Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 17. MARS 1994 || Tíðindablaðið CSE Sida 5 Jåkup i Lopra um ov négvu partrolararnar: Sendið ein part i Barentshavið — Hvort tons av okkara kvotu í Barentshavinum er goldið av fiski á okkara grunnum. Fara manningarnar á teimum stóru flakatrol- arunum niður í lón, so er eisini pláss fyri isfiskatrolarunum, sigur Jákup í Lopra Fyrrverandi stórvinnulívs- maðurin í Vági, Jákup Joensen, Jákup í Lopra, heldur at fleiri av ísfiska- trolarunum eiga at sleppa í Barentshavið at royna. — Tað er tann bakvenda verð. Landsstýrið hevur givið línubátunum kvotu í Barentshavinum, meðan fsfiskatrolararnir, fram- vegis troyta illa komnu fiskastovnarnar undir Før- oyum. Tað átti at verið øvugt. Línan fer ikki illa við stovnunum og fyri at avlasta teir áttu trolararnir at farið í Barentshavið í- staðin, sigur Jákup Joensen. — Eg havi júst skrivað landstýrinum bræv um at loyva isfiskatriolarunum í Barentshavið at royna. Eg skrivi vegna einasta skipið sum eg enn eigi eftir, Brimborg, ein lemmatrol- arið. Hendan missi eg helst eisini um ikki okkurt hend- ir, sigur Jákup í Lopra. — Vit hav fingið munandi stórri kvotu í Barentshav- inum og eg haldi, at hon kann býtast gagnligari enn hon verður í dag. Við a að = + ==. fsfiskatrolararnir kunnu fara í Barentshavið at royna, heldur Jákup í Lopra verandi — lønarsåttmålum umborð á stóru flaka- trolarunum er neyðugt við stórum kvotum. Men høvdu manningarnar á hesum farið niður í løn, so var ikki neyð- ugt við so stórum kvotum, sigur Jákup í Lopra. — Tað er ongin meining í at ein dekkari vinnur 700.000 krónur um árið í hesum tíðum. Tað er heldur Ongin meingin í, at ein yvirmaður vinnir millum 1,5-2 milliónir um árið við stóru flakatrolarunum, samstundis sum heima- flotin blødir, sigur Jákup í Lopra. Vit mugu ikki gloyma, at hvor stertur sum verður fiskadur í Barentshavinum av føroyingum verdur gold- in av fiski frå Føroyagrun- ninum, sigur hann. Brúk fyri trolarum — Eg byrjaði í flakavinn- uni í 1973 og tað sást beinanvegin, at tú kundi ikki byggja eina flakavinnu upp her á landi, bert við húkabátum. Neyðugt er við stødugari tilgongd á flaka- virkjunum. Húkurin er nú einaferð soleiðis háttaður, at hann fiskar bert tå streymur og veður eru til vildar, sigur Jákup í Lopra. - Trolið er munandi effektivari og tí komu trol- ararnir. Men trolarar eru bara góðir, tá stovnarnir eru væl fyri, tað er ein alt ov dýrur veiðuháttur um lítið er at fáa. rakstrariit- reiðslurnar eru tær somu um tú fær nógv ella eini, oljan er tann sama. Stovnarnir í Barentshavinum eru væl fyri í løtuni og i er tað upplagt, at vit senda nøkur pør og eisini lemmatrolarar í Barentshavið í dag, sigur Jákup í Lopra. Vandamiklir dreymar Í Degi og Viku tyskvøldid segði dagligi leiðarin á Færgernes Realkredit- institut, Atli Dam, at ein partur av ísfiskatrolarunum áttu at leggja um til alternativa veidu. Hann nevndi at onkur kundi umbyggjast til snelluskip, aðrir kundu royna í Irming- arhavinum, ella á Hatton Bank og aðrir kundu fara á gullaksaveiðu. Jákup í Lopra er ógvuliga ivasamur um alternativa veiðu. — Vit mugu ansa eftir ikki at falla aftur á vandamiklar dreymar og gera fløgur í nakað, sum vit einki trygt vita um, sigur hann. — Eg haldi tað er åbyrgd- arlevst av Atla Dam at tosa um alternativa veiðu, tá vit hugsa um hvussu illa svartkjaftaævintýrið royn- dist okkum. Fyri hesum var hann ein undangongu- monnunum Her vórðu ætlanir settar í verk fyrst, síðan varð hugsað aftaná, sigur Jákup í Lopra. Um vit hyggja eftir teimum alternativu fiskilei- unum, sum verða troyttar í dag, so sæst skjótt at ísfiskatrolararnir eru ikki egnaðir til hesa veiðu. Teir eru alt ov smáir. Kanska onkur kundi verið um- bygdur til snellubåt. Men mær vitandi hava verandi snellubåtar ilt við at fáa hjólini at mala. — Vónir verða settar til Irmingarhavid. Men Beinir Jákup í Lopra heldur at kvotan í Barentshavinum kann býtast rættvísari enn hon er í dag hevur ikki spunnið gull í Irmingarhavinum. Eg veit frá norðmonnum, at teir nú eru givnir at fiska kongafisk í Irmingarhavinum. Or- søkin er at góðskan á hesum fiski er ov vánalig. Japan- esarar vilja ikki síggja hendan kongafisk og týsk- arar eru heldur ikki glaðir hann, sigur Jákup í Lopra. — Møguleikar eru á Hatton Bank, men ikki vid par- trolarunum. Her er neydugt við stórum og góðum trol- arum, sigur Jákup í Lopra. — Nú skuldi eg kanska verið tann seinasti at úttala meg um hvat vit skulu gera. Eg havi jú mist míni vinnutól. Men eg havi drúgvar royndir bæði við skipum og innan flakavinnu og eg veit hvat eg tosi um. — Ein orsøk til at tað endadi hjå mær sum tad endaði vóru júst dreymarnir um altemativa veiðu. Í áttatiárunum komu stór góð skip við øllum hentleikum umborð. Teir gomlu trol- aramir eg hevði lokkaðu ikki fólk. Tí var neyðugt at byggja nýtt. Vesturheim- urin stóð eisini á tremur við peningi, sum floymdi inn yvir landið. Í dag hevdi eg staðið meg munandi betri, um eg ikki fór undir ný- bygningarnar. Tær gomlu Polarborgirnar høvdu klár- að seg í dag, sigur Jákup í Lopra AA fundir í Havn Mánadag: Upplstova, kl. 20.00 Týsdag: Háskúlin, kl. 20.00 Mikudag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 20.00 ; (sporafundur) Friggjadag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 20.00 Uppistova, kl. 22.30 Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30 Sunnudag: Upplstova, kl. 11.00 og kl. 17.00 (opin fundur) Al-Anon fundir í Havn Vaskarllb í Tórsgetu 5, kl. 21.00 Vaskarlib í Tórsgetu 5, kl. 21.00