hósdagur 17. mars 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 53 — 17. MARS 1994
Síða 9
Jón Klein Olsen, ST-politistur:
Tori væl avstað
- Tá eg komi aftur, havi eg óivað fingið eina heilt aðra lívsáskoðan,
sigur Jón Klein Olsen, sum næsta hálva árið skal virka sum ST-
politistur í fyrrverandi Jugoslavia
Tað er ikki kríggið sjálvt,
sum dregur. Meira var tað
hugurin at royna nakað
annað og uppliva onnur
viðurskifti, ið fekk politist-
in Jón Klein Olsen at søkja
um at sleppa sum ST-poli-
tistur til fyrrverandi Jugo-
slavia.
ST hevur ikki bara sítt
friðarvarðveitandi herlið í
fyrrverandi Jugoslavia. Har
er eisini eitt stórt poli-
tístalið, sum er sett saman
av 21 tjóðum. Sum limur í
ST hevur Danmark skyldu
til at hava 45 poltistar í
krígsherjaða gkinum.
Jón Klein Olsen sigur, at
hann fekk brell at søkja
einaferð hann var í Dan-
mark og hitti nakrar fyrr-
verandi starvsfelagar, sum
sjálvir høvdu verið í fyrr-
verandi Jugoslavia sum ST-
politistar.
Strong krøv
Tad er langur vegur, frå ti
ein politistur søkir um at
koma í ST-politiið, til hann
kann fara. Allir sleppa
heldur ikki.
Fyrsta treytin er 10 ára
starvsaldur. Tað er ikki so
mikið fyri at hava royndir
sum politistur men meira
fyri at hava lívsroyndirnar.
Ein onnur treyt er at duga
væl bæði at tosa og skriva
enskt. Teir skulu upp til
roynd.
- Teir, sum standa ta
royndina, koma á eitt ST-
skeið. Har fingu vit m.a. eitt
víðkað skeið í fyrstuhjálp,
og tveir sålarfrødingar vóru
og fyrireikaðu okkum uppá,
hvat kann henda, og hvussu
vit skuldu fyrireika okkum
sjálvar og familjuna, sigur
Jón Klein Olsen.
Á skeiðinum vóru eisini
nakrir politistar, sum hava
verið í fyrrverandi Jugo-
slavia, og teir greiddu frá
sínum upplivingum og
royndum.
Væl fyrireikaður
- Tað gav samanlagt góða
mynd av, hvat eg havi at
væænta mær. Tað er s
nógv, tú kki gevur tær far
um í tí dagliga. Her fáa
okkum at drekka, tá vit eru
tyst, fara í bað, tá vit ætla
okkum 0.s.v. Har noyðast
vit at liva við avmarkaðari
vatnnøgd fyri at nevna eitt
dómi, sigur Jón Klein Ol-
sen.
Hann heldur tað vera gott,
at hann hevur havt so langa
tíð til at fyrireika seg og
umstilla seg. Familjan er
eisini væl fyrireikað.
Væl fyri
- Neyðugt er at vera væl
fyri. Tað ber ikki til at fara
avstað, tí tú hevur trupul-
leikar. Sálin má vera sterk,
tí tú metir øðrum trupulleik-
um, og tú veitst ikki, hvussu
teir ávirka teg. sigur Jón
Klein Olsen.
Hann veit at siga, at tað,
sum ávirkar menninar mest,
er at síggja neyðina og tey
mongu svøltandi børnini.
- Eg eri ikki bangin fyri at
fara. Banka undir borðið,
umleið 200 danskir poli-
tístar hava higartil verið
har, og eingin teirra hevur
fingið so mikið so eina
skeinu, sigur Jón.
Hann kennir seg heilt
tryggan at fara. Beint nú er
nokkso friðarligt.
Óvápnaðir
Tað er eisini góð trygd fyri
okkum, at vit eru heilt
óvápnaðir. Løgid at hugsa
sær, at vit ganga her í Havn-
ar gøtum við pistól í belti-
num, men har skulu vit
hvorki hava pistól, stav ella
so mikið sum handjørn, sig-
ur Jón.
- Vit hav sum ST-poli-
tistar tvær uppgávur. Onnur
er at eygleiða lokala poli-
tiiið og hin er av humaniter-
um slag. Vit skulu hyggja
eftir, at politiið á staðnum
ger sítt arbeiði til lítar, og at
mannarættindini ikki verða
brotin. Gera teir ikki arbeið-
ið, soleiðis sum teir skulu,
mugu vit ikki leggja uppí,
bara geva góð ráð og annars
skriva frágreiðing til høv-
uðsskrivstovuna, soleiðis
sum vit alla tíðina skulu
gera.
Alt hevur sína meining,
sjálvt um skrivstovuveldið
er stórt. Frágreiðingarnar
kunnu gerast hentar, tá
kríggið einaferð er av, og
gerast skal upp.
Allir menn í kriggl
- Hin uppgávan verður at
fara út, hagar við verða
sendir við neyðhjálp. Í byg-
dunum skulu vit seta okkum
í samband við borgarstjóran
og síðan koyra runt og
hyggja, hvussu fólk hava
tað, hvussu stendur til við
mati, klæðum, heilivági og
Jón Klein Olsen hevur fyrireikað seg væl í ondini til at skulu í eitt land at arbeiða, har kríggj
valdar. Hann ber ongan ótta fyri ikki at halda til tað, tí tað ber til at verður loystur úr
starvinum, um ein ikki orkar tað (Mynd: Kalmar)
Jón Klein Olsen er fyrsti føroyski politisturin, sum fer til
fyrrverandi Jugoslavia at arbeiða í ST-polistaliðnum
Aðrir hava søkt
ødrum neydsynjarvørum.
Allir ungir menn eru jú í
kríggi, og heima eru tí bara
kvinnur, børn og eldri fólk.
Vit geva sidan høvudsskriv-
stovuni bod um støduna, og
t.d. Reydi Krossur fær so at
vita, hvat fólkinum vantar,
sigur Jón.
Hann veit, at ST-her-
menninir og ST-politist-
amir eru væl lýddir í tí
krígsherjaða gkinum. Bara
við at vera har forða teir tí
stóra blóðbaðnum, og teir
geva fólkinum vón um betri
framtíð.
Ein avbjóðing
- Eg haldi hetta vera eina
spennandi uppgávu, eina
stóra avbjóðing at skula
uppliva tað menniskjaliga
ella rættari ómenniskjaliga,
| ið fer fram. Eingin ivi er um,
at seks mánaðir har fara at
geva mær heilt aðra lívs-
áskoðan, sigur Jón.
- Eg veit ikki, hvussu eg
fari at klára tað. Eg eri rími-
ligasterkur sálarliga. Skuldi
| tað hent, at eg ikki orki, so
komi eg beinanvegin aftur.
Summir orka tað ikki. Nakr-
ir royna at treiskast kortini,
men tað er býtt, tí harvið
oyðileggur tú teg fullkomi-
liga. Tað ætli eg mær ikki, tí
havi eg lív og heilsuna, kann
eg halda fram í politinum
eini 20 ár aftrat, og eg havi
mítt góða arbeiði at koma
aftur til.
ST-politistamir fáa sína
føstu løn, meðan teir eru
burturi, og haraftrat rímiliga
góða viðbót.
Jón fer úr Føroyum mána-
dagin 28. mars. Tveir dagar
seinni fer hann víðari úr
Danmark saman við 24
donskum politistum. Teir
flúgva fyrst til Zagreb, har
teir verða í tveir dagar, og
verða síðan, helst á páskum,
sendir út á ymiskar politi-
stødir í Bosnia Hersegovina
at arbeiða saman við poli-
tistum úr fleiri heimsins
londum.
- Eg eri heppin, komi eg á
eina stød at arbeiða, har
onkur normaður ella svii er.
Eg skal vænta, at í hvussu er
helvtin av politistunum
kemur úr londum sum Ni-
geria, Bangladesh, Yemen
og Colombia. Eg skal ikki
seta niður á nakran, men eg
havi fingið at vita, atflestu
teirra duga ikki enskt, og
summir duga ikki so frægt
sum at skriva sítt egna land.
Tá veit ein, hver skal gera
arbeiðið, tí alt samskiftið
fer fram á enskum. Politist-
arnir koma við so nógvum
ymiskum fortreytum.
Summir koma úr londum,
har teimum verður álagt at
fara. Aðrir búgva í londum,
haðani tað er ein lætti at
sleppa í eitt hálvt ár, sigur
Jón Klein Olsen.
randi
Byrjað verður kl. 10.
Tilmelding = seinast
hóskveldið á
tif.75108 og 75330
Sólarris