hósdagur 17. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 53 — 17. MARS 1994 Tíðindablaðið { sostalurin ]
Sanna Pearce á grækarismessuhaldi í Árhus:
-Vegurin frama
er at lyfta í felag
Í Fóroyum hevur altíð verið neyðugt at lyfta í felag, um rúm
skuldi verða fyri øllum. Ikki minst í krepputíðum hava tað verið
tey mongu, sum við at lyfta í felag, skaptu nýggjar møguleikar.
Soleiðis var í 30 'unum og í 50 'unum og soleiðis má tað eisini
vera í okkara tíð segði Sanna Pearce í Føroyingafelagnum í
Árhus á grækarismessu.
Hon vísti á, at vegurin framá er vegurin, har fjóldin lyftir í
felag, har loysnirnar eru samhaldsfastar og hava til endamáls at
tryggja lívsgrundarlagið hjá teimum mongu. Vit prenta róðuna
lliveður er í Føroyum.
Kuldi, vindur og avfall
merkja hvgnn dag. Veturin
tykist hava landið alt í fasta-
tøkum. Men bráddliga
vinnur sólin eina løtu. Tað
verður stilt. Tað slítur í.
Landið liggur upplýst og
opinberar eitt bil sín vakur-
leika, ið áður valla hóm-
aðist í ruskinum. So tekur
veturin yvir aftur. Eina
stund halda vit at myrkrið
og kuldin ongantíð fer at
sleppa takinum. Men so við
og við verða ljósu løturnar
longri. Og spakuliga leggja
vit til merkis, at eisini kuld-
in missir valdið og lýðkan
merkist alt betri. Natúran
broytist og spakuliga verður
vár.
Grækarismessaer tíðin, tá
endaliga stríðið millum vet-
ur og vár stendur. Tá enda-
liga stríðið millum myrkur
og ljós verður strítt. Tá
Grækarismessa er farin aft-
urum, vita vit, at nú fer vár-
ið at vinna. Og tá kemur
tjaidrið. Tjóðfuglurin.
Tjaldrið, sum í hugaheimi
okkara ímyndar stríðið hjá
heiðafuglinum fyri sínum
rætti at vera til.
Í stríðnum millum vetur
og vár, millum myrkur og
ljós, millum kulda og fløva
eru vit áskoðarar. Og hóast
vit vita, at útkoman altíð er
hin sama, eru vit partísk og
vóna, at várið skal sigra
skjótt og ruddiliga. Kanska
er tað tí vit vita, at vár altíð
kemur eftir vetur, at vit bíða
í tolni. Hevdi tað ikki verið
betri at valt hina løttu loysn-
ina og flutt til ljósið og hit-
an? At sloppið burtur úr
stríðnum millum vetur og
vár?
Men eisini búskaparligt
illveður er í Føroyum. Eitt
búskaparligt illvedur, hvgrs
maka, í hvussu er ikki vit
ungu minnast.
Fiskaloysi, vána útflutn-
ingsprísir og ovurstór skuld
hava koppað føroyska bú-
skapinum. Og ikki at
gloyma alt tað skeiva, ið er
gjørt í undanfarnu tíðum.
Tá vinnulívið svav á studn-
ingskoddanum. Tá bankar-
nir svóvu á veðhaldskodd-
anum. Tárentuspekulatión-
in reið landinum sum ein
marra. Og tá útflutnings-
mononolið durvaði í løtu-
tað fastlæsti framleiðsluna á
ulandsstødi.
Avleiðingarnar kenna vit.
og bankafallit. Og tað ring-
asta: hóparbeiðsloysi, sum
hevur við sær persónligar
vanlagnur. Heimini verða
rakt. Og framtíðin hjá allari
tjóðini verður hótt av burt- |
urflytingini.
Føroyingar hava altíð
ferðast nógv í onnur lond at
vinna sær royndir og út-
búgvingar. Hetta er gott.
Gott fyri hin einstaka og
gott fyri landið, tá tey koma
aftur við íblástri úr stóru
verð. Men tá fólkið rýmir
undan vinnuloysi, er vandi
áferð. Tíverri eru helst fleiri
her í dag, sum heldur vildu
verið á Grækarismessu-
haldi í onkrari bygd ella býi
í Føroyum. Vónandi kunnu
hesi næsta ár verða við til
grækarismessuhaldið í Før-
oyum.
Krepputíðir seta spurnar-
tekin við nógv av tí, vit hava
hildið verið eina sjålv-
fylgju. Kend virði verða
vrakað og nýggj virði
koma. Tað er so skjótt, at
vónloysi festir seg, og vit
haldakanska, at alt tað, sum
var, tað var vánaligt. Somu-
. leiðis er tað so skjótt, at vit
halda, at eitthvørt patent-
medisin hevði loyst allan
trega, allar trupulleikar, og
hevði givið okkum eitt nýtt
skorta heldur ikki í Føroy-
um í dag.
Onkur sigur okkum, at
hin neutrali marknaðurin
við sínum marknaðarkreft-
um skal sleppa at umskipa
samfelagið, soleiðis at einar
nýggjar Føroyar koma burt-
urúr. Einar Føroyar, har
rentabiliteturin einsamallur
er avgerandi fyri um eitt-
hvort virksemi skal verða.
Onkur heldur, at innliman
í Europasamveldið er
loysnin.
Onkur heldur, at trupul-
leikarnir verða loystir, tá al-
menna virksemið er skorið
inn at beini og væl tað.
Og onkur heldur, at vit
loysa trupulleikarnar bert
við at lóggeva lønarlagid
niður í eina helvt ella so.
Ur útheimi og frå nøkrum
í Føroyum verður sagt, atov
nógvir føroyingar eru. At
stórra helvtin av føroying-
unum eiga at fáast úr før-
oyskasamfelagum, tí landið
kann ikki bera so stóra fjøld.
Felags fyri øll hesi sjónar-
mið er, at tað er neyðugt at
skipa so fyri, at nøkur fá
skulu fáa stórt veldi. So
mugu hini húsast so frægt
sum tey kunnu. Hesi halda,
at í grundini er ikki møgu-
ligt at Føroyar kunnu verða
vælferdarsamfelag. At soli-
daritetur — samhald — er
skaðiligt.
Sum sagt ímyndar Græk-
arismessa at tjaldrið kemur
heim aftur til okkara. Tá
kemur heim aftur tann fugl-
ur, sum verjir allar hinar
smáfuglarnar ímóti rov-
fuglunum. Tjaldrið er á
varðhaldi í haga og í fjóru
og loypir áhvgnn rovfuglin,
ið nærkast. Við spíðska
nevninum roynir tað at reka
rovfuglin burtur. Uttan
tjaldrið høvu rovfuglarnir
havt frítt spæl og fjøldin av
heiðafuglum hevði verið
jagstrað.
Soleiðis er í natúruni.
Skulu rovfuglarnir liva,
merkir tað, at heiðafuglar
mugu dvína. Fyri hvønn
rovfugl eru mangir heiða-
fuglar. Og fyri hvønn rov-
fugl, ið skal liva, mugu
mangir heiðafuglar dvína.
Taka vit burtur ta vernd,
sum heiðafuglarnir hava,
verða bara rovfuglarnir eft-
ir.
Sama er galdandi í
mannatilveruni. Samfelgg-
ini eru tær skipanir, sum
menniskjuni hava gjørt, so-
leiðis at ikki alt er óskipað,
at ikki alt er loyvt veiðigki
hjá teimum sterku.
Strevið hjá fjøldini í Før-
oyum hevur altíð verið stríð
fyri at byggja garðar um tey
rættindi, sum vit halda vera
sjålvsøgd hjá hverjum
mannabarni. Tað verið seg
rætturin at virka, rætturin at
vinna sær útbúgving ella
rætturin at brúka trygdar-
skipanir okkara.
I Føroyum hevur altíð
verið neyðugt at lyfta í fe-
lag, um rúm skuldi verða
fyri øllum. Ikki minst í
krepputíðum hava tað verið
tey mongu, sum við at lyfta í
felag, skaptu nýggjar møgu-
leikar. Soleiðis var í 30'un-
um, tá fakfelagsrørslan við
samtøkum legði lunnar und-
ir vidfevnt virksemi. Og so-
leiðis var í S0'unum, tá tey
mongu trýst ígjógnum
sosialar trygdarskipanir og
nyggjar vinnumøguleikar.
Soleidis må tad eisini
verða í okkara tíð. Vegurin
framáer vegurin, har fjøldin
lyftir í felag, har loysnirnar
eru samhaldsfastar og hava
til endamáls at tryggja lívs-
grundarlagið hjá teimum
mongu.
fi
Sanna Pearce á 0 Århus: -Henda dag
hav vit valt at vera dagurin, tå várið vinnur á vetrinum.
Eisini í samfelagnum fer tann dagur at ko,ma, tá
búskaparligi veturin má dvína.
Henda dag hava vit valt at
vera dagurin, tá várið vinnur
á vetrinum. Tí er tað rætt, á
hesum degi at minna á, at
eisini í samfelagum fer tann
dagur at koma, tá búskapar-
ligi veturin má dvína.
Á grækarismessu í 1994,
tásonógv hóttir grundleggj-
andi virðini í føroyska sam-
felagum er tað ikki burtur-
við at minna á skaldaorðini:
Hoyrir tú tey rópa
á stórar, sterkar menn
tá er tað tíð at savna
øll tey veiku einaferð enn.
At enda vil eg ynskja øll-
um eitt gott vár.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 07. april 1994, kl. 10.50
tvangsauktion, (AS 792/93) over matr.
nr. 618 b, Toftir beliggende Toftir.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 931051) pá
vegne en pant- og udlægshaver
Ejendommen er et beboelseshus på
en 915 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 100 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 14.03.94
Mette Søgaard-Nlelsen
dím.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan ! Deyvahúsinum »Eftata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11.
Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tif. 0123 og bið um 16929 ella 41792.
Limafundur hvenn mánadag kl. 20-23.