Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

st Sida 16 Nr. 54 — 18. MARS 1994 Tidindabladid GSK Veturin hjå fimleikinum nærkast nå endanum: Nogvar fimleika- framsýningar Komandi dagarnar verða fleiri fimleikaframsýningar kring landið. Vetur- in er um at vera av, og fimleikararnir fara at gevast. Sum vanligt endar fim- leikaárið við framsýningum, og verða tær nú hesar komandi dagarnar Sum oftast er rættiliga nógv fólk og hyggur at fimleika- framsýningum, og teimum, ið dáma væl at hyggja at fimleiki, stendur nógv í boði komandi dagarnar, nú fimleikaårid skjótter komið at enda. Fimleikafeløgini kring landið hava allan vetur ver- ið dúglig at vant, og sum vanligt er, fer fimleikaårid eisini hesaferð at enda við framsýningum, har tey íðk- andi fara at vísa, hvat tey hava lært og fingið burtur úr gjøgnum veturin. Tilsamans fara millum 1.000 og 1.500 fimleikarar úr feløgunum Havnar Fim- leikafelag, Flog, Ljósinum og Støkk hesar næstu dag- arnar at royna seg. Tað verður Havnar Fim- leikafelag, ið fer at leggja fyri í norgin kl. 16, tá fram- sýning verður í Fim- leikahøllini á Stórheyggi. Hetta er eitt slag av eini royndarframsýning undan stóru framsýningini, ið fer at vera í ítróttahgllini á Hálsi sunnudagin kl. 16. Bæði gentur og dreingir eru við — Við á hesum báðum framsýningunum eru teir yngru fimleikararnir, ið eru yngri enn 15 ár. Talan er bæði um gentur og dreingir, sigur Guðrun Guðjónsson úr Havnar Fimleikafelag. — Framsýningarnar við teimum vaksnu verða leyg- ardagin 26. mars kl. 16 og mikukvøldid 30. mars kl. 19, tå fimleikararnir, ið eru eldri enn 15 ár, sleppa fram- at Gudrun sigur, at talan verdur um fimleik av øllum slagi — reidskapsfimleik, rútmiskan fimleik og Grand Prix-fimleik. I Havnar Fimleikafelag eru um 600 virknir limir, og fer ein stórur partur av hes- um at manna tey tólv liðini hjá teimum yngru og tey átta hjá teimum eldru, ið fara at hava hesar fýra fram- sýningarnar teir næstu dag- arnar. Fuglfirðingar komnir væl við Sunnudagin kl. 16 verður framsýning í itréttahøllini á Kambsdali, har einir 170 yngri og eldri fimleikarar — tann yngsti er trý ár og tann elsti i tryssunum — úr fimleikafelagnum Flog úr Fuglafirði fara at royna seg. Hetta er yngsta felagið við bert fimm árum á baki. Umframt fimleikin, ið verð- ur at síggja, verður eisini horntónleikur at hoyra. Tað verður Fuglafjarðar Horn- orkestur, ið fer at seta sín serliga dám á framsýning- ina. Ljósið roynir nakað nýtt Månakvøldid kl. 19 er tað Fimleikafelagið Ljósið, ið stendur fyri tørnid. - Umframt tað vanliga, so sum reiðskapsfimleik, van- ligan fimleik og Grand Prix-fimleik, hava vit nú eisini nakað nýtt á skránni, ið vit kalla lop og rútma, sigur Ann Hansen frá fim- leikafelagnum Ljósinum. — Her er talan um reið- skapsfimleik, ið er bygdur inn í vanligan fimleik við tónleiki afturvið. Hetta er eitt sindur seriukendur fim- leikur. Ann Hansen sigur, at tey í Ljósinum hava um 250 fim- leikarar við á framsýningini — meginparturin eru gentur og konufólk, men eisini eru dreingir og mannfólk uppii. Aldurin á fimleikarunum hjá Ljósinum liggur úr fýra árum og upp í miðjuna á tjúgunum, og fara hesir fim- leikarar í fjúrtan liðum at vísa fram, hvat teir hava lært og fingið burturúr í vet- ur. Ætlaðu út á bygd — Vit ætlaðu eisini at fara út á bygd við framsýning- ini, men tað bar ikki til, ti allar itréttahallimar eru upptiknar av hondbólti og ødrum, so hesi ætlanini máttu vit sleppa hesaferð, sigur Ann Hansen. Fimleikafelagið Støkk í Runavík hevur longu sett á sínar framsýningar, og fyri viku síðani var framsýning- in við teimum yngru — tey eru yngri enn tólv ár. Tá var itréttahøllin í Runavík full- sett av áskoðarum, og væl varð latið at framsýningini. Sunnudagin 27. mars kl. 16 eru tað so tey eldur — tey, ið eru eldri enn 12 år — id vera at síggja. Serliga útvaldir fimleikarar - Vit hava tilsamans 480 limir, og á framsýningini við teimum eldru verða tað um 250 fimleikarar í tíggju liðum, ið fara at sýna fram fimleik, sigur Jenny Troest Davidsen frá Støkk. — Á skránni er allur tann vanligi fimleikurin, so sum rútmiskur fimleikur, Grand Prix-fimleikur og reið- skapsfimleikur. Hetta síðsta verður eitt sindur sermerkt, tí her verða nøkur av teim- um yngru at síggja, at burt- urav hava vant reiðskaps- fimleik seks tímar um vik- una. Hetta eru serliga út- valdir fimleikarar. Tá øll feløgini eru liðug við framsýningarnar á hes- um sinni, verður givist fyri í vetur, men í heyst verður so farið í gongd aftur. Tað sær út til, at áhugin fyri fimleiki í Føroyum er vaksandi nú, og feløgini vóna, at undirtøkan kom- andi vetur verður eins góð og í vetur. hj.