leygardagur 12. mars 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jacob Haugaard, politikkari og skemtari:
Bert politikarar trúgva
uppá arbeiði til oll
—Tað er ongin annar sum tryr, at tað ber til at koma arbeiðsloysin-
um heilt til livs. Teir lova arbeiði til øll undan hvørjum ári, vælvit-
andi um, at hetta als ikki letur seg gera, nú tørvur er á færri fólki
innan næstan allar vinnugreinar. Tað eg havi lovað sum politik-
ari, tað havi eg hildið, næstan, sigur hann
Vit sita í eini íbúð úti við
Velbastaðvegin. Eini íbúð,
sum fevnir um alla ovaru
hæddina, á einum miðal-
stórum bilverkstaði. Vit sita
og tosa um gulltidina í
åttatiårunum. Jacob Haug-
aard, danskur íspegil, hálv-
ur føroyingur og undirrit-
aði.
Íbúðin ímyndar ógvuliga
væl tað garvilla lyndið sum
eyðkendi partar av føroy-
ingum í åttatiårunum, tå
hvør Hanus og Janus kundi
lána so nógv honum lysti úr
bankunum, bert við ný-
rakaða andlitinum og einum
sannførdum eygnabrå sum
trygd.
Íbúðin er eini 250 fer-
metrar til støddar og hon er
einfald innrættað. Ein rúm-
ligur køkur, ein risastór
stova, hon er sum eini
vanlig sethús til víddar. Ein
grovkøkur, tvey smærri
kømur. Síðan kemur hjún-
arrúmið, sum sigur spar
tvey til alt. Tann eini
veggurin er eini seks metur
langur og triggjar høgur.
Hann er allur sum hann er
ein spegil. Helst størsti
spegil í landinum. Eina-
staðni í allari hesi gólvvídd
hevur ein song staðið, hon
hevur neyvan sæst aftur.
Sum prikkurin omanfyri Í
ið í hesum ovurhonds
hvíldarrúmi, er eitt baði-
rúm, har tú kann verða
vaskaður bæði standandi og
liggjandi. Har eru marmor-
flísar á gólvinum. Í eina
horninum stendur ein lokað
brúsikabina av dýrasta slag.
Í einum ødrum horni stend-
ur ein trýhyrnt baðikar, sum
tekur fleiri fólk. Dýrt mar-
mor prýðir eisini veggirnar
og borðið og gull glitrar.
Eigarin er farin á húsa-
gang og býr í Danmark.
Føroyskur samleiki
Jacob Haugaard vitjaði
fyri fjúrtan døgum síðan í
Føroyum. Hann var her
heima í samband við eina
lýsingarherferð hjá Mjólk-
arvirkið Biuinadarmanna.
Hann luttók í nøkrum lýs-
ingum. Vit fingu eitt prát
við hann í ådurnevndu risa-
íbúð. Hendan verður nýtt
sum upptøkuhøli til sjón-
varpslýsingarnar hjá
Mjólkarvirki = Búnaðar-
manna.
— Føroyar er ein stórur
partur av mínum samleika,
identiteti. Eg eri hálvur
føroyingur. Mamma min er
av Tvøroyri. Eg havi vitjað
ofta í Føroyum, serliga sum
barn. Tá vóru vit heima á
hvgrjum sumri. Tað gekk
ikki serliga væl í skúlanum,
men eg kundi altíð reypa av
at eg var føddur í Føroyum,
sigur Jacob Haugaard.
--Abbin var tann gamli
havnafútin á Tvøroyri,
Jacob Bærentsen, landabbi
mín var Hestjóanes. Pápi
min kom til Føroyar aftaná
kríggið, hann ferðaðist runt
og arbeiddi í fleiri londum.
Hann kom til Føroyar fyri
at umvæla saltgoymsluna å
Drelnesi. Hon varð bumb-
að undir krígnum. Eg var
sjey mánaðar gamal, tá vit
fluttu til Danmarkar. Mam-
ma hevur búð í 45 ár í Dan-
mark, men hon verður ong-
antíð danskari, hon tosar
eins gott føroyskt enn. Hon
er 72 í dag. Gentunavn
hennara er Hansina Katrina
Petersen, nú eitur hon
Haugaard, sigur Jacob.
Skemtari og politikari
Jacob Haugaard er tað
danir kalla fyri ein >multi-
kunstnari«. Hann undir-
heldur, hann er tónleikari,
hevur egnan poppbólk.
Hann arbeiir eisini sum
konferencier, fråsøgumad-
ur å veislum, og sum hann
sigur: "Eg visi millum
annað fólkið hvar WC er."
Hann er eisini politikari. Og
tað er kanska sum polit-
ikari, at hann er mest kendur
í Danmark.
— Eg stovnaði rørsluna
"Sammenslutningen af be-
vidst arbejdssky element-
er" og stilladi upp fyri fyrstu
ferð í 1979. Eg havi ikki
nakað við kommunal-
Síða 12 Nr.50—12. MARS 1994 Tíðindablaðið CC
politikk at gera, bert lands-
politikk. Eg stilli bara upp í
Århus. Eg stilli upp uttan-
flokka og eg eri tann sum
havi fingið flest atkvødur
nakrantíð í Danmark uttan
flokka, sigur Jacob Hau-
gaard.
— Chrismas Møller still-
aði upp beint aftaná kríggið,
tá fekk hann 4600 atkvødur.
Eg havi fingið 8446 atkvød-
ur og tað er bara úr Árhus,
sigur Jacop Hougaard.
— Eg rokni við at koma inn
næstu ferð. Eydnast tað ikki
tá, so stilli eg ikki uppaftur.
Tað krevjast millum 15-
20.000 atkvødur fyri at
sleppainn. Eg havi ongantíð
heilt sett meg inní hvussu
nógvar atkvødur krevjast.
Tað riggar eisini at hótta
fólk við ikki at stilla upp-
aftur. Við rakstrarrópinum
"nú ella ongantíð", komi eg
sigur hann.
— Ateg stilli upp er bara til
stuttleika og mítt politiska
program er tvæti. Tú kennir
hugtakið, at Hofnarin eisini
hevur eina meining. Tað er
eisini eitt sindur av sann-
leika í ti eg føri fram.
Høvudsreglan í mínum
politikki er, at ongin mein-
ing er í hesum. Tað er enda-
málið við rørsluni.
— Tað hevur verið ógvu-
liga skemtiligt at leggja seg