fríggjadagur 18. mars 1994síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
177 FÆRRI
ARBEIÐSLEYS
Bara 480 fiskavirkisfólk fingu ískoytisstuðul í gjár, og eru
tað 177 færri, enn tey vóru fyri tveimum vikum síðani
Å Arbeiðsloysiskipanini trúði eingin
sínum egnum eygum, tá hagtelini yvir
útgjaldingina í dag vóru klár.
Talið av arbeiðsleysum minkaði við
177. Í Eysturoynni vórðu 93 fleiri slopp-
in til arbeiðis, í Havnini 29, í Klaksvík 17,
í Suðurstreymoy 14 — fyri at nevna tey
sterstu telini.
4017 fólk fingu arbeiðsloysisstuðul
hesu ferð.
Broytingarnar eru uppaftur sterri,
hyggja vit at yvirlitinum yvir útgjald til
fiskavirkisfólkini. Bara 480 fingu ískoyt-
isstuðul, og tað eru 572 færri enn við
seinasta útgjald.
- So lág hava hesi telini ongantíð verið,
síðan skipanin byrjaði, sigur ein ovur-
fegin Torgerð Nielsen á Arbeiðsloysis-
skipanini.
Tað var serliga í fyrstu viku í hesum
mánaðinum, at so nógv arbeiði var. Tor-
gerð Nielsen sigur, at arbeiðið tá var so
nógv, at á sjey fiskavirkjum fekk eingin
ískoytisstuðul, tí tey høvdu nóg nógvar
arbeiðstímar.
Í Eysturoynni fingu 224 færri fiska-
virkisfólk stuðul, 87 færi í Nord-
streymi, 86 færri í Vágum, tilsamans 94
færri í Suðuroynni, 39 færri í Klaksvík
og 35 færri í Havn.
Tað er eyðsæð, at fólk fara av einum
eki til annað fyri at fáa arbeiði.
Samlaða útgjaldið hjá Arbeiðsloysis-
skipanini hesu ferð var 7,95 mió. krón-
ur. Seinast var tað 10,7 mió. krónur.
randi
Hyruvognsførarar:
HÚÐFLETTIR AV …
pedel SKATTAVALDINUM
Nolsoyar
Pálls 50
ára fød-
ingardag £ FIM-
Umleið 400 fólk vóru 50 ára
í føbingardegnum hjá Skóta-
liði Nólsoyar Pálls í Klaksvík
síðsta leygardag
Orð og myndir frá fødingar-
degnum á síðu 18, 19 8 20
Samrøda við
AFS'ara úr , w om
27 SÝNINGAR