Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Tiggju lært til álitisfólk Tysdagin og mikudagin hevði Føroya Sjúkrahjálp- arafelag skeið fyri álitis- fólk. Tíggju sjúkrahjálparar vóru á skeiðnum við Elsu Joensen sum undirvísara. Elsa hevur áður undirvíst á tílíkum skeiðum. Hetta var eitt grundskeið, tí fleiri nýggj álitisfólk eru, og tey hava ongantíð áður fingið at vita um síni rætt- indi og sínar skyldur. Tær fingu at vita, hvørjar uppgávur teirra eru, og hvørji krøvini eru til ålitis- fólkini, ið virka sum bindi- lið millum limirnar, ar- beiðsgeran og felagið. Bólkaarbeiði var eisini á Nr. 54 — 18. MARS 1994 Skeiðið fyri teimum tíggju álitiskvinnunum varð hildið í Jákupsstovu, har Sjúkrahjálkparafelagið heldur til saman við ørum felgum (Mynd: Kalmar) Nú er nakað síðan, Sjúkrahjálparafelagið sein- ast hevði skeið fyri álitis- fólk, sjálvt um álitisfólkini fegin vilja gerast dugnalig- ari. Elsa Joensen sigur, at tær miða eftir næstu ferð at hava tvørfaklig skeið fyri álitisfólk. Tað hava tær roynt úrsliti. áður við góðum randi GR Ternan — farvæl Leysatíðindi hava í seinastuni ljóðað, at í Fuglafirði vórðu fyrireikingar gjørdar til nýggja fergulegu til Ternuna. Hugsaði við mær sjálvum, at hetta ljóðar sum ein góð apríl- søga. Fór hóast alt at kanna hesi tíðindi, og fekk at vita frá álítandi keldu, sum hevði tosað við fólk hjá Landsverkfrøding- inum, at hetta var so. Eisini varð sagt, at landið skuldi gjalda 65% av kosmaðinum. Hugsaði við mær sjálvum »Er enn manaður í jórðina?< Lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta, eg skrivi, er ikki tí, at eg ikki unni mini grannabygd eina ferjulegu, men vil bert vísa á tvey ting. 1. Vit liva í einum landi, sum ikki so frægt sum hevur ráð at gjalda teimum arbeiðsleysu tann pening teimum tørvar til lívsins uppihald, alt meðan ein ferjulega skal byggjast við síð- una av eini aðrari. 2. Leirvík er ein bygd, sum í løtuni verður avtoftað av okk- ara ráðandi fólki. Í meðan tey seinastu, sum ikki enn eru rýmd av hesi søkkandi skútu, av øllum alvi royna at gjalda fyri eina almenna ferjulegu. Vit spyrja »Kann hetta vera rætt?< Tað einasta, sum eg komi til er, at í ár er VAL. Fuglafjórður eigur ein mann, sum er sera krøkin, Signar á Brúnni. Hevur hann sett sær fyri at skaffa eina nýggja ferjulegu til Fugla- fjarðar, so fær hann hana, hetta er sjálvandi sera lætt, Finnbogi er jú kassameistari, og einki er betri agn enn hetta júst í ár. Hesir góðu tjóðveldismenn, saman við bygdaráðsformann- inum, sum er góður fólkafloks- maður, fáa síðan Jógvan við Keldu at geva hesum sítt besta viðmæli. Hetta seinasta er fyri okkum sera hugstoytt, tá ið hugsað verður um, at tað júst vóru klaksvíkingar, sum ar- beiddu hart fyri at fáa ferjulegu í Leirvík. Tískal tað vera mín áheitan á Leirvíkar bygdarráð, at um bert ferjulegur verða goldnar av landinum til bygdir, sum hava lokalar løgtingsmenn, so er einki annað at gera enn at seta bumm fyri, jú fyrr tess betur. Aftan á hesi tíðindi, ja mín sann, so kemur ein biløgd grein í Sosialinum 15.03.94, sum ber navnið >Landsynningurin stórsta forðan<. Álvaratos, Sjúrður Kjølbro, her heldur tú teg sjálvan fyri gjøldur. Um tú so endiliga vilt sleppa at sigla upp á Fuglafjørð, so haldi eg tað er ov bíligt at geva land- synninginum skyldina. Vit eiga og hava átt fram- úrskarandi menn, sum hava ført hesi ferðamannaskip um fjørdin, Ld. Jákup, Linda o.a. Ein frøi fyri eygað at síggja, TEN þa á Ta: Umboðsmannaval Umboðsmannavalið SJÚKRAKASSI 24. mars er avlýst. ikki bert hvussu teir løgdu at ella fóru frá, men eisini vístu okkum, hvussu siglast skuldi um fjørdin í vindi og hørðum streymi. Eg veit at slagorðið altíð skal vera: »Trygdin í há- sætið<, men trygdin kann eisini vera í vanda, um skiparin ikki hevur nervarnar á réttum stað. Síðan 1980 hevur Teman siglt um fjørdin, onkran hend- inga illveðursdag hevur verið avlýst, og tí má tað vera ein annar spurningur, hví hon hetta seinasta hálva árið hevur avlýst líka nógvar ferðir sum øll hini 14 árini tilsamans. Annars kundi eg hugsað mær at spurt myndugleikarnar, um hetta kanska er ein sparing. Verður manningin trekt í løn, nú bert verður siglt nærum ann- anhvønn dag? Atendavileg seta ein spurn- ing til okkara fólkavaldu menn í Eysturoynni: »Er tað eingin av tykkum, sum veit av, at tað eitur ein bygd Leirvík, ella koma tit bert at minnast okkum í november, tá valið verður?< Marius Jacobsen Viðmerking: Marius Jacobsen fer skeivur, tá hann sigur greinina í Sosialin- um 15. mars vera eina bílagda grein. Sosialurin ringdi av sín- um eintingum til Sjúrð Kjøl- bro, skipara á Ternuni, og setti honum tann einfalda spurning, hví so nógvar avlýsingar hava verið í vetur. Sjúrður Kjølbro vísti á, sum fólk flest vita, at tað hevur verið óvanliga nógvur landsynningur í vetur, og at henda ætt er tann ringasta, tá Ternan skal inn í ferjuleguna í Leirvík. Útyvir tað varð ikki eitt øvugt orð sagt um Leirvik ella ferjuleguna har. Blaðkvinnan Randi Tíðindablaðið INTENSIVE ENGLISH COURSE Skeið nr. 94021.1 Enskt er heimsmálið. Tað er tó ikki nóg mikið at kenna ensk orð og enska mål- læru. Neyðugt er at vita, hvussu, nær og hví orðini og mállæran skulu brukast, ynskja vit, at samskiftid við enskttalandi fólk skal eydnast, ja sjálvt máltónin hevur sera stóran týdning. Ferðaráð Foroya og enskum fyri avgreiðslufólk, sum dagliga Skeiðtænasta Handilsskúlans skipa fyri skeiði í intensivum hava samband við enskttalandi um telefon, fax ella diskin. Tað veri seg avgreiðslufólk á t.d. * ferðafólkaskipum * ferðastovum + peningastovnum + bussum + posthusum * fyri fólk , sum skipa * kunningarstovum «+ hotelmottøkum + handlum + hýruvognum «+ Einkarsølum Landsins fyri útferðum + fyri handilsfólk í altjóða handli Ferðavinnan fer at hava størri tydning fyri føroyska búskapin í framtíðini. Tað er umráðandi, at oll, sum veita ella fara at veita enskttalandi ferðafólki og ødrum vitjandi tænastu, eru vitandi um, hvussu tyåandi pers6nar, tey hvør sær eru fyri føroyskan búskap og har vid Føroyar. TØ: Stad: Kostnaður: 25 tímar. Mikudagin 6. apríl 1994 Hósdagin 7. apríl 1994 Fríggjadagin 8.april 1994 Mánadagin 11. apríl 1994 Týsdagin 12. april 1994 Allar dagar kl. 08.00-12.15. Pláss er fyri 18-25 fólkum. Feroya Handilsskúli í Tórshavn. Sue Philbrow. Kr. 2.000,00 fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtilfar og ein drekkamunn. Våttan um skeidluttøku verður givin aftan á lokið skeið. Nágreiniligar upplýsingar og tilmeldingarblad fáast á Foroya Handilsskúla. Tilmeldingarblaðið skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 23. mars 1994. f . > y FERÐARÁÐ F FØROYA tsmoga 177, Marknagils 110 Torshavn, Tlf, 17177, Fax 13374 vegur 77, N— Reyngøta 17 - 100 Tórshavn Tlf. 16055, fax 10858