fríggjadagur 18. mars 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
229,
Tíðindablaðið ED Nr. 54 — 18. MARS 1994 Síða 11
Friggiadagin kl. 23.15:
Natalie Cole
— unforgettable
Konsertupptøka frå Pasadena f California
við amerikansku sangarinnuni Natalie
Cole.
Natalie Cole vann ikki færri enn sjey
»Grammy« virdislønir fyri albummid »Un-
forgettable«, har framkomin teknikkur
hevur gjørt tað møguligt at gera nakrar upp-
tøkur, har Natalie syngur duett saman við
pápa sínum, Nat King Cole, sum doyði
longu í 1965. Á konsertini, ið var ein fagn-
aður til Nat King Cole, fer Natalie Cole m.a.
at syngja >It's only a Paper Moon, Mona
Lisa, The Very Thought of You, Route 66
og Unforgettable.
Friggjadagin kl. 21.25;
Butch Cassidy og
Sundance Kid
Robert Redford og Paul Newman hava
høvudsleiklutimar í hesum western-klass-
ikaranum frå 1969.
Butch og Sundance eru teir seinastu lóg-
leysu í > Villa Vestri«, sum ikki er so heilt
vilt, sum tað var einaferð. Teir eru vinmenn,
og við sjarmu ella revolvaraskotum megna
teir at bjarga sær burtur úr øllum, hvussu
vónleyst tað so sær út.
Filmurin fekk fleiri Oscar-virdislønir og
var ógvuliga væl umtóktur tå hann kom,
ikki minst av sanginum »Raindrops Keep
Fallin' on My Head«.
Leygardagin kl. 14.00:
Ein égjørlig
uppgåva
Venjarin hjá bretska landsliðnum Graham
Taylor mátti leggja frá sær fyri stuttum.
Henda sending, sum varð kosin ársins
dokumentarsending í Englandi, er um
henda mann, hvors lívslangi dreymur gekk
út, men tíverri gjørdist hesin dreymur hon-
umini ein sonn marra.
Á ævintýrferð
í heimshøvunum
Í hesum seinasta partinum fara kavararnir
Michael deGruy og Martha Holmes til Ha-
waii í Kyrrahavinum. Meira enn triðingurin
av fiskasløgunum við Hawaii eru ikki at
finna nakra aðra staðni í heiminum. Kavar-
amir meta eisini á hesi ferðini heimsins
størsta fiski, »hvalhåvinum«, sum annars er
ógvuliga torførur at finna.
Leygardagin kl. 22.55;
Pretty Woman
Am. filmur frá 90.
Ein nútíðar Øskufiu-søga úr Los Angeles.
Tá tann steinríki handilsmaðurin Edard
Lewis villist í Beverly Hills ein dagin og
hittir skøkjuna Vivian Ward, byrjar tann
heilt stóra kærleikssøgan.
Richard Gere og Julia Roberts hava høv-
uðsleiklutirnar. J. F. Lawton skrivaði hand-
ritið og Garry Marshall hevur leikstjórnað.
Sunnudagin kl. 14.40:
Svørdid og rósan
Enskur filmur frá 1952.
Systir enska kongin Hendrik tann 8.,
Mary, er forelskað í Charles, sum tíverri
ikki er av aðalsætt Kongur vil onki vita av
einum hjúnalagi teirra millum. Hann vil, at
Mary skal giftast tí franska konginum — og
hetta er so inngangurin til hetta stóra ro-
mantiska ævintýrið, sum Disney-produc-
tion hevur gjørt.
Sunnudagin kl. 17.30;
Haendel: Trellkonan
Kiri te Kanawa hevur einasta sangleiklutin í
hesum tónleikaðdrama, ið fer fram í barokk-
tíðini, men er gjørd sum ein nútíðar musikk-
video. Tónleikin hevur Haendel gjørt, men
hann er tíkin úr 7 ymiskum operum. The
Academy of Ancient Music spælir og
Christophe Hogwood stjórnar orkestrinum.
Tey mongu ballettbrotini dansar Scapino
Ballettin úr Rotterdam.
Sonur tuflumakaran
— 1:2
Sending um danska politikaran Aksel
Larsen. I fyrra parti verður greitt frá lívi
hansara, frá tí at hann í 1920 fór upp í
kommunistaflokkin, og til hann í 1945 varð
latin leysur úr konsentratiónsleguni
Sachenhausen og gjørdist ráðharri í frælsis-
stjórnini.
Sunnudagin kl. 21.00:
Ferðalagið |
Svenskur filmur frá 1980.
Komikarin Lasse Åberg hevur høvubs-
leiklutin f hesum skemtifilminum um van-
ligar sviar á einum púra vanligum charter-
túri til Gran Canaria. Tað vil siga, vanligir
sviar og vanligur túrur, tað veldst um...
Sunnudagin kl. 22.45:
Jørn Riel
Kendi danski ævintyrarin og rithøvundin
sigur frå sinum barnaårum.
Tysdagin kl. 20.40:
Mein fyri livid
Ein sending um manningina å
»Heldarstindi«, sum fyri 10 år-
um sidani fekk eina bumbu vid
sinnopsgassi í trolid í Eystur-
sjónum.
22. mars 1984 byrjaði eins og allir aðrir
dagar hjá manningini á Heldarstindi, sum tá
í fleiri ár hevði roynt eftir toski í Eystrasalti.
At fáa bumbur í trolið, var ikki óvanligt, og
tí hildu teir ikki stórvegis fara at henda, tá
teir fingu eina bumbu við sinnopsgassi í
trolið, júst hendan morgunin.
Men innihaldið í bumbuni — sum teir siga
var kleimið, og mest minti um feitt — fekk
álvarsligar fylgjur fyri teir allar.
Teir brendust illa, og mistu sjónina.
Tað hevði við sær, at teir noyddust at
liggja á sjúkrahúsi í Danmark í ein mánað,
umframt at teir gingu heima leingi, aftaná.
Nú 10 ár eru liðin, hevur sjónvarpið hitt
teir 7 menninar. Hóast allir siga seg hava tað
hampuligt, so hava allir trupulleikar við
eygum og lungum. Teir fingu mein fyri
lívið.
Sjónvarpið sendir týskvgldið — 10 ára
dagin — sendingina um manningina á
Heldarstindi, og sendingin hevur heitið:
„Mein fyri lívið<.
Geyksreiðrið
(One Flew over the Cuckoo's
Nest)
Am. filmur frá 1975.
Jack Nicholson fekk eina av teimum 5
Oscar-heidurslønunum, sum filmurin fekk,
fyri sítt ógloymandi avrik sum R. P. Mc
Murphy, ið verður innlagdur á sinnis-
sjúkrahús. Har fær hann hinar sjúklingarnar
at gera uppreistur ímóti tú ómenniskj-
ansligu yvirsjúkrasystrini og tí skipan, hon
umboðar.
Høvudsleiklutimar: Jack Nicholson og
Filmurin er ikki fyri børn.
Mikudagin kl. 22.25:
Bugsy Malone
Skemtiligur amerikanskur musical frá
1976 við tí 13 ára gomlu Jodie Foster í
einum av høvvdsleiklutunum. Filmurin er
ein blanding av musical, skemti og
gangstarafilmi, og børn hava allar leiklutir í
filminum.
Árið er 1929, og í New York er kríggj
brostið á ímillum gangstaraleiðararnar Fat
Sam og Dandy Dan. Bugsy Malone hittir ta
ambitigsu sangarinnuna Blousy, sum nú-
stani er flutt til New York, og tey verða góð.
Tey droyma um at sleppa til Hollywood,
men fyri at tann dreymurin kann ganga út,
verða tey noydd at velja, hvørjum parti tey
vilja halda við í krígnum. »