leygardagur 12. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 50 — 12. MARS 1994 Sida 13
åt f politikk og beinanvegin
greiða frå, at tað er tvæti, tað
ein kemur við, sigur hann.
Nutella til herin
— Vallyftini hjá mær eru
bjór. Men teir eru meira
veruleikakend enn tey hjá
politikkarunum á fólkatingi
Eg lovið betri veður og
stórri og vakrari jólagávur.
Eg havi lovað, at fregattin
Jylland skal gerast til-
búgvin til bardaga. Hetta
lyftið havi er forrestin hild-
ið. Eg vil hava Nutella
smyrjisjokolåtu í feltratión-
imar hjá herinum, tá teir
fara til Jugoslavia. Tá
donsku hermennirnir eru í
kríggi og eta fransktbreyð
við Nutella, so kunnu teir
smyrja andlitið við breyð-
inum, um fíggingin kemur
og tá eru teir kamufleraðir.
Tað er á hesum stødi eg reki
politikk og tað gongur
ógvuliga væl, sigur Jacob
Haugaard.
Er tín flokkur eitt mót-
mæli móti verandi politi
sku skipan og flokkum
Ja, tað kann ein kalla
tað. Tað byrjaði við at Ro-
nald Reagan gjørdist forseti
í USA. Hann er gamal sjón-
leikari, og tá hann kundi, so
hugsaði eg, at eg eisini
kundi. Eg varð spurður um
eg vildi stilla upp. Tað vóru
politíkkarar sum heittu á
meg. Men eg havi ongantíð
lagt meg út í politikk og tí
vildi eg ikki í nakran gam-
lan flokk, sigur hann.
Kvinnur uttan BH
- Eg uppfatadi vinstra
vongin sum rock tónleik,
kvinnur uttan brósthaldara
og nógv gl. Alt var so væl
uppdeilt, nøkur gjørdust
hippiarar og nøkur endadu å
vinstravonginum. Hippi-
aramir timdu ikki at ganga
til allar politisku fundirnar.
Teir orkaður ikki at hoyra
alt tosið um Vietnam og
onnur kríggj. "Lat teir endi-
liga kriggjast, um teir hava
tíð ul tað, " hugsaðu tey.
Talan var um eina anar-
kistiska heimsfatan. Tað
sum eg hevði fingið at vita
um politikk var serliga
gjøgnum sjónvarpið við
øllum nálastrípunum og
slipsunum. Eg hugsaði,
hetta minnir nógv um
showbis og eg så ein møgu-
leika at luttaka.
— So langt eg kann minn-
ast so hava politikkarar
lovað veljarum lyftir sum
teir ikki hava kunna hildið
Eg hugsaði, at so kundi eg
eins væl lova veljarunum
nakað heilt vitleyst og eg
havi hildið tey flestu val-
lyftini., sigur Jacob Haug-
aard.
— Fregattin Jylland er sett
f stand, eg havid givid
ókeypis øl í mong ár og eg
havið givið fólki ókeypis
jólagávur í mong ár. Eg fái
nógvan pening frá statinum.
Eg fái 43.600 hvort ár til
mítt politiska arbeiði, eg fái
fimm krónur fyri hverja
Eftir Jústinus Eidesgaard
atkvødu, sigur Jacob Haug-
aard.
— Tað finnast politikkarar
innan arbeidararørsluna í
Danmark, sum í ramasta
álvara lova arbeiði til allar
hendur. Teir eru fullgreiðir
ivir at hetta letur seg als ikki
gera, serliga tí at vinnulívið
verður alt meira auto-
matiserað og krevur minni
fólk. Tá teir kunnu koma
við tílíkum lyftum, so kann
eg eisini koma við sama
tvætlið á ødrum økjum,
sigur Jacob Haugaard.
— I Danmark eru tað bara
politikkararnir sum trúgva
at tað ber til at koma ar-
beiðsloysinum til lívs, ong-
in annar trýr hesum, sigur
Jacob Haugaard.
— Tað sama er galdandi í
Føroyum. Fyri 25 árum
síðan kundu føroyingar
fiska sum teir vildu, í dag
fáa tt kvotur og allar
møguligar avmarkingar, tit
koma ongantíð kreppuni
heilt til livs sjálvt um
tíðirnar fara at vera betri,
sigur hann.
Arbejdssky elementer
Hvat hevði tú gjørt, um tú
slapp inn á fólkating?
— Tað hevði verið ein
verðins sensatión, um eg
hevði verið valdur á ting
umboðandi >Sammenslut-
ningen af bevidst arbejds-
sky elementer<. Tað er PR,
reklama alt snýr seg um í
dag. Ferðafólk úr øllum
Europa hevði streymað til
Århus fyri at sæd mannin og
rørsluna, sum hevði gjørt
bragdið. Eini 1000 arbeiðs-
plåss innan ferdavinnuna í
us høvdu verið trvggi-
að, sigur hann.
— Í politikki er tað soleiðis
í dag, at letur tú teg væl í og
er sannførandi, so er tað ikki
av so stórum týdningi hvat
tú sigur. Hetta er alarmer-
andi, sigur Jacob Haugaard.
Heldur tú at tað er av
tilvild at ein slíkur flokkur
sprettur júst í Árhus?
— Okkara ummæli av at
verða eitt sindur undarligir
ger ikki mína stóðu verri.
— Forrestin nú skal tú
hoyra tað seinastu Árhus-
søguna eg havi hoyrt:
—Eitt stuttleikaflogfar við
tveimum fólkum umborð
datt niður í Vestre Kirke-
gård í Århus. Stutt eftir
hoyrdist í útvarpinum:
"Teir hava longu funnið
yvir 100 deyð fólk", skemt-
ar Jacob Haugaard.
— Søgurnar um støðuna í
Føroyum hava verið daprar
í Danmark seinastu tíðina.
Eg stúrdi næstan fyri at
koma her upp. Er roknaði
við, at teir vóru byrjaðir at
taka kantsteinaranar á
gongubreytunum upp og
fólk høvdu neglt fyri
vindeyguni. Men so illa er
heldur iki statt. Føroyingar
hava bart seg úr kreppum
fyrr. Tað klára teir eisini
hesuferð, sigur Jacob Hau-
gaard at enda.