leygardagur 12. mars 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 50 — 12. MARS 1994
Arheiðspláss
finst ikki betri '
- Ofta hevur verið hart, men eg havi sanniliga
havt nógvar vakrar arbeiðsdagar í tí stórslignu
náttúruni við Sornfelli, sigur Svenning Reinert,
sum síðan 1963 hevur hildið vegin niðan á
stødina og nú hevur fingið heiðurstekin fyri
trúgva tænastu
- Hver dagur hevur verið
ødrum líkur, sigur Svenn-
ing Reinert um arbeiði sítt
við at halda vegin fyri
støðina í Mjørkadali.
Dagurin í gjár var kortini
nokkso nógv gØrvísi.
Svenning hevði frí og fór
ikki niðan, fyrr enn teir í
Mjørkadali sum avtalað
komu eftir honum og kon-
uni Minu á middegi.
Teir vóru fýra, sum í gjár
fingu handað heiðurstekin
fyri trúgva tænastu hjá
flogvápninum. Hinir tríggir
vóru danir.
Heiðurstekin fyri trúgva
tænastu verða bara latin
fólki, sum hava verði í tæn-
astuni í minst 25 ár.
Svenning Reinert hevur
verið longur enn so í
Mjørkadali.
Sum ungur sigldi hann,
men arbeiddi so uppå
Oyggjarvegin i 1959 og
1960, tá vegurin varð
gjørdur av Sundshålsi og
norður til Mjørkadals. Tá
tað arbeiðið var av, fór hann
til SEV at arbeiða, men í
1963 varð heitt á hann um at
koma at arbeiða hjá stødini í
Mjørkadali. Har vantaði ein
maður.
Langur telnur
- Tá vóru vit fimm-seks
mans, sum høvdu til arbeiði
at halda vegin líka av
Sundshálsi og niðan á Sorn-
felli. Vegateinurin mundi
vera 12-14 kilometrar, sigur
Svenning.
Men so kom asfaltið í
1970-árunum, og síðan
1975 hevur Svenning einsa-
mallur havt ábyrgdina av
vegnum. Orsøkin var ikki
bara asfaltið. Tað var eisini
Tað kann ikki sigast
annað enn, at Svenning
Reinert veruliga varð
heiðraður í gjár.
Umframt heiðurs-
teknið fyri trúgva tæn-
astu handaði Bjarne I.
Pedersen, obertsloyt-
nantur, honum eisini
skjaldarmerkið hjá stød-
ini fyri sítt avbera góða
arbeiði í meira enn 30 ár.
Skipanin við hesum
heiðurstekninum varð
stovnað av Fríðrikki
kongi 9. í 1953.
ringt at fáa fólk at stødast í
arbeiðinum, tí har var so
veðurringt og ábart, at
nógvir heldur vildu hava
annað arbeiði.
Men Svenning hevur
ongantíð hugsað um at
funnið sær nakað annað, tí
hann hevur tri vist betur enn
so.
Nógv ymist
Arbeiði hansara er m.a. at
syrgja fyri, at stavarnir
standa fram við vegnum
niðan á Somfelli. Nógvir
metrar av autoverju eru, og
onkuntíð skal eitt petti
skifast út, og rennurnar
mugu ikki typpast. Tá veg-
urin er hálur, koyrir hann
salt á.
Haraftat hevur hann ym-
ist fyrifallandi, vatnveiting-
ini hevur hann ábyrgdina
av, kloakkbrunnunum eis-
ini.
Stórur heiður
Í reglunum fyri at fáa
heiðursteknið stendur:
"For at kunne erholde
hædrstegnet má den pá-
gældende af sine fore-
satte være kendt som en
brav mand eller kvinde,
der ved troskab, due-
lighed, flid og i øvrigt
god opførsel i tjenesten
samt ved ulastelig van-
del i sit private liv har
gjort sig værdig til at
bære et offentligt vid-
nesbyrd for god tjeneste
ved forsvaret.”
Arbeidsdagarnir eru allir
lika langir. Hann metir kl.
10 minuttir í átta um morg-
unin, og klokkan tíggju
minuttir í fýra er arbeiðs-
dagurin av. Bussur flytir
fólkið millum Havnina og
Mjørkadal, men Svenning
býr í Norðradali og koyrir tí
sjálvur.
Mitt í náttúruni
- Eg má siga, at hetta er eitt
óvanliga gott arbeiðspláss.
Tað hevur tað verið øll
árini. Fólkini hava verið
góð at havt við at erað.
- Tað hava ofta verið
harðir dagar á fjøllunum,
men tað innlivir ein seg í.
Tað hava so sannliga eisini
verið nógvar vakrar lýtur á
Somfelli í tí stórslign nátt-
úruni, t.d. tá sólin kemur
upp um morgunin. Har havi
eg trivist væl, sigur Svenn-
ing, sum vónar, at stødin
hevur brúk fyri honum í
nøkur ár aftrat.
randi
må Nógvur kavi legst altíð á
vegin niuðan á Sornfelli,
tí har er so høgt. Ein
uppgávan hjá Svenningi
er at syrgja fyri, at teir
høgu stavarnir í
vegjaðaranum eru har
Tíðindablaðið (SEK)
Svenning Reinert vónar at kunna halda fram í sínum arbeiði, so leingi hann orkar
(Mynd: Kalmar)
Tjaldur
(á latíni: Haematepus ostralegus)
Tjaldrið, ið er tjóðfuglur okkara, kemur á Grækarismessu (12. mars). Fyrst
síggjast bert nøkur fá saman, og tey gera lítið um seg, tí tey eru sum vera man
ferðamóð. Um Mariumessu og út eftir síggjast nógvir flokkar í haganum og klipp
teirra hoyrist allar vegir. Út ímóti summarmála (14. apríl) fara flokkarnir at
tynnast, tí tá eru tjøldrini farin at reiðrast, og tá halda tey seg fyri tað mesta tvey og
tvey saman.
Sagt plagar at verða, at tjaldur hevur fult reiður á Krossmessu (3. maí), men
vanliga verpingartíðin má heldur sigast at vera á gomlu Krossmessu (15. mai).
Her kann skoytast uppí, at teir gomlu søgdu »at tjaldrið kom við fiskinum <.
Tjaldrið verpur 3 egg og klekingartíðin er vanliga 26-27 dagar.
Um miðjan september síggjast tjøldrini aftur í stórum flokkum, men nú eru tey
ikki so fró og mælsk sum um várið, og um miðjan september byrja tey at rýma.
Tey gomlu plagdu atsiga »at tátjaldur sær sátu fer tað at gråta«, te. tá er summarið
farið. Stovnurin í Føroyum er umleið 12.000 per. Flestu tjøldrini í
Norðuratlantshavi halda um veturin til í Írlandi og Skotlandi.
R.HS.