Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 51 — 15. MARS 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin } Vit mugu stridast móti rovfuglunum Føroya fólki tórvar ein nýggjan Nólsoyar Páll, segði Sonne Smith í grækarismessurødu síni í Havn sunnudagin Hatað skalt tú, tjaldrið vera, aldri skalt tú ynnast, tú hevur spilt mær veitslu mína, hetta skal eg minnast. Soleiðis biðja rovfuglar- sum verjir smáfuglar og ferð eftir ferð spillir spælið hjá rovfuglunum. Hetta 18. grindi og hin 228 grindini í Fuglakvæðnum hjá Nóls- oyar Páll lýsa støðuna í Før- oyum í tíðini fyri fríhandilin í 1856. Føroya fólk var kúg- að og trælkad. Tað vildi mikli landsmaður okkara ikki lata um seg ganga. Í táttinum letur hann seg í tjaldursham, embætis- mannavaldið í rovfugla- ham og Føroya fólk í små- fuglaham. bók síni, Poul Nolsøe. Livssøga og yrkingar. 1908 til 1912, skrivar dr. Jakob- sen á blaðsíðu 121: >Páll Nólsoy hevur vid gløggum eyga kosið sær sjálvum tjaldurslíki til at fara í. Tjaldrið er góður gagnfugl- ur av tí, at tað er rovfugl- anna svorni fíggindi og styggir teir burtur. Ikki bilar tí mót og dirvi til at hefja á teir, har sum teir eru um leið. Tað fer avstað sum pílur í luftini. Við sínum spíska og sterka reyða nevi høggur tað teir so dáttliga og er so burtur alt í einum. Helst móti ravninum er tað ógvuliga nærsøkid. Við sín- ari pípandi hvøllu og snjøllu rødd varar tað hinar fuglar- nar at, tá ið rovfuglar eru í námindu. Ikki trívast tí rov- fuglar, har sum tjøldur byggja. Av slíkum orsøkum er friðað um tjaldrið í Før- oyum. Nólsoyar Páll kann við fullum rætti líkna tjald- ursins virki við sítt egna. Í nidurlagnum, sum hvert mansbarn í Føroyum eigur at kunna, hevur hann trongt | tað saman í hesum orðum: | Fuglin í fjóruni | við sínum nevi reyða, mangt eitt djór og høviskan fugl hevur hann greitt frá deyða, fuglin í fjóruni. Tjaldrið er í Førovum út | avhesumkvæði vorðið sur í eitt merkistekin fyri fólka- framburði, ein mynd uppá slíkan mann, sum stríðist fyri almúgumanna væl og framgongd<. Sjálvt í dagsins kalda andgletti kemur tjaldrið trú- liga aftur til okkara á græk- arismessu. Tað hevur nakað at koma aftur til, tí her fær tað búleikast við tí, sum na- túran gevur. Ur sínum bú- plássi fyri sunnan kemur tað aftur at verja smáfuglin móti rovfuglinum, ár eftir ár, í góðum og ringum tíð- um. Tjaldrið er afturkomið til Føroya, matrikulnummar sekstitvey/sjey á heims- kortinum. Matrikulnumm- ar sekstitvey/sjey er fram- vegisreidrid hjá tí smáfugli, sum tjaldrið er komið at verja og varða av. Men reiðrið er vorðið vátt og kalt, tí alsamt minni er til av smáfugli. Hann er vorðin flytifuglur, byggir sær reið- ur aðra staðni, tí her er ikki rúmd fyri honum longur. Smáfuglurin, Føroya fólk, ridlar á reiðurstrom. Fólkið er smokkad úr glæstriborg niður í eina slavna kjallaraíbúð, sum fæst til leigu fyri okursprís. Tað, sum var ein eggjandi rúsur, varð til ein doyvandi rús, sum endaði í dølskum duli. Vit eru tó smátt um smátt vaknað við kaldan dreym, upp í tráan, ísakald- an andglett. Vit eru komin so frægt fyri okkum aftur, at vit smoyggja upp um armar og halda fram at klandrast og brigsla hvør gørum líkt og ólíkt. Hví er vátt í reiðr- inum? Tí hini hava skyld- ina! Fólkið hevur kosið sær smyril at senda í staraflokk. Vit varnaðust ikki, at með- an vit klandraðust, syndr- aðist at kalla alt lívsvirði. Vit livdu so fjart frá tí ann- ars lívsverda veruleikan- um, at summi av okkum hirdu ikki at síggja okkara bestu Guds gávu, at kunna taka grind upp. Zappara- mentanin tók við frá sínum sjónvarpsrásum í rúmdini. Rovfuglarnir tagaðu okk- ara lívsvirði sundur. Vit varnaðust tað ikki, og rov- fuglarnir klandraðust um rovini av tí, sum vit góvust at stríðast fyri. Ja, at stríðast fyri. Vit skulu stríðast ímóti rovfugl- unum, og tú varnast, at al- stórur munur er á klandri og stríði. Føroya fólk eigur at seta seg í tjaldurs stað og stríðast móti rovfuglinum, ið ikki gevst so. Tvørtur ímóti pið- ar hann, so leingi onkur tægr, onkur slintra, onkur trevsi hómast. Tá ið Føroya fólk er fullpiðað, skal tað kortini borðreiða fyri rov- fuglinum, til fólkið liggur eftir á í trimum armóðs- skugga. tvey/sjey eigur at verða um- vælt úr kjallara í skorstein. Øll umvælingin eigur at verða drigin frå í ti, rov- fuglurin kallar skatt, men sum í veruleikanum er le- galiserað rán. Føroya fólki tørvarein nýggjan Nólsoyar Páll, ein politiskan Robin Hood, og fólkið eigur at sleppa sær burtur úr síni nalvaskoðan. Síggið verð“ ina uttanfyri. Lívið er eitt- ans, og lívið eigur at vera ver: at liva. Vit eiga at vera takksom fyri lívið, okkara egna lív, og lívið rundan um okkum. Lívið er gott. Tað er vert at liva. Vert er at liva fyri at hava virðing fyri ødrum, at vera so frægt góð- ur við seg sjálvan, at ein er førur fyri at vera góður við onnur. At vera góður við seg sjálvan er lívsins barlast. Røkir tú teg sjálvan og tíni, víðkast tín sjónarringur til at síggja tað, ið vit skulu ansa eftir úti og heima, ansa eftir tí, sum er gott, ti, sum er minni gott, og tí, sum er ringt. Munurin á lívsjáttan -—-