væl støduna hjå trolar-
unum. Trupulleikin er
sjålvandi tann, at upsin er
ein biligur fiskur, og skulu
teir nyggju og dyru båtar-
nir bara fiska upsa og teir
heldur ikki kunnu keypa
aðrar kvotur, so sær tað
svart út hjá teimum.
Upp á fyrispurning um
tað er torført at skula um-
sita lógina, nú løgtingid
hevur broytt uppskotið frá
landsstýrinum sigur
Tummas Arabo, at lands-
stýrið hevur fingið til
uppgávu at umsita hesa
lógina og fer tí eisini at
gera tað. Hann viðgongur
tó, at hon er ikki so lidilig
og létt at umsita, sum upp-
skotið frá landsstýrinum.
Kunnu ikki mót-
arbelda løgtinginum
Fiskimálaráðharrin heldur
annars ikki, at eitt felag
kann seta verkbann í verk
móti einum lóggevandi
tingi, soleiðis sum Trol-
skip ger í løtuni. Vit hava
ikki traditión fyri slíkum,
og landsstýrið kann einki
gera, tí tað er bundið at
teimum lógum, sum tingið
hevur samtykt.
-Men hvussu kanst tú
liva við, at flotin liggur og
virkini eru stongd?
-Tingið hevur samtykt
eina lóg, og hana mugu vit
í Tinganesi eins væl og
flotin liva við.
-Men merkir tað, at
landsstýrið skal als einki
fyritaka sær í hesum
málinum?
-Tað ger tað sjálvandi
ikki. Vit hava samband
við partarnar og royna at
finna loysnir ávegis,
soleiðis at skipini kunnu
fara frá kei aftur. Men
tann militanta stødan hjá
Trolskip við at royna at
tvinga landsstýrið við
verkbannsvápinum, hon
kemur ikki at geva nakað
úrslit. Vit mugu royna at
koma gjøgnum hesar seks
mánaðirnar og síðani vita,
hvat ein meiriluti í tingi-
num ynskir.
-Men er einki annað at
gera?
-1. juni kunnu vit flyta
nakað av tonsum. Men
trupulleikin hjá trolaru-
num er ikki bert at fáa
eina nøgd av fiski.
Trupulleikin er tann, at
teir fiska ein so bíligan
fisk og hava ongan
møguleika at fáa tann dýr-
ara fiskin.
-Men er tá einki til av
dýrum fiski til allar hesar
bátarnar at býta millum
sín?
-Nei, og tað er tí vit fáa
kvotur.
Tummas Arabo vísir
annars á, at landsstýrið nú
fer at játta pengar til
praktiskar fiskiroyndir, og
her er so ein møguleiki hjá
nøkrum skipum at royna
nýggjar leiðir.
Av kvotu eystanfyri
-Men er einki til ísfiska-
trolararnar eystanfyri, nú
vit fingu stérri kvotur
har?
-Vit hava nakað av
fiski eystan fyri, sum vit
ikki hava kvoterað út, men
at vit kunnu nøkta tørvin
hjá trolaraflotanum.
-Merkir tað, at tað
verða kvotur til trolarar-
nar eystanfyri?
-Vit hava sagt, at tað
verður mett positivt. Men
tað skal ikki vera soleiðis,
at tú leggur teg við
bryggju at mótmæla, og
so fær tú kvotu eystanfyri.
Vit hava sagt, at vit fara at
royna at geva ísfiskaflot-
anum nakað eystan fyri,
og longu nú fara fleiri
Militanta stødan hjá Trolskip kemur ikki
línu- og snellubátar eystur
eftir at fiska av kvotu har.
Tummas Arabo vísir á,
at allur fiskivinnupolitikk-
urin snýr seg um at taka
trýstið av landgrunninum.
Relðarapolltikkur
-Men hvar stendur tú sum
fiskimálaráðharri í ósemj-
uni millum trolaramenn-
inar, sum ødrumegin siga,
at tað er nógvur fiskur til
og at teir tí eiga at fiska
frítt - og so fiskifréðing-
arnar, sum hinumegin
siga, at stovnarnir eru
sera illa fyri, og at flotin tí
eigur at minkast?
-Seinastu 15 árini hava
vit politikarar lurtað ríki-
liga nógv eftir
reiðarunum. Tað er tann
parturin, sum sigur, at tað
er altíð nokk av fiski, til
vit so bráddliga standa
fullkomiliga á berum. Og
tað er stødan í dag.
Fyri at siga tað heilt
kontant, so hevur fiski-
vinnupolitikkurin í Før-
oyum gjøgnum nógv nógv
år verið reidarastyrdur, ja
tað hevur verið eitt meira
ella minni skipað svans av
reiðarum og reiðaraáhuga-
málum. Teir hava sitið
úti í Tinganesi og skift um
at svansað runt, fingið
íløgustuðul til hetta og
studning til hatta. Teir
hava harvið kunnað
varðveitt og útbygt ein
flota, sum nú er vorðin
sjúkliga stórur.
Royna nú at reka
veruligan fiskl-
vinnupolitikk
Tummas Arabo sigur, at
tað rætt og slætt er mangl-
andi fiskivinnupolitikkur,
sum er ein av orsøkunum
til, at vit hava fiskad
stovnarnar niður. Og tað
er hetta sum landsstýrið
nú roynir at broyta við
einum veruligum og
skilagóðum fiskivinnu-
politikki.
-Tað er ikki fyrr enn
nú, at tað verður rikin
veruligur fiskivinnupoli-
tikkur í Tinganesi - har tað
verður roynt at skilja
millum
vinnulívsáhugamál og so
ein veruligan almennan
fiskivinnupolitikk. Hetta
er tað, sum hevur manglað
og er tað júst eitt at
de
adalmålum minum at fåa
reint bord, soleidis at hesi
tingini ikki framhaldandi
verda blandad saman.
-Men hetia sampakkar
ikki við tað, sum formað-
urin í Føroya Fiski-
mannafelag aftur og aftur
ber fram í fjølmidlunum,
har hann avgjørdur á-
kærir landsstýrið fyri als
ongan fiskivinnupolitikk at
hava!
-Óli Jacobsen skal vera
fullkomiliga greiður yvir,
at tað er nústaðni í dag, at
veruligar royndir verða
gjørdar til tess at fáa skil á
fiskivinnuna. Tað er fyrstu
ferð síðani sjómarkið fór
út, at tað verður roynt at
fáa skil á fiskiskapinum
undir Føroyum. Veit for-
maðurin í Fiskimanna-
felagnum hetta ikki, so
skal eg siga honum tað.
Tummas Arabo hevur
einki ímóti at fara út í eitt
orðaskifti við formannin í
Fiskimannafelagnum um
hesar spurningar og sigur,
at hann so sanniliga er
fórur fyri at geva Óla
Jacobsen svar upp á sínar
mongu atfinningar.
Kassin tómur
-Tá Óli Jacobsen tosar um
at geva nakað úrslit. sigur Tummas Arabo. Mynd kalmar
manglandi fiskivinnupoli-
tikk, so tykist mær sum
um hann ikki er greiður
yvir, hvat hann tosar um.
Um hann heldur, at tað at
sita í Tinganesi er tað
sama sum at kunna koyra
hondina niður í ein lands-
kassa og hála pengar upp,
so fer hann skeivur. Tað
ber als ikki til, tí kassin er
tómur. Vit hava eisini sæð
alt ov nógv til, at polit-
ikarar koma út í Tinganes
at spæla vinnulívsmenn
samtíðis. Er tú í Tinganesi
skal tú hvørki virka sum
-
fakfelagsmaður ella
vinnulívsmaður. Tú skal
virka sum politikari tvs.
skapa fortreytir og seta
karmar. Tú skal arbeiða
við lógum og reglum.
Initiativini skulu koma frå
vinnulívinum og ongantíð
betur, um tey eisini koma
frå fakfeløgunum.
80-unum
Tummas Arabo sigur víð-
ari, at vit mugu til at læra
av mistøkunum frá 80-
unum. -Eg gekk inn fyri at
umskipa flakavinnuna, so-
leiðis at hon fekk fyri-
treytir fyri at blíva meira
effektiv og meira
rationaliserað. Tað trúgvi
eg eisini fer at geva
bonus. Tað nýggja
russiska-føroyska felagið,
sum kemur at arbeiða á
Sandi, er ein liður í einum
åtviklingi, sum eisini
landsstýrið hevur virkað
fyri so ella so. Har er tað
so Fiskavirking, sum
gongur á odda. Eg haldi
bara hetta er dómi um,
hvussu vinnulívið og tað
almenna kunnu stuðla
hvgrt annað sigur
Tummas Arabo og heldur
fram:
-Júst Óli Jacobsen
hevur havt eina velduga
ávirkan á fiskivinnuna í
Føroyum, og tað er greitt,
at hann hevur roynt at
reka fakfelagspolitikk.
Men hvat er tað hesin
maður sigur: jú - koyrið
fleiri skip út og fiskid
meira. Hetta sigur hann,
sjålvt um vit vita, at fiski-
skapurin uppá dagin er
minkaður hjá skipunum
hesi seinastu árini.
-Vil tú við hesum siga, at
fiskivinnupolitikkurin hjá
reiðarunum og tann hjá
Føroya Fiskimannafelag
hevur gingið hond í hond?
-Ja, tað hevur hann tía-
nverri. Og felagsnevnarin
fyri henda politikk varð g
studningsskipanin.
-Meinar tú tá,at hesir
báðir áhugabólkarnir,
reiðarararnir og
umboðini fyri
fiskimenninar, í veru-
leikanum hava sagað ta
grein av, sum teir sjálvir
sita á?
-Ja, teir hava í sjálv-
søkni verið við til at koyrt
stovnarnir niður, og
landskassin hevur goldið
gildið.
Vanlukkan er tann,
leggur Tummas Arabo
aftrat, fiskimålaråOharrar-
nir gjøgnum tíðina hava
góðtikið hesa gongdina.
-Hvat er tá ødrvisi í
dag, nú tú umsitur fiski-
vinnuna?
-Nú lóggeva vit og
leggja karmar fyri fiski-
vinnuna fyri fyrstu ferð í
søguni, uttan at hyggja ov
nógv til egináhugamál av
nøkrum slag. Sjálvur havi
eg ongi egináhugamál.
Hetta er tí mestsum fyrstu
ferð, at landsstýrið rekur
ein fiskivinnupolitik við
ongum egináhugamálum.
Higartil hevur tað snúð
seg um at lívga hesum og
hasum, uttan at ein hevur
tikið hædd fyri, hvat tænti
fiskivinnuni frægast upp á
longri sikt.
Skipini mugu út aftur
-Nú er tú eisini ráðharri
fyri fiskiídnaðin. Hvussu
leingi kanst tú standa og
hyggja at, meðan einki
arbeiði er á virkjunum?
-Tað dámar mær sera
illa. Til tað er at siga, at
tað kann ikki góðtakast, at
bátarnir, nú tað endiliga er
fiskur til, ikki vilja fara út
og avreiða til virkini.
Loysnin er at fáa flotan frá
bryggju aftur, og hetta er
eisini tað vit royna. |
-Men hvat nyttar hjá
trolarunum at fara út, tá
tað fæst so lítið fyri fiskin?
-Tann parturin av flot-
anum, sum fiskar konga-
fisk og tosk, hann fær
rættiliga nógv fyri sín fisk.
Framhald á síðu 7