Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Ríku londini hava dálkað hjall okkara LØGID má tað sigast at vera, at næsti granni okkara, Bretland, skal vera okk- um føroyingum ein so stórur meinbogi. Henda tjóðin, sum hevur staðið so frammaliga á mongum gkjum, er í dag við at forkoma tilverugrundarlag okkara bæði so og so. Vit føroyingar liva av tí, sum havið gevur. Tí er tað altumráðandi fyri okkum, at havið verður ikki dálkað eins og tað hevur alstóran týdning, at vit kunnu selja okkara fiskavørur í út- landinum, uttan at forðingar verða lagdar okkum í vegin. BRETAR standa á odda í eini ósakligari og hatskari fyri ikki at siga rasistiskari herferð móti føroysku tjóðini. Her hugsa vit um grindadrápið. Eitt er tað at tú hevur eina meining um grindadráp, men miðvíst at geva bretsku tjóðini og øSrum við reingjaðar upplýsingar um grindadráp kann á ongan hátt góðtakast. Vit gll vita, at grindaherferð breta byggir á lygnir og ósannindi. Í byrjanini var tað stovnurin, sum vit vóru við at forkoma. Nú tað er prógvað, at stovnurin ikki er hóttur, heldur tvørturimåti, so verður tikid til onnur Gsaklig vápn so sum at vísa småbørn við grindaknívi og ikki upptikna grind. Bretsku grinda- rasistamir - her verður sjálvandi ikki hugsað um allar bretar - royna av øllum alvi at fáa fyritøkur at boykotta før- oyskan fisk, tí vit drepa grind. HETTA er fullkomiliga burturvið. Ser- liga tá vit hugsað um, at bretska tjóðin í dag verður mistonkt fyri at dálka alt havið kring Bretland bæði við kemisk- um burturkasti og lekum frá kjarnorku- verkum. Í gjár visti útvarpið at siga frá, at nógv børn í Týskalandi og Írlandi verða fødd vanskapt, helst orsakað av dálking, sum stendst av bretskum ávum. Herfyri vóru føroyingar við á eini stevnu í USA, har greitt varð frá grind og tungmetallinnihaldi í grind. Her varð víst á, at um somu tíð, sum altjóða fel- agsskapir reka herferð móti smátjóðum, ið hava grind sum nátúrligan part av húsarhaldinum, so dálka londini, har Lesarabrøv Nær fer tað sosialistiska vinnulivid at blóma? Nøkur citat frå Tummas Ara- bo: »Eg havi mælt til, at Trol- skip taka tað róligt hesar seks fyrstu mánaðarnar<. >Seinastu 15 árini hava vit lurtað ríkiliga nógv eftir reið- arunum<. >Sjálvur havi eg eingin egin- áhugamál<. >Tað er ikki landsstýrisins uppgáva at sparka vinnulívs- menn í gongd<. »Initiativini mugu koma úr neðra — frå vinnulívinum sjálv - um«. Omanfyristandandi cicat lysa eina ómetaliga sjálvsvirð- ing og setur seg í í perspektiv til onnur menniskju, so eingin ivi skal vera um, hvgrjum luftlagi hann liggur í í mun til onnur. Tá havi eg ikki tikið tær háðandi og niðursetandi orðingarnar við. Tær lýsa eina aðra síðu á manninum. Hesin maður hevur eina so merkiliga uppfatan av, hvat vinnulív er, at um hann verður tann, sum skal avgera, hver kann virka í vinnulívinum, so vænti eg, tað verður leingi, áðrenn nakar nýggjur trínur fram á pallin og vil royna seg. Hann hoyrir til ein flokk, sum hevur sagt, at tá ið vinnu- lívsfólk hvína, tá vita vit, at politikkurin er rættur. Nú hev- ur vinnulívið hvinid, og størsti parturin hvínur ikki meir, tí hann er burtur. Skjótt verður einki hvin at hoyra, tí tann síðsti er burtur. Um hann so roynir at sparka til onkran, so hoyrist framvegis einki, tí har er eingin. Ein tigandi oyði- mørk. Hvussu skal ein politiskur flokkur, sum hevur sagt, at tað er best, tá ið vinnulívið hvínur, og einki hvin og einki vinnulív er eftir, kunna hjálpa samfe- lagnum úr kreppum??? Teir lurta, men tað er tøgn. Hvussu byggja teir vinnulívið uppaftur? Tummas royndi seg sum vinnulivsmann í teimum góðu 80'árunum, men tað gekst helst verri hjá honum enn nøkrum ødrum. Hann hevur eingin egináhugamál nú, so hann roynir seg helst ikki aftur. Teir spyrja, hvar vinnulívið er, og hví tað ikki ger nakað! Tey hava forkomið tí, sum var. Hví royna tey seg ikki sjálvi í vinnu- lívinum, nú treytirnar eru so góðar, at bíðirgðirnar fyri at sléppa framat áttu at vera langar??? Tummas Arabo hevur lagt ein fiskivinnupolitikk, sum veruliga er nakað annað og betri enn alt tað, sum hevur verið fyrr. Nær hevur hann annars sagt, hvussu tað skal vera? Hann hevur bert svarað, at vit noyð- ast at halda avtalur, so vit kunnu læna meira pening. Læna pening uppá hvønn? Er tað uppá føroyingar í felag, sum øll bæði innanlands og uttanlands eru samd um, ikki hava nakran møguleika fyri at gjalda ta skuld, sum longu er løgd á øll umframt ta skuld, sum mong hver í sínum lagi stríðast við, og heldur ikki kunnu rinda??? Og Tummas Arabo vil læna meir, uttan at fáa skipað skuldina, sum er frammanundan. Nær hála Tummas Arabo og hansara landsstýrið høvdid upp úr sandinum og líta íkring og síggja allar kreppurnar, sum eru óloystar??? Olaf Olsen hesir somu felagsskapir hoyra heima, havið og harvið tvgstið og spikið vit eta ov liva av. Henda myndin sigur okkum so mikið, at tað er fullkomiliga burt- urvid av umhvørvisfelagsskapum at leggja eftir t.d. føroyingum. Teir skuldu heldur lagt eftir teimum, sum eitra okkara grind. Tað varð herferð teirra meira saklig og rímulig. Men sjálvandi - tað er nógv lættari at fáa umrødu og viðrák við at peika út eina smátjóð. sum loyvir sínum småbørnum at skera tann intelligenta grindahvalin á háls. Myndir av fólki, sum válka og skemta sær í tí reyða blóðinum frá grindahvalinum. BRETAR áttu heldur at tikið í egnan barm. Heldur enn at leggja eftir eini smátjóð sum føroyingum áttu teir at hugt rundan um seg sjálvar og brúkt tíð, orku og pengar til at steðga dålkingini av umhvørvinum, sum eisini er við til at forkoma ikki bert grinda- hvalinum men øllum livandi í havinum og nú eisini mannabørnum, teimum sum kanningar nú vísa eru fødd vanskeplað orsakað av dálking úr m.a. Bretlandi. Vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, sum er gjørt frá føroyskari síðu at upplýsa sakliga um grindaáráp. Hetta eiga tey fólk, sum hava stílað fyri, at vita. Spurningurin er nú, um vit skulu fara eitt stig víðari og fylgja upp arbeiðinum hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Sjúkrahúsverki Føroya og Umhvørvismedisinsku Deildina å Universitetinum i Odense. Pål Weihe, læknastjóri greiddi frá hesum arbeiði í sambandi við fødingardagin hjá Landssjúkrahúsinum og fara vit at tríva í hetta evnið í blaðnum eisini. Í fyrilestrinum vísti hann á, at tey sum havast at føroyingum fyri grindadráp, gloyma, at tað vinnuliga virksemið, sum hevur gjørt teirra lond rík, hevur dálkað hjall okkara á sjónum stórliga. Hetta kann ikki sigast meira einfalt og rætt. Latið okkum tí stuðla teimum, sum vilja brúka tíð og orku at vísa á hesar sannroyndir. SOSTALURIN RAKANDI BILIGT! ORKUSPARING! Nú er tíð at skifta teir heimsins mest v Vestfrost Lågorkufrystiboksir, t.d. modell SE 215 fans frystiboks við heimsins lægstu orkunytslu - bara 0,50 um samdøgnå. Modell SE 215, ið tekur 206 lítrar av frystivøru, frystir 30 kg. um samdøgnå - og um streymumn fer, tekur tað heilar 54 tímar at tåna veruna úr #18 til :9*C Hon hevur 2 kurvar, praktiskt skilinm ið kann brúkast sum bakki ti båningarvatnid í samband við frårensliå í botninum á Kontrolipaneliå uttanå, hevur bamatryggjaðan termostatknøtt me ararnir út við tiboksir... | 91 VANLIG BOKS: þú 141 Prísur 3.450.- DISCOUNT-PRÍSUR GORKUBOKSIR: 2090 3.440 ísur - ar DISCOUNT-PRÍSUR a. SB 200 Prisur 4.670.- DISCOUNT-PRISUR Prisur 4.790.- DISCOUNT-PR SB 300 Prísur 5.040.- DISCOUNT-PRÍSUR SB 400 Prísur 5.630.- DISCOUNT-PRÍSUR A 21; sur 5.380.- DISCOUNT-PRÍSUR SE 255 DISCOUNT-PRÍSUR SE 325 Prísur 6.260.- DISCOUNT-PRÍSUR x hó Áarvegur Tlf. 17300