hósdagur 17. mars 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 53 — 17. MARS 1994
Nevndin fyri Lónjavningargrunnin:
Vil ikki broyta
útrokningarháttin
— Vit mæla til at dagstudningurin verður útroknaður eftir gald-
andi lóg, sigur Hendrik Old, nevndarformaður
Seinnapartin týsdagin
hevði nevndin fyri Løn-
javningargrunnin fund. Til
viðgerðar var ein fyrispurn-
ingur frá landsstýrinum um
at broyta útrokningarháttin
á dagstudningi til fiski-
menn.
Í dag er tað soleiðis, at
dagstudningurin verður út-
roknaður fyri hvønn fiski-
partin. Landsstýrið mælir
til, at dagstudningurin verð-
ur roknaður eftir tí samlaða
fiskipartinum.
Umborð á skipi er tað so-
leiðis, at yvirmenn fáa eftir
sáttmálanum meir enn ein
fiskipart. Teir kunnu á
hendan hátt fáa útgoldið
dagstudning av eykapørt-
unum eisini.
Minstalønin er 12.725
krónur. Dagstudningurin er
restandi peningurin upp til
18.000 krónur, sum fiski-
maðurin er tryggjaður
hvgnn mánað. Men tað
merkir eisini at skipið
næstan einki fiskar og at
manningin er mynstrað
hendan mánaðin. Liggja
teir inni, eitt nú av mask-
inskaða, so eru teir ikki
Kunnu ikki
skarva melra
- Tað ber ikki til at skarva
meira av hýrunum hjá
yvirmonnunum. Vit skulu
minnast til at prísískoytið er
avtikið. Hetta ískoyti varð
lagt omanyvir prísin og tá
hetta var avtikid merkti
hetta eitt inntøkufall fyri
allan flotan. Studningurin
til fiskivinnuna er farin frá
500 milliónum, fyri fáum
árum síðan, til í dag niður á
40 milliónir krónur. Teir
umborð á skipunum bera
eisini tyngru skattabyrð-
urnar, sum eru lagdar yvir
Tíðindablaðið
allar borgarar í landinum.
Fiskimenn í Føroyum hava
ikki eins og í okkara granna-
londum serligar skatta-
fyrimunir, sigur Hendrik
Old, nevndarformadur í
Lønjavningargrunninum.
jåstinus
Nevndin í lønjavningar-
grunninum. Frá vinstru Óli
Jacobsen, Fiskimanna-
felagið, Jákup Sólstein,
Reiðarafelagið, Ellintur
Abrahamsen, Skipara og
Navigaiørfelagi, Hendrik
Old valdur av landsstýr-
inum. Andrias Højgård,
Fiskimannafelagid og
Hildibjartur — Johansen,
stjóri á grunninum. Mynd:
Jens Chr. Vang
Semingsuppskot:
Trolskip
tingast
Semingsuppskotið frá Tinga-
nesi varð vidgjørt allan gjár
Nevndin í felagnum Trol-
skip sat allan gjár í hølunum
hjá Føroya Reiðarafelag og
tingaðist um semingsupp-
skotið, sum Thomas Arabo
og Heine O. Heinesen góvu
trolarunum týskveldið.
Hesir báðir hava vegna
ein meiriluta í fiskivinnu-
neyndini og vegna lands-
stýrið gjørt semingsupp-
skotið.
Í lógini um vinnuligan
fiskiskap stendur, at hvor
trolari bert hevur loyvi at
hava so og so nógv prosent í
hjáveiðu av toski, hýsu og
kongafiski. Hetta merkir, at
um ein trolari ger eitt
rættuligt hysuhål, ella
toskahál, so kann hann upp-
fiska kvotuna eftir einum
háli og báturin noyðist at
liggja. Tað er nevniliga
6møguligt bert at fáa upsa í
trolið.
Í semingsuppskotinum
verður skotið upp, at broyta
hjáveiðuna, so hon ikki er
galdandi fyri kvotuna hjá
hverjum einstøkum skipi,
men roknað av eini felags-
hjáveiðukvotu fyri skipa-
bólkin
Hetta merkir, at skuldi ein
trolan giv nógva
hjáveiðu, er ikki neyðugt at
leggja beinanvegin. Felags-
hjáveiðukvotan skal vera
uppfiskað áðrenn. Men í
semingsuppskotinum verð-
ur einki sagt um at hjá-
veiðuprosentið skal hækk-
ast.
Skotið verður upp, at fel-
hýsu hjá teimum størru
lemmatrolarunum, — sum
royna eftir upsa og konga-
fiski, ikki må fara uppum
2.5 prosent.
Hjá bólki tvey, sum eru
partrolararnir, má felags
hjáveiðukvotan av toski og
hýsu ikki fara uppum 11
prosent.
Í dag er tað soleiðis, at um
trolararnir selja uttanlands,
so verður fløgustudulin
trektur frá fyri hendan túrin.
Landsstýrið og fiskivinnu-
nevndin skjóta upp, at ein
ávís sóla uttanlanda verður
loyvd og at reglan um
tvungna uppbodssølu verð-
ur strikad.
Eisini verður sagt, at
lógin um vinuligan fiski-
skap verður endurskoðað
innan 10. august.
Felagið Trolskip sat allan
gjár og tingaðist um sem-
ingsuppskotið, men tá Sosi-
alurin fór til prentingar var
ongin semja funnin. Trol-
araflotin fór ikki útaftur í
gjár og tað er ivasamt um
hann fer útaftur í dag.
jústinus
Mynd Jen Chr. Vang
agshjáveiðan av toski og Umboð fyri felagið Trolskip og manningarfeløgini hittu fiskivinnunevdina á tinghúsloftinum týsdagin.