týsdagur 15. mars 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin } Nr. 51 — 15. MARS 1994 Síða7
Trolararnir missa nógu:
Prísurin hækkar
altíð undan páskum
— Okkara kappingarneytar njóta gott av at føroysku ísfiskatrolar-
arnir liggja, sigur Kaj Loe Johannesen, av Fiskasøluni
Teir føroysku trolararnir
liggja og tå hesar reglur
vóru skrivaðar mánadagin
vóru ongi útlit fyri at flotin
fór útaftur.
At flotin liggur er ein
dyggur smeitur eisini fyri
fiskasølumar. Påskavikan
nærkast og dagarnar undan
påskavikuni er altíð góður
marknaður, serliga í Týsk-
landi. Mangir týskarar
halda páskir eftir gomlum
siði og halda seg til fisk
heilt til fyrsta páskadag, tá
ið lambið kemur á borðið.
— Hóast vit eru lítlir í al-
tjóða samanhangi, so ávirk-
ar tað prisin á upsafløkum í
Týkslandi, at føroyski trol-
araflotin liggur. Og okkara
kappingarneytar, íslendarar
og norðmenn fáa hægri prís,
sigur Kaj Loe Johannesen á
Fiskasøluni. Hann veit hvat
hann tosar um, hann hevur í
samfull fýra ár tykist við at
selja ísaði upsafløk. Í dag
selur hann blokk.
— Marknaðurin fyri upsa-
fløkum, eitt nú í Bremerhaf-
en er sera viðbrekin. Tá lítið
er á marknaðinum, so fer
prísurin upp og tað er júst
tað sum hendir nú. Hetta
kemur okkara kappingar-
neytum til góða, sigur Kaj
Leo Johannesen.
— Tað sama hendir tá nú
flotin fer útaftur. Tá fara
bátarnir at kýta seg fyri at
heinta nakað av tí mista
innaftur, hetta førir við sær
at nógv upsafløk koma á
marknaðin og harvið fellur
prísurin, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen.
Hann leggur afturat, at tað
er sera óheppið fyri tey sum
fåast við at selja fisk at ikki
friður er á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Kaj Leo sigur, at við tí
upsa sum verður framleid-
dur til blokk er ørvisi. Her er
prísurin meira støðugur og
at flotin í Føroyum liggur
kemur ikki at ávirkja prísin
av upsablokkinum í bræði.
Talan er um munandi stórri
nøgdir á marknapinum av
upsablokki.
Føroyingar hava eisini
notið gott av at kappingar-
neytarnir hava lagt skipini.
Tá íslendsku kongafiska-
bátarnir lógu í fjør, fór
prísurin ákongafiski í Týsk-
"landi = beinanvegin upp.
Sama er galdandi tá lond
hava legudagar.
jústinus
Sjálvuppgávan skal verða inni í kvold:
Stór bót er tú ovseinur
Í kvøld er seinasta freist at
lata sjálvuppgávuna inn.
Tey sum ikki lata uppgáv-
una inn fáa bót.
> artúf lOdagaraftaná í dag
at lata sjálvuppgávuna
inn, so fær tú eina bót uppá
10 prosent av skattinum.
Rindar tú helvtina í skatti,
so kann tú roknað við at
fáa 5000 krónur í bót.
Teir allarflestu skatta-
gjaldarar í landinum sum
lata sjálvuppgávuna 10
dagar ov seint inn, fáa
5000 krónur í bót Drál
kann gerast ein fitt eyka-
inntøka hjá landskassan-
um.
Sjálvuppgávurnar skulu
latast til Toll og Skatta-
stovurnar kring landið og í
Havn skulu tær latast á
Toll og Skattastovuna,
Yviri við Strond. Hetta
skal gerast áðrenn klokkan
hevur sligið tólv í kveld.
Sjålvuppgåvur sum
verða postaðar í dag fáa
heldur ikki bót.
jåstinus
Jústinus
Eidesgaard,
skrivar
FØROYINGURIN HEVUR LYNDI at tosa
uttanum. Hann hevur ilt vid beinleidis at siga,
hvat hann meinar. T6, f seinastu viku hendi ein
kollvelting 4 hesum øki. Trolaraflotin liggur f
verkbanni. Medan flotin hevur ligid, eru nøkur
úttalilsir løgd á borðið — úttalilsir, sum fyrr bert
hava verið kend í skotunum. Millum teirra, sum
náttúrliga eiga at vera móti troli, húkamenninar.
Ein leiðandi fiskifrødingur, Andrass Kristiansen,
segði, at sum stødan er í dag, er ikki pláss fyri,
meira enn tíggju trolarapørum. Samstundis kem-
ur eitt loyniligt notat frá fiskivinnuumsitingini
fram í ljósið. Hetta sigur, hvat umsitingin óheft
heldur um støddina á flotanum: Mælt verður til
at skerja hann munandi, so hann aftur kann bera
seg. Fiskivinnustjórin vil ikki gera beinleiðis
viðmerkingar til notatið í sjónvarpinum, men
Hoydal er fiskifrødingur og sambært notatinum
er hann als ikki ósamdur við Andras Kristiansen.
TROLARAFLOTIN SKAL SKERAST niður
í eina helvt, og tað er ein almennur fiskifrøding-
ur, sum eigur orðini. Eg skal ikki dóma um, um
tað er rætt at skera flotan niður í eina helvt ella
ikki. Tað nýggja og hugaliga í úttalilsunum hjá
fiskifrødinginum er, at her er talan um ein óheft-
an mann, sum — uttan mun til einstaklingaáhuga-
mál í vinnuni — torir at siga hvat er best fyri okk-
ara høvudsvinnu. Og hann byggir sítt á fakliga
vitan og ikki atkvøduspekulati6n. Ødrvisi er við
okkara politikarum. Neyvan nakar av teimum 32
á tingi hevði sloppið frå at fingið oyruni ålvars-
liga í klemmu, um hann mælti til at skera trol-
araflotan niður í eina helvt. Tí ber tað snøgt sagt
ikki til hjá føroyinginum at fáa eina objektiva og
óhefta meting av støduni hjá høvusvinnuni frå
politiskari síðu. Í politikki snýr tað seg meira um
semjur og politiskan leik, diplomatiskt snildi tel-
ur meira enn stødan hjá einum niðurfiskaðum
gýtingarstovni.
VIT EIGA UM 4.000 arbeiðsleysar føroyingar
og hesir fáa gjarna drúgva rúmd í fjølmiðlunum.
Kanska hoyra vit ov lítið frá teimum um 20.000
føroyingunum, sum enn eru í arbeiði. Her er tal-
an um fólk, sum hóast tyngri skattabyrður, hava
eina toluliga tilveru. Kanska nýta vit fjølmiðla-
fólk ov lítla tíð upp á tað, sum enn stendur eftir.
Upp á tær einstaklingaroyndir sum veruliga
verða gjørdar fyri at sleppa burturúr herviligi
kreppuni. Menn hava dirvi til at keypa skip og
dirvi er eisini til at keypa ella leiga virkir. Tó,
fjølmiðlarnir sleppa ikki uttanum, at tey negativu
tíðindini selja, og tað merkir aftur, at lesarin vil
fyrst og fremst hoyra um skuggasíðuna í samfel-
agnum. S6lskinssøgurnar lýsa skuggan upp.
LEYGARDAGIN VAR GRÆKARISMESSA
og tjaldrið varð bjóðað vælkomið kring landið.
Hetta er ein vakur siður, sum vit eiga at halda
fast við. Tjaldrið er boðberin um eina ljósari tíð,
og gott er at vita sær, at kreppan í samfelagnum
ikki sleppa at ávirka årstfdimar. Ongin kann taka
frá okkum vónina um eitt gott summar. Lívgev-
andi sólstrálurnar fara ivaleyst at fáa okkurt pos-
itivt at vakna í teim mongu, sum tíðarandin hev-
ur rakt meint. Vit eiga bert dagin í dag og vit
vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóðað. Tí
kunnu vit eins væl bíða eftir, at stødan gerst
betri, heldur enn hon versnar. Og meðan vit
bíða, kunnu vit lurta eftir kvørkveggjusteggjun-
um. Teir eru byrjaðir at syngja aftur á morgni og
åkvøldi.