Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 52 — 16. MARS 1994 Á Tíðindablaðið [ sosialurin ] åkup Sverre Joensen rry. stjøri å Fiskirannsóknarstovuni: TAG skuldi verið komið nógv fyrr -Høvdu politikararnir havt lurtað meira eftir fiskifróðingunum, so varð TAC komið fyri langari tíð síðani, og tá hevði sæð gørvísi út í dag sigur Jákup Sverre Joensen, fyrrverandi stjóri á Fiskirannsóknarstovuni við Sosialin Hetta heldur fyrrverandi stjórin á Fiskirannsókn- arstovuni, Jákup Sverre Joensen. Tað eru nú ngk- ur ár síðani, at hann legði frá sær sum leið- andi fiskifrødingurin í landinum og hevur hann tí ikki nakað ynski um at verða drigin upp í orða- skiftið, sum er frammi í løtuni. Men Sosialurin bað hann kortini siga sína hugsan um nakað av tí, sum er frammi í løtuni, og sum hevur so nógv við júst arbeiðið hjá fiskifrødingum at gera. Jákup Sverre Joensen arbeiddi á Fiskirann- sóknarstovuni í umleið 37 ár og hevur tí drúgvar Flotin er ov stórur til ve royndir at byggja síni åttalils: á. Í samrødu við Sosialin stutt eftir, at hann var farin frá fyri fáum árum síðani, segði Jákup Sverre Joensen, at tað besta fyri fiskastovnarnar og fyri landið var at lata flotan fara. Við hesum sipaði hann til, at tað var neyðugt at lata ein part av flotanum fara á nátúrligan hátt fyri harvið verja stovn- arnar og geva tí eftir- verandi partinum av flotanum betri møguleikar. Jåkup Sverre Joensen tekur fult og heilt undir vid eftirmonnum sinum Pr eg: ge á Fiskirannsóknar- stovuni, og heldur tað vera skeivt ikki at lurta eftir teirra tilmælum. -Tað tænir ongum endamáli nú at vera eft- irklókur og leita aftur í tíðina, men tá tit spyrja meg um tað ikki varð ávarað móti tí alt ov stóra trýstinum á fiska- stovnarnar gll tey árini eg var stjóri, so er svarið eitt greitt ja. Lurtaðu Ikki Jákup Sverre Joensen vísir á, at hann á nærum hvgrjum ári varskógvaði landsins ráðandi menn um gongdina og støduna hjá fiskastovunum. Men tíanverri varð ikki lurtað randi stovnar heldur Jákup Sverre Joensen. Mynd kalmar - eftir teirra tilmælum. Ístaðin hevur loyvi verið givið til at útbyggja flotan við tí úrsliti, at hann í dag er alt ov stór- ur. -Men er tað ikki ein vanlukka fyri landið, at trolaraflotin nú liggur? -Eg kann bert siga, at hetta er ikki nøkur van- lukka fyri fiskastovn- amar. Tað er rætt, at upsastovnurin er ikki so illa fyri beint nú, men harfrá og so at seta fulla ferð á og veiða so nógv sum gjørligt er eisini galið, serliga tá nógvur toskur og hýsa er ímillum. Fiska við skill Jákup Sverre Joensen sigur seg einki hava ímóti trolarunum, bara tað verður farið fram við skili. Tað er í hvussu so er eingin meining í at fiska sum vit hava gjørt øll undanfarin árini, har tað kanska bara hava verið einir 6-7 mans við hverjum trolara um sama mundið, sum teir hava fingið eini 10 tons í hál- ið. Tað sigur seg sjálvt, at tá fær tú ikki gjørt nógv við fiskin. -Vit áttu heldur at hugsað um at tíkið minni av fiski og brúkt meiri tíð og orku til at fingið sum mest burtur úr hon- um og fyri hann leggur Jákup Sverre Joensen aftrat. Annars heldur hann, at tað eru ov nógvir trol- Jákup Sverre Joen- sen, fyrrverandi leið- ari á Fiskirannsókn- arstovuni, sum ár eftir ár ávaraði polit- ikararnar, men eingin lurtaði eftir honum. arar til at kunna liva av stovnunum, soleiðis sum teir eru fyri í dag. Vit spurðu Jákup Sverra Joensen, hvussu tað kennist nú at skula síggja, at tað eru danir, sum tvinga okkum at áseta TAC og gera aðrar broytingar til tess at verja stovnarnar og ikki vit sjálvir! -Hatta er nakað, sum vit sjálvir áttu at verið menn fyri at gjørt fyri langari tíð síðani. Danir eru noyddir til at gera tað nú „ tí vit sjálvir ikki megna tað, og tað haldi eg er eitt sera stórt minus fyri føroyingar. jan