týsdagur 15. mars 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ELD Nr. 51 — 15. MARS 1994 Síða 13
Føroyingur
og danir
heiðurmerki
i Mjørkadali
Friggjadagin fingu triggir
danir og ein føroyingur
heiðursmerki fyri góða og
drúgva tænastu á stødini í
Mjørkadali.
Teir vóru: Georg Syl-
vest Pedersen, FredeStrøm
Jensen, Flemming
Schmidt Mikkelsen og
Svenning Reinert fær blóm-
ur handaðar av ovastanum
á stødini í Mjørkadali.
Mynd Kalmar
Lærugreina-
ráðgevar
Á landsskúlafyrisitingini/Landsmið-
stødini fyri Undirvísingaramboð eru
nakrir tímar sum lærugreinaráðgevar
leysir at søkja til setanar frá 1. august
1994.
Ráðgevingin fevnir í høvudsheitum um
lærugreinirnar/lærugreinaøkini:
* føroyskt (yngri og eldri) (tils. 10 t/v)
* danskt, enskt og týskt (tils. 12 t/v)
* rokning/støddfrødi,
alis-/evnafrødi (tils. 10 t/v)
* kunningarlærugreinirnar
/kristni (yngri og eldri) (tils. 12 t/v)
* handarbeidi/tilevning/
smíð/tónleik/ítrótt (tils. 10 t/v)
* EDV, verkstad (tils. 12 t/v)
Vanliga verdur lærugreinarådgevi sett-
ur vid 6 til 12 lønartimum um vikuna.
Møguleiki er at søkja eina ella fleiri
lærugreinir, — eisini tvørtur um læru-
greinaøkini.
Lærugreinarådgevin verdur sett/settur
eftir avtalu millum Føroya Landsstyri
og Føroya Lærarafelag. Tann, id sett/
settur verdur, skal undirvisa irestandi
tímarnar í skúlanum, har viðkomandi
starvast dagliga.
Umsøkjarar eiga at hava hollan åstødi-
ligan kunnleika og starvsligar royndir í
viðkomandi lærugrein/-um, starvið
fevnir um.
Gjellar upplýsingar fáast frá leiðaran-
um á Landsmidstødini, tlf. 18825.
Umsóknir skulu vera Landsskúlafyri-
sitingini, Falkavegi 6, Postrum 3279,
110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi
mikudagin 6. apríl 1994.
Landsskúlafyrisitingin og
Landsmidstødin fyri
Undirvísingaramboð
Christian Johan Svenning
Juul Reinert.
Norðadalsmaðurin
Svenning Reinert fekk eitt
eyka heiðursmerki fyri sítt
trúfasta avrik á stødini í
meira enn 30 ár.
Sigrun
Teir fýra, sum fingu
heiðursmerki, fv. Georg
Sylvester Pedersen, Frede
Strøm Jensen, Flemming
Schmidt Mikkelsen, Chris-
tian Johan Svenning Juul
Reinert - saman við
ovastanum Bjarne I
Petersen. Mynd kalmar
ER I
Bilur
koyrdi
utav
Tvøroyri: Ein bilførari
vard leygarkvøldid so
óheppin, meðan hann
koyrdi suður eftir vegn-
um í Nesi í Vági, at ein
seyður kom fyri bilin.
Bilføraranum eydn-
aðist at sleppa undan at
koyra seyðin yvir, men
við tí úrslitið, at hann
misti tamarhaldið á bil-
inum, ið endaði út av
vegnum og í veitina
oman fyri vegin. Skað-
in var ikki stórur.
hj.
Drukkin
koyrd
heim
Klaksvík: Ein drukkin
kona elvdi til so mikið
av ófriði í Klaksvík
leygarkvøldid, at boð
vórðu send eftir polit-
inum, ið kom á staðið
og fór avstað við kon-
uni, so hon íkki skuldi
órógvað meira, enn hon
hevði gjørt.
Konan varð koyrd til
hús, og so var friður av
henni.
hj.