hósdagur 17. mars 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Aftur í 60 árini
Nr. 53 — 17. MARS 1994
ri sjeyndu ferð, hesaferð við X-Rays
Spæla og fila
Besta frítíðarítrívið hjá manningini í bólkinum X-Rays av Argj-
um er umframt tónleikin báturin og sjógvurin. Hóast tað eru
nógv ár síðani, at teir fýra Hans Edvard, Ove, Hans Birgir og
Eyðálvur sum dreingir fóru at spæla saman, so eru teir fram-
vegis virknir - teir spæla og fíla í sama lag.
Teir eru millum mest vælumtóktu og umbidnu dansior-
kestrini í landinum, og nú verður so høvi hjá hundraðtals før-
oyingum at hoyra og síggja teir á palli í sambandi við aftur-
vendandi tiltakið "Aftur í 60 árini, sum verður í høllini á Hálsi
15. og 16. apríl.
Hondbóltsfelagið Neistin
skipar sjeynda árið á rað
fyri vælumtókta tiltakinum
>Aftur í 60 árini<.
Stórur áhugi hevur á
hvørjum ári verið fyri hes-
um tiltaki. Fólk koma alla-
staðni frá úr Føroyum. Øll
árini havagll atgongumerk-
ini verið seld.
Ein av tónleikabólkun-
um, sum fer á pallin í høllini
á Hálsi fríggjakveldið 15.
april og leygarkvgldið 16.
apríl, er tónleikabólkurin
X-Rays av Argjum. Ein
vælumtóktur tónleikabólk-
ur í 60 árunum. X-Rays
& Frá vinstru: Hans Birgir
i Olsen, Hans Edvard
” Hansen, Eyðálvur Gul-
í klett og Ove Mortensen.
>=! Hesir fýra duga mangt og
% hvat
spæla framvegis, men bert
av og á til veitslur og dans.
Tað eru teir fýra Hans Ed-
vard Hansen, sologuitar og
sang, Eyðálvur Gulkett,
bassguitar og sang, Hans
Birgir Olsen, rytmuguitar
og sang og Ove Mortensen,
trummur, sum manna X-
Rays.
Byrjaðu í 1966
Teir tríggir, Hans Edvard,
Ove og Hans Birgir, eru
uppvaksnir og búgva á
Argjum. Eyðálvur er úr
Nólsoy, men búði á ungum
Í
Tíðindablaðið
árum á Argjum.
Eins og aðrir ungir
dreingir vóru teir eisini
bitnir av tí blómandi tón-
leikalívinum, sum var í 60-
árnum. Teir byrjaðu í smá-
um at koma saman at spæla
síðst í 1966. Tað var bert til
stuttleika, og eingin teirra
hevði ætlað nakað meira við
tí. Men í september 1968
vóru teir bidnir at spæla til
ta fyrstu veitsluna hjá fram-
haldsdeildini á Venjingar-
skúlanum, sum var nýggjur
tá.
Í oktober sama árið vóru
teir fýra bidnir at spæla til
eina veitslu í Losjuni, og
fjúrtan dagar seinni til al-
mennan dans sama stað.
Gongd kom í
Eftir hetta kom rættulig
gongd á spælingina, og
hildu teir fram at spæla ngk-
ur ár, til nakrir av tónleikar-
unum fóru til Danmarkar at
ganga í skúla, og onkur fór
til skips.
X-Rays fóru ikki á pallin
aftur, fyrr enn skipað varð
fyri Skansastovukonsertini
»Popp-minnum« 29. de-
sember 1978. Meira enn
3000 fólk vóru til hesa kon-
sert.
Síðan hava X-Rays spælt
meira og minni øll hesi ár-
ini, tó mest til veitslur, brúd-
leyp og tílíkt.
X-Rays hava spælt at
kalla í øllum stóðum í Før-
oyum, tó hava ongantíð ver-
ið boð úr Klaksvík eftir X-
Rays.
Teir fýra, Hans Edvard,
Eyðálvur, Hans Birgir og
Ove, hava mannað X-Rays
øll árni. Tey fyrstu árini
spældi Per Gulklett trumm-
ur og aðrir trummusláarar
hava hjálpt, ta tíðina Ove
var í Danmark. Eitt skifti
høvdu X-Rays eisini ein
urguspælara.
Frítíðarítriv
Teir fýra siga, at tónleikur er
eitt fritidaritriv. Tað er
stuttligt at koma saman av
og á at spæla.
Hans Edvard Hansen er
lærari í Eysturskúlanum.
Hansara størsta ítriv er bát-
urin og sjógvurin.
Eyðálvur Gulklett hevur í
nógv ár arbeitt á Bacalao, nú
Fiskavirking. Umframt
tónleikin hevur hann eisini
sum ítriv at savna frímerki
og gamlar myntir.
Hans Birgir Olsen er lær-
ari í Argja Skúla. Eins og
systkinabarnið, Hans Ed-
vard, hevur hann stóran hug
til sjógvin.
Ove Mortensen er verk-
fréðingur. Við hesari út-
búgving er ikki nógv at gera
í Føroyum í løtuni. Tí ar-
beiðir Ove í løtuni sum
verkfrødingur í Týsklandi.
Nostalgiin frá 60 árunum
fær ongan enda. 60 árini
vóru nakað serligt, tá
hoyrdu vit fyrstu ferð Beatl-
es, Rolling Stones, Cliff
Richard, Elvis Presley, Sha-
dows, Kinks ella hvussu teir
nógvu 60'ara bólkarnir itu.
Utvarpsstødir king allan
heim spæla daglig 60'ara
tónleik. Føroyar eru onki
undantak.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 07. april 1994, kl. 13.50
tvangsauktion, (AS 832/93) over matr.
nr. 440 |, Toftir beliggende Toftir.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 931122) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 617 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 127 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 14.03.94
Mette Søgaard-Nielsen