hósdagur 17. mars 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Heldur
fram at
greiða
frá
Ono Fleischer, sum í
løtuni er í Føroyum og
heldur fyrilestrar um
ferð sína eftir ísinum
úr — Grønlandi — til
Alaska, heldur fram
vid fyrilestrum sinum.
f dag klokkan 11.40
heldur han fyrilestur
fyri næmingunum å
HF-skeidinum i
Klaksvik, og klokkan
19 í kvøld verður hann
í býráðssalinum.
Í morgin hevur hann
sín seinasta fyrilestur á
Føroya ferðini hesa-
ferð. Tað verður á
Studentaskúlanum á
Kambsdali. Har verð-
ur hann klokkkan 11,
og klokkan 19 í
annadkvøld = hevur
Ono fyrilestur í bygd-
arhúsinum á Strond-
um.
Í fyrilestrum sínum
greiðir Ono í talu og
ljósmyndum frá um
Grønland og um sletu-
ferðirnar. Eisini sýnir
hann fram klæðir til
eina tílíka sletuferð.
Møguleiki er at keypa
film frá sletuferðun-
um.
Ono Fleischer hevur
ferðast víða á hunda-
sletu. Fyrsta ferð hans-
ara var tann sama, sum
Danielsen koyrdu um-
leið 4.000 km. eftir
bert 100 døgum. Ferð-
in gekk úr Grønlandi
eftir ísinum í norður
Kanada til Barrow í
Alaska, og var sera
væleydnað. Endamál-
ið vid sletuferdini varð
at knýta betri ment-
annarligt og málsligt
samband við sínar
ættfrændir INUIT
fólkini.
Ono Fleisher er út-
lærdur bátasmiður á
bátasmiðjuni í Sisimi-
ut, og sum fólkaskúla-
lærari á læraraskúlan-
um í Nuuk. Hann hev-
ur eisini verið fiski-
maður. Ono hevur í
fleiri ár verið skúla-
leiðari í smærri bygd-
um.
tór.-
Nr. 53 — 17. MARS 1994
Norðmenn vilja
fegnir ferðast
til Føroya
Saman vid Smyril Line og Ice-
landair ger Ferðaráðið sølu-
framtak í Noregi
Í løtuni ferðast umboð fyri
Ferðaráðið, Smyril Line og
Icelandair í Noregi, har tey
vitja einar 20 av teimum
størru ferdaskrivstovunum,
vid tilfari og greida frå
ferðamgguleikum í Føroy-
um og Íslandi.
Magni Arge, formaður í
Ferðaráðnum sigur, at hetta
søluframtakid er vent bein-
leiðis móti ferðaskrivstov-
um heldur enn sjálvum
brúkaranum. Á hendan hátt
er lættari atkoma víða um at
gera Føroyar kendar sum
ferðafólkaland, sigur hann.
Magni Arge sigur seg
vera sannførdan um, at'
áhugin í Noregi fyri Føroy-
um sum ferðafólkalandi er
vaksandi, og tú roynir
Ferðaráðið at gera meira við
tílíkari kunning um Føroyar
-Hetta er jú eitt av okkara
nærmastu grannalondum,
og haraftrat hava norðmenn
sera sterkan búskap, sigur
Magni Arge og leggur
aftrat, at sólferðirnar eru um
at gerast minni spennandi
fyri norðmenn. Teir vilja
heldur leggja leiðina vestur-
eftir. So nú ræður um at vit
sjálvirgkjaokkara marknað
betri, so fáa vit eisini fleiri
ferðafólk.
Beinleiðis til
og úr Noregi
Formaðurin í Ferðaráðnum
sigur, at nú Atlantic hevur
átikið sær at flúgva til
Trondheim, fer åhugan hjå
norðmonnum at fáa í lag
ferðir, har ferðast kann
beinleiðis um Keypmanna-
havn, at økjast, men iva-
leyst hevði tað verið eitt
hugskot, um Atlantic eisini
fleyg beinleiðis millum
Trondheim og Føroya í
vikuskiftunum, heldur
Magni Arge, sum heldur, at
saknur hevur verið í einum
beinleiðis sambandi mill-
um londini bæði. Tí hóast
sambandi um summarið er
gott við Norrønu eru fólk,
sum heldur vilja flúgva.
Nærmastu londini
Ferðaráðið hevur í seinast-
uni lagt størstan dentan á at
fáa ferðafólk úr Danmark
higar. Magni Arge sigur, at
i sá En
Tíðindablaðið
tað ger Ferðaráðið enn, men
hóast tað verður nú gjørt
meira enn áður við sølu-
arbeiði í nærmastu londun-
um uttan um okkum, -Nor-
egi, Sudursvøriki, Norð-
urtýskland, Ísland og
Skotland.
Størsta messan
Í næstu viku verður Ferða-
ráðið við á ferðamessu í
Gøteborg í Svøriki. Hetta er
størsta ferðavinnumessan í
Skandinaviu, og har koma
Magni Arge, formaður í
ferðaráðnum heldur , at
saknur er í beinleiðis
flogsambandi við Noreg.
Mynd: Kalmar
bæði umboð fyri ferða-
vinnustovur og onnur áhug-
aði.
tór.-
Framhald av síðu 2
Arabo nógvum av at-
fiskivinnustarvånevndina. finningum tínum aftur og
Tá Arabo tók við innk-
allaði hann fiskivinnu-
starvsnevndina og lovadi,
at nå skuldi skili koma å
og at landsstýrið nú fór at
geva sær betri stundir at
lurta eftir sjónarmiðjunum
hjá nevndini.
-Hann livdi kortini ikki
upp til tað hann lovaði, tí
tað ikki samsvaraði við
sjónarmiðini hjá Kjartan
Hoydal. Tá avtornaði
komu mál til ummælis í
nevndini aftaná, at tey
vórðu samtykt. Eg havi tí
uppgivið, at hava nakað
sum helst við Tummas
Arabo at gera.
Óli Jacobsen vísir á, at
Tummas Arabo virkar
sum ein ekspeditións-
skrivari hjá Kjartani Hoy-
dal, men tað er Tummas
Arabo, sum hevur ta
politisku ábyrgdina av tí
rættarloysi, sum verður
útint í Fiskivinnuum-
sitingini í Tinganesi.
Tað mest aktuella
dømid er krumspringið
viðvíkjandi inntøkunum
hjá fiskimonnum, har
landsstýrið hevur villeitt
Nyrup og roynir at seta
lógirnar umsitingarliga úr
gildi. Í míni verð umboðar
Tummas Arabo eitt so
stórt kaos og anarki, at vit
hava einki at tosa um.
-Í samrødu við Sosialin
í farnu viku vísir Tummas
sigur, at tað er nústaðni
nú, at tað verður rikin
veruligur fiskivinnupoli-
tikkur í Tinganesi!
-Tá er hann tann einasti
í landinum, sum heldur
tað. Hann mótsigur sær
sjálvum, tí eina løtu sígur
hann, at hann arbeiðir eftir
dikatari frá donsku stjórn-
ini og eina aðra løtu sigur
hann, at hetta er nakað
hann sjálvur finnur uppá.
Veruleikin er tann, at hann
er ein veruligur mario-
nettur fyri onnur
áhugamál tvs. Richard
Mikkelsen, Nyrup og
serliga Kjartan Hoydal.
-Men hvat sigur tú so
til, at aðrir fiskimálaráð-
harrar hava tænt einvísum
reiðara- og vinnulívs-
áhugamálum og verið við
til at loyva reiðarum eins
væl og Fiskimannafelag at
tóma almennu studnings-
kassarnar?
-Hatta er at gera málið
alt ov einfalt, og er heldur
ikki rætt. Í veruleikanum
var tað Fiskimannafelagið
sum tók stig til at broyta
skipanina, ið bara koyrdi
upp á studning. At nakað
annað kemur fram nú er
einki minni enn søgu-
falsan.
Óli Jacobsen heldur
ikki, at tað er rætt, tá
Framhald á síðu 11
>Å FLOG FYRI
SPOTTPRÍSIR
Keypmannahavn
Hotel Excelsior 2, 7 2 0.-
Gott hotel í miðbýnum. Øll rúmini hava
wc/bað, telefon, sjónvarp og minibar.
Hotel SAS
Scandinavía
2.995,-
Fyrsta floks hotel á altjóða steði við
øllum nútímans hentleikum
Íroknað flogferð, ferðaavgjald og 2
nætur í dupultkamari v/ morgunmati
Kreta
úr Føroyum einans.... 4.898,-
Íroknað ferðaavgjeld og gisting í 1 viku.
Flogferðaseðlar
um allan heim =
New York og
Washington |
úr Føroyum einans —3.817,- |
Íroknað flogferðin og ferdaavgjøld.
Skulu tit víðari innanlanda í USA ella
ynskja gisting, skipa vit eisini fyri tí.
II