Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 54 — 18. MARS 1994 Sida5 Vágafólk spenna seg ut Hava nogv ferðafólki Felagið "Ferðavinnan í hevur gjørt faldara og skal fáa fleiri ” um plakat, sum 2 Våg- ferðafólk at ferðast í Vágum Vágafólk vilja fegin hava fleiri ferðafólk at vitja í Vágum. Men til tess, at hetta skal eydnast, má eitt skipað ferðavinnusamstarv til, og ikki minni kunning um ferdamøguleikar, og tað er nú gjørt. Vágafólk hava skipað seg í felagið "Ferðavinnan í Vágum", og í gjár skipaði felagið fyri tíðindafundi, har greitt varð frá teimum ætlanum, felagið hevur. At kunna ferðafólk um hverjar møguleikar ferðafólk hava í Vágum hevur felagið gjørt plakat og faldara. Faldarin er á fýra málum. Týskum, enskum, donskum og før- oyskum. Samstarv Formadur felagsins, Kalle Soll sigur, at tey hugsa ikki bert um útlendsk ferðafólk, men tey leggja eisini stóran dent á at bjóða føroyingum spennandi tilboð í oynni. Vágafólk hava eisini gjørt eina plakat, sum við vøkrum myndum skal gera fólk áhugað at vitja í Vágum Mynd: Kalmar Kalle Soll leggur dent á, at skal føroysk ferðavinna mennast, má eitt neyvt samstarv ul millum allar partar innan føroyska ferða- vinnu. Ikki minst millum tær ymisku kunningarstov- urnar kring landið. A samkomuni í Norður- landahúsinum, har felagið í Vágum greiddi frá, vóru mong umboð fyri føroyska ferðavinnu. Millum onnur Jan Mortensen, stjóri á Ferðaráðnum, sum fegnað- ist um tað, felagið í Vágum er farið undir. Jan Morten- sen segði, at hann er júst afturkomin av ferðamnessu í Berlin. Har hevði hann við sær faldarar um ferðavinn- una í Vågum,- á tyskum, og júst hetta, at fáa samband við fólk á teirra egna máli, hevur sera stóran týdning. Felagið "Ferðavinnan í Vágum" hevur nógvar og ymiskar túrar at bjóða. Bæði á landi og á sjónum. Millum aðrar ein túr til Gásadals, ein túr til fugla- bjørgini við Sørvåg, og ein tår til Bøsdalafoss. Eisini ber til at fara vid báti úr Sørvågi og út móti Tindhólmi, ella á flot, og væl ber eisini til at royna seg við tráðu við Fjallavatn, Hvilvtkinnavatn og ødrum vøtnum. Sílatúrarnir kosta SO krónur fyri ein dag. Triggjadagakort kostar 100 krónur, og skal ein fiska í eina viku, kostar tað 150 krónur. Somuleiðis verður skipað fyri túrum á rossabaki. Ein tílíkur túrur, einar tríggjar tímar, kostar 100 krónur. Ein heilt serligan túr hava vágafólk á skránni. Tað er við báti av Oyragjógv undir Vestmannabjørgini. Síðani verður farið til Slættanesar, har gist verður. Morgunin eftir verður farið til gongu til Vatnsoyrar og síðani við bussi heimaftur. Dagstúrarnir, = millum seks og átta tímar, kosta 130 krónur. tór.- Kalla Soll er formaður í felagnum "Ferðavinnan í Vágum“. Her greiðir hann áhugaðum frá ætlanunum frá hjá felagnum. Mynd: Kalmar Faldari, á fýra málum, er gjórdur við ymiskum upplýsingum til ferðafólk. Færgerne VÁGAR Tourist Information