Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 50 — 12. MARS 1994 Føroyavinir framsyning í Norðurlandahúsinum: Bundin at hesum ovggjum fyri livid - Framsyningina í Norðurlandahúsinum meti eg sum at standa til svars fyri føroyingum, og sum eina tøkk , at eg av tilvild viltist hendavegin, sigur P. O. Hansen, listamaður í Danmark Í gjár læt ein sera for- komandi framsýning upp í Norðurlandahúsinum. Hon er samstundis tann størsta myndaframsýning- in, ið nakrantíð hevur verið har, og sum Norðurlanda- húsið hevur biðið lista- mannin skipa fyri. Tað erP.O. Hansen, lista- maður sum framsýnir sløk 100 fjølltáttað verk, sum øll havarót í Føroyum, tó at tey eru gjørd í Danmark. P.O.Hansen er listamað- ur, sum hevur heimstað á Fjóni í Danmark. P.O. stendur fyri Poul Oskar, men tað. navnið kennast fólk ikki við, hóast listamaðurin er kendur út um donsku landoddarnar. Vist] einki Føroyar Hann er eisini kendur fyri sinar listarligu lysingar av føroysku náttúruni, sum hann myndar å serstakan hátt, og sum øll fólk hava møguleika at taka til sin. Hann hevur eisini ferðast í Íslandi og Grønlandi, men kortini eru Føroyar og menniskjuni á smáplássu- num her, sum hevur givið vitnislig og fyri okkum við- honum størsta íblástur í ar- beiðinum seinastu 28 árini. - Ja, eg kann fara so langt sum at siga, at um eg ikki av tilvild var komin hendan- vegin ein summardag í 1966, so hevði lív mítt verið fátækt, sigur P. O. Hansen. P.O. hevur havt óteljandi framsyningar i Nóorður- londum, umframt í teimum stóru londunum, eitt nú USA og fleiri ferðir í Týsk- landi. Eyðkenni fyri listamann- in á Fjóni er, at hann ein part av síni arbeiðstíð hevur vitj- að í Føroyum, tilsamans meira enn 30 ferðir. Einki hóvasták Útlendingar hava millum ár og dag gjørt vart við tað, um teir hava vitjað hendavegin, og ikki sért av áhuga vekur tað uttanlands, um listafólk halda, at Føroya land er nakað av tí vakrasta og stór- bærasta, og sum gevur teimum íblástur. Tað verður eisini ofta framført sum eitt vørumerki fyri listamannin. P.O. Hansen hevur ikki gjørt tað. Hann hevur vitjað øll hesi árini, men hevur ikki kunnað føroyingar um sína ferðing hendavegin, og hann hevur heldur ikki framsýnt úrslitini av ferðu- num her, undantikið nakrar myndir í Klaksvík fyri nøkrum árum síðani. og við onkrari mynd í Lista- skálanum. Kortini er hann kendur sum føroyavinur í Dan- mark, og tá einamest fyri sínar lýsingar av føroysku náttúruni og bygdasamfel- agnum. Fleiri listabøkur eru gjørdar um arbeiðið hjá P. O. Hansen, og serliga um ferðirnar í Føroyum. Ein er um Fugloy og ein um Miki- nes, sum eru stødini, har listamaðurin hevur búð á arbeiðsferðum sínum. Í 1991 kom rúgvusmikil listabók út um P. O. Han- sen, har hann eisini sigur frá sínum ferðum í Føroyum, og um vinfólk, sum hann hevur fingið nært tilknýti til gjøgnum árini. Vinmaðurin í Fugloy Listamaðurin sigur m.a. um vinmann í Fugloy, at hesin var sera friðarligur og fá- orðaður. Hann støkk inn á gólvið hjá listamanninum av og á, eins og fyri at vita, hvat hesin tókst við. Í fyrstuni vísti P. O. Hansen vinmanninum nátt- úrutekningarnar, sum vóru grundarlag fyri málning- unum, sum hann seinni málaði, tá hann kom heim aftur til Danmarkar. - Einu ferðina vóru hesar tekningar vorðnar meira ab- straktar, og vinmaðurin var bilsin og skilti tær ikki. Hann kallaði tað "krylifix- er", sigur P. O. Hansen. - Eftir hetta havi eg sjálvur kallað mínir abstraktu málningar fyri "krylifixer". - Táeg seinni kom aftur til Fugloyar, og vinmaðurin kom at vitja, spurdi hann altíð, hvussu nógvar "kryli- fixmyndir " eg hevdi gjørt, og hvussu nógv av hinum, sum hann nevndi - tær réttu myndirnar. - Hví hevur tú ikki gjørt vart við teg sum listamaður í Feroyum? - Taðerkanska eitt slag av smædni, men eisini tí eg sum gestur í tykkara landi Tíðindablaðið ikki vildi troka meg fram. - Tit hava nógv og góð listafólk, og tí havi eg ikki hildið tað verið neyðugt at framsýna míni verk her, sig- ur P.O.Hansen. Myndlist er eisini spæl Framsýningin í Norður- landahúsinum er so um- fevnandi, at hon fyllir allan stovnin á tremur. Listaverkini hjá P.O. eru í Klingruni, í forhøllini og eitt serligt collagesavn er at síggja í dansistovuni. Umframt myndlist av ymsum slag, eru eisini standmyndir og serligar myndsúlur at síggja. P. O. Hansen heldur, at tå tå kanst ganga rundan um eina standmynd, so kanst tú eisini ganga rundan um eina súlu, sum er ein mynd . Hann heldur, at tað eisini skal verða loyvt at spæla eitt sindur við listaverkum. - List skal íkki bert verða hátíðarlig. Hon skal eisini verða soleiðis, at hon kann geva hverjum einstøkum á- skoðara eina uppliving. P. O. Hansen sigur, at hann við hesi framsýning vil vísa føroyingum, hvussu takksamur hann er fyri at hava fingið innivist í Føroy- um gil hesi árini. - Tað var av tilvild, at ein vinmaður í 1966 spurdi meg, um eg hevði hug at fara við honum til Føroya, greiðir listamadurin frá. - Eg visti als einki um P. O. Hansen, listamaður: - Tað var av tilvild, at ein vinmaður í 1966 spurdi meg, um eg hevði hug at fara við honum til Føroya. Hann kom ongantíð aftur hendavegin, men ein kortslutningur hendi í mær. Eg varð bundin at hesum oyggjum fyri lívið Føroyar og føroyingar, men eg helt, at tað kundi verið áhugavert, tí eg hevði hoyrt, at náttúran var so stórbær her. Ein kortslutningur - Tað løgna hendi, at vin- maður mín kom ongantíð aftur henda vegin, og at ein kortslutningur hendi í mær. Eg varð bundin at hesum oyggjum fyri lívið, sigur P.O. Hann heldur, at henda framsyningin fyri honum persónliga eisini er sum at standa til svars fyri føroy- ingum - og ein tékk, at hann av tilvild viltist higar. Tá vit vildu vita, hvat list- amaðurin hevur lært, fram- sýnt o.s.fr., svaraði P.O. Hansen brosandi: - Eg eri sjålvlærdur lista- maður, men eg havi virkað sum lærari í Kunstakademi- et í Odense í nógv ár. Upprunaliga starvaðist P.O.Hansen innan Post verkið í Danmark, til hann í 1955 fór at arbeiða burturav sum listamaður. - Tú hevur ferðast henda vegin í góðum og vánalig- um tíðum hjá okkum. Hvat heldur tú um støðuna júst nú? - Eg havi ongantíð givið meg út fyri at vera annað enn eygleiðari í náttúruni Tað hava verið umbroyti- ligar tíðir hesi árini, og nú stendur ikki so væl til - men álvaratos - í Danmark verða eisini mistøk gjørd, men tað sæst bert ikki so væl aftur, sigur P. O. Hansen um- berandi. Framsýningin í Norður- landahúsinum er at síggja til 10. apríl, og er opin vanligar dagar kl. 10 - 18, sunnu- dagar kl. 14 - 18. Orð: Dagny Mynd: Kalmar