fríggjadagur 18. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
… %.
Síða 10. Nr. 54 — 18. MARS 1994
AFS-ari í Føroyum:
AFS er ein felagsskapur
sum sendur studentar út til
onnur lond. Har eru tey f
eitt år. AFS finnur eina
familju, sum kann hava
tey búgvandi. I løtuni eru
seks AFS studentar í Før-
oyum.
Vit hava tosað við Fi-
lipu Ribeiro. Hon er úr
Portugal og býr nú í Runa-
vík.
- Tá eg skuldi velja eitt
land at fara til, valdi eg
ikki Føroyar, men Dan-
mark. Tríggjar vikur áð-
renn eg skuldi fara heim-
anifrá, fekk eg at vita,
hvagar eg skuldi. Eg visti
einki um Føroyar, eg
hevði ongantíð hoyrt um
tað, men eg helt eg skuldi
fara at vita, hvussu var,
sigur Filipa.
Ikki sum á
myndunum
- Tað er nógv meira fram-
komið enn eg væntaði, tí
á myndunum, sum eg
fekk, vóru bara lítlar
bygdir við gomlum húsum
og ongum bilum.
-Eg eri ógvulig hugtikin
av náttúrúni, serliga foss-
unum, teimum grénu
fjøllunum og tí fantastiska
útsýninum.
- Eg komi úr einum
heitum landi, so eg eri
von við nógva sól. Mær
dámar ikki so væl veðrið
her, men eg væntaði tað
nógv verri. Mær dámar
væl kava, men ikki regn. Í
Portugal hava vit eisini
nógv regn um veturin, so
tað ger einki, sigur
Filipa. Í skúlanum
gongur væl hjá Filipu.
- Beinanvegin, tá eg
kom, vóru gll blíð og
prátaðu nógv við meg, nú
havi eg nógvar vinir.
uttan grønukaku
- Mær dámar væl grind og
spik, ræstan fisk og
garnatálg, skerpikjøt, ræst
kjøt og seyðarhgvd, men
mær dåmar best havhest-
ungar. Tad einasta mær
ikki dåmar, sum eg havi
roynt her, er grønukaku.
- Tad, sum er so gott
vid Føroyum afturímóti
Portugal er til dømis at, í
Føroyum eru eingi fåtøk
fólk. Í Portugal eri eg von
Joyce, sum er úr Hong Kong og eisini er AFS-ari
við at síggja nógv fåtøk
fólk á gøtunum. Her er
næstan heldur eingin kri-
minalitetur. Luftin er rein
og frísk, ikki so nógvir
bilar og fridarligt. Eitt
gott land.
Er nógv broytt
- Eg eri broytt nógv, síð-
ani eg kom. Nú hugsi eg
meir um onnur, eg haldi
tað er tí, at her standa
fólkini hvør øðrum nærri.
- Eg havi eina góða
familju, vit skilja hvønn
annan og hóska væl sam-
an. Tey hava hjálpt mær
nógv, síðan eg kom.
Trívist í familjuni
- Tað besta her er, at eg
havi eina familju, sum eg
eri saman við. Foreldur
míni í Portugal eru skild,
so tað er gott at hava eina
mammu og ein pápa her,
sum liva saman, og at eg
kann vera nógv saman við
familjuni, sigur Filipa.
Hon væntar at fara heim
aftur til Portugals síðst í
juni.
- Eg vil mæla gllum
ungum til at taka eitt
Her er ikki fátækt
sum í Portugal
Filipa Ribeiro úr Portugal, trívist væl í Runavík
AFS-ár, tí tað er ein upp-
living fyri lívið, sigur
Filipa.
Sigrun
Filipa gongur hetta árið í studentaskúlanum á Kambsdali. Hesa myndina tók Kalmar av
Tíðindablaðið
BB... 0
Filipa heldur, at fólkini í Føroyum standa hvørjum ødrum
nærr i, enn portugisar gera
Filipu og Sámali í Skorini, skúlastjóra, fysta skúladagin
Fyri góðum mánaði síðan helt Filipa 20 ára fødingardag sín hjá familjuni í Runavík. Við í fødingardegnum var eisini
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 07. april 1994, kl. 11.50
tvangsauktion, (AS 778/93) over matr.
nr. 62 c, Oyri beliggende Oyri.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j.nr. 92-827) på
vegne en pant- og udlægshaver
Ejendommen er et beboelseshus på
en 987 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 166 kvm. i 1 etage
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 15.03 94
Mette Søgaard-Nielsen
dím